Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2008 29 tíðindi Meðan 500 næm­ ing­ar sótu til reiðar til politiskan fund stundislig­a klokkan 9.30 týsmorg­unin í auluni á studenta­ skúlanum Kambs­ dali, komu floksfor­ menninir darlandi upp til ein tíma ov seint. Tá fundurin so endilig­a kom í g­ong­d, kjakaðust formenn­ inir um útbúg­ving­, umhvørvi, infraker­ við og­ loysing­ ella samband. Men seink­ ing­in g­av at bíta í sein­ asta enda Veljarafundur Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Aulan á Studentaskúlanum á Kambsdali var stúgvandi full við spentum næmingum klokkan 9.30 týsmorgunin. Men tann einasti floksfor­ maðurin, sum stóð rankur og til dystin fús mitt í høll­ ini, var Jørgen Niclasen. Hinir vóru nevniliga ikki komnir. Jóannes Eidesgaard kom úr Suðuroy sama morgun og hevði frammanundan boðað frá, at hann ikki kun­ di møta stundisliga. Men hinir komu darlandi so hvørt. Kaj Leo Johannesen segði seg hava misskilt, nær fundurin skuldi byrja, og var yvir ein tíma ov seinur. Og tá hann kom, kravdi hann at fáa somu talutíð sum hinir. Heilt erligt, Kaj Leo! ­ Um vit skulu hava fult sjálvræði, so kunnu vit byr­ ja við at møta til tíðina, helt Jørgen Niclasen fyri, og næmingarnir klappaðu. Av hesum sama kom fundurin alt ov seint í gongd, og tað gav at bíta í hinum endanum. Stundir vóru nevniliga ikki til fleiri av teimum evnum, sum eft­ ir ætlan skuldu á dagsskrán­ na. Fyrsti trúboðarin í Afrika Ein veljarakanning millum næmingarnar varð gjørd framman undan fundinum, sum gav Tjóðveldi 24%, Sambandsflokkinum 20%, Javnaðarflokkinum 13,8%, Fólkaflokkinum 12,2%, Miðflokkinum 9,7%, Sjálv­ stýrisflokkinum 4,6% og Miðnámsflokkinum 4,1%. Í fyrsta upplegginum gjørdu formenninir viðmerkingar til kanningina. ­ Eg kenni meg eins og teir fyrstu trúboðararnir, sum komu til Afrika. Eg havi ein góðan boðskap, men fólk skilja hann ikki, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Hann helt fyri, at teir mongu næmingarnir, sum vóru komnir at lýða á, vóru eitt úrslit av góðum javnaðarpolitikki. ­ Vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðina, tá útbúgving var tengd at pengum. Tá vóru bert nakrar fáar familj­ ur, sum høvdu ráð til at sen­ da síni børn á miðnámsskú­ la. Nú sita tit her í dag og eru eitt tekin um, at javnað­ arpolitikkurin hevur givið úrslit. Bergur Johannesen, val­ evnið hjá Miðnámsflokkin­ um, var skjótur at lofta hes­ um. ­ Er studentaskúlin í Hoy­ dølum so eisini eitt úrslit av góðum javnaðarpolitikki, spurdi Bergur, og lógva­ brestirnir rungaðu. Løgmað­ ur svaraði aftur við at vísa á, hvussu nógv skúlabygg­ ing er farin fram í hesum valskeiðinum, og at studen­ taskúlin í Hoydølum er næs­ ta stigið. Lesið meiri um hetta málið aðrastaðni á síð­ unum. Umhvørvi Síðani var umhvørvispo­ litikkur á skránni, og allir formenninir sluppu enn einaferð at breiða seg um, hvussu týdningarmikið tað er, at Føroyar liva upp til øll altjóða umhvørviskrøv. Men vit eru framvegis ikki limir í Kyoto­sáttmálanum, og á hesum øki vendi kanón­ in ímóti Fólkaflokkinum. ­ Skulu vit vera einasta landið í heiminum, sum ikki sleppur at sita til borðs og samráðast um henda spurning, spurdi Jørgen Niclasen. Fólkafloksfor­ maðurin nevndi stóru umhvørvisráðstevnuna í Keypmannahavn í 2009, og tá skulu vit sambært Jørgeni samráðast um okkara støðu til Kyoto. Løgmaður: Blokkurin lækkar ikki Eftir at hava kjakast um sandoyartunnilin, sum les­ ast kann um aðrastaðni á síðuni, var eitt stutt umfar um, hvat skal henda á ríkis­ rættarliga økinum komandi fýra árini. Høgni Hoydal endurtók valskráina hjá Tjóðveldi, sum leggur upp til at lækka blokkstuðulin við 80­90 milliónum um árið, inntil ríkisveitingin er horvin. Fleiri málsøki skulu yvirtak­ ast, og fólkaatkvøða um før­ oyska sjálvstøðu skal vera í seinasta lagi í 2012. Jørgen segði seg stremba ímóti full­ um føroyskum sjálvræði í 2015 við eini breiðari búskaparligari semju, og Kári P. Højgaard tosaði um stig fyri stig uttan at seta nakað áramál á. Tað gjørdi Jenis av Rana heldur ikki, men hann metti, at vit í komandi valskeiði eiga at taka fult sjálvræði. Løgmað­ ur ynskti at halda fram við at yvirtaka málsøki, men ríkisveitingin skal ikki min­ ka komandi fýra árini, um tað stendur til Jóannes Eidesgaard. ­ Mín ambitión er at halda fram við fleiri yvirtøkum, men eg vænti ikki, at ríkis­ veitingin verður skerd munandi. Vælferðarsamfe­ lagið kostar, og tað er okk­ ara aðalendamál, segði Jóannes Eidesgaard. Løgmaður hevur áður sagt (t.d. við Dimmalætting tann 20. mars 2007), at heildarveitingin, sum í dag er á 673 milliónir krónur, skal vera burtur í 2015. Men týsmorgunin á Kambs­ dali vóru øðrvísi tónar, og tað setir spurningin, hvørt málið hjá løgmanni um ein sjálvberandi búskap í 2015 er reviderað. Ov lítil tíð So varð klokkan 12, og stundir vóru ikki til fleiri evni. Tað var spell, tí sam­ bært orðstýraranum vóru fleiri mál á skránni, sum máttu sleppast. Men tá høv­ du næmingarnir eisini sitið í tveir og ein hálvan tíma í stúgvandi fullu høllini, har­ av fyrsti hálvi tímin fór við at bíða eftir floksformonn­ unum. Og tað er ikki serliga seriøst av landsins leiðandi politikarum. Um 500 næmingar vóru savn­ að­ir í høllini á studentaskúla­ num á Kambsdali at hoyra floksformenninar kjakast um komandi fýra árini. Her tosar sambandsformað­urin Kaj Leo Johannesen, sum hevð­i misskilt tíð­ina og var yvir ein tíma ov seinur. Í bakgrundini lurta løg­ mað­ur og Jenis av Rana Mynd: Jens Kristian Vang 3 - Orsaka eg komi for seint! Fríggjadagin sendir Rás2 beinleið­is frá veljarafundi í studentaskúlanum í Hoydølum frá kl. 10.00 til kl. 12.00