Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 vinnan Nr. 11 - 16. januar 2008 Oljuvinna Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Hvør var fyrri, Atlantic Petroleum ella Føroya Kol­ vetni, ella – sagt við øðrum orðum – hvat var tað fyrsta føroyska oljufelagið? Ásannast má at tað er so sum so, tey komu nærum í senn, men skal ein vera neyvur, so var Føroya Kol­ vetni ein mánaðans tíð fyrri. Føroya Kolvetni P/F varð skrásett hjá Skráseting Føroya tann 16. januar 1998 sum fyrsta føroyska olju­ felagið við tí endamáli at leita eftir og framleiða kolveti. Stovnarar vóru Nils Sørensen, Graham Stewart og Faroe Petroleum Invest­ ments Ltd. Faroe Petroleum Investments, ið er høvuðs­ partaeigari og fíggjarfelag hjá Føroya Kolvetni, varð stovnað og skrásett á Guernsey í 1997. Hóast tað ikki varð lýst við nakrari partabrævasølu, so hevði felagið í 1998 umleið 150 føroyskar parta­ eigarar, sum áttu umleið 5 prosent av samlaða partpen­ inginum. Hini 95 prosentini stóðu útlendskir íleggjarar og feløg fyri. Felagið hevur í dag eitt marknaðarvirði á børsinum AIM í London á 1,8 mia. krónur. Valið fall á AIM í London Róm varð ikki bygd eftir einum degi, og so er heldur ikki við Føroya Kolvetni. Tað gingu tvey ár frá stovn­ an, til Føroya Kolvetni gjørdist eitt oljufelag við leitingarloyvum. Hesi fyrstu loyvini fekk felagið í føroyskum øki í samband við fyrstu loyvisrundu í 2000. Fyri at kunna fíggja seis­ miskar dátur í samband við fyrsta loyvisumfar hækkaði Føroya Kolvetni í mai 2000 partapeningin við 23,4 mió. krónum. Í august 2000 fekk Føroya Kolvetni tillutað leitingarloyvini 002 og 005 á føroyska landgrunninum saman við italska oljufelag­ num Eni. Í desember 2002 varð Faroe Petroleum sett á stovn við tí endamáli at virka sum holdingfelag hjá Føroya Kolvetni. Í 2003 var Faroe Petroleum skrásett á alterna­ tiva keypskálanum í Lond­ on, AIM (Alternative Invest­ ment Market), har eini 80 oljufeløg vóru skrásett frammanundan. Men hví valdi Faroe Petroleum at skráseta seg á AIM og ikki til dømis keyp­ skálanum í Keypmannahavn ella Íslandi? ­ Virðisbrævamarknaður Føroya, sum seinni kom at samstarva við tann ís­ lendska, var ikki komin tá. Av ymsum møguleikum valdu vit AIM, sum Graham Stewart kendi best til. Eini 80 oljufeløg vóru skrásett á AIM, og hetta ger óivað, at íleggjarar skilja væl olju­ feløg sum eina langtíðar íløgu, greiðir Nils Sørensen, stjóri á Føroya Kolvetni, frá. Í summum førum virkar AIM sum ein lopfjøl hjá smærri fyritøkum á tann stóra partabrævamarknaðin í London, The Main Market. Kunnu vit vænta, at Føroya Kolvetni flytir yvir á Main Market í næstum? ­ Vit eru um at vaksa úr AIM, har vit teljast millum tey stóru feløgini í dag. Ofta eru tað fáir men størri íleggjarar, sum gera íløgur í fyritøkur á AIM. Men vit kundu hugsað okkum at sæð fleiri smærri íleggjarar, og tað høvdu vit ivaleyst, um vit vóru á The Main List. So tað er væl hugsandi, at vit skifta yvir á The Main List í næstu framtíð, sigur Nils Sørensen. Føroyar kjarnuøki Í byrjanini vóru tað fleiri, sum skýrdu Føroya Kolvetni fyri at vera eitt útlendskt oljufelag við føroyskum