týsdagur 15. januar 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2008
45
tíðindi
Bjørn Kalsø stríddist! men
Javnaðarflokkurin stóð ikki
saman við Sambandsflokki
num at fáa gjøgnumført, at
landið kundi selja óbrúkt
og nýggj fiskiloyvi.
Ódámliga undanførslan hjá
løgmanni er: ”Men vit
høvdu okkara at stríðast
við, og málsøkið var nú
einaferð tykkara”.
Uppskotið kom
frá Bjørn Kalsø:
Vit í samgonguni arbeiddu
við uppskoti um, at landið
skuldi kunna selja óbrúkt
og nýggj fiskirættindi,
uttan tó at taka teppið und
an verandi vinnu. Haraftur
at var lógaruppskot um at
staðfesta ognarrættin gjørt.
Javnaðarflokkurin tók ikki
undir við, at uppskotini
vórðu løgd fyri Tingið, tí at
Fólkaflokkurin var ímóti.
Javnaðarflokkurin leggur
seg ofta flatan fyri Fólka
flokkinum.
Úrslitið var, at uppskot
ið, um at selja óbrúkt og
nýggj fiskiloyvi, ikki var
lagt fyri Løgtingið, og
lógaruppskotið um at stað
festa ognarrættin var lagt
fram í broyttum líki. Tá
mótstríðandi løgfrøðiligar
útmeldingar komu um
broytta uppskotið, vildi
Javnaðarflokkurin, (Henrik
Old tó undantikin), hava
uppskotið tikið aftur, fyri
heldur at lata rullandi
skipanina frá 1998 halda
fram. Boð um hetta komu
frá løgmanni. Hetta vildu
vit í Sambandsflokkinum
ikki.
Úrslit:
Sambært umsitingini, og
uttanhýsis løgfrøðiligum
serkunnleika, var
uppskotið, sum eg legði
fram, í lagi. Vit vildu tó
hava allan iva burtur um
hetta týdningarmikla mál,
og við smávegis
broytingum fingu vit allar
flokkar, uttan
Sjálvstýrisflokkin, at taka
undir við endaliga
uppskotinum. Eitt bragd í
sjálvum sær!
Løgmaður samgonguleið
ari í øllum málum:
Síðsta brotið í grein tíni
órógvar tó mest. Tú sigur:
”Men vit høvdu okkara at
stríðast við, og málsøkið
var nú einaferð tykk
ara”. Soleiðis málber ein
samgonguleiðari seg ikki.
Skulu úrslit spyrjast, má
løgmaður standa øllum
landsstýrismonnum við lið,
ikki einans teimum úr
egnum flokki, sum tín
fatan sýnist at vera.
Hinvegin er gott, at tú
viðurkennir, at Javnaðar
flokkurin ikki hevur
prædikað fyri Fiskidaga
banka seinastu fýra árini.
Tí tað er satt.
Seinastu fýra árini hevur,
sum so mangan fyrr, verið
ilt at fáa eyga á mun
millum C og A. E vil bert
loysing. Veljið tí B.
Alivinnan – glansmynd
og spøkilsir
Tað gongst sera væl við
alivinnuni í løtuni. Deyðs
títtleikin av útsettum smolti
er metlágur, vøksturin sera
góður og tamarhald er á
fiskasjúkum. Men handan
jaligu myndina spøkir ein
álvarsom hóttan.
Lønar seg at taka ábyrgd
Alivinnan lá fyri fáum
árum síðani í skeljasori.
Orsøkin var einføld: Hvørki
myndugleikar ella vinnan høvdu tikið neyðug atlit, tá
talan er um at ala livandi djór í náttúruni. Men vinnan
ruddaði upp, og í felags taki við myndugleikarnar
eydnaðist tað at venda gongdini, so bæði framleiðsla og
útflutningur vaksa. Vinnan er eitt bjart dømi um, at tað at
taka fulla ábyrgd ofta kostar nakað í fyrstu syftu, men
lønar seg fleirfalt í longdini.
ESavtalan spøkir
Vit hava gjørt sonevndu veterineravtaluna við ES, men
fylgja ikki fleiri av krøvunum í avtaluni. Tað kann
brádliga koma at geva alivinnuni, eins og fiskivinnuni,
álvarsamar trupulleikar við útflutninginum. Hetta er
ábyrgdin hjá ovasta myndugleika á økinum.
Tjóðveldi og eg vilja leggja stóra orku í at tryggja, at
Føroyar sjálvandi fylgja teimum sáttmálum og avtalum,
ið vit binda okkum til – eitt nú hesa ómetaliga
týdningarmiklu avtalu við ES. Eitt nýtt bakkast í
alivinnuni má ikki henda orsakað av skeivari raðfesting
hjá myndugleikanum!
Sáttmáli um rættindi
teirra brekaðu
Ikki einans skal sáttmálin
samtykkjast, men skulu
rættindini, sum ásett í
sáttmálanum staðfestast í
føroyskari lóggávu. Tað
verður stórt arbeiðið, tí
lítið er slóða
frammanundan, men stig
fyri stig koma vit á mál.
30. mars í fjør var ein
altjóða fagnaðardagur, tá
undirskrivaðu 86 limalond
hjá ST altjóða sáttmálan
um rættindu teirra brekaðu.
Sáttmálin inniheldur grundleggjandi rættindi hjá
teimum sum bera brek og sum nakað heilt nýtt, so eru
ásetingar um rættin til atkomu og um javnstøðu fyri
brekað, harafturat bannar sáttmálin øllum formi fyri
mismuni vegna brek.
