Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Sum altíð las eg við áhuga greinina hjá Ingeborg Winther um støðuna hjá valevnum, sum flyta mill­ um flokkar, hvat grund­ leggjandi virði er í hesum persónum. Talan var í hesum føri um leiklutin hjá H.D á Neystabø í javn­ og sjálvst. flokkunum. Vit eru samd um, at ein virkin persónur í politikki ikki kann arbeiða eftir stevnuskránni hjá ávísum flokki hetta valskeiðið, og síðan í næsta skeiði hjá einum øðrum flokki. Her verður ongin saman­ hangandi politisk kós. Kortini skal viðmerkjast, at tann stevna, sum flokkar løgdu til brots við 70 ella 100 árum síðan, henda stevna er ikki á sama hátt viðkomandi í dag. Nógv av grundleggjandi málu­ num eru framd. Flokkar eru nærum á somu leið í tjóðskapar­ og sosialmál­ um, so tað er í mangar mátar ilt veruliga at skilja munin ímillum flokkar. Ingeborg ynskir okkum arbeiðarar at velja javn­ aðarflokkin, og at vit mugu velja henda flokk eftir stevnuni, sum hesin setti sær í 1926 til frama fyri arbeiðandi fólki. Henda tíð er farin, og sjálvt floksformaðurin ásannar alment, at stríði um klassamun er farið í søguna! Og dog!? Sjálvur eri eg ein borg­ arligur sjálvstýrismaður, ið velji fólkaflokkin. Og fyri meg er tað nokk so hugvekjandi, at so vítt eg havi varnast, so eri eg einasta valevni við starvs­ heitinum “arbeiðsmaður”. Men hóast livast skal av arbeiðsmannaløn, so vænti eg mær ikki lønar­ bata ella betri umstøður annars við einum sosial­ istiskum Føroyum. Hvilkin skulu vit velja? Valevni Fólksfloksins Eyðun Mohr VidErø Val Vit verða eldri og eldri. Nógv ár eru løgd omaná miðal livialdurin og tað er ein gongd, ið heldur á fram. Spurningurin er, um tey ár, ið verða løgd aftrat, altíð eru góð ár. Spurningurin er, um sam­ felag okkara er innrættað soleiðis, at tað gevur pláss og møguleika fyri at liva eitt verdugt og gott lív alt lívið, ella um eldraøkið enn er merkt av eini hug­ burði, har gomul bert verða passaði? Vit mugu krevja at gomul hava møguleikar og val. Fyribyrging er ikki bert fyri børn og ung. Í einum vælferðarsamfelag eiga vit at hugsa fyribyrg­ ing fyri allar aldursbólkar. Fyribyrging er at skapa møguleikar fyri at varð­ veita kropsligu og mentalu funktiónirnar – alt lívið. Hetta krevur, at vit byrja at tosa um hugburð, tosa um hvussu tey ár, ið verða løgd aftrat, skulu gerast góð ár. Visjónin má vera, at í tí besta av øllum samfeløg­ um, má ein sjálvur kunna velja, hvar og hvussu ein vil búgva eftir eitt langt lív. Her krevjast fjøltáttaðir íbúðarmøguleikar. Døgnrøktin skal skipast soleiðis, at gomul sjálvi gera av, nær tey fara til songar og nær tey fara upp. Fyribyrgingarvisiónin skal verða, at gomul skulu hava møguleika fyri at varðveita og víðlíkahalda sínar kropsligu og mentalu funktiónir. Eitt gott lív sum gamal løgtingsmaður og valevni Kristian MagnussEn Val Eg skal byrja við at siga, at eg harmist um, at eg ikki fekk ført tað fram, sum eg ætlaði í Royn­ høllini, men at valevni hjá Javnaðarflokkinum á skammiligan hátt skuldi reisast úr sessinum og rópa og klappa eftir mær, tað var meira enn ein óvandur politikari kundi klára. Síðani til tað, eg veruliga hevði vilja sagt. Gott kvøld bygdafólk, gott kvøld oyggjafólk, eg vil ikki koma so nógv inn á stóru virðini hjá Tjóðveldi­ num, men heldur halda meg til nærumhvørvi. Eitt av mínum fremstu hjartamálum, tá eg játtaði at stilla upp fyri Tjóðveldi var eftirskúlin í Hvalba. Men eg verði eitt sindur ørkymlaður, tí Jóannes var uppi fyri løtu síðan og vísti á, at Javnaðarflokkurin heilhjartaður gekk inn fyri skúlanum, men í morgun lá mótmælisskriv í postkassa­ num frá Nitu, sum hon saman við øðrum hevði sent kommununi. Tað var her, at Nita, reistist úr stólinum og rópti og klapp­ aði, pent gjørt, takk fyri. Tjóðveldi gongur heilt og fult inn fyri at eftirskúla­ ætlanin verður framd í verki, og er hetta ein partur av valskránni hjá Tjóðveldinum. Barnsburðarfarloyvi skal longjast upp í eitt ár, men samstundis kundi eg hugs­ að mær, at lógin verður broytt so at tað eru foreldr­ ini, sum sjálvi gera av, um tað er mamman ella pápin sum eru heima hjá barninum. Berghol skal gerast mill­ um Hvalba og Trongisvág, og skal hetta verða grundin fyri einari komandi Suður­ oyarleið, tá vit fáa ein tunnil til Sandoynna. Tað sum vit kunnu gera fyri at bøta um sambandið til Suðuroynna her og nú, er at fáa 3 túrar við Smyrli, hvønn dag. Vit eiga at leggja sjúkra­ kassagjaldið og kringvarps­ gjaldið á fíggjarlógina. Hvat bleiv av vakstrar­ avtaluni fyri Suðuroynna, tað var lovað og talað, men hvat hendi, onki. Í morgin verður fundur í Porkeri, so verður spennandi um vit vera klókari. Hetta er áleið tað eg vildi ført fram í einari stuttari útgávu, og eru hetta mál, eg vil virka fyri um so er, at tú setur kross við meg 19. Far tí á val 19. januar og vel ein bleytan mann við høðrum viðrum. Tað eg ikki fekk sagt í Hvalba 14. januar Valevni á lista E rúni thoMsEn Val Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg fyrstu ferð hug­ taki “bleytu virðini” tó veit eg ikki hvør hevur funni uppá hetta hugtak. Í hesum valstríðnum eru “bleytu virðini” vorðin nakað, ið øll mugu siga nakað um, og hava eina støðu til. Haldi sjálv, at hetta at tosið um bleyt og hørð virðir, sigir nakað um hvussu avskepla umboðanin í okkara samfelag, har avgerðirnar skulu takast, er. Tað er, sum um, tosað verður um okkum og hini. Mín dreymur er, at vit fara at fáa eitt løgting har kynsumboðanin er so jøvn, at ikki er neyðugt at tosað um bleyt og hørð virðir. Ístaðin fara vit at tosa um, og royna at betra alt samfelagi, ikki antin skúlar ella tunnlar. Vit fara at hugsa um alt samfelagi, bæði geografiskt og í mun til, hvat skal til fyri at menna samfelagi og útbyggja vælferðina. Sum kvinna, kennir ein seg koyrdan í bás, tí sjálvandi hevur tú áhuga og støðu til sonevndu bleytu virðini, tá ið tú er kvinna. Nú eri eg ein kvinna, ið hevur áhuga fyri øllum økjum í samfelag­ num, bæði vinnu, fíggjar­ politikki og bleytu virðu­ num. Kenni eisini hópin av øðrum kvinnum, ið hava áhuga fyri øllum samfelags­ málum. Tí vóni eg, at vit skjótt fara at síggja eitt løgting, ið er samansett soleiðis, at tað verður ein sjálvfylgja at fyrihalda seg til alt í samfelagnum, uttan at skula flokka tað upp í vit og hini. Affskaffa bleytu virðini valevni hjá Javnaðarflokkinum Eyðgunn saMuElsEn Val Samstundis sum Føroyum tørvar arbeiðsmegi, hava vit almennar skipanir, sum forða fólki við skerdum førleika. Almenni setanar politikkurin treytar, at bert tann við besta førleikanum kann fáa alment starv. Tá er lætt at hugsa sær, at persónur við skerdum førleika altíð verður settur til síðis. Fólkaflokkurin vil at hetta skal broytast. Virkast skal tí miðvíst við tiltøkum til at skapa betri arbeiðs­ og inntøku­ møguleikar fyri fólk við skerdum førleika. Almennir stovnar yvir ávísa stødd skulu seta eitt ávíst tal av starvsfólkum við skerdum førleika. Starvsfólk við skerdum førleika skulu takast við í almenna setanar­ og uppsagnarpolitikkin, so at serlig atlit verða tikin til hesi starvsfólk. Lógin um almanna­ pensjónir verður broytt, so at fólka­ og fyritíðar­ pensjónistar kunnu fáa meiri burtur úr lønar­ vinnu. Hetta verður gjørt við at hækka upphæddina, sum loyvt er at forvinna skattafrítt oman á pensjónina. Eisini verður mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku minkað munandi. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða. Jú meiri vit lyfta hvør sær, ju meiri lyfta vit tilsamans. Fólkaflokkurin vil eitt samfelag, har tað er brúk fyri øllum. Brúk fyri øllum formaður Fólkafloksins JørgEn niclasEn Val Nr. 10 - 15. januar 2008 4