Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 36 nr. 11 • 16. januar 2008 gjørdi okkum í betri lag. Vit fylgd­ ust við bóndanum inn í eitt av teimum størru rúmunum á garði­ num. Her høvdu vit ikki orð fyri, hvussu bilsnir vit gjørdust. Bóndin opnaði eini goymslu, sum var full av sjómansklæðum. Vit kundu ikki trúgva okkara egnu eygum, skiltu heldur ikki meiningina við hesum. Her vóru ullintir sokkar, undirklæðir og troyggjur, alt væl buntað saman. Vit føldu tað sum ein góðan dreym, tá ið bóndin hálaði alt hetta fram til hvønn einstakan av okkum. ”So kunnu tit fara at skifta,” segði bóndin, og hesi boðini komu á eitt ”turt stað”. Klæðini átti slýsavarnarfelagið, bjarg­ ingarfelagið á staðnum, sum hevði eina fasta goymslu her á garðinum. Hetta farvatnið var kent fyri øll tey skip, sum gingu burtur her í pálandsstormunum, sum vóru so vanligir um várarnar. Tí skuldi garðurin vera klárur at taka ímóti skipsbrotnum monnum. Tað tók okkum eina løtu at lata okkum í. Støddirnar vóru jú so ymiskir, so vit máttu býta við hvønn annan, og var hetta eisini eitt sindur skemtiligt. Bóndakonan og dóttir hennara tóku okkara karmar, sum lógu í einum dunga á gólvinum mitt í stovuni. Best hugsandi máltíðin Bóndin og húskallurin hevði eisini verið í fjósinum at fóðra kríatúrini, og teir høvdu eisini mjólkað einar tvær kýr, so vit fingu so nógva mjólk, sum vit orkaðu at drekka. Hetta var ein løtt, skjótt og tann besta máltíð, sum kundi bjóðast hesum 20 óvæntaðu gestum, sum bæði vóru svangir og tystir. Hetta kom so væl við, at tað finst ikki orð fyri tí. Men so blivu vit eisini linir og vildu illa sova. Hetta var nú ikki var so løgið eftir eina so strævna nátt uttan svøvn. Tað var avmarkað pláss til so nógvar liggjandi gestir. Nakrir fingu song, meðan aðrir lógu á beinkjum og á gólvinum. Hjúnini lótu sína song til fimm av teimum smæstu monnunum, sum kundu liggja tvørtur um í seingini. Kømurini hjá húskalli­ num, arbeiðsgentuni og eitt gestarúm varð eisini tikið í nýtslu. Klokkan eitt varð purrað út til døgurða. Vit hildu okkkum hava sovið eina heila nátt. Vit føldu okkum styrktar og hvíldar, hóast vit bert høvdu sovið í tríggjar tímar undir óvanligum umstøðum. Lukturin úr køkinum kendist sera heimligur. Tey kókaðu nevni­ liga ræstan fisk til okkum. Hesin luktur fekk rættiliga bøtt um matarlystin. Eftir hesa veldigu máltíð og síðan molakaffi omaná, kom rættuliga gongd á prátið við fólkið í húsinum, hóast tað var eitt sindur av trupulleikum at skilja hvønn annan. Íslendingarnir hildu sær at gaman av okkara máta at tosa, men hetta var alt sera meinaleyst. Ein av hesum stuttligu misskiljingunum var, tá ið skiparin hevði biðið um at sleppa at læna ein kikara. Okkurt hevði bóndin misskilt, tí hann kom við sigarum til allar, sum vildu hava. Hetta var ein heppin misskiljing fyri okkum. Kikara fekk skiparin eisini. Hesi fryntligu menniskjur hjálptu okkum væl yvir hendan kvøkkin, vit høvdu fingið hesa vanlukku nátt, men her var hvørki brúk fyri heilivági ella læknahjalp. Við kikaranum kundu vit týðuliga síggja Arizonu, sum var skolað upp á strondina. Mastrar og stýrihús vóru burtur. Tað var komið út á seinnapart­ in, og vit bíðaðu eftir flutningi til eina grannabygd ikki so langt burtur, har syrgt var fyri gisting til okkara. Her skuldu vit vera inntil kavin var ruddaður av vegnum og tað var koyrandi til Reykjavíkar. Bóndin og húskallurin gjørdu sítt besta fyri, at vit ikki skuldu hugsa ov nógv um okkara sundur­ brotna