týsdagur 15. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 10 - 15. januar 2008 ]
Eingin
ivi um
saman-
legging
Í Leirvík atkvøddi
ein einmæltur aðal
fundur fyri, og í
Gøtu var talan um
greiðan meiriluta
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Limirnir vóru ikki í iva,
tá teir í gjárkvøldið
skuldu taka støðu til
endaliga uppskotið frá
nevndunum í GÍ og LÍF
um samanlegging.
Fyrr í vetur vórðu
aðalfundir hildnir, har
limirnir púrasta greitt
viðmæltu, at nevndir
nar arbeiddu víðari við
ætlanunum um at legg
ja feløgini saman. Og
nú endaliga uppskotið
fyrilá, vóru limirnir als
ikki í iva.
Í Leirvík vóru 56 lim
ir á fundi, og hvør sum
ein atkvøddu hesir fyri
eini
samanlegging.
Helst so stór var undir
tøkan í Gøtu, men har
var tó heldur eingin ivi.
Av teimum 146, sum
greiddu atkvøðu, vóru
132 fyri. 12 atkvøddu
ímóti,
meðan
tvær
atkvøður vóru blankar.
So samlaða úrslitið
var, at av 202 limum
vóru 188, sum atkvøddu
fyri eini samanlegging,
so tað er ikki tann mins
ti ivin um, at hetta var
úrslitið, sum fundarfólk
ið vildi hava.
Tað verður ikki Sámal
Joensen, sum skal
stýra samanløgdu
GÍ/LÍFskútuni. Hjá
honum verður talan
ístaðin um kjans við
Mærskflotanum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi um, at fles
tu viðhaldsfólkini hjá nýgg
ja felagnum høvdu vónað,
at Sámal Joensen fór at taka
eitt tørn afturat á miðvølli
num, nú GÍ og LÍF hava
kastað saman.
Sum so var hetta eisini
tað, sum var sett í kortið,
men umstøðurnar hava kort
ini gjørt, at felagið nú má
klára seg uttan stýrimannin
á miðvøllinum.
Eg hevði boðað frá, at
helt eg fram við fótbóltinum,
so bleiv hetta í GÍ. Eg eri tó
liðugur við útbúgving mína
sum skipsførari, og nú havi
eg fingið kjans at sigla við
Mærsk. Og tað er ein møgu
leiki, sum eg ikki kann lata
frá mær uttan víðari, sigur
Sámal.
So ístaðin fyri Formula
bólt við GÍ/LÍF, verður tal
an nú í mesta lagi um hugna
bólt av onkrum slag, tá sigl
ingartíðin lagar tað so, at
Sámal er heima til dystir.
Skiparin fer til skips
Sámal Joensen er í dag
32 ára gamal. Í Føroyum
hevur hann bert spælt
fyri GÍ, men eitt árið
spældi hann saman við
fleiri øðrum føroyingum
í íslendska Leiftur. 25
ferðir hevur hann spælt á
føroyska landsliðnum.
Til samans vóru 202 fólk møtt á
aðalfundunum hjá GÍ og LÍF
Mynd: Jonhard Hammer
Nýggja nevndin í felagnum standandi
Tórhallur Justinussen, Jógvan Júst Olsen,
næstformaður, Ólavur Olsen og Páll Gregersen,
formaður. Húkandi eru Andreas Poulsen
og Hanna Olsen, ið syrgir fyri, at nakað av
javnstøðu verður í nevndararbeiðinum
Spæla í Sarpugerði
Ein av spurningunum, sum ofta verður havdur á munni til
samanleggingar, er, hvar heimavøllurin hjá nýggja
felagnum skal verða. Tann spurningin hava kommunurnar
í Gøtu og Leirvík tó longu greitt. Við samanleggingini av
kommununum varð avrátt, at tær íløgur, sum skulu gerast
fyri at halda fast um FSFgóðkenningina av vøllinum,
verða gjørdar í Gøtu. So tað verður í Sarpugerði, at
Formulaliðið hjá nýggja felagnum fer at halda til.
Uppskot um búmerki
At finna og sniðgeva ein nýggjan samleika verður ein av
fyrstu uppgávunum hjá fyrstu nevndini í GÍ/LÍF. Ikki er
óhugsandi, at hetta verður gjørt við at útskriva kapping,
men longu mánakvøldið var okkurt uppskotið um hetta
lagt fram. Láturin var í øllum førum stórur, tá hendan
tekningin við einum skurðá, ið ber ein rosinupakka á
bakinum, varð sýnd fyri aðalfundinum.