týsdagur 15. januar 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Fólkaflokkurin er sær
sjálvum líkur. Moralko
deksið er tað sama sum hjá
nazistunum, sig eina lygn
nóg oftani, til endans fer
fólkið at trúgva henni. Eftir
at fólkaflokskandidaturin til
løgtingsvalið leygardagin,
Hanna Jensen, á valfundi
num í KÍhøllini hevði spurt
umboðini fyri flokkarnar
ein sera relevantan spurn
ing, um mentanarpolitikk,
loyvdi eg mær at seta
Jørgen Niclasen spurning
in, um hann og Fólkaflokk
urin framvegis hildu fast
um, at sølur av fiskiloyvum
skuldu brandskattast við
80%´um. Svarið var hetta,
skrivað beinleiðis eftir
sendingini: ”Ja, nú fekk
Tjóðveldi so eitt umfar
afturat í hesi her sending
ini, tað eru vit von við, eh,
lat meg siga fyrst, Tórbjørn
Jacobsen tosar um at eg
havi sagt 80%, tað er fyri
tað fyrsta lygn, men lat tað
fara…………….” Sum les
arin sær í greinini niðan
fyri, so serverar nýggi
formaður Fólkafloksins
tvær lygnir fyri Føroya
fólki í einum evarska lítlum
reglubroti eitt og sama
kvøld. Hvør definitiónin er
um ein notoriskan lygnara
veit eg ikki, men hetta man
so kjálka framímóti.
Guð viti hvørjum Bjørn
Kalsø bíðar eftir
- Spekulatiónin við fiskil-
oyvum kann steðgast nær
tað skal vera, men tað hend-
ir alt ov lítið hjá Bjørn
Kalsø, sigur formaðurin í
Fólkaflokkinum á tingi
- Reiðarar, sum selja
fiskiloyvir, skuldu betalt
70-80 % í skatti av vinning-
inum, sigur Jørgen Nicla-
sen. Men Fólkaflokkurin
vil ikki hoyra talan um
tilfeingisgjald og ein fiski-
dagabanki hevði knúst
føroyska samfelagið.
Handil við skipum og
loyvum
- Guð viti hvørjum Bjørn
Kalsø bíðar eftir.
Eisini Jørgen Niclasen,
formaður í Fólkaflokkinum
á tingi, sóknast eftir, at lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum tekur ítøkilig stig
fyri at forða fyri, at útlend-
ingar leggja okkara
fiskiríkidømið inn undir seg.
Hann vil eisini hava, at
spekulatiónin við fiski-
loyvum verður steðgað.
Sostatt er nú eisini fólka-
flokkurin farin at ótolnast
inn á Bjørn Kalsø og tí kann
ikki annað enn staðfestast,
at trýstið á Bjørn Kalsø fyri
at gera nakað við hesi
viðurskiftini, alsamt veksur.
Áður hava bæði Tjóð-
veldisflokkurin, javnaðar-
flokkurin og hansara egnu
partamenn í Sambands-
flokkinum, eisini kravt, at
málið verður tikið upp.
Somuleiðis hevur Atli
Hansen, sum hevur verið
formaður í felagnum Nóta-
skipum, í hvassorðaðum
vendingum, átalað, at onki
veðrur gjørt.
Men tað var stjórin í
Fiskirannsóknarstovuni,
sum setti hol á kjakið, tá ið
hann fýltist á, at tað skal
bera til hjá einstøkum
reiðarum, at selja feløgum,
sum íslendingar og norð-
menn eiga, føroysk fiski-
rættindi fyri hundraðtals
milliónir - stinga vinningin
skattafrítt í lumman.
Onki kemur burturúr hjá
Bjørn Kalsø
Og Fólkaflokkurin er samdur
í, at hetta er ein spurningur,
sum eigur at verða tikið upp.
Men samstundis staðfest-
ir Jørgin Niclasen, at tað
hendir alt ov lítið í Fiski-
málaráðnum.
