týsdagur 15. januar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
[ Nr. 10 - 15. januar 2008 ]
Keegan aftur í Newcastle
Enska Newcastle leitar í løtuni eftir nýggjum manager at seta
fyri júst uppsagda Sam Allerdyce. Og nú verður tosað um, at
Kevin Keegan kanska aftur skal til felagið. Keegan var venjari
hjá Newcastle í 90’unum, men í ’97 segði hann seg úr
starvinum av persónligum ávum. Við Keegan við stýrisvølin
vann Newcastle seg upp í Premier League og fram millum tey
fremstu í enskum fótbólti. Ikki minst takkað verið undirhaldandi
og álopssinnaða spælinum, sum Keegan legði fyri dagin.
Buffon aftur bestur
Tað var heimsins besti málverji, sum Rógvi Jacobsen
skoraði ímóti, tá Italia í fjør summar vitjaði á Tórsvølli.
Altjóða sambandið fyri fótbóltshagfrøðingar hevur fyri
fjórðu ferð kosið Gianluigi Buffon úr Italia sum
heimsins besat málverja. Hetta er samstundis fjórða
árið á rað, at Buffon verður kosin sum besti málverjin,
so tað skuldi ikki verið ivi um, at hann er besti málverji
í heiminum. Hesa ferð var Petr Cech úr Chelsea
nummar tvey, meðan Ikar Casillas og Edwin Van der
Saar vóru nummar trý og fýra.
Landskappingin fer
í summar bara at
halda frí tey bæði
síðstu vikuskiftini
undan og tað fyrsta
eftir Ólavsøku
FORMULA 2008
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann tíðin er farin, tá ið
tað bar til at vera fótbólts
spælari í fremstu røð og
samstundis bar til at halda
summarfrí frá fótbóltinum.
Serliga hjá teimum, sum
eiga altjóða avbjóðingar á,
verður
summarsteðgurin
stuttur.
Sambært uppskotinum
til
kappingarskrá
fyri
2008, sum FSF hevur sent
feløgunum til ummælis,
so verður tað bara tey
bæði síðstu vikuskiftini
undan Ólavsøku og fyrsta
vikuskiftið eftir Ólavsøku,
at eingin Formula fótbóltur
verður á hásumri.
15. umfarið verður tað
síðsta undan summarsteðg
inum. Sunnudagin 13. juli
verða tríggir teir síðstu
dystirnir spældir: ÍFKÍ,
B68B71
og
B36EB/
Streymur. GÍ og Skála
fara at spæla leygardagin
12. juli, og longu hósdagin
10. juli fer NSÍ at faa
vitjan av HB. At dysturin í
Runavík
verður
fram
skundaður kemst av, at
NSÍ skal luttaka í europe
isku meistarakappingini.
Fyrsta
umfarið
eftir
summarsteðgin
verður
mikudagin 6. august. Tá
sær fyribils skráin soleiðis
út: EB/StreymurNSÍ, HB
GÍ, SkálaÍF, KÍB68 og
B71B36.
Ofta mitt í viku
Viðhvørt verður tað stutt
ímillum umførini í lands
kappingini. Sjáldsama ofta
er ætlanin at spæla lands
kappingardystir mitt í viku.
Hetta kemst ivaleyst av, at
páskirnar liggja so tíðliga í
ár. Seinnu árini hava fleiri
umfør verið á skránni um
páskahøgtíðina.
Soleiðis
verður tað ikki í ár. Páska
dagur er sunnudagin 23.
mars, og fyrsta umfarið í
landskappingini
verður
eina viku seinni.
Um ætlaða skráin verð
ur veruleiki, so verða tað í
2008
kappingarárinum
fimm umfør mitt í viku.
Tað ber stór krøv til spæl
ararnar við sær, og tað
sigur seg sjálvt, at tað
eisini ber stór krøv við sær
til ítróttarpressuna, sum
tað verður roknað við skal
fylgja við og bæði leggja
upp til og eftirmeta ein
støku umførini. Fleiri ferð
ir verður spælt mitt í viku í
hægstu summarfrítíðartíð.
Fyrsta ferðin, at fimm
dystir verða á skránni
yrkakvøld verður miku
dagin 30. apríl, sum er
kvøldið fyri Kristi Himmal
ferðardag. So verður spælt
mikudagin 21. mai, miku
dagin 18. juni og mikudag
in 6. august. Síðsta ferðin,
at umfar verður mitt í viku
verður mikudagin 20. aug
ust og hósdagin 21. aug
ust, tá ið 19. umfar verður
á skránni.
