mikudagur 16. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 11 - 16. januar 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tað tynnist í skaranum av Gøtu
fólki, sum eg sjálvur minnist sum
ímynd av bygdini. Nýggjársdag
fór Johan á Fløtti til gravar, og
leygardagin 12. januar andaðist
Anna hjá Grækaris. Hon var eitt
av mínum tilknýtum til mína tíð
sum
gøtumaður.
Upprunaliga
búðu vit í sama túni í gomlu
Norðragøtu. Tað var altíð ein frægd
at hitta Onnu, so fitt og skilagóð
hon var. Seinast var hetta á hennara
92 ára føðingardegi í august.
Anna var dóttir Fredrikku,
ættað úr Funningsfirði og Óla Ják
up Zachariassen, í Jákupsstovu.
Anna gekk sum fleiri ættarlið
av gøtufólki í skúla hjá ”gamla
lærara” Símun Paula í Konoy.
Afturat honum var Jákup Simon
sen, sum seinni gjørdist versonur
Símun Paula. Anna og hennara
javnaldrar gingu í „gamla skúla“,
har tey fingu ta mentan, sum ser
liga Símun Pauli stóð fyri. Hann
var ein lærari, sum skapti sær re
spekt og virðing millum næming
arnar.
Í gamla skúla var sera trongt
við bert einari skúlastovu. Anna
greiddi frá, at við tey borðini,
sum vóru ætlað trimum næming
um, máttu fýra sita. Hetta merkti,
at tørvur var fyri borðplássi. Tí
mátti ein av teimum fýra næm
ingum upp í vindeygakarmin at
skriva! Tey máttu eisini skiftivís
ganga í skúla um kvøldarnar.
Tá var ofta bølamyrkt at ganga
millum Norðragøtu og Gøtugjógv
á vetri. Men onkur loysn var fyri
tí. Næmingarnir fingu skorið
botnin úr eini fløsku. Eitt kertu
ljós varð sett í botnin, sum so aft
ur varð settur í fløskuna. Og hetta
hjálptust tey við. Hóast trongar
umstøður kom væl burtur úr frá
læruni hjá Konoy og hinum
lærarunum í Gøtu.
Anna mintist eisini, tá hon
sum smágenta fyrstu ferð var í
Havn, og hetta var sanniliga ikki
ein sjálvfylgja hjá børnum tá í
tíðini. Hetta var, meðan hospitalið
í Havn varð bygt. Teir fingu sand
in til stoypingina úr Norðragøtu.
Hann varð fyltur upp í sekkir, og
síðani vórðu sekkirnir førdir til
Havnar við „Brynhild“, sum var
ein motorbátur hjá handilsmann
inum Tummas Jakku á Geilabø.
Og so ein dagin sleppur Anna
saman við øðrum børnum til
Havnar við ”Brynhild”. Hetta
var dagur í viku!
Tá ið Anna er 14 ár, verður hon
konfirmerað. Hetta hendi norðuri
við Gjógv, har júst nýggj kirkja
var bygd.
Aftaná var at fara út at tæna.
Anna fór til Fuglafjarðar til Onnu
og Jákup Haraldsen. Jákup var
reiðari við nógvum virksemi, so
her var talan um eitt valahús, har
tað eisini var nóg mikið at gera.
Meslingagrindin
Anna kom aftur til Gøtu í 1935,
og hetta var tað árið, tá ið mes
lingagrindin var í Gøtu. Hetta
komu tey í Jákupsstovu at merkja
av álvara.
Anna og Olea, systir hennara,
fingu ringar meslingar, sum
kundi vera hættislig sjúka hjá
vaksnum fólki. Tær vóru tá 20 og
22 ára gamlar. Anna hóraði við
neyð og deyð undan, meðan Olea
doyði. Ein triðja systir, Tomasia,
sum tá var 18 ár, gjørdist eisini
sjúk. Men hjá henni gjørdist
sjúkan ikki so hættislig.
