Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 Jóannes Eidesgaard segði á veljarafundi á studentaskúlanum á Kambsdali í gjár, at Javnaðarflokkur­ in ynskir at byggja nýggjan studenta­ skúla í Marknagili. Útsøgnin er ímóti tí, sum formaðurin í tingbólki Javnað­ arfloksins, Kristian Magnussen, í seinastu viku segði við Sosialin ÚtbÚgving Heini í Skorini heini@sosialurin.fo - Vit vilja gjarna byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili. Men innihalds- liga skulu vatntøtt skott set- ast ímillum studentaskúlan og hinar skúlarnar, tí stu- dentsútbúgvingin riggar sera væl í dag. Soleiðis segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, á vel- jarafundi í auluni á studen- taskúlanum á Kambsdali týsmorgunin. Nógv fokus hevur verið á júst Javnaðarflokkinum við- víkjandi spurninginum um, hvar ein nýggjur studenta- skúli í Havn skal liggja, tí Javnaðarflokkurin hevur verið einasti flokkurin, sum hevur verið ímóti at gera studentaskúlan í Hoydølum til part av skúladeplinum í Marknagili, sum í dag umfatar Tekniska Skúla og Handilsskúlan. Hetta skrivaði Sosialurin í seinastu viku, tá allir flokk- arnir á tingi vórðu spurdir, hvar nýggi studentaskúlin skal liggja. Kristian Magnus- sen úr Javnaðarflokkinum var tann einasti, sum segði seg vera part av einum flok- ki, sum var ímóti eini semju um at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili. Og allir hinir flokkarnir søg- du tá, at Javnaðarflokkurin hevur higartil forðað fyri eini semju. Nýggjar útsagnir frá C Men síðani tá eru fleiri aðr- ar útsagnir komnar frá Javn- aðarflokkinum, og tað kun- di bent á, at flokkurin ikki er samdur um spurningin. Bæði javnaðarvalevnini Helena Dam á Neystabø og Eyðgunn Samuelsen gjørdu eftir í lesarabrævi í seinastu viku vart við, at Javnaðar- flokkurin ikki skal liggja í buktini fyri nýggjum stud- entaskúla, og síðani segði Heðin Mortensen, borgar- stjóri, at tað ikki kemur upp á tal, at nýggjur studenta- skúli skal byggjast í Hoy- dølum, tí tað gongur ímóti byggisamtyktini hjá Tórs- havnar kommunu. Og nú hevur floksformað- urin so sjálvur melda út á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin, at Javnaðar- flokkurin vil hava nýggjan studentaskúla í Marknagili. Ein ætlan, sum Javnaðar- flokkurin annars var ímóti sambært Kristiani Magnus- sen í seinastu viku. Og sum flokkurin sambært øllum hinum flokkunum eisini hevur verið. Javnaðarflokkurin hevur eisini skrivað í tíðindaskrivi í vikuni, at “fyri at rudda all- an iva burtur, skal Javnaðar- flokkurin gera greitt, at flokkurin fult og heilt stuðl- ar ætlanini at byggja nýggj- an studentaskúla í Havn”. Men tað er einki nýtt. Knút- urin er, júst hvar í Havn skúlin skal liggja, og tað sigur tíðindaskrivið einki um. Løgmaður legði dent á, at uttan mun til, hvar skúlin skal liggja, eigur skipanin innihaldsliga at varðveitast, sum hon er í dag, har skúlar- nir framhaldandi skulu virka sum sjálvstøðugar eindir. Allir flokkar á tingi uttan Sjálvstýris­ flokkurin søgdu á veljarafundi á Kambs­ dali í gjár, at løgtings­ samtyktin um Sandoy­ artunnilin ikki verður broytt Á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin snúði ein part- ur seg um undirstøðukervið í Føroyum og serliga um løgtingssamtyktina um at gera ein undirsjóvartunnil til Sandoynna, sum mong hava funnist at, m.a. við at savna inn mótmælisundir- skriftir. Men allir floksformennin- ir á tingi siga seg halda fast um samtyktina og ætlanina at gera fast samband til Sandoynna. Uttan Sjálv- stýrisflokkurin. - So leingi sum vit ikki hava nakra ætlan um, hvus- su hesin tunnilin skal fíggj- ast, eri eg ikki fyri hesi verk- ætlan, segði formaður floks- ins Kári P. Højgaard á velj- arafundi á Kambsdali týs- morgunin. Bergur Johanne- sen, einasta valevni hjá Miðnámsflokkinum, segði eisini, at hann var ímóti at raðfesta ein undirsjóvar- tunnil til Sandoynna júst nú. - Vit halda tað vera rætt at útbyggja samferðsluøkið og fáa betri og betri sam- band við útjaðaran, men vit halda ikki, at lagaliga løtan er komin til ein tunnil til Sandoynna, tí tað liggja so mong onnur mál á láni, sum skulu gerast áðrenn. M.a. alt útbúgvingarøkið, segði Bergur Johannesen. HíS Løgmaður vil hava nýggjan studentaskúla í Marknagili Samtykt um sandoyartunnilin stendur við 28 - Vit vilja gjarna byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili. Men innihaldsliga skulu vatntøtt skott setast millum studentaskúlan og hinar skúlarnar, tí studentsútbúgvingin riggar sera væl í dag, segði løgmaður á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin. Ein útsøgn, sum líkaði Bergi Johannesen úr Miðnámsflokkinum, og sum her kjakast við løgmann um sama evnið Mynd: Jens Kristian Vang 3