mikudagur 16. januar 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 11 - 16. januar 2008
(2.partur)
Til ber at varðveita
heild og mentan
studentaskúlans
í einum depli í
Marknagili eins væl
og í Hoydølum, tí
depilin hevur tríggjar
sjálvstøðugar eindir.
Hetta er eisini avgjørt
neyðugt
Tað er sera umráðandi at
varðveita studentaskúla
skipanina uttan ov stórar
broytingar, sum hon er, tí
vit vita av áralongum
royndum, at hon riggar.
Hon hevur kortini ikki
verið nóg góð fyri øll, tí
hon hevur eisini sínar
avmarkingar. Tí vóru vit
noydd at útbyggja skipan
ina við HF í 1974. Nøkur
vóru ímóti, tey hildu ikki,
at tað var neyðugt, tað fór
at lækka støðið, ørkymla
næmingarnar við ov mong
um og fjølbroyttum til
boðum osfr. Hesi hugsaðu
als ikki um fjølbroytni
næminganna. HF var ein
hin besta pedagogiska og
samfelagsliga íløgan í
øllum tí danska ríkinum,
eisini í Føroyum. HF fekk
ein hóp av næmingum í
útbúgving, sum annars ikki
høvdu trivist á studenta
skúla. Teir høvdu verið
snýttir av samfelagnum, tí
tilboðini, sum samfelagið
hevði at bjóða, vóru alt ov
fá til fjølbroytni næming
anna. HFnæmingarnir
hava verið við til at lyfta
og fylla tær stuttu og miðal
stuttu framhaldandi útbúgv
ingarnar. Tað hevði sam
felagið dyggiliga brúk fyri.
Sjálvandi varðveittu vit
studentsútbúgvingina.
Studentaskúlaskipanin livir
sera væl saman við HF,
hóast tað er ein heilt onnur
skipan. Ja, vit hava enntá í
fleiri fakum frálíkt og
inspirerandi samstarv. Hvat
um vit søgdu, at vit onki
vildu hava við HF at gera,
tí tað var á lægri og øðrvísi
støði. Vit undirvísa ofta
studentum og HFnæming
um í sama flokki, tá tørvur
er á tí. Studentaskúlin er so
sterkur, at ongin fær meg
at trúgva, at nakar annar
skúli kann lækka støðið á
honum. Tíðin varð búgvin
til HF í 1974. Nú er tíðin
búgvin til, at Føroya
Studentaskúli torir at lata
hurðarnar upp fyri umheim
inum, altjóðagerðini og
samstarvinum við aðrar
skúlar. Í dag er næminga
hópurin nógv fjølbroyttari
og krevur nógv fleiri ymisk
tilboð av fakum, enn vit
geva okkum far um. Í
lestrarvegleiðingini leggja
vit dent á at eggja næming
unum at velja grein og fak
eftir áhuga, men hvussu
kunnu teir gera tað, tá
tilboðini eru alt ov fá og
avmarkað, og so serstak
liga tá møguligu tilboðini
ikki verða boðin, tí ov fáir
næmingar eru at velja tey.
Hetta er galdandi fyri allar
miðnámsskúlar, tí teir
liggja spjaddir. Um Føroy
ar skulu menna seg og fóta
sær sum tjóð til fjølbroytni
og støðugar broytingar í
altjóða samstarvi, mugu vit
fyrst læra at samstarva
innanhýsis í okkara egna
landi. Tað kunnu vit læra í
einum skúladepli heldur
enn í isolatión í Hoydølum.
Tað ber eisini til at planta
trø í Marknagili, har eru
eisini áir og gøtur og nógv
víðari øki. Hvør kann vera
so afturhaldssinnaður at
forða fyri bara at geva
samstarvi millum teir
tríggjar skúlarnar ein
møguleika? Verða møgu
leikarnir nú stongdir fyri
samstarvi, verður mistakið
ivaleyst ikki rættað í hesi
øldini.
Neyðugt er at samstarva
fyri at skapa og menna
fleiri fak, sum annars
ongantíð verða boðin
næmingunum. Eisini
mugu vit forða fyri, at
fleiri fak hvørva orsakað
av tvørrandi samstarvi.
Jú fleiri næmingarnir eru
sum td. í einum depli, jú
fleiri fak kunnu bjargast og
mennast. Lat meg taka
nøkur dømi um, hvussu
lívsneyðugt tað er at sam
starva í lítlu Føroyum, um
vit skulu menna okkum.
Russiskt er longu avlívað,
tí vit hava ov fáar næm
ingar í Hoydølum, men vit
hava lærarar. Fleiri á
Handilsskúlanum kundu
valt russiskt saman við okk
um og bjargað fakinum.
