Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juni 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 103 - 1. juni 2001 gult30 cyan30 magenta30 svart30 C M Y K 30 Nr. 103 - 1. juni 2001 31 gult31 cyan31 magenta31 svart31 Landsliðshópurin kann býtast í tríggjar partar, og tað er serliga teir yngstu menninir, sum eru áhugaverdir hjá útlendskum fótbólts- umboðsmonnum Fyrrapartin í gjár savnaðist fótbóltslandsliðið á Svangaskarði. Grasið er grønt, vøllurin tættur og væl trimmaður, og í góða summarveðrinum var tað hugaligt hjá øllum í landsliðshópinum at fara undir fyrireikingarnar til fyrstu stóru uppgávuna á heimavølli í ár. Og tað var ikki so galið at minnast aftur á, tá lands- liðið seinast var á Svanga- skarði. Tað var tá Uni Arge og Øssur Hansen skoraðu tvey mál allar síðstu løtuna, og Føroyar megnaðu 2–2 ímóti Slovenia. Uttan lyklaspælarar Hetta er fyrsta ferðin, at landsliðið er savnað, eftir at tað er vorðið greitt, at tað í landsliðshøpi ikki skal roknast við Toda Jónsson. Harafturat eru tveir av monnunum, sum ivaleyst høvdu verið heilt upplagtir at vera ímillum teir fyrstu ellivu, ikki á Svangaskarði. Talan er um liðformannin hesi seinnu árini, Jens Kristian Hansen, sum er darvaður av skaða, og so er talan um Pól Thorsteinsson. Pól hevur ikki spælt á heimavølli í tvey ár. Hann var við í Luksemburg og Russlandi í mars, men í Luksemburg sat hann síðsta partin av leikbann- inum frá Kekkia dystinum í oktober 1999 av sær. Tað er í sambandi við ósemju um bonuspengarnar frá tí dystinum, at Pól hesa ferð hevur givið avboð. Royndu menninir Í hópinum á Svangaskarði eru nógvir spælarar, sum hava nógvar altjóða roynd- ir. Her verður t.d. hugsað um Jens Martin Knudsen, Óla Johannesen, Allan Mørkøre, og Øssur Hansen, sum hava verið á lands- liðnum í mong ár, og sum hava spælt um hálvt hundr- að landsdystir í part. Hóast hann ikki hevur spælt eins nógvar dystir sum teir omanfyri nevndu – í eitt langt tíðarskeið helt hann seg ikki hava stundir til landsliðsfótbólt – so má Kurt Mørkøre roknast ímillum mest royndu menninar. Aðrir spælarar, sum ikki hava spælt heilt so ofta á landsliðnum, men sum hava so mikið nógvar royndir, at teir so sera væl vita, hvat tað snýr seg um, eru Jákup Mikkelsen, Hans Fróði Hansen, Sámal Joen- sen, Julian Johnsson, John Petersen og Uni Arge. Hesir eru allir í búnum fótbóltsaldri, og tað má roknast við, at nógv teir flestu teirra hava verið við at røkja altjóða uppgávur fyri Føroyar í fleiri ár, enn teir fara at vera á lands- liðnum í framtíðini. Framtíðin og dreymurin Síðsti parturin av teimum, sum fyrireika seg til stóru uppgávuna ímóti Sveis í annaðkvøld, eru spælarar, sum ikki hava verið so leingi á landsliðnum, og sum mugu roknast at eiga fleiri góð fótbóltsár á, enn teir hava verið uppií. Her verður hugsað um Jákup á Borg, Jón Róa Ja- cobsen, Rógva Jacobsen, Helga L. Petersen, Christ- ian Høgna Jacobsen og so Johan B. Hansen. Hesin síðsti er í fulltíðar starvi sum spælari hjá OB. Í vár hevur tað ikki eydnast honum at fáa pláss á besta liðnum, men Johan stríðist framvegis fyri at koma í fremstu røð. Hinir ungu menninir eru allir undir útbúgving. Jón Rói og Christian Høgni eru í holt við miðnámsútbúgv- ing, meðan hinir eru í holtur við vinnuútbúgving- ar. Hjá fleiri teirra er dreym- urin, at tað skal eydnast teimum at fáa sáttmála við útlendsk fótbóltsfeløg og harvið