Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2008 og so sambandsmaður í fót­ bólti! Ikki lætt at velja Hóast teir hava verið sera spentir eftir úrslitinum av fundinum kvøldið fyri, eru teir kortini ikki slopnir und­ an tí ovurstóru mongdini av valpropaganda sum floymir yvir landið í hesum døgum. Beint sum teir komu heim frá arbeiði dagin fyri, høvdu teir fingið eitt politiskt blað í postkassan. Onkur teirra hevði hugt leysliga í tað, men hansara niðurstøða var púra greið: ­ Eg las onkrar greinar í tí, men eg má satt at siga viðganga, at eg undraðist. Eg mátti í heilum hyggja eftir, hvør tað var sum hevði skrivað tað. Flokkarnir líkjast so nógv í dag, at tað er trupult at skilja teir frá hvørjum øðrum. ­ Tað sum ein sigur í Tjóð­ veldinum, kann ein sam­ bandsmaður eisini siga, og tað sum ein fólkafloksmaður skrivar kundi ein javnaðar­ maður eins væl havt skriv­ að. ­ So tú skilir, at her er ikki lætt at velja flokk, um ein ikki var avgjørdur framman­ undan, sigur ungi maðurin. Eingin munur á flokkunum Ein annar við borðið hevði í Dimmuni frá fríggjadegn­ um lisið eina grein eftir Her­ mann Oskarsson, har hann tosar um flokkarnar á tingi, sum hava eina ræðslu fyri Miðflokkinum. Greinin snúði seg um, at flokkarnir eru so eins í dag, tí teir allir søkja inn móti miðjuni. Teir vilja bæði vera liberalir og sosialir og tað ísenn, og tí eru teir so líðandi vorðnir meiri og meiri líkir. Hermann greiddi frá, at í Danmark er so lítil munur á høvuðsmótstøðuflokkunum – Venstre og Socialdemo­ kratiet – at var tað ikki fyri mannin Anders og kvinnuna Helle vóru teir nærum eins. ­ Allir flokkar á tingi eru rættiliga eins, uttan Jenis og Bill. Teir hava nakrar markantar meiningar og standa við tær, hóast eg ikki eri samdur við teimum í øllum. Men eingin ivast í, hvar teir standa. ­ Og Hermann segði tí eis­ ini, at sohvørt sum flokkar­ nir á Løgtingi og Fólkatingi gerast meiri og meiri eins, fer Miðflokkurin bara at vaksa, tí teir hava eina mein­ ing og tora at standa við tað, segði hesin maðurin. Fríðgerð hon er eisini pen Valstríð Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leirvík: Teir flestu vóru samdir um, at tað var gott at hava eitt valevni sum kundi tosa teirra lokalu sjónarmið í val­ stríðnum ­ og vónandi eisini á tingi. Hon er sjálv ikki upp­ stillað í Eysturoynni, men tað er Norðoya Sam­ bandsfelag sum hevur stillað hana upp. ­ Tað er júst hetta sum er so gott, at hon fer at tryggja okkum samband, bæði suðureftir við Dan­ mark og norðureftir til Klaksvík. ­ Hetta gjørdi í øllum førum sítt til, at hon fekk útsett afturlatingina av tunnilsvegnum í eina tíð. Vónandi verður tað soleiðis eisini eftir valið, sigur ein annar maður. Hon er pen Hinvegin eru teir sera harmir um, at ein ikki fekk gjørt nakað við vegin gjøgnum Leirvík beinanvegin. ­ Ja, taðvejden, at eru teir nakrir stórir klovnar. Øll útgerðin var her, ein prísur var nevndur og í dag kundu vit havt eina lokarennu, sum hevði loyst allar ferðslutrupul­ leikarnar hjá okkum. Teir hava vónir til, at borgarstjórin fer at gera okkurt munagott um hon altso verður vald á ting. Men so má hon av álvara fara til verka: ­ Eg síggi, at nógv val­ evnir úr Havn brúka ótrú­ liga nógvan pening uppá valplakatir. Hygg bara í Gøtu og her. Har eru Annika (Olsen) (hon er nú pen!) og Poul (Mich­ elsen) at síggja allastaðni – og okkara Kjartan (Joensen), hann smæðist ikki burtur. ­ Men eg skilji ikki, hví Fríðgerð krógvar seg soleiðis burtur. Tað be­ høvdist hon ikki gera. Er hin pen, so er Fríðgerð tað so sanniliga eisini! - samband í fótbólti ” Løgið er tað í øllum førum, at hann kann vera tjóðveldismaður í politikki og so sambandsmaður í fótbólti Mong áhugaverd evni verða tikin fram, tá teir vísu menninir í Leirvík hittast til ein kaffimunn á Statoil-støðini í bygdini. Politikkurin hevur ikki so stóran áhuga. – Kanska átti Miðnámsflokkurin at fingið sær fleiri hjartamál enn bert skúlan. Eingin veit, hvat teir halda um fisk, samfelag og heilsu, sigur ein av vísu monnunum við kaffiborðið í Leirvík Hóast teir kunnu vera ósamdir í mongum málum, kann eitt gott prát altíð fáast afturvið einum kaffimunni. – Eg skilji ikki, at ein kann vera sambandsmaður (í fótbólti) um kvøldið, og morgunin eftir vera loysingarmaður (í politikki), sigur ein teirra Tað nærkast av álvara til 29. mars, tá fyrsti dysturin í Formuladeildini skal leikast hjá júst samanlagda felagnum – GÍ/LÍF