navni. Nakað var um tað, tí eini 95 prosent av parta­ peninginum kom frá út­ lendskum íleggjarum. Men sambært Nils Sørensen er Føroya Kolvetni við tíðini vorðið ”alt meiri føroyskt”. – Har bert umleið 5 pro­ sent av partapeninginum var føroyskur í byrjanini tosa vit í dag um ein part á millum 15 og 20 prosent, sigur hann. Hóast Føroya Kolvetni hevur spjatt sítt virksemi nógv seinastu árini, har tað nú fevnir um bæði olju­ leiting, meting (appraisal), og framleiðslu í ávikavist føroyskum, bretskum, hollendskum og norskum økjum, so eru Føroyar fram­ vegis kjarnuøkið hjá felag­ num. ­ Vit hava brúkt 150 mió. krónur til oljuleiting við Føroyar, og vit satsa fram­ vegis nógv upp á føroyska økið, sigur Nils Sørensen. Hann letur ongan iva vera um, at Føroya Kolvetni ætl­ ar at luttaka í triðja útbjóð­ ingarumfari við Føroyar, sum væntandi verður í vár. Eisini ætlar Kolvetni sær at luttak í komandi útbjóðing­ um í ávikavist Bretlandi og Noregi. Í høvuðsheitnum kunnu virkisøkini hjá Føroya Kol­ vetni býtast upp í tríggjar partar: Atlantsmótið, Norð­ sjógvurin (norðari partur), og Norðsjógvurin (sunnari parturin). Føroyska økið er partur av Atlantsmótinum, ið verður mett sum eitt øki við stórum vága, men sam­ stundis møguleika fyri stór­ um vinningi, um olja verður funnin (á enskum rópt: high Føroya Kolvetni 10 Nils Sørensen (stjóri), Meinhard Jacobsen (nevndarlimur), og Graham Stewart (stjóri) Tíggju ár eru liðin, síðani Føroya Kolvetni varð stovnað. Felagið virkar í dag í øllum liðum frá leiting til framleiðslu, og landafrøðiliga spennir virksemið frá sunnasta parti av Norðsjónum til føroyska partin av Atlantsmótinum. – At gera innrás í norska oljuvinnu var eitt týðandi lop fyri okkum, sigur Nils Sørensen, stjóri Av misgáum var greinin í gjár við Faroe Petroleum 10 ár ófullkomin. Vit prenta tí greinina um føroyska oljufelagið, ið verður 10 ár í dag, í fullum líki. Gevst við rækjunum Íslendska fyritøkan Samherji hevur gjørt av at steingja rækjuvirkið, sum felagið hevur á Akureyri, og tey 20 starvsfólkini fáa annað arbeiði. Samherji sigur, at tey seinastu árini hava íslendsku rækjuvirkini verið noydd at dúva upp á innfluttar rækjur, tí veiðan undir Íslandi er minkað burtur í einki. Hesi árini er talið á rækjuvirkjum minkað úr umleið 30 niður í fýra. Samherji sigur eisini, at raksturin á rækjuvirki­ num hevur ikki borið seg síðstu árini. Tey, sum hava arbeitt á rækjuvirkinum á Akureyri, fáa annað arbeiði (Mynd: Vísir) Ruth Smith savnið á framsýning i Ribe Fríggjadagin letur Ribe Kunstmuseum upp framsýning við verkum eftir listakvinnuni Ruth Smith. Meginparturin av verkunum eftir Ruth Smith eru lænt frá Skálanum við Skála/Ruth Smith savninum í Vági, umframt at onnur verk eisini eru lænt aðrastaðni, skrivar Suðurrás. Fernisering verður fríggjadagin 18. januar kl. 16. Tá spælir bróðursonur Ruth Smith, Jens Smith eina variatión eftir William Heinesen yvir ein kingosálm. Ruth Smith framsýningin verður á Ribe Kunstmuseum fram til 30. mars. Ribe Kunstmuseum er opið týsdag til fríggjadag millum kl. 11 og 16, mánadag er stongt. Ribe Kunstmuseum liggur á Sct. Nicolaigade 10.