týsdagur 15. januar 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2008
47
tíðindi
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Greið melding um
Studentaskúlan
Í vinnulívinum eru vit
dagliga noyddir at taka
skjótar og avgjørdar
avgerðir. Vit kunnu ikki
lata eitt vinnutól upploysast
av soppi.
Studentaskúlamálið í
høvuðsstaðnum skal loysast
her og nú uttan nakað
møsn, drál og
tómgongdartos. Avgerðin
skal takast seinast í 2008
um studentaskúlan soleiðis
at skúlabygging kann byrja í 2009, her hvørki kann ella
skal bíðast, her skal farast í gongd nú.
Tað er neyðugt at gera politiska semju um hvussu
Studentarskúlin og HF skal loysast, soleiðis at øll kunnu
síggja fram ímóti at hesin týðandi skúladepil í
Suðurstreym kemur á eina kós, har tosið aftur kemur á
innihaldið í skúlanum heldur enn um út av lagi
niðuslitnar bygningar, sum ikki eru tíðarhóskandi. Vit
tosa um ein klekingardepil av ungdómi til teirra framtíð.
Fleiri fólk hava tosað við
meg um trupulleikar við at
fáa dagligdagin at hanga
saman.
Tvær inntøkur eru ikki
nóg mikið til at gjalda
hvørjum sítt!
Prísurin á olju, matvør
um og øðrum neyðsynjar
vørum hækkar. Húsaprís
urin í Havn er hækkaður so
nógv, at bert fólk við sera
høgum inntøkum kunnu
seta búgv í har.Og fólk á
bygd hava torført við at fáa
húsarhaldið at mala runt
Samstundis so hoyra vit
um met í mvg og skatti,
og tey sum sita og stýra
pengingarenslinum fortelja
okkum, at framtíðar
búskaparligu vónirnar eru
góðar.
Alt í alt: Sum javnaðar
fólk situr ein eftir við eini
kenslu av einari mótsøgn:
Tveir bólkar siga hvør sína
søgu.
Eg haldi, at vit mangla
fólk á ting, sum skulu
stríðast fyri stóra bólkinum
av føroyingum, sum ikki
eiga pening at liva fyri,
hóast tey arbeiða hvønn
dag, gjalda skatt, eiga børn
og leggja sítt til
samfelagið.
Hesin bólkur av fólki er
risastórur, tí vit vita, at alt
fleiri føroyingar við sera
høgari inntøku liva tá alt
kemur til alt av rentu
stuðlinum til egnan bústað.
Verði eg vald vil eg gera
alt tað, sum eg kann fyri at
fáa greiðu á hesu fløkju!
Valið snýr seg um
felagsskapin
Heimurin finnur í hesum
døgum saman. Tvørtur um
landamørk skulu vit øll
royna at taka við felags
avbjóðingum, so vit í
seinasta enda standa
sterkari.
Sambandsflokkurin hevur
somu stevnu í
Ríkisfelagsskapnum
“Onki land kann standa
einsamalt”.
Hetta var høvuðsboðskapurin hjá fyrrverandi
amerikanska forsetanum, Bill Clinton, í Føroyum í
summar.
Hann sipaði m.a. til, at vit øll og tvørtur um landamørk
skulu taka við felags avbjóðingum sum t.d. bardaganum
móti sjúkum og fátækradømi, einum reinari klima, stríðið
fyri friði og búskaparligari framgongd fyri øll.
Vit í Sambandsflokkinum eru samd við Bill Clinton.
Tað er rættast, at allur heimurin finnur saman um størstu
avbjóðingarnar.
Í flokkinum hava vit sama góða grundsjónarmið, tá tað
snýr seg um viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Tað er
rættast, at londini í felagsskapinum finna saman um
størstu avbjóðingarnar, tí saman standa vit nógv sterkari.
Tí eru bert tvinnanda møguleikar á valinum tann 19.
jan.: Sambandsflokkurin ella hinir fimm flokkarnir.
Vit virka fyri felagsskapinum teir virka fyri at taka
felagsskapin av.
Vit síggja fyrimunirnar í felagsskapinum hinir síggja
bert vansar.
Vit vita, at ríkisfelagsskapurin er at líta á við sínum
møguleikum og samhaldsfesti. Hinir flokkarnir ásanna
hetta bert, tá tað gongur minni væl, og brúk veruliga er
fyri samhaldsfestinum í felagsskapinum.
Er nøkur skilagóð orsøk til, at vit t.d. skulu vraka
útbúgvingarmøguleikar og møguleikar at søkja sær
heilsubót gjøgnum Ríkisfelagsskapin? Skulu vit siga nei
til ríkisveitingina, tá hon kemur væl við her í landinum?
Skulu vit eisini skerja møguleikarnir hjá vinnuni at brúka
vinnuligar skipanir og sendistovur í Ríkisfelagsskapinum?
Skulu vit siga ja til afturgongd?
Nei, vit vilja halda fast við samstarvið í
felagsskapinum.
Latið okkum halda okkum til leistin hjá Bill Clinton,
sum er trendurin allastaðni í heiminum í dag. Samstarv
og samband tvørtur um landamørk um tey týðandi málini.
Sambandsflokkurin er einasti garantur fyri
felagsskapinum.
Tá eg hoyrdi Sambandið, í
rama álvara, tosa um at
Føroyar skuldu innlimast í
ES, og so varð alt gott,
rann mær omanfyri nevndu
orð í Matteus 15 til hugs.
Tað sær út til, at tað eru
mong fólk, ið hava eitt
blint álit á, at vælstandurin
í ES fer at halda á til
ævigar tíðir.
