mikudagur 16. januar 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 11 - 16. januar 2008
tíðindi
SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN
Lærarar og næmingar vinnarar í einum
framtíðar føroyskum fólkaskúla
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá Skúlablaðnum hevur
verið væl vitjað og endurgivin
seinastu dagarnar. Orsøkin er tann, at
blaðið hevur lovað politisku
flokkunum framat at siga sína
áskoðan um fólkaskúlan. Við loyvi
frá blaðnum prenta vit her svarini frá
flokkunum. Av tí at tilfarið er
somikið rúgvismikið, verða nakrir av
flokkunum eisini prentaðir í morgin.
Sambært skúlablaðnum, hevur
blaðið sett flokkunum nakrar
spurningar á økjum, sum tey halda
vera sera týdningarmikil hjá næstu
samgongu at fáa loyst. Tilfarið er
skipað soleiðis, at flokkarnir svara
stutt og greitt. Skúlablaðið sigur, at
stevnuskráirnar nevna nógv av
hesum viðurskiftum, men eru ofta
orðaðar soleiðis, at tær eru lítið
ítøkiligar.
- Vit skulu heilt ítøkiliga vita,
hvat hesir flokkarnir standa fyri og
hava sett sær fyri at fremja, koma
teir í samgongu, sigur Skúlablaðið,
sum er at finna á skulabladid.fo.
Flokkarnir um
fólkaskúlan
Útbúgvingin
hjá lærarum
Ætlanin er at læraraútbúgv
ingin verður umskipað til
eina bachelor útbúgving.
Ynskið hjá Føroya Lærara
felag er, at ein 5 ára kandi
datútbúgving verður viðtik
in beinanvegin og fer í
gongd í 2009 – við samsvar
andi lønarlagi sum aðrar
kandidatútbúgvingar. Hvør
er tykkara støða til hetta?
Sjálvstýrisflokkurin held-
ur, at læraraútbúgvingin
skal vera so góð sum gjør-
ligt. Vísandi til londini,
sum vit fegin vilja saman-
bera okkum við, so hava
tey ásannað, at tað arbeiði,
sum lærarin ger, er ein av
berandi súlunum í samfelag-
num. Børnini eru størsta,
besta og virðismesta tilfeing-
ið, sum landið eigur. Tí er
arbeiðið at vera lærari, eitt
sera krevjandi starv og hes-
in má verða so væl skúlaður
til uppgávuna, at ongin ivi
er um førleikan fakliga og
námsfrøðiliga.
Metir serfrøðin, at 5 ára
kandidatútbúgving er besta
loysnin, vil Sjálvstýrisflokk-
urin virka fyri at fáa framt
hesa loysn. Tað er greitt, at
longda útbúgvingin setur
fíggjarlig krøv til tað al-
menna og lønin má eisini
verða samsvarandi útbúgv-
ingini og ábyrgdini
Býtið millum land
og kommunu
Føroya Lærarafelag saknar
eina greiða útmelding um,
hvat politisku flokkarnir
vilja, tá ið tað snýr seg um
býtið millum land og komm
unu á skúlaøkinum. Ganga
tit inn fyri 67 tvingaðum
kommunalum økjum, og at
hesi økini umsita fólkaskúl
an fult og heilt?
Gongdin í grannalondu-
num og herheima vísir
greitt, at framtíðar bygnað-
urin verður størri kommu-
nalar eindir. Sjálvstýris-
flokkurin ásannar, at skulu
størri uppgávur leggjast út
til kommunurnar at umsita
er neyðugt, at nóg stórt
fólkagrundarlag er í øki-
num, til tess at hava eina
væl virkandi kommunala
umsiting. Tað má og skal
verða ein gularót fyri komm-
unurnar, at tær sjálvbodnar
leggja saman í størri eindir.
Sjálvstýrisflokkurin hevur
ikki ásett nakað endaligt tal
av kommunum, men álitið
vísir til, at sjey ella nýggju
kommunueindir eru hósk-
andi. Eydnast ikki kommun-
unum sjálvbodnar at finna
fram til eina endaliga loysn,
má hetta í gerast við lóg-
gávu.
Um so er, hvørja tíðaráset
ing seta tit á, at hetta skal
verða framt?
Kommunusamanlegg-
ingarnar eiga at verða av-
greiddar í komandi val-
skeiði.
Tað ógreiða ábyrgdarbýtið
millum land og kommunur
á skúlaøkinum gagnar ikki
skúlanum. Sjálvstýrisflokk-
urin heldur tí, at tað er skila-
best, um kommunurnar fáa
ábyrgdina av øllum fólka-
skúlaøkinum. Tað áliggur
landsmyndugleikanum tó at
tryggja, umstøðurnar, undir-
vísingartilboðini og karmar-
nir eru á einum nøktandi
javnbjóðis støði kring land-
ið, so vit ikki innan skúla-
skap fáa A og B støðu, alt
eftir sum kommunurnar rað-
festa skúlaøki.
