mikudagur 16. januar 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2008
MIÐvIkaN
35
Skiparin fór niður í kahúttina
eftir bátakumpass og neyðrakett
um, og hann fekk eisini hendur
á nøkrum klæðum til sín sjálvs
og aðrar. Eingin av frívaktini fekk
nøkur klæðir við. Tað var eingin
tíð at missa, og vit sluppu av
skipinum í seinastu løtu, áðrenn
tað fór at bróta inn á dekkið.
Tann seinasti maðurin mátti fáa
sær renningarlop at leypa í bátin.
Hann hevði verið í lugarinum og
fingið hendur á nakað av olju
klæðum hjá manningini.
Átta mans vóru longu við
árarnar, meðan hinir 12 menninir
vórðu býttir millum forskutin og
afturskutin í bátinum. Her var
ríkiliga trongligt til so nógvar
vaksnar mans. Báturin fleyt tungt
í sjónum, men tíbetur høvdu
vit eina lítla jollu uppá sleip.
Skiparin helt, at tað kundi hent,
at vit fingu brúk fyri henni.
Í bjargingarbátunum
Tað var óhugsandi at leggja at
inni á landi, sum brimið var. Vit
kendu heldur einki til, hvussu
út sá inni í fjøruni. Sum brimið
var, hildu vit okkum frá at kanna
hetta, meðan myrkt var.
Vit róðu tí vestureftir tvørs av
víkini. Vindurin vaks við kavaroki
og verri sjógvi. Tað gekk seint at
rógva, og jollan, sum hekk afturút
seinkaði eisini ferðini.
Bjargingarbáturin var eitt
áttamannafar, og hann var sera
sjógóður. Tað var eisini galdandi
fyri jolluna, sum var bygd í sama
sniði.
Tá hendi tað, at fýra av mann
ingini bjóðaðu sær til at fara í
jolluna, og skiparin loyvdi hesum.
Í jolluni var eisini ivaleysa trongt
til fýra mans, men tað rúmkaði
um hjá okkum.
Onkuntíð kláraði eitt
sindur upp, so vit sóu vitan á
Selvogsnesi ikki langt burtur.
Hesar løtur høvdu vit nýtt høvið
at senda upp neyðrakettir. Tá vit
høvdu sent tríggjar var eingin
eftir. Vit fingu seinni upplýst, at
á vitanum høvdu teir ikki sæð
nakað.
Millum klokkan 2 og 3 hoyrdu
vit dunkið av einum motorskipi.
Tað hevði motor av sama slag,
sum føroysk skip nýttu fyrstu
árini. Stutt eftir hómaðu vit eitt
skip fara framvið okkum. Vit róptu
hart og leingi um hjálp, men teir
hoyrdu okkum ikki, helst vegna
gangin frá motorinum. Hetta var
lítið hugaligt, og vit hoyrdu ikki
onnur skip hesa náttina.
Seinni fór vindurin í ein út
synning við hørðum støðugum
kavastormi. Aldan gjørdist høg,
eftir at vit høvdu róð í fýra tímar
undir ringum umstøðum móti
vestanvindi og aldu.
Vit høvdu eingi beinleiðis brot
inn í bátin, men kortini skolaði
sjógvur inn frá bæði borð. Tveir
mans høvdu nóg mikið við
at oysa alla tíðina. Menninir
skiftust at rógva og at oysa. Vit
royndu eisini at blaka okkum
fyri at fáa eitt sindur av hita í
kroppin hóast náttarkuldan. Sjálvt
um vit høvdu fingið nakað av
oljuklæðum við í bátin, var hetta
ikki nógv mikið til allar, so menn
vóru gjøgnumbloyttir. Men tað
var tó ikki tann stóri munurin á
teimum við og uttan oljuklæðir.
Tað avgerandi var, at menninir
vóru í føroyskum undirklæðum,
og hesum kunnu vit takka fyri,
at eingin fekk varandi mein
av kuldanum. Tað er eisini er
veruleiki, at ullint klæði verma
eins væl, um mann var ígjøgnum.
Ring hundavakt
Hundavaktin hevði verið trupul á
ein hvønn hátt. Vit kendu okkum
eisini heilt maktarleysar av møði
og mótloysi. Tað tyktist eisini,
sum at tíðin stóð í stað, og vit
byrjaðu at føla okkum svangar og
tystar. Tað var einki etandi ella
drekkandi í bátinum, og hetta
var heldur ikki fyriskipað útgerð
í bjargingarbáti. Men hann var
sjógóður, sum hetta slag av
bátum kann vera, hóast jolluna,
sum hekk afturút, og sum var eitt
sindur til fortreð.
Tá ið tað lýsti, høvdu vit
trupulleikar við at halda okkum
vaknar. Tað var mestsum eitt eiti,
at vit róðu. Tað gekk meira bakk
enn fram, og vit kláraðu so dánt
at halda bátinum upp móti, so
hann ikki kom at liggja tvørtur av
vindinum.
