týsdagur 15. januar 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2008
43
-Soleiðis tóku tey gomlu
til, tí so nógv hildu tey av
konufólkunum.
-Um konufólk í politikki
og á tingi er bert at siga, at
tað er so langt út um
lágmark, at umboðanin í
dag er á markinum til at
snúgva seg um illegitimt
vald. Vanliga skilja vit í
millum legitimt og illegi-
timt vald. Legitimt vald
snýr seg um rættvísa um-
boðan og rættvíst vald; og
harvið eisini um javn-
vágina í millum tey valdu
og tey, ið hava valt hesi. Tá
vit hava so lítið samanfall í
millum tey, ið sita á tingi
samanborið við fólk í
samfelagnum, so er
skilligt, at her er onki skil
á. Fyrst av øllum eru
kvinnurnar so dyggiliga
undirumboðaðar! Og
hvussu við aldursbýti,
útbúgving og øðrum?
-Skulu vit føroyingar
fremja fult fólkaræði, so er
nógv eftir á láni. Tá umleið
helmingurin av íbúgvunum
er so illa umboðaður í
fólkavalda stýri okkara, at
altjóða samfelagið hevur
talað at hesum, so skulu vit
taka hetta í álvara.
-Kanska skulu vit taka
tey gomlu upp á orðið og
broyta hugburð. Tí kvinnan
er ikki ráðaleys, heldur
ikki tá á stendur. Hugsið
bara um fyrsta kvinnuliga
løgmann. Tað mundi
neyvan vera av tilvild, at
hon slapp framat at rudda
upp eftir landsins fúlastu
brúksmentan, har ongin
hevði havt ábyrgd av
nøkrum.
-Tey gomlu goymdu síni
hjartamál, sín klókskap
og sína vitan í orðatøkum.
Hesi eru so skilagóð, at
tey sum onki hava staðið í
fleiri hundrað ár.
-So tá tey søgdu fyrr
trýtur streymur í á, enn
kvinnu tróta ráð, so er
bert eitt at gera: seta kross
við eitt kvinnuligt
valevni.
-Ein atkvøða til Tjóð-
veldi tryggjar tær eina
framfýsna og eldhugaða
rødd, ið tekur fólkaræði í
álvara. Og ein atkvøða til
tær illa umboðaðu í fólka-
valdu sessum okkara, er
eisini ein atkvøða til tín
og tíni.
Løgtingsvalið 19. januar 2008
valevni Tjóðveldis
Óluva
KlettsKarð
Val
Fyrr trýtur streymur í á, enn kvinnu tróta ráð
Tað er sera jaligt at tað nú
er púrasta “legalt” at tosa
um umhvørvi í føroyskum
politikki. Í undanfarna
valskeiði hevur Tjóðveldi
av øllum alvi roynt at
varpa ljós á umhvørvið-
málini, bæði við uppskoti-
num um at taka undir við
Kyoto avtaluni og við
samtyktini um lívfrøðiligt
margfeldni.
Tjóðargarðar í Føroyum
Eitt av mínum
hjartamálum hevur verið
at skipa Tjóðargarðar í
Føroyum. Uppskotið fekk
sera jaliga viðgerð í
tinginum, men náddi ikki
at koma aftur úr nevndini
áðrenn valið var útskriva.
Á løgtingi vil eg
framhaldandi arbeiða fyri
at hetta mál verður
samtykt.
Men eisini eru onnur
týdningarmikli mál á
umhvørvisøkinum, sum
liggja á lánið.
Friða Toftavatn
Í sambandið við útbygg-
ingina kring Høganes á
Toftum, er týdningarmikið
at Toftavatn og øki kring
vatnið, verður friða. Hetta
má gerast fyri í framtíðini
at tryggja at útbyggingin
ikki skalar tað náttúru
perlu sum øki er. Eisini er
Toftavatn eitt upplagt øki
at skipa sum Tjóðargarð.