Eitt árið høvdu næmingar
valt russiskt í 1. og 2. s við
tí í hyggju eisini at velja
fakið á hástigi í 3. s, sum
eftir kunngerðini er ein
møguleiki. Men gakk! Nú
vóru brádliga ov fáir næm
ingar, og tí vóru nakrir
teirra noyddir at velja enskt
og týskt í staðin, hóast teir
upprunaliga høvdu í
hyggju at velja russiskt. At
læra russiskt mál er alneyð
ugt, um vinnuliga sam
starvið við Russland skal
mennast; Nólsoyarfjørður
er ofta fullur av russiskum
skipum, men ongin lærir
russiskt í Føroyum, tí vit
ikki samstarva millum
skúlarnar. Sama er gald
andi fyri mítt fak franskt.
Miðstigið er nógv minkað,
og hástigið hevur tvær
ferðir verið um at dottið
niðurfyri, tí ov fáir næming
ar vóru at velja tað. Í sam
starvi við Handilsskúlan
kundu vit bjargað fleiri
fakum. Eg vildi fegin givið
fleiri næmingum frá Hand
ilsskúlanum møguleika at
valt franskt, men tað er
ómøguligt, tí vit liggja
spjaddir. Í løtuni havi eg
ein 1. s við bert 12 næm
ingum í fronskum, og eitt
hástigshold við bert 5
næmingum. Hetta holdið
mundi verið av ongum í
summar, fyrstu ferð í 30 ár.
Lógu vit í einum depli,
høvdu nógv størri møgu
leikar verið bæði at bjargað
og at boðið fleiri næming
um fleiri fak.
Sama er galdandi fyri
fleiri onnur fak, sum
annaðhvørt eru við at
doyggja út ella ikki verða
boðin næmingunum, tí ov
fá velja fakini, ella tí ov
dýrt er at seta lærarar til
ov smáar flokkar. Nøkur
av hesum góðu og væl
egnaðu fakum verða bert
boðin hendinga ferð. Og
tað ringasta er, at tá
næmingar ynskja sær
hesi fak ella enntá velja
tey, fáa teir alt ov ofta at
vita, at tað ikki ber til.
Orsøkin er aftur, at vit
liggja spjadd.
Lat meg nevna nøkur
av teimum fakum, sum í
løtuni líða undir hesi
somu deyðiligu vanlagnu:
franskt B, russiskt B,
latín A, grikst A, týskt
A, evning B, filmur og
sjónvarp C, fiskivinna
C, fornaldarfrøði C,
geografi B, latín B og
C, leiklist C, oljufrøði
C, stjørnufrøði C,
teldufrøði C, tøkni C,
vinnulívsbúskapur C.
Sum sæst, er hetta ein
hópur av fakum, sum als
ikki verða brúkt í nóg
stóran mun. Nøkur av
hesum fakum kundu vit
boðið næmingunum í nógv
størri mun, um vit lógu
saman í einum depli. Ì
veruleikanum er henda
støða tragisk fyri næming
arnar. Eg havi sæð bæði
keddar og grátandi næm
ingar, sum ikki hava fingið
møguleika at velja tey fak,
teir ynsktu sær. Somuleiðis
høvdu Handilsskúlin og
Tekniski Skúli havt eina
rúgvu av fakum at boðið
okkara næmingum. Serliga
teimum næmingunum, sum
hvønn dag uppliva, at hvør
skúli sær als ikki hevur tað
útboð av fakum, teir ynskja
sær og hava evnir til. Sam
starv hevði eisini givið
nógvum nýggjum fakum
ein reellan møguleika. Í
dag eru tilboðini minkandi
og doyggjandi. Fleiri
næmingar høvdu farið at
blóma, um teir fingu eitt
øðrvísi samansett tilboð.
Hetta verður aldri møgu
ligt, um vit grava okkum
niður í Hoydølum.
Annars hava vit á Føroya
Studentaskúla nakrar
flokkar við alt ov fáum
næmingum umframt
aðrar størri flokkar, sum
væl kundu rúmað nøkr
um fáum næmingum
afturat. Á HH á Handils
skúlanum manglar teim
um hesi tilboð til nakrar
næmingar, sum høvdu
ynskt at fingið okkurt av
hesum fakum við atliti at
tí útbúgving, teir ætla at
velja í framtíðini. Nøkur
dømi: støddfrøði, franskt,
russiskt, spanskt, týskt,
evning, films og sjón
varpskunning, fiskivinna,
geografi, heimspeki,
ítróttur, leiklist, lívfrøði,
oljufrøði, stjørnufrøði og
tøkni.
Fer Tekniski Skúli í Havn
at bjóða HT, eru brádliga
uppaftur fleiri fak, sum
skúlarnir kunnu samstarva
um.
Øvugt kunnu vit siga, at
nakrir av studentaskúla
næmingunum fegnir høvdu
valt nøkur av teimum
fakum, Handilsskúlin og
Tekniski Skúli høvdu at
bjóða. Her eru nøkur dømi:
altjóða búskapur,
sølubúskapur,
vinnulívsrættur,
virkisbúskapur,
ársroknskapur,
fyriskipan,
marknaðarførsla og
multimediadesign.
