mikudagur 16. januar 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2008
27
tíðindi
Útbúgvingin
hjá lærarum
Ætlanin er at læraraútbúgv
ingin verður umskipað til
eina bachelor útbúgving.
Ynskið hjá Føroya Lærara
felag er, at ein 5 ára kandi
datútbúgving verður viðtik
in beinanvegin og fer í
gongd í 2009 – við sam
svarandi lønarlagi sum aðr
ar
kandidatútbúgvingar.
Hvør er tykkara støða til
hetta?
Uppgávan
samfelagið
leggur á herðar lærarans er
ovurhonds og týdningarmik
il, og uttan drál eiga vit at
uppraðfesta
útbúgvingina
til eina 5 ára kanditatút
búgving. Miðflokkurin er
samdur við tí leisti, Føroya
Lærarafelag hevur lagt á
økinum.
Býtið millum land
og kommunu
Føroya Lærarafelag saknar
eina greiða útmelding um,
hvat politisku flokkarnir
vilja, tá ið tað snýr seg um
býtið millum land og komm
unu á skúlaøkinum.
Ganga tit inn fyri 67
tvingaðum
kommunalum
økjum, og at hesi økini um
sita fólkaskúlan fult og
heilt?
Størri kommunal øki eru
neyðug, men at tvinga
kommunur nú, júst sum tær
sjálvar tykjast finna fram til
hetta, meta vit ikki er neyð
ugt. Tíðin hevur higartil
megnað at fáa glið á komm
unusamanleggingarnar, og
vænta vit, at hesin verður
til fulnar loystur í komandi
valskeiði.
Stórir og smáir skúlar
Í Føroyum eru 57 fólka
skúlar, nógvir teirra eru
smáir.
Hvør er tykkara støða til
skúlastøddir?
Tað er neyðugt at fylgja
við og tryggja, at børn á
smáu skúlunum veruliga
fáa eina dagførda og nútím
ans frálæru. Um mett verð
ur at samanlegging av skúl
um er neyðug, er sjálvboðin
samanlegging í størri eindir
ynskjandi. Um ikki, eigur
hetta at verða gjørt við lóg.
Sum er, eru smærru
kommunurnar ikki førar
fyri at geva eitt tíðarhóskandi
skúlatilboð á ávísum økjum,
og fáa tær jú longu nú hjálp
frá størru grannakommu
num.
Eftir hvørjum leisti eiga
skúlar at verða samanlagdir,
um so er, at teir skulu tað?
Ella vilja tit stuðla komm
unum í sambandi við bygg
ing av nýggjum skúlum, ið
eru úrslit av samanlegging
um?
Einki er í vegin fyri at tað
almenna stuðlar skúlabygg
ing, har hetta er neyðugt
(barnið og útbúgving tess
má verða fremsta mál). Og
krevst økt tímatal, eigur tað
at verða játtað. Ein saman
legging, ‘bara við sparing
fyri eyga’ er høpis og
ábyrgdarleys.
Næmingar við
serligum tørvi
Fólkaskúlalógin ásetir, at
fólkaskúlin er fyri øll –
sama hvønn tørv næming
urin hevur. Veruleikin er, at
í fólkaskúlanum eru nógvir
næmingar
við
serligum
tørvi, sum ikki fáa nøktandi
undirvísing.
Hvussu skipa vit fyri, at
tey veiku í okkara skúla,
atferðartruplir
næmingar
og onnur við serligum tørvi
fáa eitt nøktandi skúlatil
boð?
Miðflokkurin metir, at
ein skipan kann evnast til,
ið tekur atlit til bæði tann
stinna og tann minna stinna
næmingin. Vit mugu burtur
frá einari undirvísing, har
næmingurin
við
góðum
evnum verður misrøktur og
ikki sleppur víðari, tí orkan
bert røkkur til tann veika.
Hetta krevur uppraðfesting,
bæði fíggjarliga og við lær
arum, serlærarum, pedagog
um og øðrum serútbúnum,
sum eiga at fáa lættari
atgongd um skúlans gátt.
Útbúgvingin
hjá lærarum
Ætlanin er at læraraútbúgv
ingin verður umskipað til
eina bachelor útbúgving.
Ynskið hjá Føroya Lærara
felag er, at ein 5 ára kandi
datútbúgving verður viðtik
in beinanvegin og fer í
gongd í 2009 – við samsvar
andi lønarlagi sum aðrar
kandidatútbúgvingar. Hvør
er tykkara støða til hetta?
Tjóðveldi er púra samt
við Lærarafelagið um at
læraraútbúgvingin skal skip
ast sum ein 5 ára kandidat
útbúgving; flokkurin eisini
hetta fram undir fyrstu við
gerð av uppskotinum um at
broyta
Fróðskaparsetrið.
Við eini 5 ára kandidatút
búgving verður grundarlag
skapt undir einum hægri
fakligum støði í fólkaskúla
num, lærarar verða uppstig
aðir og fáa harvið grundar
lag fyri einum hægri lønar
lagi og tað fer at føra við
sær eina hægri virðing fyri
lærarayrkinum.
Býtið millum land
og kommunu
Føroya Lærarafelag saknar
eina greiða útmelding um,
hvat politisku flokkarnir
vilja, tá ið tað snýr seg um
býtið millum land og komm
unu á skúlaøkinum.
Ganga tit inn fyri 67
tvingaðum
kommunalum
økjum, og at hesi økini um
sita fólkaskúlan fult og
heilt?
