Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2008 41 Løgtingsvalið 19. januar 2008 4 Føroyar eru ein sjaldsom koloni. Eitt hjáland sum ikki vil yvirgeva seg. Undir politiska svørðinum og handan skallabeinini hjá teimum flestu kókar føroyski staturin, og nú fer skjótt at standa um føðingina, táið guvan fer at spríkja upp ígjøgnum danska heimastýrisroðið og tæga tað sundur. Síðani fullveldi aftur var sett á skrá, í 98, hava búskapar- og frælsisleiðin gingið hond í hond. Blokk- urin varð skorin við 366 milliónum og prístalsregul- eringin tikin úr skipanini. Nú umboðar hetta danska eitrið bara 5% av brutto- tjóðarúrtøku landsins. Føroyingar skapa 95% av sínum búskapi sjálvir, hini 5%´ini brúka danir til at keypa sær yvirvaldsrættin og føroyskar politikarar við. Hin æviga íhaldni Sam- bandsflokkurin hevur funnið sær eina nýggja undirbrotliga dimensión, og hevur nú ætlanir um at lima danska hjálandið Føroyar inn í ES-felags- skapin. Harvið avreiða teir undirgrund og havbotn og alt livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi til europeiska stjórnarvaldið í Bruxelles at umsita. Javnaðarflokkurin ætlar at fara upp í EFTA-felags- skapin sum danskt hjáland. Sum Kongsríkið Danmark- ar viðvíkjandi Føroyum. Serfrøðin í føroyskum málum í danska uttanríkis- ráðnum, Árni Olafson, hevur alment staðfest, at tað fæst ongin EBS-avtala, um hendan leiðin verður vald. Tað liggja tvær danskt subsidieraðar danskar koloniir í Norðurhøvum og sprakla inni undir eini og somu ostaklokku. Føroyar og Grønland. Í grannalag- num liggja tveir sjálvstøð- ugir statir, Ísland og Noreg. Hesi londini eru limir í EFTA, og hartil hava tey bæði hvør sína EBS-avtalu við Felagsmarknaðin. Íslendingar er sannførdir um, at júst hetta nýbrotið er størsta hálið íslendskur búskapur hevur gjørt í nýggjari tíð. Teir hava at kalla frælsa atgongd til allan marknaðin í ES- londunum. Samstundis hava teir varðveitt fult ræði á egnum tilfeingi. Í mun til trælaleiðina hjá Sambandi og Javnaði mæla vit til, at føroyski staturin verður skipaður sum skjót- ast, í sama viðfangi veru- ligur føroyskur uttanríkis- politikkur, eitt fyribrigdi sum sameinir tjóðir og fólk meira enn nakað annað. Eftir tað søkja vit um limaskap í EFTA og sam- ráða okkum fram til eina EBS-avtalu, ið ivaleyst fer at flyta búskapin somikið fram á leið, at danska eftirsløðið á 5% í føroyska búskapinum skuldi verið ein bagatellur at gjørt burturav sær. Valið stendur ímillum sambandsleiðina, har hálvtannað hundrað ára tjóðskaparstríð endaliga verður punkterað í europ- eiskum korridorum og bereaukratiskum skýma- skotum ella um frælsisleið- ina hjá Tjóðveldinum, sum fer eftir føroyska statinum, EFTA-limaskapi og eini EBS-avtalu. Valið er so sára einfælt. Fangilsi ella frælsi. 