Sera stuttur
summarsteðgur
Meistararnir í NSÍ
og silvurvinnararnir
í EB/Streymi fara at
spæla á heimavølli
bæði í fyrsta og í
síðsta umfari
FótbóLtUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein vika ella eitt sindur
meiri enn tað er liðin, síðani
bestu fótbóltsspælararnir í
landinum fóru undir longu
og tungu fyrireikingarnar
til nýggja kappingarárið.
Fyrireikingarnar
verða
fram til vikuna eftir páskir.
Páskadagur er sunnudagin
23. mars, og fyrsta umfarið
í landskappingini verður
vikuskiftið
eftir.
Fyrsti
dysturin verður leygardagin
29. mars, og dagin eftir
verða hinir fýra dystirnir í
fyrsta
umfarinum
á
skránni.
FSF hevur sent uppskot
til skrá fyri 2008 landskapp
ingina til feløgini. Undir
strikað verður, at talan er
um uppskot, sum feløgini
nú skulu gera viðmerkingar
til. Sambært uppskotinum
verður fyrsti landskapping
ardysturin leygardagin 29.
mars, tá ið bronsuvinnararnir
í B36 ætlast at fáa vitjan av
ÍF, sum í heyst flutti upp úr
næstbestu deildini og nú
skal royna at fóta sær í
Formuladeildini.
Sambært
uppskotinum
hjá FSF ætlast tey fimm fel
øgini, sum í fjør endaðu
omanfyri miðstrikuna, øll
at hava heimavøll í fyrsta
umfari. Fyrsta takið í roynd
ini hjá NSÍ at endurvinna
FM heitið verður á heima
vølli ímóti B71. KÍ skal á
vitjan hjá silvurvinnarunum
í EB/Streymi, HB, sum end
aði á fjórða plássi í fjør, fær
vitjan av Skála, og uppflyt
ararnir á Toftum, B68,
skulu um Gøtueið at vitja
GÍ, sum við góðum enda
spurti í heyst lyfti seg upp á
fimta pláss.
Sunnudagin 6. apríl verð
ur 2. umfar, og tá fáa øll
tey, sum ikki áttu heimavøll
í fyrsta umfari, fótbólts
vitjan. Einasta undantakið
verður Skála, sum eftir
vitjanina í Runavík skal til
Fuglafirðar. B36 er einasta
liðið, sum bæði ætlast at
hava heimavøll í 1. og í 2.
umfari. GÍ fer at vitja B36
fyrsta sunnudagin í apríl.
Longu í 2. umfari verður
klassikarin í Klaksvík mill
um KÍ og HB, á Svanga
skarði verður B68 partur av
grannauppgerð ímóti NSÍ,
og EB/Streymur fer at vitja
á Sandi.
HB vitjar EBS
Kappingarárið fer sambært
uppskotinum frá FSF at
enda síðsta leygardagin í
oktober, tá ið 27. umfarið
verður á skránni.
25. oktober eiga meistar
arnir í NSÍ – eins og í fyrsta
umfari – heimavøll. Talan
verður um kommunuupp
gerð við Løkin, har Skála
fer at vitja.
Tað er framvegis ógvuliga
tíðliga á fótbóltsárinum.
Eingin venjingardystur er
spældur, og tí er eingin
orsøk at gera so nógv burtur
úr at meta um styrkir og
veikleikar.
HB plagar oftast at standa
seg væl, og út frá avrikunum
síðsta heyst og hvussu teir
hava mannað seg undan
komandi kappingarári, so
er tað lætt at ímynda sær, at
silvurvinnararnir
í
EB/
Streymi fara at bjóða seg
fram
í
kappingini
um
fremstu plássini. Tí kann
tað væl hugsast, at talan
verður um rættuliga týdn
ingarmikla uppgerð, tá ið
HB í síðsta umfari fer at
vitja EB/Streym.
Hinir dystirnir leygar
dagin 25. oktober: ÍFB71,
GÍKÍ og B36B68.
Fótbóltssambandið sigur,
at leygardagurin 31. mai og
mikudagurin 4. juni eru
settir av til at spæla lands
dystir í, men at broytingar
framvegis
kunnu
verða
gjørdar.
NSÍ leggur fyri á
heimavølli ímóti B71
Meistararnir úr NSÍ spæla aftur í ár móti B71 í fyrsta landskappingardystinum. Hesa ferð tó á heimavølli
Lesið
-so eru tit við!