Tað liggur sentralt, hevur
eitt serstakt plantu og fugla-
lív og eg eitt sjáldsama
vakurt umráði í Føroyum.
Eisini eru onnur øki í
Føroyum sum eru uppløgd
mál sum Tjóðargarðar, eitt
nú Hvannhagi í Suðuroy og
øki kring Gróthúsvatn á
Sandi.
Mykineshólmur sum
“World Heritage”
Umhvørvið kann eisini
vera við at seta Føroyar á
heimskortið. Øki sum
verðinsnátturufriðingar-
stovnurin IUCN og
UNESCO, ST stovnurin
fyri útbúgving, gransking
og mentan, geva status sum
“World Heritage” gerast
altjóða ferðavinnu
attraktiónir. Okkara mál
innan umhvørvis
varðveitslu eigur at vara at
vit fáa eitt øki í Føroyum
altjóða viðurkent sum
“World Heritage”
Røddir hava verið
frammi um at Mykines-
hólmur kundi fingið henda
status, hetta er í øllum
førum ein møguleiki sum
eigur at arbeiðast víðari
við.
X við E - Heidi P
Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/heidi
Heidi
Petersen
Val
Tjóðargarðar, Toftavatn
og Mykineshólmur
Jú, allir hinir flokkarnir
savnast um Lista B -
Sambandsflokkin - sum
harvið við røttum kann
sigast at vera miðpunktið
og krummtappurin í før-
oyskum framtíðarpolitikki.
Hesin veruleiki má tó
ikki fáa okkum valevni ella
trúðfesta veljaraskaran at
taka nakað fyri givið og
halda, at væl stendur til.
Tvørtur ímóti, valstríðið er
í hæddini og valmøguleik-
arnir nógvir.
Tað er tó hugaligt at vera
vitni til, at omanfyri nevndu
samgongumøguleikar hava
verið nevndir sum teir mest
sannlíku eftir komandi
løgtingsval og ikki minst, at
Sambandsflokkurin er
felagsnevnarin.
Hví er Sambands-
flokkurin størstur ?
Jú, eftir seinasta løgtings-
val tók Sambandsflokkurin
ábyrgd í samgongu og fekk
við m.a. uttanríkispolitisku
heimildarlóggávuni greitt
viðurskiftini millum ríkis-
partarnar. Við øðrum orð-
um, so er Nýskipanar-
uppskot Sambandsflokk-
sins veruleiki. Møguleik-
arnir at gagnnýta teir
fyrimunir, ið eru í ríkis-
felagsskapinum, liggja tí
aftur opnir fyri okkum.
At Sambandsflokkurin
aftur fekk umboðan á
Fólkatingi, var enn ein
álitisváttan og enn eitt
amboð at styrkja felags-
skapin, sum er okkara stóra
styrki og lopfjøl út í heim.
Tá valfepurin nú undan
løgtingsvalinum fekk ting-
og landsstýrismenn at
missa samgongustevið og
vandi gjørdist fyri at missa
tamarhaldið á útreiðslum
landskassans, tók Sam-
bandsflokkurin ábyrgd og
segði frá.
Stutt sagt, veljarin vísti
Sambandsflokkinum álit
og Sambandsflokkurin tók
ábyrgd.
Hví er vandi í hvørjari
vælferð?
Jú, gamla fullveldssam-
gongan, sum til alla lukku
kollsigldi, helt í áravís
føroyska vælferðarsam-
felgnum føstum í einari
nationalromantiskari
naggatódn. Alt ov nógv
politisk og fíggjarlig orka
varð nýtt til at seta kílar í
ríkisfelagsskapin. Hettar
bar til, tí viðrák var í lands-
búskapinum vegna m.a.
góðan fiskiskap og góðar
prísir.
