mikudagur 16. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2008
Vestmanna: Meiri pening til íløgur - 14,5 mió krónur!
Hesa upphæddina hevur bygdarráðið í Vestmanna samtykt at nýta til íløgur í ár. Hetta eru 2 mió fleiri, enn nýttar
vórðu í fjør. Størsti parturin av hesi upphæddini fer til teknisk mál, nevniliga 9 mió krónur, meðan 3 mió fara til
røktarheimið, sum skal byggjast úti á Grønanesi og 1,5 mió til eina víðkan av kirkjugarðinum á Knúgvum. Í ár
hevur Vestmanna kommuna haraftrat játtað 250.000 kr. í íløgum til byggibúning, kloakering og renovasjón, eins og
peningur er játtaður til aðrar íløgur innan ymisk málsøki í kommununi. Í fíggjarætlanin fyri Vestmanna kommunu
fyri 2008 verður roknað við inntøkum uppá íalt 43,4 mió og útreiðslum uppá slakar 52 mió. Upplýst verður, at hetta
hallið verður fíggjað við inniogn í peningastovni Hinvegin vísir tað seg, at tað er ikki stórur áhugi at byggja í
Vestmanna í løtuni, og at fólkatalið hevur staðið at kalla í stað í nøkur ár. Hetta hendir, hóast nógv arbeiði er í
bygdini. - Størsta forðingin fyri vøkstri og menning í Vestmanna er verandi farleið. Eg eri sannførdur um, at bygdin
hevði vaksið aftur, um ein tunnil varð gjørdur millum Vestmanna og Leynar, sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna.
Fólk kring landið
eru í øðini um eitt
adressuleyst pappír,
sum er borið út í dag.
Eingin avsendari
er á, men myndin á
pappírinum vísir,
hvussu kristiligir
flokkarnir eru.
Postverksstjórin við
gongur, at stovunurin
átti at kravt, at
avsendaran varð
upplýstur
Valpropaganda
Eydna Skaale
Eirikur Lindenskov
Í gjár varð eitt adressuleyst
ark sent í hvørt hús. Av-
sendarin er dulnevndur ella
ikki upplýstur. Myndin á
pjesuni vísir greitt, at Mið-
flokkurin er tann einasti
kristiligi flokkurin í Føroy-
um. Harnæst koma Fólka-
flokkurin, Sambandsflokk-
urin, Sjálvstýrisflokkurin,
Javnaðarflokkurin og aft-
astur er Tjóðveldisflokkurin,
sum tann mest ókristiligi
flokkurin í Føroyum.
Postverkið vil hvørki upp-
lýsa avsendaran, hvør kom
við tí til útbering, ella hvør
skal hava rokningina. Ein-
asta svarið er, at ein maður
kom við tí til útbering og
ein ávís fyritøka skal hava
rokningina.
Men spurningurin er, um
hetta ikki er fevnt av løg-
tingslóg nr. 135 paragraff
14, har tað stendur, at »Post-
verkið skal ikki bera út til-
far, sum er ólógligt, ósømi-
lig ella æruskemmandi«.
Onkur politikari hjá Tjóð-
veldinum hevur vent sær til
Postverkið, sum hevur sett
sín advokat at kanna málið.
Advokaturin hjá Postverk-
ið Føroya er komin til ta
niðurstøðu, at tað verður
ikki kunngjørt, hvør ið hev-
ur sent út adressuleysa
pappírið, har politisku flokk-
arnir verða vigaðir.
Arkið, sum Postverk Før-
oya hevur borið út hvørt
hús, hevur skelkað nógv
fólk. Eingin avsendari er á
arkinum – og tá sjónarmiðini
fyri mong minna um sjónar-
miðini hjá Miðflokkinum,
vendu vit okkum til Mið-
flokkin at fregnast, um
hann hevði nakað við hetta
at gera:
- Nei, hatta hevur Mið-
flokkurin einki við at gera.
Tað harmar meg, at slíkt
verður borðið út – og eg var
bangin fyri, at fólk fóru at
leggja okkum undir at senda
hatta út. Men tað hava vit
ikki gjørt, sigur Jenis av
Rana, formaður í Miðflokki-
num.
