Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 15 Í Sosialinum nr. 1 2. januar viðger Dorit Hansen støð­ una hjá lokalu valfeløgu­ num, nú Føroyar eru blivnar eitt valdømi, har hon hevur samrøður við tríggjar ymiskar persónar um aktuellu uppstillingina til løgtingsvali. Og í Sosiali nr. 4 7. januar hevur Stefan í Skor­ ini viðtalu við Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing um valstríðið, har eisini valfeløgini verða umrødd. Í sambandsflokkinum er skipanin tann, at lokalfeløg­ ini taka sær av uppstill­ ingini til løgtingið, men nú er støðan broytt til at alt er eitt valdømi. Floksleiðsla sambandsfloksins skeyt tí upp at valfeløgini skuldu nýta síni gomlu valdømi sum grundarlag, men at talið av valevnum skuldi verða í mun til fólkatalið í valdøminum og fólka­ grundarlagið var hetta: Norðoyggjar 4 valevnir Eysturoy 7­8 valevnir Norðstreym 2­3 valevnir Suðurstreym 12 valevnir Vágar 2 valevnir Sandoy 1 valevni Suðuroy 4 valevnir Tilsamans 32­34 valevnir. Nú er uppstillingin liðug og sambært kunngerð frá Løgtingsvalnevndini sær valevnislistin hjá sambandsflokkinum soleiðis út: Norðoyggjar 2 valevni Eysturoy 8 valevni Norðstreym 4 valevni Suðurstreym 10 valevni Vágar 3 valevni Sandoy 1 valevni Suðuroy 4 valevni Tilsamans 32 valevnir Hetta vísir, at í mun til fólkatalið, so hevur Norð­ oyggjar 2 valevni ov lítið. Norðstreym 1 valevni ov nógv. Suðurstreym 2 val­ evni ov lítið. Vágar 1 valevni ov nógv. Meðan hini hava tað valevnistali tey vóru biðin um at stilla upp. Og tí má ein ásanna at Jógvan Mørkøre samfelags­ frøðingur hevur partvís rætt tá hann sigur »Valdið er tikið frá teimum lokalu valfeløgunum«. Men tað eru tvey sløg av frávikum. Summa staðir eru ov nógv valevni og aðra staðir eru tey ov fá í mun til fólka­ grundarlagið, so hetta tykist rættiliga ørkymlandi. Tað er komið alment fram, at floksleiðslan hevur trýst eitt valevni afturat á listan úr Vágum, sum er 50% meir enn fólkagrundarlagið har er til, so nú skulu tær lokalu atkvøðurnar í Vágum teoretiskt býtast í trý í staðin fyri í tvey, sum kann koma at kosta Vágoynni tingmannin og í staðin fær ein annar sessin har val­ evnini eru færri í mun til fólkagrundarlagið. Til samanberingar kann nevnast at um sami loystur var nýttur til Suðurstreym sum í Vágum, so hevði uppstillingin í Suður­ streymi sæð soleiðis út. Fyrst 12 valevnir + 50% afturat, so skuldi Suðurstreym havt 18 valevnir og har eru bert 10. Hetta skal ikki takast sum nøkur ábreiðsla á valevnini, hvørki so ella so, men er ein ásannan av, at uppstillingin bygt á fólkagrundarlagið úti um landið, ikki er farin rættvíst fram og tað harmar meg at floksleiðsla sambands­ floksins hevur sáa split og ónøgd millum lokalfeløg, tí hetta kann koma at skaða flokkin almikið. royndir og eygleiðingar í mong ár vísa, at ongin veruligur bati á nevndu økjum kann fremjast, um vit ikki hava ein næminga­ hóp upp á minst 1000 til 1200 næmingar at taka av. Men er neyðugt at undirvísa í øllum hesum smáu fakunum? Ja, so avgjørt! Tí í samvinn­ uni við onnur lond bæði málsliga, vinnuliga og mentanarliga er neyðugt, at nakrir føroyingar læra seg nøkur fak sera væl, um samstarvið skal eydnast. Fyrr hildu vit, at best var, at so nógvir føroyingar sum møguligt lærdu seg eitt sindur av øllum, td. eitt sindur av fronskum, russiskum, sponskum, kemi, fysikk og øðrum fakum. Nú hugsa vit øðrvísi, leiðin fram hjá Føroyum í altjóða høpi er, at nakrir føroyingar læra seg nøkur fak so væl og virðiliga, at teir kunnu brúka tey í millumlanda samvinnu og í td. gransk­ ing. M.a tí er neyðugt, at so mong fak sum møguligt verða boðin so nógvum næmingum sum gjørligt, so at nógvir føroyingar gerast serkønir hvør á sín­ um øki. Samstundis mugu allir næmingar sjálvandi væl og virðiliga læra tey almennandi