Vit taka fult og heilt undir
við at skipa Føroyar í 5 til 7
sterkar kommunalar eindir
og at hesar fáa fulla ábyrgd
av fólkaskúlanum. Skúlin
verður tá sjálvandi skipaður
undir eini rammulóg, sum
tryggjar raksturin og inni
haldið í skúlanum.
Hvørja tíðaráseting seta
tit á, at hetta skal verða
framt?
Tíðaráseting fyri komm
unusamanlegging er í sein
asta lagi 2010 og fyri at
skúlin so kann leggjast út
eiga ikki at ganga meiri enn
tvey ár, altso 2012.
Stórir og smáir skúlar
Í Føroyum eru 57 fólkaskúl
ar, nógvir teirra eru smáir.
Hvør er tykkara støða til
skúlastøddir?
Smærru skúlarnir hava
ringar umstøður at bjóða
næmingunum spennandi og
avbjóðandi uppgávur, og tá
kanningar vísa, at trivn
aðurin kanska ikki er eins
góður í smáum skúlum,
halda vit tað vera rætt at
leggja skúlar saman, men
tað má vera einstaka saman
lagda kommunan sum sjálv
skipar hesi viðurskifti.
Eftir hvørjum leisti eiga
skúlar at verða samanlagdir,
um so er, at teir skulu tað?
Kommunan velur sjálv
leistin í tøttum samstarvi
við skúlastýrið og foreldur.
Vilja tit stuðla kommu
num í sambandi við bygging
av nýggjum skúlum, ið eru
úrslit av samanleggingum?
Verandi skipan er góð og
greið har kommunurnar
rinda fyri skúlabygging.
Tá ið talan er um saman
legging – eru tit sinnað at
varðveita verandi tímajátt
an, hóast skúlar verða lagd
ir niður, hetta so at fleiri
lærarar vera til t.d. yngru
árgangirnar?
Tímajáttanin eigur at vera
varðveitt, men tað er skúlin
sjálvur sum ger av, hvussu
tímarnir vera nýttir, undir
teimum
minstukrøvum,
sum eru fyriskipað.
Ella hugsa tit samanlegg
ing bara við sparing fyri
eyga?
Samanlegging av skúlum
er ein rationalisering av
rakstrinum av skúlaverki
num og ein háttur at lyfta
fakliga støðið og bøta um
trivnaðin hjá lærarum og
næmingum.
Næmingar við
serligum tørvi
Fólkaskúlalógin ásetir, at
fólkaskúlin er fyri øll –
sama hvønn tørv næming
urin hevur. Veruleikin er, at
í fólkaskúlanum eru nógvir
næmingar
við
serligum
tørvi, sum ikki fáa nøktandi
undirvísing. Hvussu skipa
vit fyri, at tey veiku í okkara
skúla, atferðartruplir næm
ingar og onnur við serligum
tørvi fáa eitt nøktandi skúla
tilboð?
Skúlin eigur at bjóða
fakliga veikum næmingum
serligan stuðul, eitt nú í
hjálpiklassum og við stuðli
inni í flokkinum, sum vit
kenna tað her heima og
aðrastaðni. Til teir atferðar
truplu næmingarnar eiga
heilt serlig tiltøk at setast í
verk. Bæði við at serstovur
verða gjørdar kring landið,
ið taka sær av hesum næm
ingum, men eisini við at
einstaki skúlin fær høvi at
skipa øðrvísi skúlatilboð
fyri
einstaklingin,
sum
hóska til júst tann næmingin,
eisini í samstarvi við vinnu
lív, kommunur og almennar
stovnar annars.
Eiga næmingar at verða
býttir upp eftir førleika, evn
um, atferð ella øðrum?
Vit skulu framvegis halda
fast um grundarlagið undir
fólkaskúlanum, har fólka
skúlin er ein eindarskúli,
sum merkir at tað skal vera
rúm fyri øllum. Hesin tank
in forðar ikki fyri at skipa
serlig tilboð fyri næming
um, sum eru fakliga veikir
ella atferðartruplir.
Um ja, hvat fyri tilboð
eiga teir at fáa? ella eigur
skúlin at halda fast við ver
andi skipan, har næmingar
ikki verða flokkaðir eftir
fakligum evnum, atferð o.
ø.?
Ja, sum nevnt er hetta
grundtankin undir skúlan
um, og hann skal varðveit
ast.
Hvussu tryggja vit so, at
allir næmingar fáa eitt nøkt
andi tilboð?
Øllum næmingum verður
tryggjað nøktandi tilboð
við alla tíðina at útbyggja ta
næmingalagaðu undirvís
ingina.
Næmingalagaða
undirvísingin hevur sum
mál, at allir næmingar fáa
hóskandi avbjóðingar, so at
bæði næmingar, sum eru
fakliga sterkir, næmingar
sum eru miðalsterkir og teir
fakliga veiku næmingarnir
fáa høvi at mennast og fáa
betri fakligan førleika. Fak
ligur førleiki skal her skilj
ast í breiðastu merking,
sum bæði handaligur, anda
ligur, sosialur og kropsligur
førleiki. Tað er heila menn
iskjað,
sum
skal
hava
avbjóðingar og skal kunna
mennast á øllum sínum
økjum.
TJÓÐVELDI
Fakligir førleikar, skapanarevni og
trivnaður hond í hond í fólkaskúlanum
MIÐFLOKKURIN
Atlitið til næmingin raðfestast fram
um stirvnar mannagongdir og vanar!