mikudagur 16. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 11 - 16. januar 2008
Sosialurin
Átrúnaður og
politikkur
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fólkaræðið byggir á meginreglurnar um rættin
til frítt at tala, hugsa, trúgva og frítt at velja
politiska valdið við frælsum og loyniligum valum.
Okkara vesturlendska fólkaræði byggir hartil á
alment galdandi kristin grundvirði. Átrúnaður
og politikkur eru ein sera vandamikil blanding.
Hetta hava vit óteljandi dømi um í søguni.
Hvussu nógv kríggj, harðskapur og kúgan hava
ikki staðist av, at átrúnaður og politikkur eru
vorðin blandað saman. Vit kunnu bert minna
á tey stóru átrúnaðarkríggini, sum komu í
kjalarvørrinum á trúbótini, vit kunnu minna á ta
ræðuligu viðferð sum eitt nú upprunatjóðirnar
í Amerika fingu, har tey vórðu kúgað við
halgubók í aðrari hond og svøri í hinari. Vit
kunnu minna á lagnu armenska fólksins, á
Norðurírland og síðst men ikki minst skuldi verið
óneyðugt at mint á ræðuleikarnar á Balkan, sum
hendu fyri bert heilt fáum árum síðani og so ikki
at forgloyma muslimska fundamentaismu, sum
hóttir ein stóran part av vesturheiminum.
Tað stendur einum og hvørjum frítt at stovna
politiskar flokkar á eitt nú kristnum støði,
men tað er bæði ósakligt og ókristiligt at
lýsa politiskar flokkar, sum byggja á vanligar
demokratiskar meginreglur sum ókristiligar ella
tað, sum verri er. Átrúnaður er ein privat søk,
og tað er ikki sameiniligt við okkara alment
galdandi demokratisku grundsjónarmið, at
politiska yvirvøldin skal taka sær rætt til at gera
av, hvat borgarin skal trúgva. Hetta er ein søk
millum borgaran og Gud. Seinastu árini hava vit
sæð eitt vaksandi rák, har kristindómurin verður
politiseraður. Vit møta alt meira harðmæltum
krøvum um, at lóggávan skal gerast bíbilsk.
Hvat merkir hetta? Skulu vit við øðrum orðum
skifta okkara lóggávu, sum byggir á upplýsing,
demokratiska heimspeki og vanlig kristiliga
lívsáskoðan um við eitt nú Móselógina. Tað er
væl eingin, sum í ramasta álvara gongur við
slíkum ætlanum í Føroyum.
Hinvegin tykjast tey, sum stuðla teimum, sum
taka sær rætt til at politisera kristindómin, ikki
at vanda sær um atburð ella val av miðlum, tá
tað ræður um at vinna politiskt vald og sverta
teir flokkar, sum ikki verða mettir kristiligir. Vit
vita ikki, hvør, ið hevur sent postkortið, sum øll
føroysk húski hava fingið, og sum býtir flokkar
upp í kristiligar og ókristiligar. Vit ákæra tí
ongan fyri hesa ósømiligu og ókristiligu gerð.
Men uttan mun til, hvør, ið hevur ábyrgdina,
er hetta eitt dømi um, hvussu ódámlig
samanblandingin av átrúnaði og politikki er.
3
Síðulinjan
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eg fari ikki at øsa meg um,
at onkur føroyingur ger
eina talvu, sum skal
illustrera, hvussu kristiligir
teir føroysku flokkarnir
eru. Annað kunnu vit ikki
vænta í Føroyum. Kanska
er talan um ein forstýraðan
fanatikara. Kanska um ein
borgara, sum vil hava eitt
sindur av humor inn í
valstríðið, og sum spælir
hund við Føroya fólki.
Hvør veit. Higartil er
einans upplýst, at ein privat
persónur stendur aftanfyri,
og at ein føroysk fyritøka
hevur fíggjað.
Innihaldið á lepanum
øsir meg heldur ikki. Men
tað, sum øsir meg, er Post
verk Føroya, sum ber eitt
slíkt pappír út í hvørt heim
í Føroyum miðskeiðis í
einum valstríði. Tað, sum
øsir meg, er ein totalt
ábyrgdarleysur stjóri,
Sofus Clementsen at navni,
sum á Rás 2 í gjár ikki tók
frástøðu frá tilburðinum og
ikki so mikið sum viður
kendi, at Postverkið hevur
gjørt ein fatalan brølara.
Í staðin borðreiddi hann
við eini jánkasligari útsøgn
um, at “vit í framtíðini fara
at endurskoða manna
gongdirnar á økinum”, og
at “vit ikki hava nakað
fordømi”. Og tað, sum
eisini øsir meg, er, at
advokaturin hjá Postverki
num seinni í gjár rætt
vísgjørdi ein tilburð, sum
er moralskt forkastiligur.
Um eingin paragraff í
viðkomandi lóg inniheldur
greið krøv um, at slíkt
tilfar SKAL hava ein
avsendara, ja, so hava vit
eitt stórt hol í lógini, sum
má endurskoðast sum
skjótast.
Eg eri ikki lógkønur og
fari tí heldur ikki at meta
um § 14 í løgtingslóg nr.
135 frá 18. oktober 2001,
har tað stendur, at Post
verkið ikki skal bera út
tilfar, sum er “ólógligt,
ósømiligt ella æruskemm
andi”, hóast eg ikki ivist í,
at nógvir føroyingar meta
tað vera bæði ósømiligt og
æruskemmandi, at Post
verkið ber út eitt pappír,
sum bólkar flokkar og
veljarar átrúnaðarliga. Sum
um tað finst ein útgáva av
kristindóminum. Men eg
loyvi mær at gera ta
niðurstøðu, at tá Postverkið
fyrst ber út í hvørt heim
slíkt tilfar og síðani noktar
at upplýsa avsendara og ta
fyritøku, sum rindar, og tað
enntá mitt í einum val
stríði, so hevur Postverkið
mist alla etiska ábyrgdar
kenslu.
Hvør er prinsipiella
avleiðingin av hesum? Jú,
hon er, at eg í morgin kann
fáa Postverkið at bera mær
ein faldara út, sum t.d.
spillir ein flokk ella eitt
valevni út, og sum er uttan
avsendara. Niðurstøðan er,
at nú kunnu fólk og dólgar
í kardumummubýnum frítt
fáa Postverkið at bera
alskyns tvætl út í hvørt
heim í Føroyum, uttan at
nakar avsendari verður
upplýstur. Hetta er sama
orsøk til, at bløðini loksins
blakaðu dulnevndu lesara
brøvini á øskudungan.
Postverkið skuldi tikið við
læru frá bløðunum.
Eg leggi lítið í juridisku
frágreiðingina hjá løg
frøðinginum hjá
Postverkinum, sum sigur,
at Postverkið ikki hevur
ábyrgd av, at navn skal
kunna setast á avsendara.
Hetta er og verður
moralskt forkastiligt og
birtir upp undir eitt skrivi
og talufrælsi, har avstump
aðir ræðuskítar stórtrívast.
Fortreytin fyri allari
konstruktivari kjakmentan
er, at vit vita, hvør tosar,
skrivar ella á annan hátt
ber sín boðskap fram, so
vit kunnu plasera ábyrgd
ina og atfinningarnar, um
vit hava nakrar. Men tað
meta Sofus Clementsen og
løgfrøðingur hansara ikki.
Og tí haldi eg tað vera
best, at Sofus fer heim at
leggja seg eina løtu.
Far heim, Sofus
Clementsen!
Á SÍÐULINJUNI gera
blaðfólk á Sosialinum
viðmerkingar í sam
bandi við løgtingsvalið