Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 10 - 15. januar 2008 ] Agger aftur skaddur Akkurát sum eitt comeback lá í luftini, er skaðin í fótinum hjá Daniel Agger vorðin verri, og fyrrverandi Brøndby-verjuleikarin má nú aftur sita uttanfyri í longri tíð. - Vit hava fingið keðilig tíðindi. Agger hevur sama trupulleika sum áðrenn. Hann vandi og var klárur til dyst, men í dagsins venjing var skaðin aftur har, og tað sær út til, at hann má ígjøgnum enn eina uppvenjingartíð, sigur venjarin, Rafael Benitez fyri heimasíðuni hjá Liverpool. Agger hevur verið úti við skaða síðan 15. september og hetta kappingarárið líkist alt meira einum ræðslu-kappingarári fyri 23- ára gamla danan, sum fyri stuttari tíð síðani varð kosin besti danski fótbóltsleikarin í 2007. Sjey umfør eru nú leikt í liðkappingini í talvi, og eftir at vestmenningar smurdu havnarliðið av, nærkast teir gullinum við trimum stigum framman fyri klaksvíkingar. Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Tað er einki at dylja yvir, at klaksvíkingar høvdu sett álitið á Havnina, ið veruliga hevði fingið vind í seglini. Havnin møtti fyrsta liði hjá vestmenningum, meðan klak- svíkingar møttu øðrum liði hjá vestmenningum. Eitt gott úrslit hjá Havnini og ein stór- sigur til klaksvíkingar vildi ført við sær, at oddastríðið hevði verið opið aftur. Tað sá gott út hjá havna- monnum ta einu løtuna. Her- luf javnaði skjótt við svørt- um móti Carl Eli, álopið hjá Samsoni sá út til at hasa av móti Hjalta, og Martin hevði tvær finnur meir móti Rød- gaard. Hóast góðar støður hjá havnamonnum, vístu vestmenningar drúgvari spæl, og á trimum teimum niðastu borðunum vunnu vestmenningar øll síni talv, meðan Rødgaard megnaði at halda javnt móti Martini. Sostatt endaði dysturin við 3½ - ½ sigri til vestmenningar. Klaksvíkingar gjørdu bart Annað liðið hjá vestmenn- ingum hevur higartil ikki megna at fóta sær í 1. deild. Sunnudagin møttu teir einum uppsettum klaksvíks- liði, sum vann øll síni talv. Tað var ongantíð vandi á ferð hjá klaksvíkingum, hó- ast vestmenningar kundu fingið eitt hálvt stig við neyvum spæli. Við einum 4 – 0 sigri til klaksvíkingar minkaði munurin millum oddaliðini við einum hálv- um stigi. Við úrslitunum í vikuskiftinum er fyrsta liðið hjá Vestmanna talvfelag trý stig framman fyri fyrsta lið- ið hjá Klaksvíkar talvfelag. Sandavágur dregur frá Havnini Sandavágs talvfelag fekk vitjan av øðrum liði hjá Klaksvíkar talvfelag. Hóast klaksvíkingar komu við sterkastu manning nakran- tíð, fingu teir bert eitt stig við heim aftur. Olaf Berg vann á Terja Petersen, og Torkil Nielsen vann á Halduri S. Johansen, sum misti ein mann tíðliga í talvinum. Á triðja borði telv- aðu Rógvi E. Nielsen og Wille Olsen javnt, sum eisini gjørdist úrslitið á fjórða borði millum Jón Gregersen og Esbern Christiansen. Samlaða úrslitið gjørdist 3 – 1 til Sandavág, sum nú liggur 4½ stig framman fyri Havnina í kappingini um triðja plássið. Havnin fýra stig fremst í 2. deild Havnin tapti í vikuskiftinum 1½ - 2½ móti Toftum, sum liggja á ørðum plássi í 2. deild. Hetta tykist ikki ávirka støðuna tað stóra, tí Havnin førir 2. deild við fýra stigum. Tað vil siga, at um Havnin klárar at halda hesa støðuna tvey tey næstu umførini, eru teir so at siga tryggir uppflytarar. 