600 ára donsk politisk kúgan hevur ikki púrgjørt uppdriftina í føroyinginum, heldur ikki gjørt hann so undirbrotlig- an og ómenskan, at hann ikki velur ljósið heldur enn myrkrið. Einasta alternativið til ABC er E Føroyski staturin, ES, EFTA og EBS Tjóðveldi Tórbjørn jacobsen Val Gongdin seinastu fýra árini hevur nærum bert verið skeiva vegin. Útflutning- urin er minkaður 10 %. Handilsjavnin er versnaður úr pluss 300 mió. kr. niður á minus 800 mió. kr. Før- oyar eru stagneraðar í ein- um búskapi, sum nærum bert livir av føroyska náttúrutilfeinginum. Nú má kósin broytast. Feskfiskaveiðan má fáast at vera avkastgevandi aftur. Hesin spurningur verður lýstur í hesi grein. Nýggjar vitanarbaseraðar vinnur mugu fáast í gongd. Hesin spurningur verður lýstur í næstu grein. Fiskiskapur og útflutningur minka og hallið í fiskivinnuni veksur Seinastu fimm árini er toskafiskiskapurin mink- aður úr 38.000 tonsum niður í 11.000 tons. Hýsu- fiskiskapurin er minkaður úr 25.000 tonsum niður í 15.000 tons. Serliga línu- flotin merkir trupulleik- arnar av minkandi toska- veiðini. Yvirskotini gerast so við og við til hall, og tað eru nú bara trolararnir í Barentshavinum og pelagiski flotin, sum geva yvirskot av týdningi. Missa meira enn hálva milliard í útflutningsvirði í mun til um vit røktu fiskastovnarnar væl. Sum nevnt omanfyri er veiðan hjá línuflotanum - máld í tonsum - minkað niður í minni enn eina helvt. Um fiskað varð við meira skynsemi, so hevði veiðan og útflutningurin verið meira enn hálva milli- ard størri. Tann ov stóra veiðiorkan og vantandi stýringin kostar tí føroyska samfelagnum dýrt. BTÚ er vaksið, men nógv skyldast læntum pengum Vanligi føroyingurin merk- ir tó einki til afturgongd- ina. Tjóðarúrtøkan, te. føroyska framleiðslan, er vaksin væl seinastu árini. Men nógv av hesum vøkstri stavar frá læntum pengum. Bankarnir hava økt útlánini sera skjótt seinastu árini. Útlánini vóru 11 milliardir kr. fyri 2-3 árum síðan, nú eru tey 17 milliardir. Nøkur fólk hava lænt til nýtslu uppá frívirðið í sethúsunum. Størsti parturin av útláns- vøkstrinum stavar tó frá sethúsabygging og stórum byggiverkætlanunum, bæði privatum og kommunalum. Staðfestast má, at væl- standur, sum byggir á lænt- ar pengar ikki er varandi. Grundleggjandi viðurskift- ini í føroyska búskapinum mugu broytast. Sjálvstýrisflokkurin vil fáa fiskivinnuna at geva avkast aftur Skal fiskivinnan fáast at geva avkast aftur, mugu vit í fyrsta lagi fáa eina meting av, hvussu stórt veiðitrýstið skal vera við Føroyar. Í øðrum lagi mugu vit gera eina ætlan um, hvussu veiðitrýstið kann minkast. Í triðja lagi mugu vit gera broytingar í lóggávuni sum effektivt forða fyri, at veiðitrýstið verður økt aftur. Hetta kann bert gerast við, at metingar av veiðitrýstinum verða gjørd- ar av óheftum stovni, sum ikki kann trýstast av lands- stýrismanninum í fiski- vinnumálum. Royndirnar hava víst, at tað førir til eina sera ótrygga tilveru hjá fiskivinnuni, um metingar av veiðiorku hjá einstøkum skipum verða gjørdar av starvsfólkum hjá politiskt valdum persónum. Um hesi trý tiltøk verða framd, so føra tey við tíðini til ein minni, men nógv effektivari flota, sum fer at geva munandi yvirskot. Sjálvstýrisflokkurin bjóðar seg fram at gera arbeiðið Seinastu fýra árini hevur landsstýrið einki gjørt við omanfyrinevndu trupul- leikar, men hevur bert latið fiskastovnarnar minka og harvið latið yvirskotini hjá fiskivinnuni minka burtur uttan at gera nakað. Ein hevur tí loyvi til at ivast í, um samgonguflokkarnir hava nakran vilja ella evni at síggja og loysa