mikudagur 16. januar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Nr. 11 - 16. januar 2008
risk/high reward). Í norðara
parti av Norðsjónum hevur
Kolvetni leitiloyvir, meting
arloyvir, og eitt gassfram
leiðsluloyvi (Schooner). Og
í sunnara parti av Norðsjó
num hevur felagið fram
leiðsluloyvi (Minke Main)
og fyrireikingarloyvir.
26 brunnar fyri
framman
Føroya Kolvetni skal luttaka
í nógvum boringum kom
andi tvey árini. Talan er um
ikki færri enn 26 brunnar í
bæði føroyskum øki, bretsk
um (Vestanfyri Hetland og í
Norðsjónum), og norskum
øki. Av hesum eru 11 leit
ingarbrunnar, 9 metingar
brunnar og 6 fyrireikingar
brunnar (til framleiðslu).
Eitt týðandi lið í menn
ingini av felagnum var at
gera innrás í Noregi.
Tað er ikki lætt at sleppa
at luttaka í norskari olju
vinnu. Strong krøv eru gald
andi fyri útlendsk oljufeløg,
har norsku myndugleikarnir
vilja tryggja sær, at eitt
felag hevur nakað veruligt
at bjóða upp og ikki bara
ætlar sær løtuvinning. Eitt
av hesum krøvum er pre
kvalifisering. Tí taka vit tað
sum eitt herðaklapp at vit
eru sloppin inn í Noregi,
har vit hava ognað okkum
leitingar og framleiðslu
loyvir, sigur Nils Sørensen.
Seinastu tíðina hevur Før
oya Kolvetni fingið stimbr
andi orð við á leiðini frá
ymsum greinarum, og parta
brævaráðgevar hava mælt
íleggjarum til at keypa
partabrøv í felagnum, tí teir
síggja felagið sum eina
áhugaverda íløgu.
Sjálvandi fegnast Nils
Sørensen um hesa gongdina,
men hvat kunnu hann og
Føroya Kolvetni brúka slík
skotsmál til í veruleika
num?
Tað er í sær sjálvum
gleðiligt, at fokus verður
sett á felagið. Góð skotsmál
geva eisini mót og áeggjan.
Reint ítøkiliga vilja vit
royna at innfría tað, ið grein
arar hava spátt um okkum,
sigur Nils Sørensen.
Sum heild metir Nils
Sørensen grundina til, at
Føroya Kolvetni hevur fing
ið nógva positiva umtalu í
seinastuni vera, at felagið
hesi 10 árini síðani stovnan
hevur ment eina breiða
strategi, har nógv sløg av
loyvum eru fingin til vega,
spjødd yvir stór landafrøði
lig økir.
Hetta er við til at spjaða
vágan hjá felagnum og
skapa grundarlag fyri økt
um virksemi og inntøkum,
sum koma at gera tilveruna
áhugaverdari hjá partaeig
arum í Føroya Kolvetni.
ár á baki
Loyvir hjá Føroya Kolvetni í Norðsjónum og Atlantsmótinum
”
Sjálvandi vera
vit við í næstu
loyvisrundu við
Føroyar, Nils
Sørensen, stjóri í
Føroya Kolvetni
Eftirlitið haltar
ESA, sum er eftirlitsskipanin hjá handilsfelagsskapinum
EFTA, fýlist í einari nýggjari frágreiðing hvassliga at
norska matvørueftirlitinum. Í heyst vóru umboð fyri
eftirlitið í Noregi og vitjaðu norska matvørueftirlitið
umframt fiskavirkir, alistøðir og nøkur verksmiðjuskip. Nú
skrivar ESA í einari frágreiðing, at eftirlitið við virkjum,
sum virka fiskavørur til matna, er ikki nóg gott, skrivar
NTB. Eitt nú fann ESA listeriabakteriur í royktum laksi.
Góðskueftirlitið við norskum fiskavirkjum
er ikki nóg gott (Mynd: Aftenposten)
Fastir fundir hjá staðbundnu
nevndunum
Runavík: Tá ein hevur eina stóra kommunu er neyðugt at tey, ið sita við
høvuðsábyrgdini vita hvat rørir seg í útjaðarinum í kommununi. Runavíkar
kommuna hevur fleiri staðbundnar nevndir, og nú er ásett nær tær hava føstu
fundir sínar fýra ferðir um árið. Í trimum av bygdunum í kommununi er ásett,
at Skálanevndin hevur fundir 5. februar, 6. mai, 2. september og 4. november,
meðan Oyndarfjarðarnevndin og Elduvíkarnevndin hevur sínar fundir 6.
februar, 7. mai, 3. september og 5. november. Í Oyndarfirði byrja fundirnir kl.
17 og í Elduvík kl. 19, verður sagt á heimasíðuni hjá kommununi. Hans J.
Lamhauge, borgarstjóri er formaður í øllum hesum lokalu nevndunum.
vinnan