at koma nærri møguleikanum at gera fót- bóltin til livibreyð. At landsliðið er eitt gott høvi at kveikja áhugan hjá útlendskum feløgum fyri føroyskum spælarum er einki at ivast í. Dysturin í annaðkvøld fer at verða sendur beinleiðis í sveisisk- um sjónvarpi, og tað ber møguleikar í sær. Talið á monnum, sum liva av at finna fram til evnagóðar spælarar og at vísa feløg- unum á hesar, er økt so ógvuliga nógv tey seinnu árini. Videobond við upp- tøkum av dystum og brot- um úr dystum sirkulera í fótbóltsumhvørinum, og tað skal ikki so ógvuliga nógv til, áðrenn eitt navn verður kent. Tað er ivaleyst ein dreingjadreymur hjá flestu dreingjum. Tey seinnu árini havav vit sæð, at tað hevur eydnast hjá onkrum føroy- ingum at koma so mikið langt. Eg hugsi t. d. um Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen. Kurt elstur Elsti málskjúttin í føroyskum landsliðshøpi gjørdist Kurt Mørkøre, tá hesin skoraði til 2-0 í útidystinum móti Luksemburg hin 24. mars í ár. Sostatt eiga Mørkøre meninir bæði metini í so máta, tí Allan Mørkøre eigur – sum nevnt aðrastaðni í blaðnum – framvegis metið sum yngsti málskjúttin á lands- liðnum. Visti tú at: Johan Byrial Hansen er einasti landsliðsleikarin, sum ongantíð hevur leikt við nøkrum føroyskum felag. Annars hava hvørki Súni Olsen ella Jákup Mikkelsen umboðað føroysk feløg, tá teir hava verið í dysti á landsliðnum. Flestir úr HB Í alt hava 44 feløg havt umboðan á føroyska lands- liðnum. 17 teirra eru føroysk, meðan ikki færri enn 27 útlendsk feløg hava verið umboðað. Tað felagið, sum hevur átt størstu umboðanina, er HB, sum higartil hevur havt 16 leikarar á landsliðnum. Teir 16 leikararnir eru Uni Arge, Jan Dam, Andrew av Fløtum, Andreas F. Hansen, Hans Fróði Hansen, Rógvi Jacobsen, Jóannes Jakobsen, Jóhannis Joensen, Kaj Leo Johannesen, Julian Johnsson, Gunnar Mohr, Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Ingi Rasmussen, Jens Erik Rasmussen og Kári Reynheim. Kemur Jón Rói Jacobsen á vøllin ein av komandi dystunum, verður talan altso um 17. landsliðsleikaran hjá HB. Næstir HB eru B36 og GÍ, sum hava havt ávíkavist 14 og 13 leikarar á landsliðnum. Tá talan er um ein og sama dyst, eru tað GÍ og B36, sum hava metini. Tá Føroyar í 1995 vunnu 3-1 á San Marino, hevði GÍ fimm umboð á liðnum. Hesir vóru Jens Martin Knudsen, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor, Janus Rasmussen og John Petersen. Sama tal hevði B36, tá Føroyar tvey ár seinni taptu 3-1 fyri Spania. B36 leikararnir ta ferðina vóru Óli Johanne- sen, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson, John Petersen og Arnbjørn Danielsen. Tann leikarin, sum oftast hevur umboðað sama felag á landsliðnum, er Henning Jarnskor, sum 35 ferðir hevur umboðað GÍ. Hinvegin er Jens Erik Rasmussen tann leikarin, sum hevur umboðað flest feløg á landsliðnum. Jens Erik hevur umboðað MB, HB, AC Horsens, FS Vágar, Fylkir, TB og Esbjerg tær 25 ferðirnar, sum hann hevur roynt seg á landsliðnum. Nakað um brotsspørk Sveisarar settu met, tá teir hin 7. oktober í fjør sendu trý brotsspørk í føroysku meskarnar. Málskjúttin ta ferðina var í øllum trimum førunum Kubilay Türkyilmaz, sum tó ikki er við á ferðini hesa ferð. Annars hevur Rikhardur Dadason úr Íslandi tvær ferðir skotið mál móti Føroyum við brotssparki. Í alt eru 26 brotsspørk dømd ímóti Føroyum, og hava 21 av hesum givið mál. Av teimum