Umframt hini Norðurlondini, hava øll ES londini tikið
undir við Sáttmálanum og hava somuleiðis givið til
kennar, at tey fara at fylgja ásetingunum í sáttmálanum.
Hetta mugu vit eisini gera.
Skal samtykkjast í ár
Í Føroyum eru vit longu eftirbátur í mun til restina av
Evropa, tá tað kemur til rættindini hjá teimum sum bera
brek, tí er hesin sáttmálin eitt gylt høvi hjá okkum at
raðfesta tey sum bera brek.
Sjálvstýrisflokkinum fer í tráð við valskrá sína, at
syrgja fyri, at sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður
samtyktur og virdur.
Meira um hetta og annað á www.hedindp.com
Las í Sosialinum við áhuga
samrøðu við fýra fólk, ið
varða av og brenna fyri
føroyska mentanarpalli
num. Tey vóru øll á einum
máli um, at okkum tørvar
ein mentanarpolitikk. Og
eg eri so púrasta samd við
tey. Her skal politikkur og
játtan á borðið.
Í grundini átti tað at
verið so sjálvsagt og
einfalt. Tí tað er bert ein
grund til at Føroyar eru til,
og at føroyingar eru eitt
fólk. Tað er mentanar
arvurin og so sjálvandi
føroyska málið. Tey bæði
eru sálin og kraftin í
okkara samleika. Skulu vit
framhaldandi vera eitt land
og eitt fólk, so verður tað
bert eitt ríkt mentanarlív
eins og ein hollur málsligur
førleiki, sum kann tryggja,
at so verður. Vit kunnu
kanska tryggja okkum
rímiligan vælstand – lata
vit mentanina passa seg
sjálva. Men tað verður
ongantíð verulig vælferð,
har sum mentanarloysi
ræður.
At vinnan og mentan í
dag ganga hond í hond, og
at framkomin lond menna
tað tey rópa mentanar
búskap sum vinnuveg í
samfelagsbúskaparligum
høpi, er gott, og vit hava
nógv at læra av hesum
ráki. Tað átti eisini at gjørt
tað lættari at sett mentan
ina á politisku dags
skránna.
Men tað má ikki verða
soleiðis, at bert tann
mentanin fær betri sømdir,
sum kann brúkast í einum
vinnuligum høpi, og sum
kann ”branda” Føroyar.
Verulig mentan og rík
mentan, er tann, sum torir
út har tað er ivasamt, um
man grynnir. Eitt ríkt
mentanarlív bjóðar
gomlum vanum og
stirvnum hugsanum av. Tí
má tað ikki fjøtrast, men
sleppa at gera neyðug
mistøk. Og tí mugu vit
tryggja okkara skapandi
fólki arbeiðsumstøður og
sømilig livukor.
Kanska loysir tað seg
ikki í fyrstu syftu – tað
sum tey avrika. Men vit
kunnu vera vís í, at sleppa
tey einki at avrika, so er
tjóðin steindeyð.
Orðið Oxymoron er saman
sett at tveimum Griskum
orðum. OXY sum merkir
"hvassur" og MOROS sum
merkir "óhvassur". Vanliga
verður hetta nýtt um eitt
orð ella eina orðavending,
sum mótsigur sær sjálvari.
"TjóveldisSambands
Flokkurin" er eitt
OXYMORON
Tjóveldi er hvast. Teir
siga loysing og ongantíð ov
skjótt.
Sambandsflókkurin er
óhvassur. Teir siga eitt í
dag og annað í morgin.
Grundin til at eg kann
siga hetta er, at formaður
flokksins Kaj Leo Johanne
sen, fyri opnari mikrofon
hevur staðfest, at Sam
bandsflókkurin vil hava
fólkaatkvøðu um loysing
ár 2012. T.e., vi endan av
hesum valskreiðinum.
Tað eru søgd nógv orð
um Sambandsflokkin, bæði
líkt og ólíkt, men hann er
ongantíð fyrr kallaður ein
loysingarflokkur. Men nú
gerða teir tað sjálvir.
Kanska er tað formað
urin sjálvur, sum er
"HvassurÓhvassur".
Haldi bara, at tá ið hann
ikki veit hvat hann sjálvur
vil, so er tað ringt at vita
hvat hann vil, nú hann
bjóðar seg at stýra Føroy
um.
Havi sagt tað fyrr, og eg
haldi meg kunna siga tað
eina ferð afturat. Loysing
ella Samband er ikki
spurningurin, vælferðin hjá
tí einstaka er, og har eru
ikki allir spurningar
spurdir, tíans heldur
svaraðir. Fyrst tá, er
Javnaðarlokkurin klárur á
tosað um loysing.
Her er javnaðarflokkurin
púra "OXY" (hvassur).
Hugsa um tað 19. januar.
http://j.fo
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Sjálvstýrisflokkurin
Heðin D.
Poulsen
Val
Tjóðveldi
Bjørt
samuelsen
Val
Valevnið á Javnaðarlistanum
Hilmar
augustinussen
Val
Javnaðarflokkurin
Helena Dam á
neystaBø
Val
landsstýrismaður,
Sambandsflokkurin
Bjørn
Kalsø
Val
4
Nei, harra løgmaður, Bjørn Kalsø sigur satt!
Hvat er eitt OXYMORON
Mentunararvurin og føroyska málið
– eru kraftin og sálin í okkara samleika