mikudagur 16. januar 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
nr. 11 • 16. januar 2008
brotnaði tvørtur av.
Vit hildu tó á til Funnings og
Elduvíkar, har vit tóku nakrar
mans umborð, áðrenn vit komu til
Vestmanna, har skiparin, Fríðrik
Bláhamar, hoyrdi heima. Her varð
skaðin afturgjørdur.
Fráferðin
Umvælingin var liðug mánadagin
2. apríl. Sama dag mynstraðu vit,
og vit fóru avstað á kvøldi.
Longu hósmorgunin byrjaðu vit
at fiska á Selvogsbankanum, har
flestu skipini høvdu fingið uppí í
mars. Tískil var bert hálvur annar
mánaður eftir av sesongini.
Byrjanin á túrinum var bæði
spennandi og strævin. Veiðan var
so stór, at tað stóð á at reinsa
fiskin. Elsti maður umborð var 60
ár. Síðan vóru tveir ungir dreingir
við, sum vóru fyrsta túrin. Teir
sovnaðu undir reinsingini, so
strævið var tað.
Tá ið vit endaðu vikuna leygar
dag á midnátt, høvdu vit bert havt
frívakt í 10 tímar tilsaman ella 3
tímar fyri samdøgri.
Veðrið var sera gott, tá ið
hugsað verður um árstíðina. Tað
var kølið, frálandsvindur, og tað
var slætt í sjónum.
Leygardag seinnapart frískaði
upp, og tað merktis eisini á
skipinum. Her á leiðini skuldi ikki
roknast við álítandi veðri leingi í
senn.
Størsti parturin av flotanum á
Selvogsbankanun helt sunnudag
í Herdisarvík, eitt øki við góðum
akkersplássi. Strondin her á
leiðini hevði ringt orð á sær
orsakað av øllum teimum skip
um, sum vóru gingin burtur á
hesum leiðum í pálandsstormum
og kavaroki.
Men tá ið veðrið var gott,
plagdu skipini at fara inn higar
leygarkvøld at halda sunnudag.
Hetta hendi nakrar ferðir á vári,
men ikki fyrr enn sluppirnar fingu
motor. Í deyðsiglaratíðini hildu
skipini til úti á djúpum vatni.
Sum fyrsta skip ankraðu vit heilt
inni á víkini, bert einar 200 metrar
frá landi. Her inni var blikalogn,
og sjógvurin rørdi seg ikki.
Tað einasta vit sóu av húsum,
var ein bóndagarður. Bóndin
vitjaði okkum saman við einum
húskalli, sum róði teirri lítliu
jollina, teir komu við. Gestirnir
fingu seinnapartskaffi. Teir
tosaðu nógv, men vóru ikki
heilt lættir at skilja. Tað sama
søgdu teir helst eisini um okkara
føroyska. Tá ið teir høvdu
drukkið, fóru teir avstað aftur,
men prajaðu nøkur av honum
skipunum, sum lógu á víkini.
Aftur til havs
Longu seint seinnapartin dró ein
slupp fyri og onnur eftir akkerið
inn og stevndi til havs við fullari
ferð. Tær seinastu 89 sluppirnar,
og millum hesar Arizona, fóru
út um 89 tíðina. Barometrið var
nógv fallandi, men tað merktist
kortini einki til, at eitt illveður
var í nánd. Bóndin hevði tó sagt,
at roknast kundi við broyting í
veðurlagnum nær sum helst.
Tá vildi vindurin koma av suðri,
og merkti hetta frálandsvindur.
Enn var heldur eingin súgur, sum
plagdi at vera undan knappligari
broyting í veðurlagnum.
Vit vóru enn 56 tímar á hesum
róliga akkersplássinum. Nakrir av
monnunum fingu sær eitt slang.
Aðrir fingu sær ein drekkamunn
ella upp í pípuna.
Vit skuldu hava nátturða eisini,
hóast hann ikki var so spennandi.
Vit høvdu enn breyð eftir, sum var
heimanifrá frá Frants Restorff.
Hetta breyð mátti etast, áðrenn
kokkurin fór at baka. Vit kallaðu
breyðið Restorffs sement, so
hart var tað, og vit koyrdu nógv
margarin á fyri at fáa tað niður.
Klokkan sjey varð ruddað av
borðinum, og tá skuldi skiparin
sum vanligt lesa lestur. Hetta
var ein langur og ikki serliga
spennandi lestur, so fleiri
sovnaði.