Á Handilsskúlanum er
støðan tann sama sum í
Hoydølum. Næmingarnir
fáa ikki møguleika at velja
øll tey fak, teir annars
kundu, um skúlarnir sam
starvaðu. Eitt árið valdu
tveir á HH at taka stødd
frøði A í Hoydølum, tí ov
fáir næmingar vóru, men tá
var neyðugt hjá teimum at
eiga bil! Skemaleggingin
er eisini ein stórur trupul
leiki, um skúlarnir ikki
liggja tætt saman.Eitt árið
fingu næmingarnir ikki
týskt, tí ov fáir valdu tað.
Teir kundu fingið týskt í
Hoydølum.
Bæði Handilsskúlin og
Studentaskúlin eru heldur
lítlir í nógvum førum at
bjóða tvey hold, og í summ
um førum megna teir ikki
at bjóða eitt hold. Hetta er
syrgiligt. Nakrir HHarar
td., sum ynskja at fara
undir hægri lestur í teldu
frøði , kundu hugsa sær at
valt fysikk, men tað fáa
teir bara á studentaskúl
anum.
Vit líða eisini í ávísan
mun undir ov smáum val
holdum, tí pedagogiski
innanhýsis dynamikkurin
verður ov lítil. Mínar
Nýggjur studentaskúli í Marknagili er besta loysnin!
studentaskúlalærari
Róland í
SkoRini
… Eru vit komin á eggina?
Tíðargreinin
Vøksturin í 2008 er bara ein
av mongu spurningum, sum
tað er ótrúliga týdningarmikið
at vit finna svarið til – eitt svar,
sum tey fægstu kenna, men tey
flestu hava eina meining um.
Tað hevði verið lættari, um
vit gjørdu íløgur í eina kanning
av viðurskiftinum við at víðka
dátugrundarlagið og greiningar
reiðskapin, soleiðis at vit við
nógv størri trygd kundu sæð
og tikið hædd fyri, hvønn veg
tað gongur, og hvørjar
avleiðingar politisk átøk fáa.
Hetta hevði skapt eitt meira
proaktivt, politiskt umhvørvi.
Føroyski búskapurin í dag
er merktur av einum metlágum
arbeiðsloysi, einum
risaundirskoti á handilsjavna
num, høgum íbúðarprísum,
høgum inntøkum frá mvg, sum
fíggjar ein stóran part av
fíggjarlógini, manglandi
arbeiðsmegi, vaksandi rentum,
men koyra vit við fullari ferð
út av eggini?
Her er týdningarmikið at
hava í huga, at vit júst hava
havt eitt generelt skifti í
samfelagnum, sum hevur
leysgivið nógvar miðlar upp á
styttri sikt. Skiftið frá 20 ára
bústaðarfígging til eina
bústaðarfígging við møguleika
fyri avdráttarfrælsi. Hetta
skiftið hevur givið tí einstøku
familjuni størri
nýtslumøguleikar.
N
akrir av hesum
nýtslumøguleikum eru
brúktir til nýtlsu og aðrir at
trýsta prísin upp. Onkrir eru
nýttir til íbúðarábøtur, og aðrir
eru til dømis farnir til íløgur.
Føroyski búskapurin skal finna
fótafesti við nýggjum treytum,
har lønir, prísir, arbeiðsloysi,
nýtsla og lántøka skulu falla
upp á pláss og til ró á einum
nýggjum støði. Tað, sum vit
síggja í løtuni, er (mín
teoretiski pástandur) eisini ein
partur av einari tillagan, har
búskapurin er við at finna eina
nýggja javnvág.
Upp á styttri sikt førir
tillaðingin til størri eftirspurn
ing, økta privatnýtslu, øktar
íbúðarprísir, størri skatta og
avgjøldsinntøkur og manglandi
arbeiðsmegi? Upp á longri sikt
stegðar vøksturin í húsaprísum
og nýtsluni. Fólk hava fingið
nýggjan flatskerm og bil
nummar tvey, men ynskja ikki
bil nummar trý.
Eftirspurningurin eftir
íbúðum í Havn fer eisini at
verða mettaður, sum síðani fer
at minka um virksemið í byggi
vinnuni við teimum avleið
ingum fyri aðrar vinnur, som
levera til byggivinnuna, ið
minkar ferðina á búskapinum
og harvið kølir hann niður.
Men hvat nú um BP finnur
stórar mongdir av olju á
føroyska landgrunninum? So
kemur ikki friður á búskapin,
og so fara vit veruliga at
síggja, hvussu nógv
búskapurin er førur fyri at
vaksa!
Standa vit á skriðubakka
num? – Tað vita vit ikki, men
tað kostar einki at gita.