Loysingarflokkarnir og
ein Javnaðarflokkur, sum í
spurninginum um ríkis-
rættarligu støðu Føroya
ikki veit, hvørjum beini
hann skal standa á, tóku
allir undir við at skerja
ríkisveitingina. Úrsliti
varð, at føroyskur lands-
búskapur síðani 2001
hevur mist 2,5 milliardir
krónur. Ein upphædd, sum
hevði verið nóg mikið til
at rinda fyri eitt nú 3 Sand-
oyarberghol ella 1 ½ Suð-
uroyarberghol, ella 1 ½
altjóða flogvøll, fyri ikki
at tala um tær ábøtur, sum
fyri slíka upphædd kundu
verið gjørdar innan skúla-
verk, heilsuverk og á
eldraøkinum.
Harmiligt var tað, at
loysingarflokkarnir ikki
kendu sær hógv, tá búskap-
arligt viðrák var eina løtu,
men søplaðu stóran part
av ríkisveitingini burtur.
Hettar er tó fortíð nú.
Vit mugu læra av gjørdum
mistøkum, bróta upp um
armar og við áræði ganga
alheiminum og framtíðini
her á klettunum á møti.
Gott val
Hvat er felags fyri ABC, EDB og BE ?
Løgtingsvalevni
Sambandsflokksins í Suðuroy
JasPur
vang
Val
Nú skal arbeiðast
miðvíst fram ímóti at finna
ein trygga framtíðarloysn á
okkara
flogvallarviðurskiftum.
Hetta er okkara samband
við útheimin. Sum tað
fyrsta, er tað neyðugt at
útbyggja verandi flogvøll
fyri ikki at steðga upp á
hesum økinum. Síðan
leggja vit okkum eftir at
finna fram til og gera
neyðugu teknisku
kanningarnar, soleiðis at
vit kunnu fara undir ein
altjóða flogvøll í
landinum. Lat
sakkunnleikan tala um
altjóða vøllurin fer at
liggja í Nólsoy,
Skorhæddini ella í
Søltuvík og lat okkum
politikkarar taka okkum av
politikki.
Vágar fyrst og síðan
framtíðar flogvøll
valevni Fólkaflokksins
á Lista A, sjálvandi!
rodmundur
nielsen
Val
At tosað um vælferð hevur
við gerðansdagin hjá
einstaklinginum at gera!
Fortreytirnar, at arbeiði
er til allar vinnuførar
hendur og at tað altíð skal
loysa seg at arbeiða.
Hvussu hevur verka-
maðurin tað? Hvussu
hevur barnanafamiljan tað?
Er tað rætt og rímiligt, at
heili 70% av lønini enda
aftur í landskassanum ?
Spurningurin um
vælferð er eisini ein
spurningur um politiska
prioritering og at politik-
arin setur seg inní daglig
dagin hjá borgaranum.
Eitt samfelag eigur at
verða mett eftir hvussu
tann veikast hevur tað.
Hvat er tað fyri
samfelag vit ynskja?
Vit í Miðflokkinum
ynskja eitt samfelag, har
øll hava somu rættartrygd ,
fyrst og fremst rættartrygd
til sjálvt lívið og tey, sum
ikki í fult mát orka ella
megna –tey og avvarðandi
teirra, standa møguleikar í
boðið, sum tey kenna seg
trygg við.
Við tað, at Miðflokkurin
raðfestir øðrvísi og tað er
honum eitt hjartamál, at
stríðast fyri teim menni-
skjuligu virðinum – t.v.s.
dagligdegnum hjá tí
einstaka borgaranum, so er
Miðflokkurin ein trygd
fyri, at tey sum eru við
skerdan lut hvat heilsu og
førleika viðvíkur – og
avvarðandi teirra -fáa
møguleikar hava tilboð av
ymiskum slagi og soleiðis
koma at merkja, at í hesum
kæra fosturlandi okkara ,
eisini er pláss fyri teimum
– á líkafóti við onnur
Fyrst tá kunnu vit av
sonnum tosa um eitt
vælferðarsamfelag.
Tað má gerast eitt hjartamál
Miðflokkurin
listi H
tordur J.
niclasen
Val
4