- Bjørn Kalsø hevur verið
landsstýrismaður í hálvt
triðja ár, men har kemur
snøgt sagt onki á skaftið.
Tað er líka mikið, hvat tosað
verður um, so skal alt bíða
eftir eini nevnd, sum hann
hevur sett at endurskoða
lógina um vinnuligan fiski-
skap. Men tað hendir onki!.
Formaðurin í Fòlkaflokki-
num á tingi sigur, at hetta
var ikki ætlanin við lógini
um vinnuligan fiskiskap.
- Bjørn Kalsø hevur sett
eina nevnd at endurskoða
alla lógina um vinnuligan
fiskiskap. Tað merkir, at
hann vil hava, at alt lóga-
verkið sum tað er, skal
endurskoðast og broytast í
einum.
Jørgen Niclasen sigur, at
her má vera okkurt, sum
landsstýrismaðurin hevur
misskilt.
- Tann, sum hevur royndir
í polikki, veit, at tann, sum
leggur seg eftir at fáa alt í
einum, sum Bjørn Kalsø
ger í hesum føri, endar
mangan við at onki sum
helst at fáa.
Formaður Fòlkafloksins á
tingi leggur tvørturímóti
dent á, at skulu vit varð-
veita fiskidagaskipanina so
góða, sum vit krevja av
henni, mugu vit altíð verða
til reiðar at gera tillagingar
í smáum og at rætta hana til
alla tíðina, so hvørt vit
varnast ein trupulleika.
- Ta tíðina, eg varð lands-
stýrismaður, gjørdu vit
fleiri ferðir smáar tillaging-
ar í lógini fyri at fáa hana at
tæna sínum endamáli.
- Hvørja ferð, vit varn-
aðust ein trupulleika, fóru
vit í Løgtingið og rættaðu
hann. Soleiðis eigur tað
eisini at vera og tí kunnu
vit ikki bíða longur eftir
nevndini hjá Bjørn Kalsø.
Jørgen Niclasen sigur, at
eisini tá ið spurningurin tók
seg upp um, at útlendingar
lógu framvið at keypa
føroysk fiskirættindi, varð
lógin tillaga fyri at forða
fyri hesum.
- Fyrst varð sett í lógina,
at útlendingar máttu bara
eiga ein triðing av einum
fiskiskipi. Men har varð
skjótt eitt hol funnið, tí aftan
á tað varð mannagongdin, at
eitt føroysk felag varð
stovnað, har útlendingar áttu
ein triðing. Men síðani settu
útlendingarnir eina rúgvu av
ábyrgdarpeningi í felagið
afturat, so at teir í veru-
leikanum høvdu ræðið.
- Fyri at forða fyri hesum,
varð so eisini kravt, at parta-
pengarnir í einum felagi
skuldi standa mát við íløg-
una, soleiðis, at partapengar-
nir skuldu vera minst 10%
av íløguni. Men tað varð
eisini kravt, at teir føroying-
arnir, sum áttu teir báðar
kravdu triðingarnir av parta-
pengunum, skuldu veruliga
vera góðir fyri pengarnar.
Tað varð ikki góðtikið, at
partapengarnir vórðu læntir.
Ùtlendingar skulu ikki
hava ræðið
Jørgen Niclasen sigur, at
tað er ógvuliga nógv, sum
bendir á, at tað eru ikki før-
oyskir pengar, sum liggja
aftanfyri teir skipahandlar,
sum eru gjørdir í seinastuni.
- Tað haldi eg, er lítið at
ivast í, tá ið vit síggja prísir-
nar, sum verða nevndir.
- Í mínari tíð sum lands-
stýrismaður, var vanligt, at
Fiskimálaráðið kannaði
einstøk feløg væl og virði-
liga fyri at vita, um allar
treytir vórðu loknar. Men
nú sær tað út til, at Fiski-
málaráðið letur alt um seg
ganga, ásannar formaður
fólkafloksins á tingi.
Í hansara verð er ongin ivi
um, at útlendingar skulu
ikki hava ræðið á okkara
fiskatileingi og tí heldur
hann, at tað er neyðugt at
taka málið upp beinanvegin.
