mikudagur 16. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
3. partur
Henda frásøgnin stavar frá, tá
undirritaði Harald Anthoniussen
var við Arizonu, sum strandaði við
Selvogsnes í Íslandi tann 9. apríl
1932.
Um Arizonu
Í 1901 keypti Jens Evensen keyp
maður og reiðari í Havn saman
við Kristiani Jacobsen skipara,
á Geilini í Nólsoy, sluppina
Arizonu. Arizona var bygd í Rye
í Onglandi í 1882 og var 83 tons
til støddar og skrásett TN 6.
Kristian á Geilini førdi Arizonu
til 1917, tá annar nólsoyingur,
Johan Danielsen í Lon, loysti
hann av og førdi hana í tvey ár.
Kristian á Geilini seldi tó longu
í 1910 sín hálvpart í skipinum til
Jens Evensen, sum soleiðis átti
hana einsamallur tey síðstu árini,
hon var skrásett í Havn. Í 1919
varð Arizona seld til Johannes
Johannesen í Leirvík, Leirvíks
Jóannes.
Í 1928 fór Leirvíks Jóannes við
Arizonu til Danmarkar at taka
dammin úr henni. Henda túrin
varð Arizona ásigld og fekk stóran
skaða. Hon varð umvæld oman
vatnskorpina, og hon fekk eisini
motor ísettan. Ein Skandia 45
HK motor. Arizona var skrásett í
Leirvík, FD 401, til hon í 1932 fór
á land undir Selvogsbjørgunum.
Skiparar á Arizonu vóru annars
Kristian í Geilini, Nólsoy, Johan
í Lon, Nólsoy, Kristian á Kinn,
Lambi og Klæmint Klein úr
Oyndarfirði.
Klæmint var føddur 8. juli 1894
í Sjúrðastovu við Gjógv. Tók
skiparaprógv í 1918. Førdi White
Star í 1918 og 19 og Arizonu hjá
Leirvíks Jóannesi í 1920 og 21.
Var skipari á Bonetu 1923. Sigldi
síðani við øðrum skipum til hann
vegna sjúku legðist uppi á landi.
Klæmint í Oyndarfirði doyði 25.
mai 1938.
Hann var tískil skipari á
Arizonu, tá ið Andrias í Tarti,
systkinabarn Harald, fór fyrstu
ferð til skips í 1921. Andrias var
við, áðrenn skipið fekk motor,
og meðan tað enn hevði damm.
Hesum hevur Andrias greitt frá í
FFblaðnum í 2006.
Jóannes átti eisini Kristionnu
og Ortariu. Jóannes og sonurin
Kristian gingu burtur undir kríg
num við Kristionnu, tá teir fóru
niður at selja.
Jóannes hevði handilsvirki
í heimbygdini, og hann var ein
framúr framburðsmaður, sum
dóttir hansara Dora greiddi frá í
FFblaðnum.
Jóannes var eisini skipara
lærdur, men hevði vanliga aðrar
skiparar til sínu skip. Tveir ungir
skiparar í Oyndarfirði høvdu siglt
við honum. Teir vóru Klæmint
Klein og Sofus Rinkustein. Tí
høvdu oyndfirðingar serligan
áhuga fyri hesum skipum.
Brellið eftir at sleppa
til skips
Hetta var í tíðini hjá seglskipun
um mitt í 20unum, tá bert ein
vitjan umborð og tað at fáa keks
var nóg mikið at fáa brell eftir at
sleppa til skips. Serliga dámdi
mær at koma umborð á Arizonu,
navnið minti meg um okkurt fjart
stað langt burturi í heimi.
Tað vóru tó bert 78 mánaðir,
at eg var hugtikin av hesum
skipi. Tá fekk tað ein skipara úr
onkari heilt aðrari bygd. Tá kundu
reiðarar velja og vraka millum teir
mongu skiparalærdu.
Arizona hevði í 1932 fingið
munandi umvælingar á skipasmið
juni í Havn. Hon hevði eisini
fingið nýggjan motor og stýrihús.
Hesar umvælingar gjørdust meira
umfatandi enn ætlað, og tóku
meira enn ein mánaða longur enn
roknað var við.
Tað var komið til endan á mars
mánaði. Hildið var, at nú var
sloppið. Men tá hendi á ferðini úr
Havn til Funnings eitt óhapp, sum
seinkaði fráferðina við enn eini
hálvari viku.
Á ferðini komu vit framvið
Mjóvanes, og hetta kann vera
vandamikið, so streymhart tað
er. Hetta gjørdist eisini okkara
roynd hetta kvøldið kl 10. Tað var
mótstreymur og mysing, so tað
rak sera nógv við Mjóvanesi. Her
gjørdist sjógvurin so vánaligur, at
bjargingarbáturin sleit seg leysan
og furaði úr einum borði í annað,
áðrenn hann fór til sjós. Hann
Harald Anthoniussen:
Gekk burtur við Arizonu
Hesa ferð fáa vit fyrra partin av
frágreiðingin hjá Haraldi Anthoniussen
um, tá ið hann var við at ganga burtur
við Arizonu í 1932. Hetta er ein sera
áhugaverd frásøgn um gongdina frá tí,
teir taka botn, enda á einum skeri, fara
í bátarnar, stríða seg upp á land,
koma í hús, fara á rossabaki til
nærmastu bygd og síðan longu
leiðina til Reykjavíkar og Føroyar
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Hetta er manning á Arizonu í 1922. Í aftara rað síggja vit f.v.:
Petur Klein, Jóan Frederik í Leynum, Jákup í Horni við Gjógv, Jógvan Garðshorn í Elduvík, Andrass í Streymnesi og
Hans Debes bestimaður á Oyrareingjum.
Fremra rað: Poul Laksafoss (var við Sæborg), Mikkjal í Tarti, Jákup Sofus við Gjógv, Klæmint Klein, skipari, Johan
Sofus Haraldsen, Emil og Andrias í Køkinum, báðir av Sandi. Andrias í Tarti var eisini við, men hann var ikki
við á myndini
Modell av Arizonu, mynd er úr Skáanum gjørd av Poul Niclassen í Havn.
Hongur í Nólsoyar kirkju