Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2008 Vantandi tilbúgving Grønlendska tilbúgvingin hevur ikki útgerð til at forða einari vanlukku, um tað skuldi hent, at munandi nøgdir av olju fara í havið. Tað skrivar landsstýrismaðurin Kim Kielsen í einum svari til ein tingmann. Landsstýrismaðurin skrivar, at eingin tílík útgerð er í Grønlandi í løtuni, og at tað tí hevði verið neyðugt at flutt útgerð úr Danmark. Í løtuni eru samráðingar við íslendingar um at fáa hjálp haðani til møguligt óhapp í Eysturgrønlandi. Watson ger um seg Tann navnframi skiparin Paul Watson hevur aftur gjørt vart við seg. Nú hevur hann verið suðuri við Antarktis við skipi sínum og roynt at fáa japanar at gevast við at veiða stórhval. Japanar vilja vera við, at tveir menn av skipinum hjá Watson tóku seg umborð á ein hvalabát, meðan Watson royndi at fáa ein weir um skrúvuna á japanska skipinum. Paul Watson sigur, at japanar surraðu teir báðar menninar á brúgvatakinum, men tað avsanna japanar. - Tað sær einki út í fiskivinnuni í løtuni, hvørki í fiskavirkisvinnuni á landi, ei heldur í ísfiskavinnuni hjá skip­unum. Árið í fjør royndist vánaligt, og okkara virksemið við virkjum og skip­a- rakstri gav hall, sigur Jó­han Páll Joensen, stjó­ri í Maru Seafood, sum tilsamans hevur umleið 350 fó­lk á løn- arlista Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árið í fjør hevur eftir øllum at døma roynst vánaligt hjá fleiri fiskavirkjum. Líkt er heldur ikki til, at úrslitið er nakað betri hjá teimum virkjum, sum umframt fiskaframleiðsluna eisini eiga og reka skip. Er virk­ semið stórt, og tað gongur illa bæði í virkis­og skipa­ rakstri, er eisini væntandi, at hallið verður hareftir. ­ Nei, tað sær einki út. Útlitini eru døpur. Tað er stutta og greiða niðurstøðan hjá stjóranum í Maru Seafood, Jóhan Pálli Joensen. Hann sigur, at samlaða virksemið hjá samtakinum Maru Seafood, sum fevnir um trý virkir og átta skip, hevur givið hall í fjør, men hvussu stórt hallið verður, dugir – ella vil ­ hann ikki at siga í løtuni. ­ Árið 2007 hevur verið eitt vánaligt ár hjá okkum. Tað hevur verið trupult at fingið lønandi rakstur í virk­ semið, bæði á landi og sjóg­ vi. Fleiri orsøkir eru til, at gongdin hevur verið so vánalig. ­ Ein er, at samlaða veið­ an undir Føroyum er mink­ að við eini 15­20%. Lítil toskur hevur verið at fingið, og minni hevur eisini verið at fingið av hýsu, sum er grundarlagið undir tveimum av okkara virkjum, ávikavist Eystís, sum er roykivirkið í Klaksvík og Norðís á Eiði, sum eisini virkar vørur úr hýsu. Haraftrat kemur, at vit hava havt útreiðslur, sum vit ikki ætlaðu at hava. Góð arbeiðsfólk Á lønarlistanum hjá Maru Seafood, ið er felagið, sum eigur virkis­og skipavirk­ semið, eru umleið 350 fólk tilsamans. ­ Vit hava góð og dugnalig fólk, sum gera eitt dygdar­ gott arbeiði, bæði á sjógvi og landi, og tað eru ikki tey, sum eru orsøkin til vánaligu gongdina. Jóhan Páll Joensen ásann­ ar, at tað er torført at fáa lønandi rakstur í virksemið, soleiðis sum umstøðurnar eru i løtuni. ­ Men tíðir skifta. Tað hevur altíð verið soleiðis, at viðhvørt er uppgongd, og viðhvørt er niðurgongd í vinnuni. Í løtuni eru vit í einum aldudali, bæði hvat viðvíkur virkseminum á lan­ di og sjógvi. Fiskavirkis­ vinnan gongur illa, og rakst­ urin hjá ísfiskatrolarum og línuskipum er einki serlig­ ur. Spurdur, um hann væntar, at vit fara at síggja húsa­ gangir í vinnuni í næstum, sigur stjórin í Maru Sea­ food, at tað dugir hann ikki at siga. ­ Vit kunnu bara vóna, at vend kemur í, áðrenn langt um líður, soleiðis at vinnan aftur fer at geva avlop, sigur stjórin. Virkir og skip Samlaða virksemið hjá Maru Seafood fevnir um fiskavirkið á Kósini, Eystís í Klaksvík, Norðís á Eiði, ísfiskatrolararnar Safir, Smaragd, Nónhamar, Fjals­ hamar, Navaran og Borgar­ an – og síðan tvey bæði línuskipini, Grana og Fugl­ túgvuna. Á virkinum á Kósini, sum bæði virkar vørur til frystingar og saltingar, arbeiða tey mest upsa, tosk, brosmu og longu, meðan rávøran á Eystís og Norðís serliga er hýsa, sum fer til roykingar og frystingar. Teir, sum eiga samtakið Maru Seafood, eru systkina­ børnini Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen, sum eiga ein triðing til­sam­ ans, Tjaldur, sum eigur 1/3 og so íslendska felagið Ice­ landic Group, sum eigur seinasta triðingin. Jóhan Páll Joensen er stjó­ ri í øllum feløgunum, sum eru undir hattinum hjá Maru Seafood, ið annars virkar sum sølufelag í sam­ takinum. Døpur útlit á landi og sjógvi - Viðhvørt er uppgongd, og viðhvørt er niðurgongd í vinnuni. Í løtuni eru vit í einum aldudali, bæði hvat viðvíkur virkseminum á landi og sjógvi. Fiskavirkisvinnan gongur illa, og raksturin hjá ísfiskatrolarum og línuskipum er einki serligur, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskavirkið á Kósini arbeiðir serliga upsa, tosk, longu og brosmu, meðan rávøran á Eystís og Norðís serliga er hýsa, sum fer til roykingar og frystingar Mynd: Vilmund Jacobsen