trupul- leikarnar, sum standast av vantandi og skeivari stýr- ing av fiskivinnuni. Sjálstýrisflokkurin bjóðar seg fram at gera arbeiðið í komandi landsstýri. Tað er tí neyðugt at seta ein sterkan sjálvstýrisflokk á ting 19. januar. Fiskivinnan má fáast á beint aftur Sjálvstýrisflokkurin www.karipetersen.fo Kári PeTersen Val Samfelagið leggur spakuliga um til eitt vitanarsamfelag. Tí er neyðugt at laga vinnuna til henda veruleika og geva fiskivinnuni møguleika í framtíðini Føroyingar eiga fiskin Tjóðveldi vil virka fyri, at vit fáa eitt gott land at búgva í. Og hetta merkir m.a., at vit virða fedranna arv - og tað í eini víðari merking, har vit tryggja okkum, at vit lata hann frá okkum í minst sama standi, hann var í, tá ið vit fingu hann. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit seta pening og orku av til at fyrireika føroyingin til framtíðina. Vit hava allar tíðir verið errin av okkara góða sjófólki, og vit skulu framvegis leggja stóran dent á at menna fiskivinnuna, men vit eiga eisini at hava í huganum, at øll eiga til- feingið í havinum - tað er fedranna arvur. Tí vilja vit í Tjóveldi arbeiða fyri, bæði nú og tá ið loysingin kemur, at føroyingurin fær ágóðan av fiskivinnuni. Núverandi støða, har fáir einstaklingar hava ríkað seg upp av fólksins ríki- dømi, tá ið teir hava selt fiskiloyvi, ja tiltuskað sær persónligan vinning av fedranna arvi, hoyrir ikki einum modernaðum samfelag til og má steðgast í stundini. Fremmandar fjøltjóða fyritøkur Tá ið føroyingar megna at fáa verulig alternativ til fiskivinnuna, hevur tað alstóran týdning, at tað verða føroyingar, sum fáa ágóðan av teimum. Vit vilja, mótvegis ávísum flokkum, virka fyri, at tað er borgarin í hesum landi, sum er harri í egnum húsarhaldi. Komast má ikki í ta støðu, at fremm- andar fjøltjóða fyritøkur við føroyskum leigusveinum fara at ríka seg upp av arvi fedra okkara, har tað fellur føroyinginum til lut, manninum á gólvinum, at stríðast um molarnar, sum detta niður av marglætisborðinum. Her hevur tað alstóran týdning, at vit føroyingar miðvíst fara í gongd við at útbúgva okkara fólk. Vinna og vitan Pisakanningin er komin, og hon hevur tíbetur loypt hvøkk á mangan føroying. Vit mugu taka hesa kanning í fullum álvara og taka tey neyðugu stig fyri at betra um skúlaverk okkara. Vit eiga at raðfesta fólkaskúlan, miðnáms- skúlarnar og vit eiga eisini at seta pening av til gransking í Føroyum. Júst gransking, sum hevur tilknýti til meginvinnu okkara og framtíðarvinnur, er átrok- andi neyðug, um vit ikki ætla okkum at enda sum tænarar í egnum landi. Skal fólkið hava ágóðan av møguligum ríkidømum í framtíðar vinnum, mugu vit hava eitt væl útbúgvið fólk. Øllum hesum vil eg arbeiða fyri, um eg komi á ting. Vitan vinnur Sjálvandi skulu onnur viðurskifti sum vegakerv, sjúkrahúsverk og mentan raðfestat høgt, og tað ger tað sanniliga eisini í mín- um hugaheimi, men tíðin er komin, har vitanarsam- felagið verður raðfest eins ovarliga. Seta vit pening í vitanarsamfelagið fara Føroyar at fáa góðan byr í 21. øld. Tí hevur tað týdning, at tú setur tín kross við lista E komandi leygardag. Vinna og vitan Tjóðveldi oluva KleTTsKarð Val