týsdagur 15. januar 2008síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 10 - 15. januar 2008
tíðindi
Lítið virðuligt at nýta tey
gomlu, sjúku og veiku í tí
politiska spælinum, nú
valdagurin nærkast, og
krossurin skal setast.
Politisku fríggjara
herindini mótvegis teimum
gomlu, sjúku og veiku í
samfelagnum fyri at skaffa
sær sjálvum nakrar
atkvøður, tykjast ongan
enda at taka. Hetta er sama
framferð undan hvørjum
einasta vali.
Eg haldi, hetta er lítið
virðuligt og ússaligt fyri
hesi somu soleiðis at verða
”misnýtt”, nú tað stundar
til val, tey hava sanniliga
annað uppiborið.
Hesi skulu ikki nýtast til
politiskan løtuvinning og
atkvøðufiskarí.
Hesi økir eru eftir
mínum tykki sjálvsøgd
rættindi og harvið ein
samfelagsskylda, sum allir
flokkar eiga at loysa í felag
uttan um politisk mørk.
Latið okkum tí taka
lógvatak saman og fáa
loyst hesi viðurskifti á ein
virðuligan og sámuligan
hátt, allari tjóðini at gagni.
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Ein hendingarík
veiðuferð - ongin
ísbjørn, men tríggir
tannhvalir
Í summar var eg, saman við
synunum báðum, á
veiðuferð í Eystur
Grønlandi. Vit sigldu við
einum 27 fóts báti norð
móti Nansens fjørðinum.
Við á ferðini var ein dani
og grønlendskur
veiðumaður. Dýrdarveður,
spegilsblankir firðir, ísfjøll
og ísur so langt eygað
rakk.. Ei heldur fóru vit til
húsar “ongul í reyv” – nei,
3 narhvalir (tannhvalir) vórðu harpuneraðir og fingnir til
høldar.
Stórsligin og ógloymandi túrur við mongum
upplivingum.
Komnir nakað ávegis suðureftir á heimferðini, peikar
grønlendski veiðumaðurin móti landi og spyr um vit
síggja eina lítla oyggj einar 2 fjórðingar úr landi. Jú , tað
gjørdu vit. Og so sigur hann hesi orð, sum brendu seg
fast í sinnið:”Fyri 10 árum síðan var eingin oyggj at
síggja – tí tá var hon fjald av einum gletstchara”
Segði nakar “dálking” ??
Umráðandi at taka umhvørvisspurningin í álvara og
stuðlar avgerðum og tiltøkum sum minkað um dálking!.
Hetta ásannandi, at tað er okkara ábyrgd og skylda at
geva børnum og eftirkomarum okkara góð kor at liva
undir. Vit hava ábyrgd mótvegis Skapanarverkinum!
Sum ein av stovnarum floksins fegnist eg stórliga um ta
undirtøku flokkurin hevur millum veljaran.
Ein undirtøka, sum er neyðug, um flokkurin
framhaldandi skal hava ávirkan.
Miðflokkurin verjir virðini – og tað er av týdningi at
vita! Ikki sannheit?
Samband og Loysing
Nú valgi nærkast royna
sitandi landsstýrismenn at
àvirka veljaran við ræðandi
avleiðingum, um ikki
sambandið fær fleiri manns
á ting, teir hava roynt seg,
og fylgirnar merkja tit, góði
veljarar latið tykkum ikki
ræða, tí onki av slíkum
málum vera avgjørd á
tingið uttan at ein fólka
atkvøða verður gjørd so
meirilutin kemur altið at
hava síðsta orðið í slíkum stórmálum.
Er tað nógv gott vit kunnu líta aftur á í farna vælskeiði?
Sum altíð uppundir eitt væl, koma nógv uppskot á ting
í síðsta tíma, bert fyri at kunna fortelja veljarum hvat teir
hava gjørt, ósemja kom á sitandi ABC flokkar, so at
løgmaður mátti skriva út væl. Høvusvinnan er sjógvurin
og ríkidømi sum har fæst, sjálvt um allir siga at hetta er
Føroya ogn, so verða hesi virir seld av landinum, tað er
komið spekulatión í vinnuna, strámenn í Føroyum við
pengasterkum Islendingum og Norðmonnum fara avstað
við Føroya ogn, Tað er tosa um at fáa ein fiskidagabanka
at fora fyri spekulatiónini av fiskiloyvum, men okkar
fiskimenn, teir sum eru í hesu vinnu, vera sjálvdan
spurdir um hvat er best fyri teir og teirra familjir, góði
veljarar tykkara krossur kann gerast avgerandi, sitandi
samgonga megnaði ikki at fáa skil á hesum rossahandlum
kanska teir vóru ein partur av tí, men vit í Miðflokkinum
vilja gera okkara til at rudda upp, um vit fáa tykkara
stuðul, gott væl.
Tað má sigast, at Føroyar
frá skaparans hond ikki eru
millum best skikkaðu lond
til nútíðar jarðabrúk.
Vit uppliva rembingar
innar okkara landbúnaðar
vinnu. Eins og á sjónum
leggja menn jørð saman í
størri eindir, og aldar
gamlar siðvenjur rista í
teirra grundvølli.
Hvat høvdu teir gomlu
sagt, verður ofta tikið til.