fimm, sum eru misnýtt, hevur Jens Martin Knudsen bjargað trý, og eru hesi móti Noreg (Lars Bohinen), Wales (Ian Rush og Slovakia (Peter Dubovski). Jákup Mikkelsen hevur bjargað brotssparki ímóti Svøríki (Markus Johannesson), og tá Kaj Leo Johannesen stóð andlit til andslit við norska Rune Bratseth, skeyt hesin við síðuna av. Føroyar hava fingið tillutað seks brotsspørk í altjóða høpi, og meðan okkara menn gjørdu sær dælt av teimum trimum fyrstu, so hava vit misnýtt tey trý seinastu brotsspørkini, sum vit hava fingið. Jan Dam (Ísland), Øssur Hansen (Malta) og John Petersen (Skotland) skoraðu upp á sínar royndir, meðan John Petersen (Bosnia), Allan Mørkøre (Ísland) og Øssur Hansen (Liktinstein) hava misnýtt. Av hesum var brotssparkið hjá Øssi tað einasta, sum ikki hevur rakt málið. ie Nøkur met Tað verður fylgt væl við úti í verðini Væl verður fylgt við, hvussu serliga teir yngru menninir á landsliðnum standa seg, tá liðið er í altjóða eldinum Sleppur Jón Rói Jacobsen á vøllin í øðrum av landsdystunum, verður hann samstundis yngsti landsliðsleikarin, sum Føroyar hava átt HAGTØL Ivan Eginsson Komandi dagarnar skal landslið okkara spæla tveir týdningamilkir HM-undan- kappingadystir á heima- vølli. Ímóti Sveis og Jugo- slavia. Í hesum sambandi hava vit gjørt eina uppgerð yvir høgtøl og met av ymsum slag, sum lands- liðið og einstakir landsliðs- leikarar hava sett ígjøgnum tey 12 árini, føroyska landsliðið hevur verið uppi í altjóða fótbólti. Nøkur met kunnu verða sligin longu í morgin. Spennandi er til dømis at vita, um debutanturin Jón Rói Jacobsen sleppur í dyst ímóti antin Sveis ella Jugo- slavia og harvið gerast yngsti føroyski landsliðs- leikarin nakrantíð. Jón Rói er føddur tann 7.apríl 1983, og verður 18 ár, 1 mánað og 25 dagar gamal leygar- dagin, tá føroyingar taka í- móti sveisarum. Yngsti landsliðsleikarin hjá Føroyum hevur í næstan tíggju ár verið John Ryan (føddur Hansen). Klaksvík- ingurin er føddur tann 16.mars 1974, og leikti fyrsta av sínum trimum landsdystum tann 5.august 1992 á Svangaskarði (javn- leikur 1-1 ímóti Ísrael). John var tá 18 ár, 4 mánaðir og 19 dagar gamal, næstan tríggar mánaðir eldri, enn Jón Rói Jacobsen er nú. Um so er, at ungi havnar- maðurin ikki fær møgu- leika í juni, kann hann framvegis “yvirhála” John Ryan í útidystinum ímóti Jugoslavia tann 15.august. Og hvør veit,, kanska skor- ar Jón Rói í onkrum lands- dysti í ár, soleiðis at hann gerst yngsti málskjútti okkara. Higartil hevur Allan Mørkøre hetta metið, og er tað sjálvandi minni- liga 1-1 málið í gomlu Ítróttaparkini, sum sipað verður til. Vit kunnu nevna fleiri aðrar aktuellar spurningar í sambandi við hagtøl, sum eru spennandi at vita hjá bæði leikarunum og teim- um, sum fylgja við føroyska fótbóltslands- liðnum. T.d. hava vit nú møguleikan at fáa tíggjunda altjóða sigurin, fyrsti sigurin á Tórsvølli bíðar enn, Milosivic kann gerast besti málskjútti móti Føroyum, Uni Arge hótti Toda í altjóða málskjóting, eins og Allan Mørkøre setir met, hvørja ferð hann fer á vøllin í landsliðsbúnanum. Alt hetta eru spurningar, sum møguliga verða svar- aðir komani vikuna. Livst so spyrst. Møguleiki er fyri, at týdningarmiklasti spælarin hjá FCK í summar fer at flyta til týskan fótbólt DANMARK Jóannes Hansen FCK skal komandi tvær vikurnar stríðast fyri at varðveita oddasessin í superliguni og harvið at vinna DM. At tað í ár