felagsfakini. Við framtíðini, globaliseringini og næminganna fjølbroytni í huga mugu vit skapa nýggjar opnar karmar fyri menning. Tað verður praktiskt ongantíð møguligt, um vit ikki samstarva í einum depli. At koyra ímillum Hoydalar og Marknagil í fríkorteru­ num, sum onkur hevur nevnt, er meiningsleyst. Ongin noyðsla liggur í samstarvi, skúlarnir eru sjálvstøðugir og skulu røkja sín egna profil, men at taka møguleikan frá skúlunum at samstarva sjálvbodnir og nýskapandi er beinleiðis skaðiligt fyri menningina av ungdómi­ num í Føroyum. Niðurstøða: 1. Rætt er at friða bæði bygningar og økið í Hoydølum. 2. Politikararnir eiga at lurta eftir tí samdu bygginevndini og Gunnari Hoydal. 3. Í deplinum í Markna­ gili eiga teir tríggir skúlarnir at hava hvør sín profil. 4. Hugsanin um at byggja í stigum í Hoydølum má sleppast, tí hon er kostnaðarmikil og utopisk. Hon krevur eisini, at fløtan verður oyðiløgd við vegi. At halda fram við at pjøssa um gomlu bygningarnar, at flyta veggir, grava út kjall­ arar osfr. er meinings­ leyst og ov dýrt, tí tað ger alt ov lítlan mun. 5. Depilin í Marknagili kann eins væl og Hoy­ dalar brúka ítróttarøkið í Gundadali og á Hálsi. 6. Nógv betri pláss er í Marknagili at byggja, sum vit vilja, bæði bygningar og ítróttar­ facilitetir. 7. Næmingarnir eiga at sleppa at velja ímillum tríggjar ymiskar skúlar og útbúgvingar í depli­ num, men ongin eigur at forða teimum at brúka teir fjølbroyttu valmøguleikar, sum depilin og samstarvið gevur. 8. Diversiteturin í teimum trimum útbúgvingu­ num má varðveitast í deplinum, val­ og sam­ starvsmøguleikarnir mugu ikki forkomast við at byggja í Hoydøl­ um. 9. Hvør skúli sær skal framvegis dyrka síni serøki á høgum støði til frama fyri næming­ arnar og í kapping við hinar skúlarnar, sum eisini hava síni serøki. 10. Synergieffektin í ein­ um depli er sjálvandi ein stórur fyrimunur. Hon førir ikki til nivellering, tvørtur­ ímóti, um hon verður brúkt rætt, førir hon til hægri støði og talent­ menning. 11. Stórur tørvur er á samstarvi í depli, tí annars doyggja fleiri fak út. Fakfeløgini skuldu verið tey fyrstu at barst fyri teimum lærarum, sum eru við at missa sítt arbeiðs­ grundarlag vegna vantandi samstarv. 12. Studentaskúlin, HH og HT geva allir gymnas­ iala útbúgving, sum bæði er almennandi og gevur atgongd til framhaldandi lestur. Tær geva eisini allar á onkran hátt atgongd til vinnulívið. 13. Stórur tørvur er eisini á samstarvi, tí annars sleppa næmingarnir ikki í nóg stóran mun at velja eftir egnum evnum og ynski, sum vit altíð ráða teimum til í lestrarvegleiðingini. 14. Um vit ikki liggja sam­ an í depli, er praktiskt ómøguligt at fáa nakað burtur úr samstarvi, tí tá mugu bæði næming­ ar og lærarar koyra ímillum. 15. Tann fasti skúlaflokk­ urin á ymsu skúlunum má sjálvandi varðveit­ ast í almennandi felagsfakunum sum nú, sjálvt um næmingarnir fáa nógv størri valmøguleikar. 16. Haldast má fast við grundhugsjónina, at samstarv í einum lítl­ um samfelag sum Føroyum er ein menn­ andi fyrimunur, sam­ stundis sum vit halda fast við eina ávísa kapping. 17. Vit skulu læra at sam­ starva tíðliga í lívinum og koma at kenna útbúgvingarnar hvør hjá øðrum. 18. Vit eiga at varðveita tað besta í øllum trimum útbúgvingu­ num og brúka sam­ starvsmøguleikarnar at menna og geva íblástur til nýggjar møguleikar bæði fyri næmingar og lærarar. 19. Við nóg nógvum næmingum er stórur møguleiki at gera eitt 4. og 5. framhaldsár á universitetsstøði. 20. Eisini er størri møgu­ leiki at gera serflokkar við næmingum, sum mangla ávísar førleik­ ar, ella eru veikir á onkrum øki. 21. Fráfallið minkar mun­ andi, um valmøguleik­ arnir eru fleiri. 