Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 11 - 16. januar 2008 Stutt Sagt Sonur Sarkozy hóttur Tann tíggju ára gamli Louis Sarkozy, sum er sonur franska forsetan, Nocolas Sarkozy, og fyrrverandi konu hansara, Cecilia, hevur fingið eina drápshóttan ígjøgnum fartelefonina. Tíðarritið Le Point skrivar, at løg­ reglan hevur tikið tveir menn í sambandi við mál­ ið. Sambært tíðarritinum høvdu menninir aftan fyri hóttanina fingið nummar­ ið á fartelefonini hjá Louis Sarkozy frá einum manni, sum arbeiðir tjá telefelagnum Orange. Ein talsmaður hjá løgregluni í París sigur, at tilburðir sum hesin henda av og á, men at tey, sum hótta ein smádrong við lívinum, eru ikki rættsiktað. Fingu rós frá Rice Amerikanski uttanríkisráð­ harrin, Condoleezza Rice, var eftir øllum at døma væl nøgd við tað, sum hon sá og fekk at vita, tá hon í gjár vitjaði Bagdad. Við tíðindafólk segði hon, at teir sunni­ og shiamus­ limsku leiðararnir hava gjørt eitt dygdargott ar­ beiði og givið irakska fólkinum vón um eina betri framtíð. Hon legði tó dent á, at irakska sam­ felagið er veikt enn, og at teir iraksku leiðararnir hava nógvar uppgávur eftir at loysa. Flestu uttan fyri hjúnarlag Fronsk hagtøl vísa, at tey flestu børnini, sum vórðu fødd í Fraklandi í 2006, vórðu fødd uttan fyri hjúnarlag. Hetta árið komu 830.300 fronsk børn í heimin. Av teimum høvdu 50,5 prosent ógift foreldur, og hetta er fyrstu ferð, at tey flestu børnini eru fødd uttan fyri hjúnarlag, skrivar AFP. Í 2005 høvdu 48,4 prosent av nýføðingunum ógift foreldur, men fyri tíggju árum síðani var hetta talið 40 prosent. Fronsku myndugleikarnir vænta, at 816.500 børn koma í heimin í Fraklandi í ár. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Ronald Reagan og George W. Bush fingu síni hugskot frá amerikanska fólkinum. Tað fái eg eisini (Mitt Romney) útlond The grand old man í grønlendskum politikki noyddist í gjár at siga seg úr embætinum sum tingformaður, tí ein kvinna í umsitingini hevur meldað hann fyri kynsligan ágang ­Tann óró, sum skuldset­ ingarnar ímóti mær hava elvt til, eru óhepnar fyri virðingina fyri Landstingi­ num og umdømi Grønlands úti í heimi, samstundis sum tær ávirka virksemið hjá flokki mínum. Við hesum í huga kenni eg meg noyddan til at siga meg úr embætinum sum formaður í Landstingi Grønlands. Hetta brotið er úr tíð­ indaskrivi, sum Jonathan Motzfeldt sendi út seinna­ partin í gjár eftir ein fund ímillum floksleiðsluna og tingbólkin hjá Siumut. Tað var Hans Enoksen, floks­ formaður og landsstýris­ formaður, sum hevði kallað inn til fundin, og hann var væl nøgdur við avgerðina hjá tingformanninum. ­Eg eri ómetaliga glaður fyri, at Jonathan tók hesa avgerðina sjálvur, og hann fær okkara fulla stuðul, segði Hans Enoksen. Hann gjørdi samstundis greitt, at Jonathan Motzfeldt er ikki dømdur og tí verður verandi tingmaður, og at hann varðveitir øll síni politisku álitisstørv. Ósekur Jonathan Motzfeldt heldur uppá, at hann er ósekur í skuldsetingunum, sum starvskvinnan í umsitingini hevur reist ímóti honum. ­Tað er umráðandi hjá mær at leggja dent á, at eg havi reina samvitsku, og at eg á