Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 17 Andlát og jarðarferðir Kára Vægter Joensen, ættað úr Tórshavn, búsit­ andi í Høje Tåstrup, andaðist í heiminum mána­ dagin, 44 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Tummas Jacob Jensen úr Skálavík, vanliga nevndur Tom, fer til gravar úr Skálavíkar kirkju hósdagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Dagurin 17. januar. Antionius, róptur hin Mikli. Føddur í Herak­ les í Egyptalandi umleið ár 250. Býtti allar ognir sínar út millum tey fátæku og livdi síðan sum einbúgvi í oyði­ mørkini, men stóð í brævaskifti við mætar kirkjumenn og gjørdi eisini vart við seg í stríðinum um ta kristnu kirkjulæruna, sum Arius íbirti. Antonius doyði í 356. Grikska navnið merkir hin blómandi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Hans Andru Lindarstein andaðist og varð jarðaður. Tøkk til kirkjutænarar, Hera prest, berarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringing, vitjan og peningagávu til Deild 7 (demens) á Landssjúkrahúsinum. Ein serstøk tøkk til heimahjálpina, -sjúkrasystrar og Umlættingarheimið, sum í tí dagliga vóru um hann. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Judith, Rannvá, Jóannes og Markus við familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá pápi, abbi og verfaðir okkara Jaspur Midjord Tórshavn andaðist og fór til grava Tøkk til starvsfólkini á G4 fyri góða røkt og umsorgan undir langu sjúkraleguni. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum í hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til krabbameinsfelagið. Familjunnar vegna Tove, Óli og Charles Í gjár frættist, at Jóhannes Tauser, ætt­ aður av Eiði, búsitandi í Helsingør var deyður leygardagin, 105 ára gamal. Hann var føddur 23. februar 1902, so tað restaði bert ein góður mánaði hjá honum at gerast 106 ár. Vit vita bert um ein annan føroying, sum er blivin 105 ár. Hetta var Fred­ erikka Sigvardsen, Drikka á Fløtti, frá Gjógv, sum var fødd 2. juli 1875, og sum doyði 23. november 1980. Johannes gjørdist tískil um eitt hálvt ár eldri enn Drikka. Sum vit hava umrøtt í hesum teigi, doyði sonur Drikku, Karl Jakku Sigvardsen herfyri knappliga 103 ára gamal, so sigast kann, at tey eldast væl í ættini. Elsti føroyingur í dag er Margretha Egholm, sum býr á Lágargarði. Hon verður 105 ár 28. mai komandi. Teir elstu føroyingar, sum vit annars vita um, eru Jógvan Hansen úr Vestmanna og Anna Askham úr Havn, sum bæði gjørdust 104 ára gomul. Eldri kirkjubøkur siga tó frá eldri fólkum, men her verður hildið, at tal­ an hevur talan verið um skrivifeilir. Góður fiskimaður Jóhannes var næstelstur av átta systkj­ um, fimm systrar og tríggir brøður. Foreldrini vóru Maria, f. Olsen, úr Sørvági, og Jákup Poulsen av Eiði. Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips. Hann sigldi til dømis við Galway, Lítlu Emmu og Slatrinum. Honum dámdi væl at sigla, og var hann ein heppin fiski­ maður, og tað lá væl fyri at fiska. Sum 19 ára gamal var hann við ein­ um suðuroyarskipi. Tá hitti hann fyrru konu sína, Alexandru, sum tænti á Tvøroyri. Alexandra var ættað av Skála, men hon vaks upp hjá fostur­ foreldrum sínum í Havn. Tey vóru Jóhanna, ættað úr Hovi, og Óla Tauser úr Havn. Mamma Óla var úr Havn, meðan pápin var týskari. Harav eftir­ navnið Tauser. Alexandra og Jóhann­ es giftust, búsettust í Havn og fingu sær eftirnavnið Tauser. Tey fingu tríggjar synir: Jóhan, Jákup Martin og Gunnar. Alexandra doyði í 1942. Son­ urin Jóhan býr á Norðasta Horni í Havn, Jákup Martin sigldi úti og búsettist seinni í Danmark, og Gunnar búsettist í Vági. Jákup Martin og Gunnar eru báðir deyðir. Seinni giftist Jóhannes upp aftur við Elin, f. Niel­ sen, úr Heiðunum. Tey bæði fingu Aspu í 1948 og Jenny í 1953. Fyrst í fimmtiárunum