Kári Kjælnes, stuðul hjá
Miðflokkinum í Klaksvík,
hevur skrivað lesarabræv,
har hann heitir á fólk um
ikki at velja teir politikarar,
ið atkvøddu fyri grein 266b,
sum hann kallar Føroya
størsta skomm. Men heldur
ikki hann kennir nakað til
hetta ark, sum Postverkið
hevur borið út.
Sostatt er tað framvegis
eitt loyndarmál, hvør eigur
hesi sjónarmini, sum Post-
verk Føroya hevur borið til
Føroya fólk.
Sofus Clementsen, post-
verksstjóri, sigur:
- Vit meta hetta vera lóg-
ligt at bera út, men tað er á
markinum fyri, hvat vit
vilja bera út. Tað er eitt ein-
dømi, at tílíkt tilfar verður
sent út uttan avsendara. At
avsendarin býtir flokkar
ella fólk upp eftir, hvussu
kristilig ella ikki kristilig
tey eru, vilja nøkur fólk
helst meta vera ósømiligt.
Og tá so avsendarin er dul-
nevndur, so eru vit í eini
støðu, har vit helst eiga at
krevja, at avsendari er á tí
útsenda, júst talan er um
reklamutilfar, sigur Sofus
Clementsen.
Postverksstjórin
leggur
dent á, at Postverkið ikki
hevur skyldu til at bera slíkt
út, tá tað er reklamutilfar.
Eisini vísir Sofus Clement-
sen á, at um hetta var í ein-
um brævbjálva, hevði Post-
verkið ikki somu møguleik-
ar at vísa brævinum aftur.
Áttu at kravt avsendara
Dulnevnda arkið sum varð
borið út í hvørt hús í gjár
Miðflokkaveljarar velja ikki kvinnur
Í veljarakanningini
í november í fjør
vórðu fólk spurd, um
tey høvdu gjørt av at
atkvøða persónliga
ella uppá listan. Um
so var, at tey høvdu
gjørt av, so, hvat
valevni tey ætlaðu
sær at velja. Tey
vórðu sostatt ikki
spurd beinleiðis, um
tey fóru at velja eina
kvinnu ella mann
Veljarakanning
Karin Jóhanna L. Knudsen
samfelagsfrøðingur
Kanningin vísir, at av teim-
um, ið ætlaðu sær at atkvøða
persónliga, eru á leið tveir
triðingar kvinnur og ein trið-
ingur menn, ið vildu atkvøtt
fyri einum kvinnuligum val-
evni. Myndin ninðanfyri
vísir, hvussu lutfallsliga
býtið í kanningini er í mun
til kyn og tey, ið vildu at-
kvøtt listan.
Sum sæst á myndini, eru
tað flest javnaðarveljarar –
27,9 prosent – ið siga seg
ætla at atkvøða fyri einum
kvinnuligum valevni og
fægst miðflokkaveljarar – 0
prosent.
Samanbera vit úrslitini
frá kanningini við fólkatings-
valið í 2005, vísir kanningin,
at ikki eru stórvegis broyt-
ingar í mun til, hvussu stór-
ur partur av atkvøðunum
fara til kvinnulig valevni.
Á fólkatingsvalinum í 2005
fingu kvinnuligu valevnini
16,6 prosent av atkvøðunum.
Í kanningini siga 12,4 pro-
sent av teimum spurdu seg
ætla at atkvøða fyri einum
kvinnuligum valevni. Kann-
ingin bendir sostatt á, at tey
átøk, ið hava verið fyri at
økja um kvinnuligu umboð-
anina, ikki hava havt stór-
vegis ávirkan á veljaran.
Við í kanningini í novemb-
er vóru 558 fólk. Av teim-
um vóru 49 prosent kvinn-
um og 51 prosent menn.
Veljarakanning november 2007
10,6
18,6
23,3
30,8
10,4
8,3
14,7
4,3
2,3
27,9
7,7
17,7
0,0
85,1
79,1
48,8
61,5
71,9
91,7
72,9
12,4
0,0
10,0
20,0
30,0
40,0
50,0
60,0
70,0
80,0
90,0
100,0
Sambandsflokkurin
Tilsamans
Prosent
Listin
Kvinnur
Menn
3