týsdagur 15. januar 2008síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 10 - 15. januar 2008
Míni mál:
Ferðavinnan
Ítróttur
Tónleikur
Oskar Eiriksson
Fart: 510 796
Fólkaflokkurin
Bakara lærlingur
Bakaríið Grón
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 31 21 61 / 23 62 11
Postboks 1048
110 Tórshavn
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú
kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðs
umhvørvi saman við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið
gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja
at halda fram har tey hava lært, meðan onnur
vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri
bakarar umborð á cruiseskipum, í oljuvinnuni
og innan hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri
víðariútbúgving, til m.a. matvørutøkning.
Lærutíðin til bakara er 3 ár og 7 mðr., harav 38
vikur á tekniskum skúla í Danmark.
Ætlanin er, at tú skal byrja skjótast gjørligt,
men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Søkt verður eftir
leiðara til deildina
fyri minnisveik
Talan er um farloyvisstarv 0,8 tíð frá 15.03.08 at
rokna og eitt ár fram. Starvið umfatar deildina
Heimi á Mýrunum við 8 búfólkum og deildina á
Røktarheiminum við 8 búfólkum.
Umstøðurnar á heiminum eru góðar og væl egn
aðar til fólk, ið eru minnisveik.
Endamálið er at geva minnisveikum fólki, við
serligum tørvi á umsorgan, eina trygga og
stimbrandi tilveru. Miðað verður ímóti at arbeitt
verður eftir Eden arbeiðsháttinum.
Umsøkjari við avvarðandi leiðsluútbúgving og
leiðsluroyndum og royndum innan demensøkið
hevur fyrimun.
Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði
fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir
heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga
og gleði við, at samskifta við eldri fólk og at tú
hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk
og avvarðandi.
Somuleiðis er umráðandi, at umsøkjarin hevur
áræði og ein positivan hugburð.
Krøv til umsøkjarnar:
• hevur prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur ella almanna og
heilsuatstøðingur
• hevur áhuga fyri røkt av minnisveikum fólkum
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir
tørvinum hjá búfólkunum
Vit kunnu bjóða:
• Eitt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína
áskoðan galdandi og verða við til at:
• Menna umsorgan og røkt
• Góða innleiðslu
• Undirvísing
• Góðar møguleikar til at brúka tíni skapandi og
ígongdsetandi evni
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum við
komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við
deildaraleiðaran á tlf. 477080/217088
Umsókn við avriti av prógvi v.m. skal sendast til
Eysturoyar røktar- og ellisheim
Att: fyristøðumaðurin
Friðartún
620 Runavík
Umsóknarfreist: fríggjadagin 25 februar 2008
kl. 12.00
Eysturoyar Røktar-og ellisheim
Friðartún 1 · 620 Runavík
MaskinMann til
Faroe seaFood tórshavn
Søkt verður eftir einum maskinmanni, at byrja sum
skjótast.
Arbeiðstíðin er í samband við dagliga framleiðslu.
Arbeiði umfatar dagligt viðlíkahald av maskinum.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jens
Paula á telefon 594001.
Umsókn við møguligum prógvum og starvsroyndum
skal innan 25/1 sendast til:
P/F Faroe Seafood, Vestara Bryggja
Postboks 218 · FO-110 Tórshavn
Tlf. 355555 · Telefax 312631
K u n n g e r ð
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við
hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð á fundi
12. novembur 2007 samtykti at broyta býarplanin
fyri Miðvágs kommunu soleiðis, at ein partur av
matr. nr. 208a á Suðuroyartrøðni og Gutthústrøðni
í Miðvági verður lagt sum B-øki.
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment
eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá
mánadegnum 07. januar til mánadagin 28. januar
2008 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu
skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 07. apríl 2008.
Miðvágs kommuna
Kunngerð
Um løgtingsval í
Fuglafjarðar kommunu
Til veljarara til løgtingsvalið 19. januar 2008 í
Fuglafjarðar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsi
num í Fuglafirði leygardagin 19. januar 2008
fyri bygdirnar Fuglafjørð og Kambsdal, og í
Bønhúsinum á Hellunum fyri Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 10.00 og 20.00 og
heldur fram, so leingi veljarar møta uttan
støðg.
Minnist til at hava valkortið við.
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt
til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð.
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á
valstøðini, kunnu velja heima við at venda sær
til býráðsskrivstovuna telefon 73 77 00 innan
kl. 15.00 tann 17.01.2008.
Seinasta dagur fyri brævatkvøður er fríggja
dagin 18.01.2008.
Fuglafjørður, tann 07.01.2008.
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Kommuna
lýsingar