22. Almenna og fakliga støðið hjá ungdómi­ num sum heild fer at hækka, eins og tað eisini hendi, tá HF var knýtt upp í studenta­ skúlan í 1974. Heitt verður tí inniliga á myndugleikarnar at lurta eftir bygginevndini. Gevið fyrrverandi rektarans og leiðslunnar stríði gætur. Fremjið ætlanirnar, ið hann saman við bygginevndini vegna skúlan legði fram. Viðmerking til Ingeborg Vinther Er trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum í lagi? Settist hugagóður at lesa Sosialin fríggjakvøldið 11. januar 2008 eftir loknan arbeiðsdag. Forsíðan á blaðnum prýddi tey, ið sambært veljarakanning hjá Fynd og Sosialinum koma at mynda landsins leiðslu eftir eitt komandi væl, um vit velja at fylgja ábendingunum. Innan eg kom til sjálvar útgreiningarnar av veljarakanningini, rendi eg meg í eina grein frá Ingeborg Vinther ­ ið eg meti sum ein av undangongukvinnunum, og forkemparunum, innan føroysku arbeiðararørsluna ­ og setti hon spurningin, hvørs trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum er í lagi. Eftir at hava lisið greinina hjá Ingeborg Vinther sat eg eftir við einari undarligari kenslu. Tað sigst, at stutt er mansins minni. Eg vil tó viðmerkja, í sambandi við greinina, at so stutt nýtist mansins minni ikki verða. Ingeborg ger í greinini nógv burturúr, hvørs man kann hava álit á einum flokki, ið hevur tikið framstandandi politikkarar, frá ávíkavist Sjálvstýrisflokkinum og Sambandsflokkinum, undir sítt veingjabreiði. Í greinini nevnir Ingeborg Vinther beinleiðis Helenu Dam á Neystabø, og kann eg sjálvsagt gita meg til, at hin persónurin hon sipar til er Heðin Mortensen. Ingeborg Vinther endar grein sína við at siga, ”undir øllum umstøðum er vandi fyri at gamla javnaðarhugsjónin, sum eitt stórt tal av okkara løntakarum hava stuðlað, fer at hvørva, nú valevni frá øðrum flokkum og við øðrum hugsjónum fáa fría atgongd til at stilla upp fyri Javnaðarflokkin”. Lat meg siga tað beint út Ingeborg. Tíðirnar broytast, tað gera vit eisini sum menniskju. Vit kunnu nýta orðini hjá fyrrverandi socialdemokratiska statsministaranum í danmark, ”tú hevur eina støðu, inntil tú tekur eina nýggja”. Tey bæði valevnini tú umrøður í greinini, eru mær vitandi uppruna javnaðarfólk, ið hava fingið javnaðarhugsjónina inn við móðurmjólkini. Eg havi sjálvur verið við til, at innlima bæði Helenu Dam á Neystabø og Heðin Mortensen aftur í Føroya Javnaðarflokk, tí eg ­ saman við øðrum ­ metti tey sum virðilig umboð fyri júst hugsjónarliga grundarlagnum, umframt menniskiliga førleika teirra, ið er merkt av at fáa nakað av skafti, sum tænir bæði nær­ og fjarð umhvørvinum hjá okkum føroyingum. Tað undrar meg tí, at tú setir spurnartekin við hesi, havandi í huga, at tú saman við øðrum góðum fólki, umboðaði Verkamannafylgingina stutt tíðarskeið á Føroya Løgtingi. Fylkingin hálvveraði javnaðarrørsluna í tingmannatalið. Eftirtíðin hevur tó víst okkum, at javnaðarrørslan stóð innan Verkamannafylkingina, og hon stendir framvegis, eftir at fylkingin er farin í søguna. At persónar skifta flokkar á lívsævuni er ikki nakað nýtt fyribrigdi, og nýtist tíðansheldir ikki verða teimum at ampa. Tað er ikki eintíðugt bundið saman við, at hesi ikki vilja landi og fólkið tað besta, men heldur eitt tekin um, at tey finna seg til rættis við teirra egna virðisgrundarlag. Markering tín er stuttsiktað ­ um enn, hon er vælmeint ­ havandi í huga, at tað neyvan finst politiskur flokkur, ið kann skjóta seg undir, ikki at hava vælevnir sum hava flutt áskoðan og flokk við tíðini. ”Av skaða gerst man klókur, men sjálvdan ríkur”. Tað er tí mín áskoðan, Ingeborg, at tú ­ saman við restini av javnaðarfólkunum, kann sessast friðarliga. Tey umboð í mynda flokkin til valið hesuferð, vilja stuðla hugsjónini, og leiða arbeiðið í flokkinum frameftir, til frama fyri alt føroyska fólkið. Bjarki Mohr Fyrrverandi løgtings­ formaður, Toftir jógvan i. olsen Útjaðari undirumboðaður