Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 11 - 16. januar 2008 ] Sámal Hansen, ið smíðaði 10-manna- farið Eysturoying í 1998, hevur úr at gera, bæði við at byggja bátar og umvæla teir, hann hevur bygt – Eg føli stóra ábyrgd fyri øllum mínum bátum, sigur bátabyggjarin úr Runavík RÓGVING Niels Petersen niels@sosialurin.fo - Eg føli stóra ábyrgd fyri øllum mínum bátum, og tí mugu umvælingar takast fram um nýggju bátarnar. Nú megni eg at smíða einar fimm nýggjar bátar um árið, og nógvu umvæling- arnar gera, at eg mangan ikki kann halda gjørdar avtalur, sigur Sámal Han- sen, bátabyggjari úr Runa- vík. Áhugin byrjaði tíðliga Sámal byrjaði at rógva á ungum aldri. Longu sum 16-17- ára gamal róði hann á fyrsta sinni, og hevur líka síðan tá hav tein brennandi áhuga fyri hesi hørðu ítrótt. Sámal minnist, at hann longu tá, byrjaði at hava til vana at trýna inn á gólvið hjá Andreasi Hammer, ið var bátabyggjari. - Haðani stavar fasinatión- in av fakinum, hóast eg ikki beit merki í mannagongd- irnar, ið nýttar vóru. Men áhugin má vera vaktur har, sigur Sámal, ið minnist at tað var hugnaligt at trýna inn á gólvið hjá Andreasi. Kappróðrar- báturin fyrr Síðan einaferð, seinast í 50- unum, hevði Niklas í Koltri verið nærum einarráðandi innan bygging av kappróð- rarbátum, hóast ein fugl- firðingur, við navninum Engelbrett, ið millum aðrar, bygdi Stráluna og Snop- prikk. Niklas byrjaði við at byggja kappróðrarbátin Miðving, og tað var seinast í 50-unum, og tá hann sein- ast í 80-árunum, steðgaði sítt yrki, hevði hann bygt so gott sum allan flotan, ið tá kappaðist í føroyskum kapp- róðuri. Í 60-unum hevði hann sína glæsuligastu byggitíð, tá vinnan, av røtt- um blómaði upp. Nýhugsan mátti til Sámal byrjaði í 1996 at hyggja eftir sniðum og mát- um á teimum nýttu bátu- num, á ymsu stevnunum, og so fór hann í holt við at byggja sín egna bát, ið eftir ætlan, skuldi vera skjótari og lættari enn teir gomlu. Hann legði dent á, at spring- ið skuldi vera pent. Fyrsta royndin hjá Sám- ali, at byggja ein kappróðr- arbát varí 1996, tá hann bygdi Kjøl, og hann mann- aði hann við fólki ymsa staðni frá. Sjálvt um venj- ingarstøðan var lítil og ong- in, megnaðu teir at liggja heilt frammaliga, í hvørjum róðuri, og hetta fekk feløg- ini kring landið at opna eyguni fyri hesum nýklakta bátabyggjaranum úr Runa- vík, ið er útbúgvin maskin- smiður. Fyrispurningarnir øktust alsamt, og í 1998 lat hann úr hondum Eystur- oying, og hesin guli báturin, ja honum nýtist onga víðari frágreiðing. Hann hevur myndað oddin í føroyskum kappróðuri líka síðan. Ikki longur ein hjávinna Tá Sámal byrjaði at byggja bátar, var tað bert ein lítil hjávinna hjá honum, men so hvørt sum eftirspurning- urin vaks, var hann greiður yvir at hann noyddist at nýta meira tíð til nýggju vinnuna. Í januar í 2000, tók Sámal so tað avgerð, at hann tók farloyvi frá arbeiði sínum, og byrjaði at byggja bátar, sum fulltíðarstarv. Málið er rokkið Málið, ið Sámal setti sær er langt síðan rokkið, og hann umhugsar, hvat hann nú fer at gera. - Mítt mál er langt síðan rokkið, og arbeiðsbyrðan er sera tyngjandi til tíðir. Eg havi bygt ein bát, í hvørjari bátastødd, og tað er so eisini rokkið nú, sigur Sámal Han- sen Økta arbeiðstrýstið og fyrispurningarnar hava fing- ið meg til, í trý ár, at um- hugsa at gera bátabyggingina til eina hjávinnu aftur. – Tað er oftani strævið at standa einsamallur og arbeiða, sig- ur hann og leggur afturat at hann fegin hevði vilja sæð aðrar bátabyggjarar koma inn í vinnuna eisini. So longi sum teir hava nakað originalt at bjóða. Annars er tað líkamikið, um man ikki kann levera eina vøru, ið man 100% sjálvur kann standa fyri, og sum ikki eru ”margfaldingar”. Hetta hev- ur Sámal Hansen úr Runa- vík at siga, um nakar um- hugsar at fara inn í hesa áhugaverdu vinnu. Framtíðin Sámal vónar at so nógvar manningar sum gjørligt, kunnu manna 10-mannafør- ini kring landið í ár. Vit mugu fáa eina megnarkapp- ing í aftur kappróðurin, tí tað er lítið mennandi fyri ítróttina og íðkarar tess, at eitt kappingarár, sum til dømis í fjør, kemur fyri. Eysturoyingur fekk onga kapping frá hinum, og vann við fleiri bátslongdum í hvørjum einasta róðuri. Hetta má ikki koma fyri aftur, sigur Sámal Hansen, ið er spentur uppá komandi kappingarár. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Sámal hevur úr at gera Eysturoyingur mest vinnandi bátur í føroyska kappróðrarflotanum. Hann bygdi Sámal í 1998