fríggjadagur 1. juni 2001síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 103 - 1. juni 2001
gult32 cyan32 magenta32 svart32
C
M
Y
K
32
Ert tú leiðarin, vit leita eftir ?
Søkt verður eftir deildarleiðarum til deildir okkara
í Vestmanna og Fuglafirði
Deildirnar hava sum høvuðsendamál at taka sær av dagliga
kundaviðskiftinum á økinum.
Uppgávur:
• daglig leiðsla og skipan av arbeiði á deildini
• skapa eitt mennandi og avbjóðandi arbeiðspláss
• tryggja at ráðgevingin og tænastan eru á høgum støði
• útinnan av kredittmetingum
• uppfylging av deildarroknskapi og fíggjarætlan
• umframt aðrar uppgávur álagdar av stjórnini
Førleikakrøv:
• Peningastovnsútbúgving við ”Finansiel Videreuddannelse”
ella HA, HD, Bachelor ella aðra viðkomandi útbúgving
• góðan kunnleika til EDV
• duga at málbera seg í skrivt og talu
Umsøkjarar, ið hava peningastovnsroyndir og/ella leiðararoyndir
hava fyrimun.
Persónligir eginleikar:
• duga at arbeiða sjálvstøðugt og tora at taka avgerðir
• hava góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
• hava góð samstarvsevni og evni at leiða ein bólk í einum
kravmiklum umhvørvi
Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna seg fakliga og persónliga.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Steinbjørn Hardlei,
starvsfólkaleiðara, tel. 348000.
Løn og eftirløn verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða
Føroya Sparikassa í hendi í seinasta lagi 11. juni 2001,
og sendast til:
Føroya Sparikassi
att.: Starvsfólkaleiðarin
Postsmoga 34
110 Tórshavn
Starvsfólkadeildin,Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn
E-post: Starvsfólkadeildin@sparikassin.fo www.sparikassin.fo
Føroya Sparikassi hevur 21 deildir kring landið, ið serliga fáast við at veita ráðgeving,
fígging og selja tænastur Sparikassans.
Pedagogur
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða á
stovu við 2-5 ára gomlum børnum.
Nær: At byrja 1. august (ella eftir avtalu)
Arbeiðstíð: 35 tímar um vikuna (ella eftir avtalu)
Løn og arbeiðsviðurskifti eftir sáttmálanum hjá
Føroya Pedagogfelag.
Í Barnagarðinum á Velbastað eru 40 børn
millum 1/2 og 9 ár.
Tey eru í 3 aldursbýttum stovum: 0-2 ár, 2-5 ár og
5-9 ár.
Barnagarðurin er í friðarligum umhvørvi, næstan
í haganum. Børnini eru úr Kirkjubø, av Velbastað
og úr Havn.Tað tekur eitt korter at koyra úr Havn,
og eisini ber til at koyra við bygdaleiðum.
Vit vænta, at tann, sum verður sett/ur í starv
•
dámar væl at vera úti í náttúruni
•
sær uppgávur sum avbjóðingar og ikki sum
trupulleikar
•
kann arbeiða sjálvstøðugt
•
hevur góð samstarvsevni
•
vil vera við til at seta sín dám á stovnin
Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum
skal vera barnagarðinum í hendi í seinasta lagi
30. juni. Um eingin pedagogur verður settur í
starv, hava vit hjálparfólk.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Barnagarðin
á tlf. 31 81 21 og spyrja eftir
leiðaranum.
Barnagarðurin á Velbastað
FO-176 Velbastað
velbarn@post.olivant.fo
M/B Barsskor
Broyting í ferðaætlanini
Frá fríggjadegnum 1.juni 2001, fer Barsskor at sigla til
Syðradals seinnu túrarnar fríggjadag og túrarnar leygar-
og sunnudag.
Til hesar túrar verður fráferðin hjá Barsskor úr Klaksvík
flutt framm soleiðis:
Gomlu tíðirnar
Nýggju tíðirnar
Fríggjadag
kl. 17.15
17.30
kl. 20.15
20.30
Leygardag
kl. 08.50
09.00
kl. 15.45
16.00
Sunnudag
kl. 15.45
16.00
kl. 20.15
20.30
KALLSOYARLEIÐIN
Strandfaraskip Landsins
er ein landsfyritøka undir
Vinnumálastýrinum
/
Samskiftisdeildini.
Høvuðsuppgávan
hjá
fyritøkuni er at lúka
landsins
tørv
á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutn-
ingurin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá
Strandfaraskipum
Landsins javnvigar við
yvir 100 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið
á
flutningsanleggum er 12
skip, 40 bussar og 15
lastbilar.
Flutnings-
uppgávurnar fevna um
Stóra
bringu
-ella lítla?
Dr. Jacobsensgøta 18
100 Tórshavn
Tel./Fax 316610
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
Sosialurin - 311820
Vit hava BH í
støddum úr 65 til
110 cm í ummáli, og
frá AA til H skál.
Ert tú ein av
teimum 80%, ið
ganga í skeivari
BH-stødd?
Støkk so inn á
gólvið hjá okkum
og vit hjálpa tær at
finna júst tína
stødd.
Lesið
-tað
loysir
seg
Fólk søkist til
Bakaríið hjá Símun
Vit sóknast eftir hjálparfólki til bakaríið at byrja
skjótast gjørligt.