Men vit mugu síggja
veruleikan í eyguni og
ásanna, at framburðsmenn
innan hesa vinnu leggja á
annan bógv.
Kanska eitt hitt fremsta
dømi er aldargamli
mentunardepil føroyinga,
Kirkjubøgarðurin.
Ein framsíggin nútíðar
bóndi gongur nýggjar
leiðir og gerst
ferðavinnubóndi.
Lat okkum skapa karmar
til tess, at enn fleiri
alternativ kunnu gerast til
okkara alt ov sterka bundni
til veiðusamfelagið.
Kross við Fólkaflokkin.
Her virka vit!
Les meira á
www.folkaflokkurin.fo
Endamálið við nýggju
kommunulæknaskipaninin
var at gera hesa tænastu
betur fyri borgaran. Nógva
staðni, og serliga í Klaks
vík, er tørvurin á
kommunulæknium stórur.
Tí skuldi skipanin lætta um
teirra arbeiðsbyrðu, tí tað
er ongin loyna, at ein
kommunulækni, ið einsa
mallur hevur vakt dag og
nátt í longri tíð, kann vera
so strongdur at tað kann
geva eina verri tænastu til
sjúklingin.
Ein trupulleiki í Klaks
vík er, at vit bert hava ein
fastan kommunulækna í
Klaksvík. Hinir 23 ið eru
her, eru avloysarar ið koma
her eina stutta tíð og fleiri
av teimum eru útlendingar,
hesir kenna als ikki viður
skiftini í Føroyum og tað
skapar trupuleikar við skip
anini. Virkar skipanin rætt,
so skuldu eysturoyingar, í
nógv størri mun enn í dag
notið gott av tí veldugu
kvalitetsøking, ið avstand
urin til Klaksvíkar sjúkra
hús er styttur, síðan
tunnilin kom. Vit eiga eitt
stak gott sjúkrahús í
Klaksvík, tað prógvaði
nøgdsemiskanningin eisini,
so nú eru tað ikki bara vit
her norði ið vita av tí, men
alt Føroya fólk.
Í løtuni verður komm
unulæknaskipanin eftirmett
og tað skal ongin ivi verða,
skipanin skal fáast at virka.
Ein loysn, ið sambært
fakfólkinum hevði bøtt
munandi um skipanina er
at fáa koyrilæknan inn á
sjúkhúsið. Er tað tað ið
skal til so skal tað gerast.
Javnaðarflokkurin hevur
haft ein landstýrismann í
almanna og heilsumálum,
síðstu 4 árini, ið hevur
gjørt eitt stórt arbeiði fyri
at bøta um tænasturnar í
sjúkhúsverkinum, tað vita
tey ið arbeiða innan øki
fulvæl. Góðu Norðingar
lat ongan iva vera um, at
seta tit tykkara álit á
Javnaðarflokkin tann 19
januar, so fara vit at
tryggja at kommunulækna
skipanin fæst at virka.
Síggi í skrift og hoyri í
talu, at nógv valevni eru
sera upptikin av, hvussu
umstøðurnar hjá teimum
gomlu eru, tá tey ikki
longur eru før fyri at klára
seg heima. Nógva staðni er
tørvurin á ellis og røktar
heimsplássum nógv størri,
enn verandi umstøður
kunnu nøkta!
Í valtekniskum máli
verður sagt, at tað nyttar
onki at tosa um tað,
sum tú hevur gjørt, men tú
mást tosa um framtíðar
ætlanir.
Hjá mær er ilt at koma
uttanum, at eg havi verið
virkin í politikki í mong ár,
so hvussu skal veljarin
meta um val av einum
sovorðnum, uttan hann
kann vísa, hvat hann
higartil hevur framt og
verið við til at framt?
Á eldraøkinum hevði eg
sum lokalpolitikari eitt
tógvi stríð fyri at fáa sett í
verk ellisheimini í Sandoy.
Hetta var ein stór íløga, og
í mun til umstøðurnar
aðrastaðni vildi henda
íløga nøkta allan tørvin til
ellis og røktarheimspláss í
Sandoynni. Sum formaður
fyri kommunalu nevndini
skuldi kempast við og
ímóti, júst sum nú, ov
stórari peninganýtslu, og
hyggjast mátti nærri eftir
neyðugum “prioritering
um”!
Kendir politikarar eru í
fremstu røð í dag, ið eg
mátti stríðast við og sann
føra um hesa gagnligu
hóast dýru íløgu.
Tað tolna, meðvitandi og
áhaldandi stríðið endaði
kortini við, at ellisheimini
standa virkin í dag. Og
tey kunnu nøkta allan tørv
í oynni!
Hesi heim hava nú virka
í fleiri ár, og sjálvur haldi
hesi vera ein virðiligan
varða um gott og gagnligt
politiskt arbeiði!
Miðflokkurin, listi H
Tordur J.
NiclaseN
Val
Miðflokkurin H
sigmuNd
aNdreaseN
Val
Valevni Fólkafloksins
eyðuN mohr
Viderø
Val
Fólkaflokkurin
Óskar
eirikssoN
Val
Tjóðveldi
Niklái
PeTerseN
Val
Kommunulæknaskipanin skal virka
Tey gomlu og ellisheim
Jarðarlóggávan tíðarhóskandi ?
Trivnaður ikki olmussa men rættindi
4
Javnaðarflokkurin
eyðguNN
samuelseN
Val