Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2008 Fyrsta føroyska slangorðabókin er nú á veg. Við bókini Hvista geva fimm ungfólk á Tekniska Skúla í Klaksvík innlit í loyniliga slang og sms málið hjá teimum ungu Hondbók Anna v. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eini sms boð klikka inn á fartelefonina: ’rt 2?* Tú starir undrandi at boðunum eina góða løtu, men fært onga hóming av, hvat viðkomandi vil tær. Fyri tey flestu omanfyri 25 ár er sms málið hjá teimum ungu nevniliga framvegis óskiljandi, hóast tey hava brúkt tað í nøkur ár eftir­ hondini. Nøkur hundrað orð Júst hetta, at sms, slang og chat mál tykist loyniligt fyri tey flestu, hevur givið fimm ungfólkum í HT1 á Tekn­ iska Skúla í Klaksvík hug­ skotið til spildurnýggju orðabókina Hvista. Orðið »Hvista« merkir millum annað at skunda sær, og er tað nakað, sum eyðkennir samskiftið millum tey ungu og orðini í bókini, er tað, at tað skal ganga skjótt fyri seg. Við í bókini eru frágreið­ ingar til nøkur hundrað slangorð og styttingar við dømum um, hvussu hesi verða brúkt. Kennir tú bara vanliga orðið, men hevur brúk fyri styttu ella slang útgávuni av tí, ber eisini til at sláa upp øvutan veg. Slært tú til dømis upp undir orðið ’biltúr’ fært tú orðingina ’at sleisa’. ­ Tankin við bókini er ikki, at seta slangmál í staðin fyri vanligt mál. Vit hava heldur hugsað, at hetta kann geva øllum innlit í hetta eitt sindur løgna málið, so gjógvin millum málið hjá teimum ungu og teimum eldru ikki virkar so stór, sigur 18 ára gamli Agnar F. Joensen, ið virkar sum stjóri í Hvista Í/F, sum ger bókina. Virkið er sett á stovn í sambandi við verkætlanina Ungt Virkið, ið er ein kapping millum flokkar á miðnámsskúlum. Nýt hugflogið Tað er ikki bara innihaldið í nýggju orðabokin, ið er øðrvísi. Eisini tá tú brúkar bókina verður tú noyddur at hugsa eitt sindur annarleiðis og nýta hugflogið. 17 ára gamla Herborg Hansen, ið er markanaðarleiðari á virk­ inum, er fús at geva nøkur tipp til, hvussu bókin skal brúkast. ­ Slært tú upp undir slang­ orðunum, nyttar tað fyri tað fyrsta onki at leita sambært vanligari stavseting, tí orð­ ini eru jú stavað skeivt við vilja. Orðini eru stavað, sum tey verða úttalað, so tað besta er, at siga tey hart, fyri at skilja tey – og ofta eisini á enskum, sigur Herborg. Sum dømi nevnir hon setningin ’rt 2?’ Sigur tú stavirnar hart og úttalar 2 talið á enskum, sigur tað seg mestsum sjálvt, at hann stutt og greitt merkir: ”Hvar ert tú?”, heldur Herborg. Við eitt sindur av hugflogi, lærir tú tað skjótt, lovar Herborg. Ikki støvut orðabók Lilja Thorsteinsson, ið hev­ ur sniðgivið bókina, minnir á, at Hvista er ein hondbók, heldur enn ein orðabók. ­ Orðabøkur virka ofta so ræstar og støvutar, og tað er Hvista netupp ikki. Vit hava gjørt nógv burturúr litum og tekningum, so hon ikki sær út sum ein vanlig orða­ bók. Eisini hevur hon bleyta permu og er so mikið lítil, at tú lætt kanst hava hana í lummanum, so tú skjótt kanst taka hana fram, sigur Lilja. Lilja er annars í ferð við at sniðgeva ein lítlan maskott til bókina. Hetta er ein lítil trídimensjonalur figurur, ið skal standa í einum horni á síðunum. Í løtuni arbeiðir Lilja við hug­ skotinum um, at maskottur­ in sleppur at endurgeva ymisk gomul føroysk orða­ tøk. ­ Tað er jú ikki vist, at tey ungu hava líka nógv kjekk á gomlum orðatøkum, sum tey hava á slang og stytt­ Ung gera e Bush bað um olju Tann høgi oljuprísurin kemur amerikanska búskapinum illa við, og á vitjan síni í Saudiarabia í gjár bað George W. Bush saudi­ arabisku leiðararnar økja landsins oljufram­ leiðslu fyri at trýsta prísin niður. Oljumála­ ráðharrin, Ali al­Nuaimi, svaraði, at OPEC­ londini laga framleiðsluna eftir marknaðinum, og hann lovaði onga øking. Tá saudiarabiski kongurin vitjaði USA í 2005, kostaði oljan 54 dollarar. Nú kostar hon næstan 100 dollarar. Hóast innihaldið í nýggju slang hondbókini í allar mátar er nýtt og øðrvísi, hava tey ungu funnið navnið til hana í Móðurmálsorðabókini. Har hava tey fingið íblástur frá góða gamla sagnorðinum ’at hvista’: Hvista: skunda sær, kvika sær; hvista niðan brekkurnar, tjøldrini hvistaðu aftur og fram