mikudagur 16. januar 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2008
gið móðurmál
ingum. Tí er tað nokk ikki
so býtt at hava ein maskott,
sum minnir á gamlar før
oyskar
máliskur,
heldur
Lilja.
Munur á slang og stíli
Ein trupulleiki við at gera
eina slíka bók er, at tað alla
tíðina koma nýggj slangorð
og nýggjar styttingar. Tí eru
tey á Hvista sinnaði at taka
ímóti nýggjum orðum líka
til beint áðrenn bókin fer til
prentingar. Orðini, tey hig
artil hava við, hava tey mill
um annað fingið frá skúla
flokkum kring landið.
Vit hava biðið flokkar á
flestu skúlunum sent okk
um listar yvir slang og
styttingar,
tey
vanliga
brúka, tá tey sms’a, chatta.
Tey hava eisini havt møgu
leika at finna uppá nýggj
orð, sum kanska koma við í
bókina,
sigur
Hermann
Mørkøre, ið er fíggjarstjóri
í Hvista Í/F.
Flestu skúlar hava tikið
væl ímóti áheitanini, men
onkur læarari hevur ikki
verið serliga væl við uppá
hugskotið. Tey fimm aftan
fyri hugskotið skilja ikki
rættiliga, um onkur kanska
er bangin fyri, at ein slík
bók fer at fáa eina keðiliga
ávirkan á skrivaða málið
hjá næmingunum og teim
um ungu. Tey minna á, at
eftirhondini eru tað fleiri
kanningar, sum vísa, at
nýtslan av sms og chatmáli
onga ávirkan hevur á,
hvussu væl ella illa ung ann
ars duga at málbera seg
skrivliga.
Tá tú skrivar stíl í skúl
anum, veist tú, at ávísar
treytir eru galdandi. Skrivar
tú eitt sms, eru aðrar treytir
galdandi. Eg kenni ongan á
mínum aldri, sum ikki dugir
at skyna ímillum, nær man
skrivar eitt sms ella ein stíl.
Faktiskt eru tey ungu rætti
liga tilvitað um at laga mál
ið eftir teimum, tey sam
skifta við, sigur Agnar.
Prentað í Danmark
Um smáar tvær vikur fer
Hvista til prentingar, og
síðani fara høvundarnir at
brúka orkuna uppá millum
annað marknaðarføring og
endaligu framløguna í SMS
um miðjan mars mánað.
Endamálið við verkætlan
ini er, at næmingar á mið
námsskúlum skulu læra ella
fáa innlit í, hvussu tað er, at
seta sítt egna virki á stovn í
veruleikanum. Tað vil siga,
at tað til dømis ikki er nokk
hjá teimum í Hvista at
leggja eina fíggjarætlan, og
so vóna, at hon heldur. Tað
er eitt krav, at tey megna at
savnað tær 10.000 krónurn
ar, ið verkætlanin kann
kosta.
Spurd, hvat hevur verið
mest strævið við at seta á
stovn sítt egna virkið, eru
tey fimm rættiliga samd.
Tað er at bíða eftir svar
ið uppá til dømis umsóknir
um stuðul. Nógvar stórar
fyritøkur viðgera allar slík
ar umsókir eina ferð um
mánaðin, og tað er ikki víst,
at tú hevur tíð at bíða, tí tú
mást sleppa víðari við verk
ætlanini, siga tey.
Annars undra tey seg
yvir, at tað er so dýrt at
prenta bøkur í Føroyum.
Tað er eisini orsøkin til, at
tey valdu at lata bókina
prenta í Danmark. Tað var
einasti møguleiki, um fíggj
arætlanin yvirhøvur skuldi
kunna hanga saman, siga
tey.
Ungt Virkið
Ungt virkið er kapping millum næmingar á Tekniska Skúla
í Klaksvík, Handilsskúlanum í Havn og Handilsskúlanum á
Kambsdali. Næmingarnir skulu byrja sítt egna virki undir
somu treytum sum, sum virkir vanliga verða stovnaði og
eisini framleiða eina vøru, sum virkið kann selja.
Tey ymsu virkini sýna vørunar frá í SMS um miðjan mars
mánað. Har hava virkini hvør sín bás, har tey skulu greiða
frá og selja sína vøru.
Áðrenn framløguna hava virkini latið dómararnum eina
virkisætlan. Grundarlagið fyri dømingini er hendan
virkisætlan, sjálvur básurin, framløgan og ein samrøða við
dómararnar. Vinningurin er luttøka í kappingini Ung Virk-
somhed í Danmark seinni í ár. Har er vinningurin luttøka
í eni evropeiskari kapping, sum Young Enterprise skipar
fyri. Besta virkið har verður útnevnt Company of the Year.
FAKTA
Kalt í Grønlandi
Fyri nøkrum mánaðum síðani varð dagliga tosað og
skrivað um, hvussu tann veksandi hitin á Jørðini fær
ísin í Grønlandi at bráðna, og nú frættist, at hesin
veturin er tann kaldasti í Grønlandi í 10 ár. Eitt nú
liggur øll Diskovíkin undir ísi, sum er hálvan annan
metur tjúkkur. Í gjár vóru 26 kuldastig í Ilulissat, og so
kalt hevur tað ikki verið har síðani 1996. Nuuk hevur
havt millum 20 og 25 kuldastig, men nú siga
veðurmenninir lýggjari veður.
Agnar F. Joensen, Hemming Petersen,
Herborg Hansen, Lilja Thorsteinsson
og Hermann Mørkøre eru í ferð við
at leggja síðstu hond á fyrstu føroysku
slangorðabókina »Hvista«