Aftaná lesturin hildu skiparin
og fyrri bestimaður eitt stutt miss
iónsmøti, og her var meira lív í.
Aftaná fóru allir upp á dekkið,
hálaðu akkerið inn og hivaðu
seglini.
Ein nýggj vika var byrjað við
vónum um góða veiðu. Hetta
valdaðist tó veðrið, og tað vóru
neyvan grundir til at halda,
at tað fór at gerast fiskiveður
mánamorgun.
Bert ein tíma seinni, umleið
kl.10, frískaði upp av útnyrðingi.
Veðurbroyting
Við vaktarskiftið á midnátt
var vindurin farin í ein stívan
kuling frá vestri. Tað vísti seg
beinanvegin at fara at passa,
sum bóndin hevði sagt. Hansara
forsøgn gjørdist ikki minni
álítandi, sum náttin leið. Hann
visti, hvat ið hann tosaði um.
Tað var eisini ofta, at skip
vóru gingin burtur júst á hesum
leiðum við slíkum knappligum
broytingum í veðurlagnum frá
norðan til útsynning við avfalli.
Vakthavandi bestimaðurin kom
skjótt eftir avloysing niður undir
at fáa sær ein skjótan kaffimunn.
Klokkan var um hálvgum eitt, og
frívaktin svav longu uttan órógv
um óvissuna í veðrinum.
Deksvaktin tyktist heldur ikki
at stúra, hóast tað øtlaði, og
sýnið gjørdist verri orsakað av
avfallinum.
Skipið stendur
Men knappliga skakaðist skipið
so nógv, at okkurt mátti vera
hent. Tað føldist sum at vera í
lastini á einum lastbili, sum koyrir
eftir einum holutum vegi.
”Hvat hendi?” sigur bestimað
urin, sum hann stóð við lugarborð
ið við krússinum í hondini. Hann
blakaði krússið frá sær og rann
upp á dekkið saman við teimum
fimm monnunum, sum sótu í
lugarinum.
Ein løtu seinni var alt ein
hurlivasi. Allir róptu: ”Vit hava
tikið botn”. Tað varð rópt niður í
lugarið og kahúttina: ”Komið upp,
komið upp, skundið tykkum, vit
ganga burtur!”
Hóast alt rokið, lá frívaktin
enn í fasta svøvni. Men henda
harðliga útpurringin gjørdi
kortini, at teir hálvt sovandi
menninir bóltaðu úr koyggjunum,
og komu upp á dekkið í berum
undirklæðum.
Skiparin, sum eisini var í undir
klæðum, fór beint í stýrihúsið og
roynda at bakka skipið av. Men
hetta vísti seg skjótt at vera heilt
ómøguligt. Skipið hevði tikið í
botn og varð av sjógvi og vindi
trýst inn móti landi og kom tað
skjótt at standa fast á einum
skeri. Skipið varð standandi, men
tað fór við aldunum í bæði borð.
Í bjargingarbátarnar
Undir hesum ringu umstøðum
royndu vit at koma í bjargingar
bátin. Báturin furaði nakrar
ferðir tvørtur um dekkið, men tá
ið stýriborð fór undir sjógv, fór
báturin av sær sjálvum á sjógv.
Frá hesi løtu hendi alt so
skjótt, at eingin okkara seinni
fataði, hvussu hetta kundi fara
fram uttan tap av nøkrum av
manningini. Tað var bølamyrkt,
og tað var heglingur við
stuttum steðgi millum ælini.
Náttarmyrkrið saman við
avfallinum gjørdi tað sera trupult
at gerast leysir av skipinum, sum
fór undan brotunum í sjónum.
Motorurin var steðgaður. Men
hann var kortini ikki til nakra nyttu.
Men hinvegin hoyrdu vit betri
hvønn annan, stormin, brotini,
neyðarrópini. Serliga ringt var tað
at hoyra teir báðar yngstu, sum
grótu og róptu eftir mammu síni.
Jóannes Johannesen í Leirvík keypti
Arizonu í 1919, og hevði hana, til hon
fórst undir Selvogsbjørgum í 1932
Fríðrik Bláhamar, ættaður úr Elduvík,
búsitandi í Vestmanna, varð síðsti
skipari á Arizonu
Harald dámdi einki sjálvdrátt. Hesar báðar myndirnar úr bókini um Jóan Petur
hjá Mouritsi vísa, hvussu sjálvdrátturin virkaði. Her sker maður lippu…
… og her verða lippurnar taldar