Lærlingur til
Bakaríið
Hevur tú hug til at arbeiða á spennandi fjølbroytt-
um arbeiðsplássi, so hava vit eitt lærupláss til tín.
Bakaríið
Tlf. 456424 ella 455032
box 299
700 Klaksvík
Nr. 103 - 1. juni 2001
33
gult33 cyan33 magenta33 svart33
Niðanfyri nevndu lærarastørv eru leys at søkja til setanar 1. august 2001.
Norðoya skúladømi I: Klaksvíkar, Hvannasunds,Viðareiðis og Kunoyar kommunur:
Klaksvíkar kommuna:
Skúlin við Ósánna
3 lærarar
Skúlin á Ziskatrøð
1 lærari
Kunoyar kommuna:
1 einalærara
Fugloyar kommuna:
1 útoyggjalærari
Eysturoyar skúladømi I: Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar kommunur:
Fuglafjarðar kommuna:
3 lærarar
Eysturoyar skúladømi II: Skála, Sjóvar, Oyndafjarðar, Runavíkar og Nes kommunur:
Sjóvar kommuna:
1 lærari
Runavíkar kommuna:
3 lærarar
Nes kommuna:
1 lærari
Eysturoyar skúladømi III: Kommunurnar, ið eru saman um Felagsskúlan á Oyrarbakka:
Eiðis kommuna:
1 lærari
Funnings kommuna:
1 einalærari
Streymoyar skúladømi I: Vestmanna og Kvívíkar kommunur:
Vestmanna kommuna:
2 lærarar
Streymoyar skúladømi II: Kommunur, ið eru saman um Felagsskúlan á Oyrarbakka:
Hvalvíkar kommuna:
1 lærari
Streymoyar skúladømi III: Tórshavnar, Nólsoyar og Kirkjubøar kommunur:
Tórshavnar kommuna:
Kommunuskúlin:
4 lærarar
Eysturskúlin:
5 lærarar
Sankta Frans skúli:
1 lærari
Argja skúli:
3 lærarar
Hoyvíkar skúli:
1 lærari
Nólsoyar kommuna:
1 lærari
Kirkjubøar kommuna:
1 lærari
Vága skúladømi:
Sørvágs kommuna:
1 lærari
Sandoyar skúladømi:
Sandoyar Meginskúli
1 lærari
Suðuroyar skúladømi I: Upptøkuøkið til 8.–10. flokk í norðari helvt:
Hvalbiar kommuna:
Hvalbiar skúli
1 lærari
Tvøroyrar kommuna:
1 lærari
Suðuroyar skúladømi II: Upptøkuøkið til 8.–10. flokk í sunnari helvt:
Vágs kommuna:
1 lærari
Har einki tímatal er viðmerkt, verður roknað við fullum tímatali.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálastýrinum, Fólkaskúladeildin, við starvsstaði í nevnda skúladømi og við fyribils tænastu í
nevnda skúla/nevndu skúlum.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknir
Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá Mentamálastýrinum, skal verða send Mentamálastýrinum,
Hoyvíksvegur 72,postrúm 3279,110 Tórshavn,skjótast til ber og soleiðis,at hon er Mentamálastýrinum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 15. juni 2001.Við umsóknini eiga at verða løgd ljóstøk av próvbrævi og møguligum viðmælum.
Teir umsøkjarar, ið søkja størv í fleiri kommunum, mega skriva eina umsókn til hvørt starv, ið søkt verður.
Tórshavn, 30. mai 2001
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 355050 – Fax 355055 – e-postur: MMS@MMS.fo
–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Mentamálastýrið
Fólkaskúladeildin
Pedagogur
Søkt verður eftir pedagogi til Verkhúsið Stíggj í
Saltangará frá 13.08.01. til 30.04.02, møguliga
longri.
Talan er um eitt hálvtíðarstarv, sett eftir sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagog-
felag, lønt í lønarflokki11/17. Arbeiðstíðin kemur
at vera aðru hvørja viku frá kl. 8.00-16.00.
Verkhúsið Stíggjur er ein dagstovnur undir Al-
manna og Heilsumálastýrinum. Har vit í einum
vælskipaðum umhvørvið geva fólki, sum vegna
sína kroppsligu- ella sálarligu støðu ikki kunnu
røkja eitt vanligt arbeiði, møguleika at arbeiða
við ymiskari framleiðslu av vørum. Somuleiðis
stuðla til sjálvbjargni innan hettar arbeiðsøki.
Vit vænta at umsøkjarin
-
luttekur í øllum avbjóðingum og er opin fyri
nýhugsan
-
er tolin og dugir at læra frá sær
-
er røkin og dugir at leggja arbeiðsuppgáv-
urnar til rættis eftir førimuni hjá arbeiðsfólk-
unum
-
sær týðningin av góðum samstarvi, og sjálv-
støðugt kann seta ígongd og skipa fyri virk-
semi bæði innan- og uttandurða.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 448944.
Hevur tú hug og árræði at royna teg á einum
virksomum arbeiðsplássi, so send okkum eina
umsókn.
Umsóknarfreistin er 15.06.2001 og skulu um-
sóknirnar, saman við prógvi, viðmælum v.m.
sendast til
Verkhúsið Stíggjur
Heiðavegur
FO-600 Saltangará
Att. leiðarin
33