Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 10 - 15. januar 2008 ] Durita Ljósstein aftur í Klaksvík Stjørnan hevur styrkt sær um hópin, nú seinna hálva av Sunset-kappingini stendur fyri framman. Durita Ljósstein hevur seinastu árini búð í Danmark, har hon fyrst hevur gingið á ítróttaskúla og síðani spælt við Fredericia. Men nú verður høgvaksni bakspælarin aftur at síggja í Stjørnuni, har hon eisini hevur sín uppruna. Svenn til B36 B36 skrivar á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt eitt- ára sáttmála við spælaran, sum kann spæla bæði á mið- vøllinum og í verjuni. Svenn gjørdi veruliga um seg á HB-liðnum fyri trimum árum síðani, men eftir hetta hevur hann tó havt trupult við at bíta seg veruliga fastan á liðnum. Seinnu helvt av kappingarárinum í fjør var hann útleigaður til TB, og nú verður tað so í B36, at 21-ára gamli spælarin fer at royna seg. Hóast landsliðsleik­ arin minnist ilt inná 0­6 lúsingin ímóti Fraklandi á Tórsvølli, so vísir Christian Holst troyggjuna hjá Lillian Thuram fram í Tipsblaðnum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í danska Tipsblaðnum er ein fastur teigur hvønn fríggja- dag. Í hesum teiginum plaga persónar, sum eru væl kendir frá fótbóltsumhvørvinum at vísa troyggjir fram, sum hesir leikarar hava fingið til vega gjøgnum landsdystir, Champions League dystir, ella UEFA Cup dystir. Í myndini sæst, at okkara egni Christian Holst hevur syrgt fyri, at troyggjan, sum hann fekk frá franska landsliðs- leikaranum, Lillian Thuram hevur fingið eitt heiðurspláss á vegginum. Kroystur Í blaðnum sigur Christian frá, at hann bleiv kroystur ímillum Eric Abidal, Claude Makelele og Lillian Thur- am. Men hann fekk so troyggjuna hjá Thuram til minnis um dystin. - Eg spurdi hann, áðrenn dysturin endaði, um vit ikki kundu býta um troyggjir. Hann hevur hóast alt vunnið eina HM-hálvfinalu fyri Frakland, so eg vildi heldur enn gjarna hava troyggjuna hjá honum. Eftir dystin var hann blíður og týður, peik- aði á meg, og vildi býta um troyggju við meg. Hann er ein framúrskarandi verju- leikari. Eitt veruligt vødda- tyssi. Hann er sum skorin úr granit. Ein ógvuliga sterkur verjuleikari at verða upp ímóti, sigur Christian við Tipsblaðið. Men so leggur Christian eisini dent á, at um ein sær burtur frá troyggjuni, so er ikki so nógv gott at minnast aftur frá dystinum á Tórsvølli. Tapt ov nógv í ár - Eg hava bara tapt ov nógv í ár. Og her sipar Christian eisini til gongdina hjá felagi sínum, Lyngby, í SAS- liguni. - Eg var harmur um stóra ósigurin ímóti Fraklandi. Ætlan okkara var at spæla okkara egna spæl. Framala nakrar málmøguleikar, og halda hinum frá at skora. Men alt kiksaði ímóti Frak- landi. Vit liva í dreyminum um at skapa eina sensasjón hvørja vit fara á vøllin fyri Føroyar. Men vit gerast glaðir, um bara vit skora eitt mál. Og tað týdningar- mesta er, at vit fáa nakrar góðar upplivingar. Ivasamt er, um vit áskoð- arar og fjølmiðlafólk skulu nýta sama succés-kriterie fyri úrslitunum hjá føroyska landsliðnum? Tann besti - Thuram er óivað tann besti verjuleikarin, sum eg havi spælt ímóti. Hetta er í harðari kapping við Fabio Cannavaro úr Italia, sum vit eisini leiktu ímóti! Hesir báðir, eru teir bestu verju- leikarnir í heiminum, um vit taka 10 tey seinastu árini. Christian heldur tað verða stuttligt at býta um troyggj- ur, men sigur hann við Tips- blaðið, at onkuntíð velur hann at halda fast um før- oysku troyggjuna. - Av og til er tað stuttligt at kunna geva onkrum góð- um vini eina føroyska lands- liðstroyggju. Men eg býti sum oftast troyggju eftir ein landsdyst. Eg havi eina troyggju frá onkrum litav- iskum landsliðsleikara, sum eg ikki kenni navnið á. Eg eri ikki nakar savnari, men eg vil gjarna goyma tær for- kunnugu troyggjirnar. So sum hana hjá Lillian Thur- am!, sigur Christian at enda við Tipsblaðið. Christian Lamhauge Holst fær gott rásarúm í seinastu útgávuni av Tipsblaðnum Christian Holst goymir troyggjuna hjá Thuram Bólkavinnarar gjørdist: A Ragnar Egilsson, Tór B Karl Arni Egholm, KÍ C Jónhard Ferjá, TBF D Tóki Thorsteinsson, Tór E Elin Øster, TBF F Sveinur Nolsøe Tór G Vár Holm, TBF H Durita Jensen, TBF I Judit Olsen, Royn Samlaða støðan í Grand Prix kappingini eftir 4. umfar: Smápinkur 1. Sofía Maria Ferjá, TBF 334 stig 2. Durita Jensen, TBF 310 stig 3. Rebekka Petersen, TBF 254 stig Smápiltar 1. Hávar Albinus, TBF 308 stig 2. David Mortensen, TBF 232 stig Pinkur 1. Anna Mikkjalsdóttur, TBF 510 stig 2. Lív Øster, TBF 398 stig 3. Vár Holm, TBF 274 stig Piltar 1. Knútur Jóanesarson, Tór 470 stig 2. Sveinur Nolsøe, Tór 400 stig 3. Eyðfinnur Jensen, Royn 264 stig 3. Janus Midjord, Royn 264 stig Smágentur 1. Birita Mortensen, TBF 670 stig 2. Marin Sofía Brattalíð, TBF 600 stig 3. Sára Hentze, TBF 356 stig Smádreingir 1. Heini Mortensen, TBF 1050 stig 2. Mathias Mortensen, TBF 950 stig 3. Sverri Jacobsen, TBF 810 stig Gentur 1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF 1180 stig Dreingir 1. Fróði Jensen, TBF 1260 stig 2. Páll Heri Nolsøe, TBF 970 stig 2. Jákup Thomasen, TBF 930 stig Mansunglingar 1. Rói Agnarsson, Tór 1420 stig 2. Hallur Thorsteinsson, Tór 1350 stig 3. Pætur Albinus, Tór 1180 stig Kvinnur 1. Marin í Dali, TBF 1190 stig Menn 1. Ragnar Egilsson, Tór 1450 stig 2. Petur Niclasen, Tór 1440 stig 3. Fríði Jensen, TBF 1220 stig