Soleiðis gingu enn tríggir tímar,
eftir okkara tykki til onga nyttu.
Veðrið var óbroytt. Eingin segði
nakað, uttan tá ið onkur bjóðaði
sær til at loysa av at oysa ella
rógva.
Meðan tað sá ringast út,
batnaði veðrið millum sjey og
hálvgum átta, og tá lívgaðu vit
upp. Eina løtu seinni sóu vit
vestara vongin á víkini.
Aftaná eitt korter kendu vit
aftur landslagið hinumegin.
Tá vísti tað seg, at hetta var
júst lendingin hjá bóndanum í
Herdisarvík. Vit kundu rokna
út, at vit vóru førdir hagar av
streyminum frá tí opna havinum.
Vit royna at koma í
land
Hóast vindurin var minkaður, var
framvegis ringur sjógvur, so vit
bíðaðu eina løtu eftir at royna at
fara á land. Vit vónaðu, at kanska
fóru fólkini á garðinun at síggja
okkum, men hetta merktu vit
kortini einki til.
Hóast vandan, sum var við
royna at sleppa okkum á land,
vildu vit royna løgir til hetta
millum brotini. Tað vóru nakrir av
monnunum, sum høvdu royndir
frá brimplássum, har teir búðu í
Eysturoynni, og kundi hetta koma
okkum til gagns.
Nú skuldi tað standa sína
roynd. Tað avgerandi var, at vit
fyrireikaðu okkum væl. Tað ráddi
um at koma so tætt sum gjørligt
at teimum stóru brotunum, sum
so kundu skola okkum uppá land.
Jollan við teimum fýra monnunum
skuldi royna fyrst. Teir fóru við
einum broti og komu beint inn á
sandin. So róptu teir út til okkum
í tí stóra bjargingarbátinum um
at koma beinanvegin. Men hetta
var lættari sagt enn gjørt. Her var
rættiliga útgrunt, og tí kundi væl
hugsast, at báturin fór at taka
botn á vegnum inn. Hendi hetta
kom bátur at venda tvørur og fór
tá at koppa, og tá kundu vit vera
um ein háls.
Nú ráddi bert um at bíða, til tað
varð kyrt millum tvey brot. Hetta
vísti seg at bera til, hóast báturin
var trupul at stýra, og menninir
við árarnar vóru púra fokkaðir.
Hetta var ein kapprógving við
brotini, sum komu aftaná frá,
men báturin kom tó óskaddur
upp á sandin. Síðan brúktu vit
tær kreftir, sum vóru eftir at hála
bátarnar niðanfrá, so teir vóru
leysir av briminum.
Bóndagarðurin í
Herdisarvík
So stóðu vit har í einum trunka,
meðan ein av monnunum bað
eina stutta takkarbøn fyri
bjargingina.
Síðan fóru vit í gásagongd
gjøgnum skalvarnar niðan til
bóndagarðin í Herdisarvík, sum
lá nakrar hundrað metur frá
strondini. Hóast hetta var stuttur
teinur, var tað tungt fyri okkara
stívu bein.
Beint við bóndagarðin stóðu
nøkur ross aftanfyri eitt úthús.
Tey tóku til beins og hava helst
ræðst hesar ókunnugu menninar
so tíðliga á degnum. Vit loyvdu
okkum at gloppa hurðina til
úthúsið, og her jarmaði seyðurin
av svongd.
Fólkini á garðinum vóru ikki
uppkomin, hóst klokkan var
næstan níggju. Vit bankaðu á
úthurðina á sethúsunum. Hon
var læst, og tey hoyrdu einki har
inni. Ikki fyrr enn vit bankaðu á
eitt vindeyga vísti bóndin seg.
Hann varð sera bilsin og illa við
at síggja eina heila skipsmanning
uttanfyri sovikamarsgluggan.
Vit hoyrdu, at hann rópti hini
í húsinum og bað tey koma upp
beinanvegin. Sjálvur opnaði hann
hurðina beinanvegin og bjóðaði
okkum vælkomin innar. Hann
bað orsaka, at hann hevði sovið
yvir seg. ”Vit vóru uppi í nátt fyri
at bjarga nøkur av djórunum í
kavastorminum,” segði hann.
Bóndin kendi beinanvegin fleiri
av okkum aftur, frá tí hann hevði
vitjað umborð dagin fyri. Hann
var eisini bilsin um, at vit hóast
alt vóru so frægt fyri eftir alt, sum
vit høvdu verið út fyri í hesum
ringa veðrinum.
Full goymsla av
klæðum
Bert tað at fáa tak yvir høvdið
Hetta kortið vísir á leið, hvar Arizona fór á land.
Nærmasta stóra pláss er Þorlákshøfn
Hetta er ein íslendskur bóndagarður, sum helst minnir um garðin, hagar manningin á Arizonu bjargaði sær