Anna mintist væl hendan van
lukkudagin 29. november í 1935.
Hon hevði ætlað sær at fara at
skjóta harur saman við systkina
børnunum Jógvan Martin og
Marsannu á Kletti. Men mamman
helt ikki, at hetta var nakað fyri
konufólk at fáast við, so tær
slerdu av. Men sama morgun eru
grindaboð, og tá varð alt við haru
skjótingini gloymt.
Ein rúgva av fólki ymsa staðni
frá kom til bygdina í sambandi
við grindina, so líkindini fyri, at
ein smitta kundi breiða seg, var
av teimum bestu. Olea arbeiddi í
“pakkhúsinum”, tí gamla handl
inum í Norðragøtu, og Anna varð
boðsend at hjálpa til, tí so nógv
var at gera vegna alt fólkið, sum
var komið í bygdina. Tí hava tær
verið serliga útsettar.
Tær báðar løgdust sjúkar leygar
morgunin tann 7. desember. Fyrst
fingu tær fepur, sum fall aftur
sunnumorgunin, tá tær vóru mest
sum fepurfríar. Men út á dagin fer
fepurin at økjast í stórum, og Anna
mintist, hvussu hon merki, at fep
urin reyk upp, og kom heilt upp á
41,3, meðan Olea fekk enn meiri
fepur og kom upp á heili 41,7 stig.
Hósdagin eftir doyr Olea, og for
eldrini fingu at vita frá læknanum,
at Anna fór ikki at klára náttina.
Fyri at verja Onnu mátti hon held
ur ikki fáa at vita, at systirin var
deyð. Tá ið Olea fór til gravar varð
tískil ikki ringt við kirkjuklokkuni
fyri at Anna ikki skuldi fáa varhug
an av, hvør ið mundi fara til
gravar.
Tað stóð um lív nógva aðra
staðni eisini, og tað vóru fleiri,
sum doyði, bæði í Gøtu og aðra
staðni við. Tað, sum ráddi um, var
at skýggja og at sleppa sær undan
smittuvanda. Foreldrini Óla Jákup
og Frederikka fóru í karantenu
inni í Kongsbø, og tey kundu ikki
fylgja dóttrini til gravar.
Tey høvdu alla grund til at ræð
ast meslingarnar. Fredrikka hevði í
1916 mist tvey systkin av hesi
sjúku, og var hetta eisini ein dram
atisk søga um, hvussu beiggin
smittaði systrina.
Giftist við Grækaris
Anna giftist í 1939 við Grækaris,
son Elisabeth f. Gregersen og
Tummas Hans Hansen úr Norða
gøtu. Hann hevði annars verið
trúlovaður við Oleu og giftist nú
við systrini.
Grækaris var ein rættiligur
fiskimaður, sum var á sjónum
stóran part av sínum virkna lívi.
Hann var føddur í 1906. Hann
fór til skips í 1921 við „Only Sist
er“, har hann var við í fleiri ár.
Hann tók stýrimansprógv í
1934, og var síðani bestimaður
við fleiri skipum. Men í 1937 fór
hann við „Kyrjasteini“, sum Ják
up Haraldsen hevði latið byggja í
Korsør. Grækaris var bestimaður
fyrstu árini, men í 1940 gjørdist
hann skipari, og tað var hann til
1947. Hann kom tískil at sigla
undir øllum krígnum, og hann
var bert ein túr heima alla hesa
tíð. Men hetta gekk væl uttan
stórvegis óhapp av krígsávum.
Men hjá Onnu var tað tó ein
ampi at hava mannin á sjónum
hesa tíð. Afturat hesum kom tann
støðugi óttin fyri minum í Norðra
gøtu. Hesin óttin var heldur ikki
ógrundaður, tí minur brustu í
báðum Gøtunum.
Grækaris sigldi meira og
minni fram til 1973, so Anna hev
ur verið fiskimannakona so tað
forslær. Hann doyði í 1979.
