mikudagur 16. januar 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2008
LøgtingsvaL
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Statoil-støðin,
Leirvík:
Tað er kalt í veðrinum
henda fyrrapartin her uttar
laga í bygdini.
Klokkan er ikki farin
nógvar minuttir av hálvgum
tíggju í henda týsmorgunin,
tá teir fyrst menninir koma
til ein drekkamunn á kaffi
stovuni á Statoilstøðini í
bygdini. Her verða mong
skilaorðini søgd og við
merkt.
Teir skunda sær inn í hit
an, tí tað er so bítandi kalt í
veðrinum fyriuttan. Eitt
grovt æl er á veg, og tað
ræður um at sleppa sær inn
áðrenn ælið freka kemur
framvið.
So líðandi fyllist upp við
borðini í kaffistovuni og
prátið byrjar so spakuliga.
Menn koma og fara, men
eingin ivi er um, at hetta er
ein løta sum teir síggja fram
til hvønn einasta dag. Á
skránni henda týsmorgunin
er eitt høvuðsevni, og tað
ræður um at vita, hvat hinir
halda um tað.
Teir vita av royndum,
hvat teir skulu keypa og
hvat teir í roynd og veru
koma higar eftir. Tað sama
ger tann fryntliga kvinnan,
ið fyrrapart eftir fyrrapart
setur kaffi fram fyri teir,
smyr rundstykkini og ger
wienarbreyðini klár.
Sum oftast fáa teir frið at
práta við hvønn annan, tí
tað er ikki hvønn dag at
fremmand fólk eru til kaffi
hesa løtuna.
Evnini, tey kunnu vera so
ymisk – frá kommunusam
anlegging, útróðri, politikki
og víðari til onnur viðkom
andi evni. Í dag er kortini
bert eittans evni á skránni:
Fótbóltur!
Tey trý stigini
Fyrrapartin ígjár vórðu teir
kortini “órógvaðir” av tíð
indafólki og myndamanni
frá Sosialinum. Men hetta
tóktist kortini ikki bila tað
einasta petti.
12 tímar frammanundan
var ein rættilig kollvelting
farin fram í bygdini og í
grannabygdini Gøtu. Hetta
kvøldið sá eitt nýtt føroyskt
fótbóltsfelag dagsins ljós,
nevniliga tað samanlagda
GÍ/LÍF.
Henda avgerðin skuggaði
fyri øllum tí politiska tjakin
um og orðaskiftinum í sein
astuni. Ein politiskur tjak
fundur millum floksfor
menninar úr Kambsdali,
sum varð sendur beinleiðis
á Rás 2 henda fyrrapartin,
hevði ongan áhuga teirra
millum.
Tann rundi bólturin og
tey trý stigini sum eru at
stríðast fyri til hvønn dyst,
var høvuðsmálið við henda
kaffisteðgin.
Framtíðin hjá fótbóltinum
í Leirvík og Gøtu hevði
helst nógv størri áhuga enn
framtíðin hjá Føroya landi!
Munur á fótbólti
og politikki
Fleiri teirra vóru á fundinum
kvøldið fyri, har ætlaða
samanleggingin av LÍF og
GÍ gjørdist veruleiki. Á
fundinum í Leirvík vóru 56
fólk og fyri hesi fólkini var
eingin ivi: Øll 56 atkvøddu
nevniliga fyri, at feløgini
verða løgd saman.
Eg skilji ikki rættiliga,
at nakar kann vera ímóti tí.
Hygg bara eftir teimum í
Gøtu – har var gott nokk
ein sera stórur meiriluti
fyri eini samanlegging.
Men tað løgna var, at
tað kortini vóru 12 sum
vóru
beinleiðis
ímóti
hesum
uppskotinum
og
tvey sum ikki vildu siga
sína hugsan og tí atkvøddu
blankt.
Ja, eg spyrji bara: Hvat í
ólukkan munnu tey hava
ímóti okkum?, sigur ein av
hesum skilamonnunum.
Politiska telvingin um
samband og loysing er
eisini eitt av evnunum, sum
tikið verður fram við borð
ið. Men meiningarnar eru
sera ymiskar:
Eg skilji so púrt einki av
tí heila, sigur ein yngri mað
ur. – Síggja tit, ein av teim
um mest ivrigu tjóðveldis
monnunum í allari bygdini,
hann atkvøddi fyri at vit
skuldu leggja saman við GÍ.
Tja, kanska er tað bara
eg sum ikki rættiliga havi
skilt munin á fótbólti og pol
itikki. Løgið er tað í øllum
førum, at hann kann vera
tjóðveldismaður í politikki
Tjóðveldi í politikki -
Teir vísu menninir í undirhúsinum
í Leirvík ynskja bara løgtingsvalið
yvistaðið sum skjótast. Teir gleða
seg nógv meiri til fyrsta dystin í
Formuladeildini tann 29. mars – helst
heimadyst í Gøtu ímóti B68
”
Tað sum ein sigur í Tjóðveldinum, kann
ein sambandsmaður eisini siga, og tað
sum ein fólkafloksmaður skrivar kundi
ein javnaðarmaður eins væl havt skrivað
”
Eg skilji ikki, hví Fríðgerð krógvar seg
soleiðis burtur. Tað behøvdist hon ikki
gera. Er hin pen, so er Fríðgerð tað so
sanniliga eisini!
Teir vísu menninir duga væl at lurta og eru heldur ikki bangnir fyri at siga sína erligu hugsan
um dagsins mál, og tá er líkamikið um tað er innan politikk ella fótbólt. – Eg skilji bara ikki, hví
teir ikki beinanvegin boraðu tunnilin til Gøtu. Tað hevði gott nokk kostað eitt sindur meiri, men
hevði spart okkum fyri nógvum stríði og tjaki!