ongan hátt havi gjørt meg inn á viðkomandi kvinnu. Tí fari eg at brúka mínar møguleikar í rætt­ arverkinum til at reinsa meg, skrivar Jonathan Motzfeldt í tíðindaskriv­ inum, sum hann sendi út í gjárkvøldið. Grønlendskir fjølmiðl­ ar skriva, at kvinnan meldaði tingformannin og ein embætismann í august í fjør, men at løgreglan í Nuuk legði málið til viks, tí hon helt ikki, at talan var um nakað revsivert. Ta avgerð­ ina góðtók kvinnan ikki og sendi kærdi avgerðina til ríkisadvokatin. Tað gjørdi hon í desembur, og ríkis­ ákærin hevur lovað at svara innan tveir mánaðir. Jonathan Motzfeldt meldaður fyri kynsligan ágang 10. januar skrivar blaðið Sermitsiaq, at ein kvinna, sum arbeiðir í umsitingini hjá Landstinginum, hevur meldað ein topp­politikara og ein almennan stovnsleiðara fyri kynsligan ágang. Sambært blaðnum var tilburðurin heima á topp­politikaranum á vári í 2007. 11. januar avsannar umsitingin hjá Landstinginum leysatíðindi um, at tað er Jonathan Motzfeldt, tingformaður, sum er meldaður fyri kynsligan ágang. Umsitingin skrivar, at Motzfeldt er hvørki skuldsettur ella avhoyrdur. 14. januar almannakunngera grønlendsku fjølmiðlarnir eitt tíðindaskriv frá kvinnuni, sum sigur seg hava verið fyri kynsligum ágangi. Í tíðindaskrivinum skrivar kvinnan, at tað vóru landstingsformaðurin og ein embætismaður, sum vóru kynsliga ágangandi ímóti henni heima á landstingsformanninum. 15. januar er fundur millum formansskapin og tingbólkin hjá Siumut um støðuna. Hin samgonguflokkurin, Atassut, krevur landstingsformannin frá, og tað sama gera Demokratarnir. Jonathan Motzfeldt er staddur uttanlands, men kemur á fundin seinnapartin. Løtu seinni boðar Hans Enoksen, floksformaður, frá, at tingformaðurin leggur frá sær. Gongdin í málinum ­Under besøget i landstingsformanden hus fulgte han uden min viden efter mig ud på toilettet. Jeg hørte ham, og vendte mig forskrækket. Han tog hårdt fat i mig og befamlede mig og blev ved, selv om jeg sagde stop, og bad ham gå. ­ Jeg kunne ikke frigøre mig. Herefter har jeg ingen klare erindringer om, hvad der efterfølgende skete, før jeg flere timer efter omtumlet blev placeret i en taxa. I taxaen var jeg stadigvæk uklar og sammen med en embedsmand, der ligeledes havde været tilstede i landstingsformandens hus. Han prøvede voldsomt at befamle mig i taxaen. Han blev ved med at komme med grove seksuelle tilnærmelser. Jeg afviste ham meget klart. Ved ankomsten til min bolig var jeg stadigvæk meget forvirret og opdagede dybt chokeret, at jeg var blevet iført et par alt for store herrebukser og manglede mine egne bukser og underbukser. Jeg havde derfor heller ikke mine nøgler og måtte gå hen til en kollega. Hun modtog mig i en ulykkelig forfatning. Dagen efter fortalte hun mig, at jeg havde virket dybt traumatiseret. (Brot úr tíðindaskrivi hjá kvinnuni, sum hevur meldað Jonathan Motzfeldt og ein embætismann fyri kynsligan ágang ímóti sær.) -Bóðu meg tiga Jonathan Motzfeldt hevur fleiri ferðir verið í Føroyum. Her er hann á ríkisfundi í Føroyum við Edmund Joensen, løgmanni og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra í januar í 1998