Formaður Fólkafloksins á
tingi, heldur eisini, at tað er
neyðugt at steðga speku-
latiónini við fiskiloyvum,
so at tey, sum fáa loyvi fyri
onki, kunnu selja tey aftur
og stinga vinningin í
lumman skattafrítt.
Hann sigur, at tá ið hann
var landsstýrismaður,
arbeiddi hann við at gera
ein skipan, har eini 70-80%
skuldi gjaldast í skatti av
vinninginum, tá ið fiski-
rættindi vórðu seld.
- Men eg varð frákoyrdur,
áðrenn eg kom á mál við tí,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at tá ið skip
og loyvi vórðu seld, hevði
spurningurin sjálvandi tikið
seg upp um, hvat var nú
virðið á skipinum og hvat
varð virðið á loyvinum.
- Men tað hevði sjálvandi
borið til at funnið fram til
rætta virðið á einum skipi,
leggur hann afturat.
Bjørn arbeiðir til onga
nyttu
Formaðurin í Fólkaflokki-
num vísir á, at heldur ikki á
hesum øki sær út til at
nakað hendir.
- Ístaðin brúkar Bjørn
Kalsø kreftir upp á at gera
ein skipan við tilfeingisav-
gjaldi, har teir, sum fiska
skulu rinda avgjald fyri
fiskirættindi.
Samstundis ger Jørgen
Niclasen púra greitt, at ein
slík skipan verður ikki
framd so leingi Fólkaflokk-
urin er í samgongu.
- Vit taka undir ongum
umstøðum undir við eini
skipan, har tey, sum fiska,
skulu betala avgjald fyri at
fáa rættindi.
Jørgen Niclasen staðfestir
sostatt, at hetta arbeiðið hjá
landsstýrismanninum er
burturspilt.
- Vit hava fleiri ferðir
boðað frá, at hann kann
akkurát tað sama gevast við
arbeiðnum at gera eina
avgjaldsskipan fyri tey, sum
fiska, tí í hesi samgonguni
verður hon ikki sett í verk
kortini.
- Men tað hendir onki og
hevur landsstýrismaðurin
hug at lýsa eitt mál, sum
hann heldur er áhugavert,
hava vit onki ímóti tí, tað
verður bara ikki framt.
Kortanei til fiskidagabanka
Í hesum sambandi hevur
eisini nógv verið tosað um
at gera ein fiskidagabanka,
sum skal umsita øll loyvi
og fiskirættindi.
Men tað sigur Fólkaflokk-
urin kortanei til.
- Hetta er ein skipan, sum
hoyrir til gomlu sovjett-
tíðina, har staturin skal
umsita øll loyvini. Sostatt
verður tað eisini ein polit-
isk avgerð um, hvør skal
sleppa at brúka tey og ikki.
Jørgen Niclasen sigur, at
skulu vit hava ein fiskidaga-
banka, skulu fyrst øll loyvi
takast inn og seljast aftur á
uppiboði.
- Hetta er eisini at leggja
avgjald á tey, sum fiska.
Men hetta er eisini at fáa
reiðarar at spæla vinnulívs-
menn, hóast teir í veruleika-
num eru almennar trælir.
- Men, sum tað vísir seg
at vera nú, eru tað útlendskir
vinnulívsmenn, sum hava
ráð at betala mest fyri loyv-
ini, og skulu loyvini seljast á
uppiboði, er rættiliga stórir
møguleiki, at útlendingar
fara við teimum.
- Ný Sæland gjørdi eina
slíka skipan, har loyvini
vórðu seld og har vísti tað
seg, at útlendingar keyptu
alt, sum var. Skipini ikki so
mikið sum avreiddi í Ný
Sælandi longur og tí steðg-
aði øll fiskivinna har.
- Hetta vísir, at ein slík
skipan knúst tað føroyska
samfelagið, staðfestir
Jørgen Niclasen.