Kommunurnar eiga ikki
at yvirtaka skúlan, fyrr enn
ein greið avtala er gjørd
millum landsmyndugleikar-
nar og kommunurnar um
yvirtøkuna. Avtalan má m.
a. staðfesta, hvussu lærarar-
nir verða uppstigaðir – eftir-
útbúgving, skeið og før-
leikamenning, hvussu skúl-
arnir kunnu skipast, hvussu
hóskandi undirvísingartilfar
fæst, og hvussu kommunur-
nar kunnu fáa fíggjarligar
møguleikar at byggja ella
umbyggja skúlar.
Føroya Lærarafelag og
felagið hjá skúlastýrislimum
eiga at verða hoyrd um av-
taluna.
Áðrenn
kommunurnar
kunnu yvirtaka fólkaskúlan,
mugu lógar- og kunngerðar-
broytingar gerast, tí kann
hetta vera tíðarkrevjandi;
men um allir partar eru samd-
ir og samstarva væl, so skuldi
borið til, at kommunurnar
yvirtaka skúlan í 2010.
Stórir og smáir skúlar
Í Føroyum eru 57 fólkaskúl
ar, nógvir teirra eru smáir.
Hvør er tykkara støða til
skúlastøddir út frá einum
skúlafakligum
sjónar
horni?
Um kommunurnar skulu
taka yvir skúlaøkið, so
mugu tær eisini sjálvar
sleppa at skipa skúlaviður-
skiftini; eisini tá talan er
um, hvussu nógvir og
hvussu
stórir
skúlarnir
skulu vera.
Um ein skúlasamanlegg-
ing krevur um-, uppí- ella
nýbygging, so má kommun-
an – ella kommunurnar, tí
tær eiga at kunna samstarva
um skúlaøkið – hava møgu-
leikar at fíggja nýggju
umstøðurnar. Sum støðan
er í løtuni, so kunnu komm-
unurnar ikki átaka sær eina
lánibyrðu, sum er hægri
enn ein álíkning, tí hava
fægstu kommunur møgu-
leika at fara undir skúla-
bygging ella størri umbygg-
ing.
Skúlasamanleggingar
eiga ikki at vera grundgivnar
við sparingum; grundgev-
ingin eigur at vera, at skúlin
gerst betri. Ein skúlasaman-
legging kann hava við sær,
at tímatørvurin er øðrvísi,
enn á skúlunum, sum vórðu
lagdir saman. Tað kundi
verið skilagott at havt fleiri
lærarar til yngru flokkarnar.
Eitt annað hugskot kundi
verið at nýtt námsfrøðingar
saman við lærarum.
Tá skúlar leggja saman,
eiga tímarnir, sum vóru á
skúlanum, at fella aftur til
Mentamálaráðið, sum so
kann deila teir út aftur.
Soleiðis hvørva teir ikki úr
skúlaverkinum, men verða
latnir aftur í stóru puljuna
av tímum, sum Mentamála-
ráðið hevur at ráða yvir og
fordeila. Hetta er ikki at
spara, men ein effektivi-
sering av tímunum.
Næmingar við
serligum tørvi
Fólkaskúlalógin ásetir, at
fólkaskúlin er fyri øll –
sama hvønn tørv næming
urin hevur. Veruleikin er, at
í fólkaskúlanum eru nógvir
næmingar
við
serligum
tørvi, sum ikki fáa nøktandi
undirvísing. Hvussu skipa
vit fyri, at tey veiku í okkara
skúla, atferðartruplir næm
ingar og onnur við serligum
tørvi fáa eitt nøktandi skúla
tilboð?
Fólkaskúlin er fyri øll.
Støði má takast í tí einstaka
næminginum. Næmingar,
sum hava ein serligan tørv,
skulu hava nøktandi skúla-
tilboð, sum mennir teirra
fakliga støði og teirra før-
leikar. Skúlin skal kunna
bjóða eyka tímar ella stuðl-
ar, har tað verður mett
neyðugt. Vit halda ikki, at
næmingar eiga at vera býttir
upp eftir førleika, atferð
ella evnum. Næmingar eiga
at ganga í flokki saman við
sínum javnaldrum; stórur
dentur eigur at verða lagdur
á, at næmingar ikki detta
burtur ímillum fakliga ella
mistrívast sosialt. Støðan
hjá
einstøkum
næmingi
kann tó vera so serlig, at
hann ikki ella bert lutvíst
fær nøktað sín lærutørv í
fólkaskúlanum. Hesir næm-
ingar eiga at fáa ískoytis-
tilboð.
Um ja, hvussu tryggja vit
so, at allir næmingar fáa
eitt nøktandi tilboð?
Allir skúlar eiga at verða
eftirmettir regluliga, so at
ongin ivi er um støðið í
skúlanum.
Í gjár prentaðu vit
Fólkaflokkin, Sam
bandsflokkin og Javn
aðarflokkin. Í dag
kemur so restin av
tilfarinum: Sjálvstýris
flokkurin, Tjóðveldis
flokkurin og Miðflokk
urin
3