Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 13 Ávaringar um yvir­ hitaðan búskap tróta ikki. Kreppan nærkast. Vit standa á skriðubakkanum, men hvat vita vit í veru­ leikanum? Hvussu er búskaparliga støðan í Føroyum? Tað kostar einki at tosa um samfelagsbúskaparlig viður­ skifti í Føroyum. Men vit mangla tøl. Vit mangla vitan og skil fyri, hvussu føroyski búskapurin virkar. Og vit mangla siðvenju fyri góðum búskaparligum kjaki, har farið verður eftir bóltinum heldur enn manninum. Samfelagsbúskaparliga kjakið fer í dag fram millum politikarar, sum nýta búskapar­ lig hugtøk til at leggja fram teirra politisku argumentir. Búskaparligu greiningarnar eru mangan ófullfíggjaðar, tí argumentini eru politisk, og snúgva seg meiri um – sum eisini er væl skiljandi – at vísa, at sitandi landsstýri er ábyrgdarleyst ella hinvegin, at landsstýrið hevur styrkt útboðið av arbeiðsmegi við at lækka persónssskattin. H var er kjakið hjá fak­ og bankabúskaparfrøðingum um føroyska búskapin? Hvar er kjakið hjá fak­ og bankabú­ skaparfrøðingunum um førda fíggjarpolitikkin? Búskaparráðið og Lands­ bankin koma við sínum góðu greiningum, men báðir stovnar hava avmarkaðir resursir. Økið hevur ikki høga politiska rað­ festing, møguliga tí at fleiri upplýsingar og meira vitan høvdu sett munandi størri krøv til politikkarnar um at vera ábyrgdarfullir – óansæð um teir sótu í landsstýri ella í andstøðu. Um ( Fíggjarlógar karmarnir vórðu samtyktar í Løgtinginum á vári, og tað einstaka sundur­ býtið á kontostøði samtykt um heystið, hevði tað økt um hugin hjá Løgtinginum at stýra búskapinum. Á henda hátt vórðu fíggjarlógartingingarnar býttar upp í tveir partar, har stýringin av búskapinum er í fokus um várið, meðan heystið snýr seg um politisku raðfest­ ingina innan fyri viðtiknu rammurnar. Búskaparliga politiska kjakið í Føroyum snýr seg ofta um at hava mest møguligt yvirskot á fíggjarlógini, men almenna fíggjarætlanin er ikki sum í eini vanligari fyritøku. Fíggjarlógin er eitt samfelagsligt stýriam­ boð. Ein mennari, ein sundur­ býtari og ein trygd fyri vælferð okkara. A vlop á fíggjarlógini sigur ikki neyðturviliga nakað um, hvussu gott tað gongur. Tað er eitt tekin um, at tað almenna krevur ov nógv í skatt – og tað er sjálvandi mikið skynsamt, um ynski er at minka um blokkin – men annars merkir avlopið í roynd og veru, at tað almenna hevði kunnað býtt betri, at tað almenna kundi veitt fleiri tænastur, og at tað almenna kundi sett størri virksemi í gongd. Avlop er sjálvandi skilagott, um tað almenna aktivt roynir at stýra búskapinum, tá ið ferðin er ov stór við at tálma eftir­ spurninginum í samfelagnum, við at økja skattin og við at halda aftur í almennum íløgum og nýtslu, soleiðis at man framvegis hevur tamarhald á búskapinum. V ánalig stýring økir um vandan fyri, at eitt vakstrar­ tíðarskeið knappliga kann enda sum niðurgongd orsakað av ov stórum lønarvøkstri, versnaðum kappingarførleika, størri skuld, sum so kann enda við øktum arbeiðsloysi, minkandi inntøk­ um frá skatti og avgjøldum og at fleiri fyritøkur fara á heysin. Hvør hevur ábyrgd fyri at stýra føroyska búskapinum í dag? Hvørji eru okkara inflationsmál? Hvussu velja vit at stýra prísvøkstrinum? Hvør hevur eina meining um hetta? Hvør orðar gjøgnumgangandi reformar innan skatta­ og avgjaldsøkið? Hvar eru sosial­ og pensións reformarnir? Hvar eru búskaparligu útrokning­ arnar av avleiðingunum í krón­ um og virksemi? Hvussu stórt skal avlopið á fíggjarlógini vera? Í hvussu stóran mun skal vera tikin fyri konjunktur­ ávirkan? Tað er ótrúliga týdningar­ mikið, at onnur enn andstøðan fyrihalda seg kritiskt til førda búskaparpolitikkin, tí ein góð stýring er altavgerandi fyri eina sunna og støðuga samfelags­ menning. Vit mangla eitt ótal av grund­ leggjandi vitan. Aftur her tørva resursir á Hagstovunu. Tørvurin á vitan kann samanberast við, at vit eru noydd at finna veg í einum stórbýi við at hyggja at einum avoldaðum og slitnum býkorti. Onkuntíð passar kortið nøkunlunda, meðan tað til aðrar tíðir er beinleiðis misvísandi, og tú ánar ikki, hvar tú ert. Eitt dømi: Hava vit lønar­ vøkstur, av tí at lønirnar hækka ella lla tí vit arbeiða meira, tí tað er tørvur á arbeiðsmegi? Føroyski búskapurin hevur í fleiri ár verið í stórum vøkstri. Fleiri siga, at vit eru aftur í teim villu áttatiárunum, men eru vit tað? Kann partur av hákonjukturi­ num ikki koma av, at føroyski búskapurin var heilt niðri á botni í 92­94? Roynir búskap­ urin bara at koma afturi til sína langtíðarstøðu? Ella hava vit fyri langara tíð síðani hálað innaftur tað forsømda og eru nú á veg uppaftur við 100 km/t? Hava vit nátt toppin av konjukturinum og standa yvirfyri eini djúpari kreppu? Ella eru vit bara í fer við at savana okkum styrki til enn eitt vakstrartíðarskeið? Hvussu ógvuslig verður niðurkølingin av búskapinum, tá hon kemur? Í løtuni eru týdningarmiklastu bremsirnar fyri føroyska búskapin vaksandi renturnar, sum minka eitt sindur um lánihugin, óróligu fíggjarmarkn­ aðirnir, sum hava gjørt pen­ ingastovnar meira afturhaldandi við at geva lán, umframt manglandi arbeiðsmegi (mín óskjalfesti pástandur). Hesar báðar mekanismur bremsa vøkstrinum í 2008, men tað hevði verið betri, um vit høvdu dáta og vitan, so vit t. d. við 90 prosents trygd kundu sagt, at eftirspurningurin í samfelagnum vaksur í 1 pro­ sentum í 2008. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Eru vit komin á eggina? Tíðargreinin í morgin Rakel Helmsdal: Alt sum elskuligt er tíðargreinin Søren L. Bruhn stjóri í Suðuroyar Sparikassa Tíðargreinin Framhald á næstu síðu