3. deild umskipað 3. deild A og 3. deild B eru nú samansjóðaðar soleiðis, at telvað verður eftir eini sokallaðari cup-skipan. Lið- ini, ið telva um pláss í 2. deild komandi kappingarár eru: Gøta, Skopun, Rókur og Vestmanna 3. Dysturin millum Rók og Vestmanna 3 endaði 2 – 2, meðan Gøta vann 3½ - ½ á Skopun. Liðini telva tveir dystir móti hvørjum ørðum, áðr- enn vinnandi liðið fer víðari. Støðurnar í ymsu deild- unum eftir 7. umfar eru: 1. deild Lið Stig Vestmanna 1 23,5 Klaksvík 1 20,5 Sandavágur 16,0 Havnin 11,5 Klaksvík 2 8,0 Vestmanna 2 4,5 2. deild Havnin 3 19,5 Toftir 15,5 Kollafjørður 15,0 Klaksvík 3 12,5 Havnin 2 11,5 Sandavágur 10,0 3. deild (Cup-skipan) Bólkur 1 Vestmanna 2,0 Rókur 2,0 Bólkur 2 Gøta 3,5 Skopun 0,5 Bólkur 3 Sandavágur 3,0 Vestmanna 4 1,0 Bólkur 4 Havnin 4 - Klaksvík 4 - Unglingar Klaksvík 14,5 Vestmanna 12,5 Rókur 11,0 Havnin 11,0 Sandavágur 7 Rødgaard hevur fingið 4 av 5 møguligum stigum fyri vestmenningar, sum gevur honum eina 80% úrtøku. Fjórða Grand-Prix umfarið hevur um vikuskiftið verið í høllini í Trongisvági. 6 umfør skuldu spæl- ast tilsamans, so eftir hetta umfarið byrjar ein at fáa eina hóming av, hvørjir leikarar fara at kappast um endaliga sigurin BORÐTENNIS Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Í fleiri deildum gjørdist saml- aða støðan enn javnari enn áður, meðan tað í summum deildum tykist at vera nær- um avgjørt, hvør fer avstað við samlaða sigrinum. Veteranurin fær kaping Veteranurin Peter Niclasen (TÓR) hevur fingið veruliga kapping um fyrstaplássið í meistaradeildini, eftir at 19 ára gamli Ragnar Egilsson (TÓR) hevur lagt seg eitt lítið vet framum, við at vinna A-bólkin leygardagin. Einans 10 stig eru ímillum teir báðar, og merkir tað í veruleikanum, at munurin kundi ikki verið minni. Teimum báðum á baki kem- ur ein annar royndur harri, nevniliga Fríði Jensen (TBF), ið tó ikki hevur ann- að enn ein lítlan teoretiskan møguleika at vinna. Rói varðveitti leiðsluna Í mansunglinum broyttist lítið og einki. Rói Agnarsson (TÓR), ið liggur á odda, luttók ikki í hesum umfarin- um vegna skaða. Tað merkir at hetta umfarið verður strik- að úr samlaðu støðuni hjá honum, av tí at vánaligasta úrslitið hjá hvørjum leikara ikki verður talt við í enda- ligu støðuni. Hjá hansara kappingarneytum, Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus, báðir úr TÓR, gekk einki serligt. Tískil varðveitir Rói leiðsluna hjá sær, 70 stig frammanfyri Hallur. Gott úrslit hjá Fróða Ungi tvøramaðurin Fróði Jen- sen (TBF) fekk sítt besta úrslit nakrantíð í Grand Prix samanhangi leygardagin, tá hann endaði nummar 3 í A- bólkinum, og tískil økti um sína longu trivaligu leiðslu í dreingjadeildini. Aftan fyri hann koma Páll Heri Nolsøe og Jákup Thomassen, báðir úr TBF, ið leygardagin leiktu í B-bólkinum. Fjórða GP-umfar í borðtennis avgreitt Eingin gáva til Beckham Hóast hann hevur møguleika at spæla sín landsdyst nummar 100, so er als ikki víst, at David Beckham er partur av fyrsta landsliðshópinum, sum Fabio Capello fer at velja sær. 6. februar skal Ongland spæla venjingardyst móti Sveis, men Capello sigur, at eingin spælari skal kenna seg vissan í nakrari úttøku. – Beckham er ein týdningarmikil spælari, og hann hevur enn nógv at geva Onglandi. Men sum venjari gevi eg øllum spælarum sama møguleika, og tí kann eg ikki garantera nøkrum eitt pláss fram um aðrar, sigur Capello við enskar miðlar. Vestmenningar flongdu havnamenn