vóru ringar tíðir í Føroyum. Torført var eisini at fáa kjans, so í 1954 keypti Jóhannes sær egnan bát og róði út í fýra ár, og tað bar væl til hjá honum. Hesa tíðina seldi hann nógvan fisk í Vágsbotni. Umframt at rógva út lossaði hann eisini á kajuni. Men í 1959 avgjørdu hann og konan, Elin, at flyta til Dan­ markar saman við døtrunum Aspu og Jenny. Tey búsettust í Helsingør. Hóast Johannes hevði siglt alt sítt lív, slepti hann heilt sjólívinum og fekk sær arbeiði á gummiverksmiðjuni Tretorn í Helsingør, og seinni arbeiddi hann á skipasmiðjuni har. Hann fór frá við eftirløn sum 67 ára gamal. Men hann settist ikki hendur í favn. Hann hevði ein kolonihava, sum hann gjørdi til ein vakran urta­ garð. Hann var so dugnaligur, at hann fekk fleiri heiðurslønir fyri sín fram úr vakra urtagarð. Hann hevði hendan kolonihavan, heilt til hann var 84 ára gamal. Hann byrjaði av nýggjum, tá eldra dótturin fekk sær urtagarð. Hann var tá 95 ára gamal og arbeiddi við hesum urtagarðinum, líka til hann varð 98 ár. Johannes hev­ ur altíð verið ein arbeiðssamur mað­ ur. Hann hevði av náttúru eitt sera gott sinnalag, var róligur og arbeiddi málrættað. Fyri at halda seg sjálvan í gongd bakaði hann síni egnu breyð, umframt at hann eisini gjørdi knettir og rippaði húkar. Sum 34 ára gamal kom Johannes til persónliga trúgv, og hevur hann verið virkin í Frelsunarherinum, bæði í Havn og í Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes í mong ár fastur harmoniku­ spælari. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul. Báðar døturnar búgva í Helsingør, og tær hava verið nógv um pápan. Tá Jóhannes fyri knøppum ári síð­ ani fylti 105 ár, helt hann føðingardag heima hjá sær sjálvum. Millum gestirnar vóru sum umboð fyri Eiðis kommunu Tordur Niclasen og Jógvan K. Mørkøre. Hendan dag­ in varð borðreitt við øllum góðum, har ímillum franskbreyði og knettum, sum hin 105 ára gamli sjálvur hevði knoðað. Hin gamli sat hugagóður í seingini og át turran fisk. Uttan brill­ ur sá hann á skræðuni, at hetta var hýsa! Tað er óneyðugt at siga, hvussu nógv samfelagið er broytt í hansara livitíð. Í 1901 vóru 15.230 fólk í Før­ oyum. Størsti fólkavøksturin síðan 1890 hevði verið í Suðuroy. Hetta var árið, Jóannes Patursson fyrstu ferð varð valdur í fólkatingið. Hetta bert fyri at geva eina ímynd av, hvussu langa tíð Jóhannes hevur livað. Men nú er henda gamla kempan farin. Friður veri við minni hansara. ó. Jóhannes Tauser farin: Gjørdist elsti føroyingur nøvn Elsti føroyingur, búgvandi í Danmark, andaðist leygar­ dagin. Jóhannes Tauser, ætt­ aður av Eiði, náddi 105 ára aldur 23. februar í fjør. Hevði hann fingið 42 dagar afturat, so hevði hann nátt tey 106 árini næsta mánað. Jóhannes flutti av Eiði til Havnar sum ungur maður, men í 1959 flutti hann við konu síni, Elin, til Helsingør, har hann hevur búð í egnari íbúð til nú hann doyði. Jóhannes Taus­ er var mettur av døgum, nú hann legði frá sær. At hann legði frá sær, kunnu vit av sonnum siga, tí millum jól og nýggjár knoðaði hann deiggj, sum dótturin skuldi nýta til bakstur, og miku­ dagin sæt hann i songini og rippaði húkar, og fríggja­ dagin sæt hann í songini og hjálpti dótturini at leggja klæðir saman. Jóhannes kom aldri á eitt heim at búgva. Hann eigur tvær døt­ ur í býnum, og tær hava ver­ ið um hann hvønn dag. Dótturin, Jenny, sigur, at pápin var klárur til tað sein­ asta og at hann flutti frið­ fullur og óttaleysur her frá. Jarðarferðin verður leyg­ ardagin 19. januar kl.12.30 úr kappellinum í Helsingør kirkegaard. Eftir jarðar­ ferðina verður bjóðað til ervið í hølunum hjá Frels­ unarherinum í Helsingør, har høvið verður at heilsa uppá familjuna og at bera eina heilsu fram, um ein ynskir tað. Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Elsti føroyingur deyður