Anna og Grækaris fingu seks
børn. Tey høvdu ta sorg at missa
trý teirra sum smá. Men børnini,
sum komu til, eru Olea, Finnbogi
og Tróndur,
sum
øll
hava
familju.
Anna var eitt skilafólk
Anna var eitt stak skilafólk. Var
ein spurningur um eitt hvørt, so
var bert at spyrja Onnu og hon
visti tað sum var at vita. Hon gav
til dømis eisini sítt íkast, tá FF
blaðið kundi seta umrøddu mes
lingasøgu uppá prent. Hon átti
eisini myndir frá hesi grind.
Tað var ein serligur hugni at
koma inn til Onnu. Seinnu árini
búði hon hjá dóttrini Oleu og
versoninum Áslakki. Anna var so
positiv og fitt at koma inn til, og
tað var so lívsjáttandi at fáa eitt
prát við hana og við húsfólkini
annars. Hon var eisini serliga ættar
kær og visti nógv um ætt. Tað var
heldur ikki sørt, at vit vóru í ætt.
Langomman var nevniliga úr
Tjørnustovu.
Anna fekk eitt langt og gott lív.
Vit eru mong, sum koma at minn
ast hana við takksemi.
ó.
Til minnis um
Onnu Hansen í Norðragøtu
13. januar 1983 stóð í
Sosialinum:
Tá pedellurin í Vágs skúla
læt hurðina upp inn í eina
skúlastovu, var ein harður
brestur og skúlastovan fjald
ist í krútroyki. Tað vísti seg
at eitt battarí var fest við
leidningum yvir hurðini í
skúlastovuni. Tá hurðin fór
upp, gekk skotið av. Hend
ingin fór fram eftir skúlatíð.
Skúlastjórin Jákup Olsen
sigur við Sosialin, at áður
plagdu skúlabørn at skipa
fyri ymsum snildum, eitt nú
at hanga eina spann við
vatni oman fyri hurðina,
sum holvdist tá lærarin kom
inn, men í dag sær ungdóm
urin so nógv í sjónvarpinum,
sum gevur teimum hugskot
til bæði eitt og annað.
Skúlastjórin helt ikki at
bumban var ætlað pedellin
un, men einum lærara sum
hevði sum sín fyrsta skúla
tíma í júst hesi stovu.
Í blaðnum er eitt áhuga
vert lesarabræv:
Nær var politiið seinast í
Sandoynni?
Ein ið nevnir seg huldumað
ur skrivar at framman undan
jólum varð boðað frá at nú
fór politiið ordiliga at taka
sær um reiggj, ljós skuldu
kannast, spiritusroyndir tak
ast og nógv annað. Her í
Sandoy hava bilar koyrt í
mánaðir
sundurknúsaðir
framman og ljósini eru sum
Harragud veit.
Her er einki politi á nøkr
um vegi. Her er besti gróðrar
botnur, ið hugsast kann fyri
at koyra fullur, við ongum
koyrikorti, ov ungur ella ann
að, ið ein kann hugsa sær, ið
ikki samsvarar lógini.
At enda spyr huldumaður
in um politimeistarin kann
svara honum upp á, nær
politiið seinast var úti og
kannaði bilar í Sandoy.
Annars skrivar blaðið m.
a.um sjónleikin »Sømand,
Sømand«, sum danski leik
listamaðurin Niels Ander
sen hevði skrivað. Leikurin
var spældur
í Kagganum. Í skránni hjá
Sjónvarpsfelagnum sæst, at
ein kriminalfilmur í týsku
røðini Der Alte, har Köster
kriminalpolitistur skal kanna
eitt morð, verur sýndur
fríggjakvøldið 14. januar.
Sosialurin fyri 25 árum síðan:
Bumba brast í skúla
Anna var ein positiv
kvinna, og tað var so
lívsjáttandi at hitta
hana