Hinvegin hevur onkur
eisini nevnt, at loyvini skulu
seljast fyri lítið og lætt, men
at tað er neyðugt at stað-
festa, at talan er bara um
brúksloyvi og ikki um ogn,
sum kann seljast víðari.
- Hvør skal so fáa loyv-
ini, spyr fólkafloksmaðurin.
Verður ein slík skipan sett í
verk, verður neyðugt at
taka politiskar avgerðir um,
hvør skal sleppa at virka í
fiskivinnuni. Ein slík skip-
an kann ikki koma upp á
tal, tí tann tíðin er farin, tá
ið politiskur litur er avgerð-
andi fyri, hvør skal sleppa
at virka, sigur Jørgen
Niclasen.
Í hálvtannað ár hevur
Jørgen ikki afturvíst, at
hetta framvegis er Fólka
floksins hugsjón viðvíkjandi
skatting, táið almenn
fiskiloyvir verða seld ímill
um privat áhugamál, hóast
hann er konfronteraður við
hesa útsøgnina fleiri ferðir
m.a. í sjónvarpskjakum, har
vit báðir hava luttikið. Eitt
er at lúgva av ósketni,
annað at gera tað við
beráddum huga.
Samanumtikið, so snýr
uppskotið hjá Tjóðveldinum
um Tilfeingisbúðina seg um,
at staðfesta ognarrættin til
havsins tilfeingið hjá fólki
num, samstundis sum markn
aðarkreftirnar gerast ráð
andi á rakstrarsíðuni, tvs. at
rætturin at reka fiskiveiði
verður liberaliseraður og
fiskivinnan rationaliserað í
størst møguligan mun. Hin
vegin vil Fólkaflokkurin flyta
ognarrættin til loyvishavar
arnar og brandskatta sølur
nar av loyvum við 80%´um.
Ella pellaði Jørgen eisini
tann dagin hann tosaði við
Áka á Sosialinum, sum ann
ars plagar at vera eftirfaran
di í sínum endurgevingum?
Jørgen og Lygnin
Tjóðveldi
Tórbjørn
jacobsen
Val
Støðan við EFTA
limaskapinum er:
Sveits hevur ongan ikki
hug at hava Føroyar sum
lim í EFTA (hevur verið
skrivað um tað í
sveitsiskum blaðið).
Lichstenstein fylgir
avgerðin,i sum Sveits tekur
og tekur somu støðu.
Norðmenn “spæla” lunk-
aðir, men sannleikin er at
teir heldur ikki eru áhug-
aðir at hava Føroyar við.
ONGIN EBS avtala - ein
lítið verd avtala.
Tann limaskapur sum
Føroyar evt. vildi fingið,
verður uttan EBS sam-
starvið tvs. tey 4 frælsini, -
og tá er avtalan als onki
verd, - hon kemur einans at
umfatað tær handilsavtalur
sum EFTA hevur.
Danmark hevur sagt ja
til at bakkað Føroyar upp í
ynskinum um EFTA
limaskap og er tað positivt
tí tað kann møguliga
politiskt opnað dyr fyri
okkara samráðingarfólkið.
Sjálvsavgerðarrætturin
skerdur?
Øll limalond í ES og
ørðum felagskapum t. d.
ASEAN, havi avgivið
nakað av sínum sjálvs-
avgerðarrættið og tað koma
vit uttan ivað eisini at gera,
- eg dugið tó ikki at síggja
hvussu Jóannes og Jørgin
ætla sær EFTA limaskap,
uttan at teir eisini har
komað at avgevað nakað
av sjálvsavgerðarrættið.
At vit kunnu fáa eina
seravtalu um fiskivinnu
okkara vilja samráðing-
arnar vísa - um vit eru
dugnaligir nokk til okkara
handverk – at samráðast.
Men uttan samráðingar
kunnu vit halda á við at
gita og fyrigykla okkum
eitt og annað – uttan
substans.
Jørgin og Jóannes manipulera Føroya fólk
Sambandsflokkurin
johan
Dahl
Val
4
Nr. 10 - 15. januar 2008