er komið har til hjá felagnum, sum í fleiri ár hevur ætlað sær at verið ímillum tey fremstu, men sum hevur verið sera óstøðugt undanfarin ár, verður fyrst og fremst sagt at komast av, at felagið síðsta summar keypti Jakob Laursen úr Onglandi. Hann hevur tett verjuna heilt nógv, verður sagt.Nú verður í donskum fjølmiðlum skrivað, at tað er stórur møguleiki fyri, at Jakob Laursen ikki verður á FCK liðnum eftir summar- frítíðina. Søgan hevur fingið bein at ganga á, eftir at Jakob Laursen aftur hevur selt stóru og snotu- ligu húsini, sum hann fyri stuttum hevur keypt í Hellerup. Norski FIFA agenturin, Erik Soler, ásannar, at hann og verjuspælarin hava tosað við FCK um møguleikan í summar at strika sáttmálan, sum annars er galdandi fleiri ár afturat. Danskir fjølmiðlar vilja vera við, at tað er týska felagið Hamburger SV, sum er framvið og ætlar at keypa. Nógvir pengar sigast at vera upp á spæl. Tað vil siga, at bæði Jakob Laursen og FCK hava møguleika at vinna milli- ónir. Hetta ljóðar freistandi hjá spælaranum, meðan tað nevyan er serliga spennandi hjá FCK, sum eigur nógvar milliónir á kistubotninum, at selja týdningarmesta spælaran, áðrenn teir skulu royna seg í Europa Cup. FCK sigst hava boðið upp á Per Frandsen, sum áður hevur leikt við leyvunum DANMARK Jákup Mørk Aðrastaðni á hesum síðum sæst, at tað tykist sannlíkt, at FCK ikki hevur verjuálitið, Jacob Laursen, í hópinum komandi kapp- ingarár. Eisini hóast Laur- sen sjálvur avvísur hesi tíð- indi á heimasíðuni hjá FCK. Tað er tó ikki bert søla av leikarum í FCK, sum slat- urin gongur um í hesum døgum. Sambært enskum keldum hevur ætlanir um at keypa danska Per Frandsen, sum vanliga hús- ast á miðvøllinum hjá Bolton. Bolton hevur just tryggjað sær uppflytan til bestu ensku deildina, men fíggjarligu viðurskiftini í felagnum eru ikki av teim- um bestu, og tí verður tað mett sum neyðugt at selja leikarar av og á. Sambært miðlunum í Onglandi hevur FCK boðið á leið seks mió.kr. fyri mið- vallaran. Jón Rói kann gerast hin yngsti Allan Mørkøre er higartil yngsti málskjóttin fyri Føroyar í altjóða høpi, men nú hevur Jón Rói Jacobsen møguleika at yvirhála liðfelagan í HB FCK styrkir seg Verjuálitið rýmir kanska 3. deild Í blaðnum í gjár, har skrivað varð um 3. deild, vóru stigatalvan og máltindurin av misgávum dottin burtur ímillum. Hesar verða prentaðar niðanfyri, og biðja vit lesarunum um at halda okkum til góðar. jm Støðan, 3. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 5 4 - 0 - 1 28 8 20 12 2 Royn 5 3 - 2 - 0 12 4 8 11 3 B71 5 3 - 1 - 1 13 4 9 10 4 AB 5 3 - 0 - 2 11 8 3 9 5 GÍ 5 2 - 1 - 2 10 16 -6 7 6 ÍF 5 2 - 0 - 3 12 23 -11 6 7 TB 5 1 - 1 - 3 12 12 0 4 8 B36 5 0 - 4 - 1 10 12 -2 4 9 KÍ 5 1 - 1 - 3 8 20 -12 4 10 B68 5 1 - 0 - 4 6 15 -9 3 Máltindurin Birgir Jørgensen VB 9 Bergur Winther VB 6 Tummas Eli Hansen B36 5 Høgni Hansen B71 4 Henry Petersen ÍF 4 Allan Michelsen Royn 4 Hans A. Niclassen VB 4 Signar Johannesen AB 3 Eyðun Gullok Svalbard Royn 3 Hagtøl fyri A-landsliðið í fótbólti Dystir: 72 Mál: 45 (20 í fyrra hálvleiki, 25 í seinna hálvleiki) Mál ígjøgnum: 186 Sigrar: 9 Javnleikir: 10 Tap: 53 dystir v j t mál Á heimavølli 29 3 5 21 22-75 Á útivølli 34 5 3 26 18-91 Á uttanveltaðum vølli 9 1 2 6 5-20 í alt 72 9 10 53 45-186 EM 28 3 4 21 17-78 HM 24 3 1 20 16-77 Vinadystir 16 3 4 9 10-25 Norðurl.kap. 4 0 1 3 2-6 í alt 72 9 10 53 45-186 31