Tey, ið hugsa so, hava
ikki fylgt væl við í søgu
tímunum í skúlanum.
Hvussu munnu ES
borgararnir fara at hava
tað, tá ið niðurgongd og
stríð fer at gera um seg ?
Skilur man ikki at tað,
sum gongur fyri seg
handan leiktjøldini, er at
arbeitt verður við at skipa
eitt stórveldi við egnum
keisara og øllum, ið har
hongur uppi í.
Umráðandi fyri Føroyar
er, at navigera soleiðis, at
vit kunnu sigla rundan um
skerini og verða uttan
veltað. Tað má ikki henda,
at føroyskur ungdómur
verður noyddur til at gera
hertænastu í einum fram
tíðar ESheri.
Fleiri av londunum, sum
eru limir í ES, eru ikki har
tí teimum dámar tað, men
tí tey tora ikki at standa
uttanfyri.
Undir 10 % av heimsins
borgarum eru innan fyri
ESmørk, so tað má kunna
bera til hjá okkum, at
lívbjarga okkum og tað
væl, uttanfyri ES.
Torførar tíðir standa fyri
framman. Stýrast má við
skili fyri ikki at koma út í
óføri.
Miðflokkurin hevur
eisini her eina greiða
støðu. Føroyar skulu ikki
innlimast í ES.
Vit vilja sum fræls
friðarelskandi tjóð,
samarbeiða við tjóðir, ið
hava sama sýni.
Vel lista H.
Vel Miðflokkin.
”.. at bera tað merkið, sum
eyðkennir verkið, ið
varðveitir Føroyar,
mítt land! ”
Jenis av Rana hevur undir
valstríðum, bæði til fólka
og løgtingvalið, sagt ferð
eftir ferð, at eg ynski at
lóggeva halgu bók og
kristindómin út úr løgtingi
num og føroyska samfelag
num. Jenis byggir hesar
pástandir á, at eg í fram
søgurøðu míni í samband
við málið um 266B segði
hetta. Tað eg segði í
nevndu røðu var, at halga
bók undir ongum umstøð
um má gerast lógbók fyri
løgtingið og løgtingsfólk.
Tað, at halga bók er lógbók
merkir einfalt, at so skulu
vit lóggeva og virkar
bókstaviliga eftir tí, sum
stendur í halgu bók. Í
báðum testamentunum.
Slíkt ynskja hvørki eg ella
nakar annar í Tjóðveldi og
valla nakað annað tingfólk
heldur. Og als ikki Jenis av
Rana sjálvur. Jenis veit
útmerkað væl hvat eg segði
og meinti, men hann velur
medvitað at broyta og
umtulka míni orð. Og hann
fær sínar floksfelaga til at
gera tað sama.
Kristna siðalæran
Kristna siðalæran er grund
arlagið undir føroyska sam
felagnum, tað er kristna
siðalæran sum bindur okk
um saman. Hon er tí eisini
grundarlag undir øllum,
sum fer fram á tingi.
Soleiðis hevur tað verið, og
soleiðis fer tað at verða.
Men eg kann sjálvandi ikki
góðtaka, at bíblian verður
okkara lógbók.
Hjúnabandið størsti
trupulleikin
Jenis og aðrir Miðflokka
menn hava eisini havt
frægd av at fortelja Føroya
fólki, at eg skal hava sagt
frá tingsins røðarapalli, at
hjúnabandið er størsti
trupulleikin í okkara sam
felag. Søgan er í stuttum
tann, at Miðflokkurin í
einum av lógaruppskotum
sínum skrivaði, at hjúna
bandið er kjarnan í før
oyska samfelagnum. Hesa
útsøgnina hugleiddi eg so
yvir. Ein kjarna er ímyndin
av stabiliteti og styrki, og
kunnu vit sjálvsagt nýta
kjarnuna sum ímyndina av
tí fullkomna hjúnabandi
num. Tað eru langt frá øll
hjúnabond, sum eru eydnu
rík, ótrúskapur er als ikki
ókent fyribrygdi, ein
triðingur av hjúnabondu
num detta sundur. Hvussu
nógv børn og vaksins líða
ikki undir mongu hjúna
skilnaðunum? Yvir 50%
børnum okkara eru fødd
uttan fyri hjúnalag. So
hóast hjúnarlagið er eitt
vælsignilsi fyri nógv, so er
tað ein stórur trupulleiki
fyri onnur. Eg mælti ikki
til í tinginum, at hjúna
bandið skuldi avtakast ella
niðurgerast, men helt tað
kanska var rættari at siga,
at familjan er kjarnan í
føroyska samfelagnum.
Men eisini í hesum
hevur Miðflokkurin valt at
káva seg undir óhugaligum
dupultmorali, og hann
velur at siga ósatt og mani
pulera, hetta fyri at skaða
meg og Tjóðveldi.
Nú eri eg ikki “bíbliu
kønur”, men tað fyrikemur
mær, at lýsingin, Jesus
hevði av farisearum, hon
passar rættiliga væl til teir,
sum eru í Miðflokkinum.
Teir eru sjálvforherligandi,
teir peika eftir øðrum og
teir himprast ikki við at
døma onnur.
Miðflokkurin
Egin
HEnriksEn
Val
Tjóðveldi
Finnur
HElmsdal
Val
Sambandsflokkurin
Edmund
JoEnsEn
Val
Táið blindur leiðir blindan, falla báðir í grøvina
Jenis av Rana sigur medvitað ósatt
Tá 8-16 ikki er nokk
4
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
rodmundur
niElsEn
Val
Javnaðarflokkurin
nita næs
Val