skip. Fyrst vístu teir okkum djórini, teir høvdu. Tað var sera áhugavert. Síðan hugdu vit eftir bátunum hjá okkum, men hesum høvdu vit ikki stóran áhuga fyri. Teir vóru í okkara heimi bert týdningarleyst strandingsgóðs. Bóndin undraðist yvir, at vit vóru komnir á land á einasta staði, har hetta var møguligt í álandsvindinum. Hann helt, at vit skuldu seta bátarnar nærindis neystinum hjá honum. Hetta var lætt hjá okkum. Vit vóru so nógvir um tað, og vit høvdu fingið kreftirnar aftur. Vit settu jolluna hjá bóndanum inn í neystið. Hon hevði staðið úti í øllum illveðrinum. Bóndin hevði gloymt jollina, tá ið hann rokaðist við at bjarga øllum øðrum, meðan kavaódnin var. Tá vit royndu at koma inn á sandin stýrdu vit beinleiðis móti jolluni, og var hetta avgerandi fyri at lendingin eydnaðist so væl. Vit hoyrdu bóndan tosa við seg sjálvan um hetta hepni, og hann segði tað eisini við okkum. Men fyri okkum var tað eitt undur. Tá vit komu aftur til garðin, hevði húsmóðurin sett fram eina spann av kirnumjólk, og var hetta ein framúr leskidrykkur. Meðan vit framvegis bíðaðu eftir flutningi víðari, fingu vit tíðina at ganga við at lurta eftir grammofontónleiki, sum 20 ára gamla dótturin í húsinum stóð fyri. Gentan var lesandi í Reykjavík og hevði vetrarferiu í nakrar dagar. Í hesum sambandi hevði hon útvegað sær eina nýggja grammofonplátu við svenskum sjómansvísum og harmonikutónleiki. Fyri siglandi fólk merkti harmonikutónleikur eisini, at tað var góður tónleikur. Stúrdu fyri at fara á rossabak Hóast tað var hugnaligt at vera her, hugsaðu vit mest um heim­ reisuna, sum skuldi byrja á rossa­ baki. Eingin okkara hevði fyrr sitið á einum rossi, og vit stúrdu allir eitt sindur fyri hesum. Meðan vit enn lurta eftir lagnum ”Lystig går dansen på mågeskær i lyse sommernætter”, kom húskallurin rennandi inn úr túninum. ”Nú koma teir við rossunum”, rópti hann. Hetta var ein løta, sum vit høvdu bíðað eftir við ótolni og eisini eitt sindur av stúran. Men tað var stórsligið at síggja hetta stóra fylgi av prúðum og vøkrum rossum. Áðrenn vit tordu at nærkast rossunum tóku vit avskeð við okkara vertsfólk. ”Tit skulu ikki ræðast rossini”, søgdu tey. Vit skiltu, at hetta vóru útvald reiðross. Okkara ferðaleiðari bað okkum gloyma okkara fyrivarni fyri rossunum, sum vit ikki skuldi ræðast. Hann royndi at skunda undir okkum at fara avstað. Vit høvdu einki val. Vit skuldu nærkast rosssunum, meðan tey enn vóru friðarlig. Fólkini á garðinum hjálptu okkum uppá rossini. Tey hava nokk hildið hetta síggja sera klossut út. Rossini vórðu sett í eina røð sum ein konvoy, og leiðarin gav boð um at fara til gongu. Eitt ross var eyka, og aftast gingu tvey ross við okkara vátu klæðum. Førið var sera vánaligt, tí gekk tað sera seint. Hetta var kanska heppið. Tað kundi lættliga hent ein vanlukka, um rossini gingu skjótari, so óvanir sum vit vóru við ross. Tó var tað ein fyrimunur, at vit kundu fylgja teirri slóðini, rossini høvdu gingið, tá ið tey komu eftir okkum. Hetta er frá leiðini, har Ernestina fór á land í 1930, og sum er á somu leiðum, sum henda frásøgn gongur fyri seg. Sum tað sæst er óreint útfyri. Ernestina stendur annars fyri einum tí størsra bjargingarbragdi í Føroya søgu Manningin á Ernestinu kom inn í fjøruna, og mátti tí høgga seg leið upp eftir frystu tromini, har skalvur hekk útfyri. Hetta var annar partur av avrikinum í hesi bjargingarsøgu, sum nógv er skrivað um Næstu ferð Í komandi parti og seinasta parti verður greitt frá framhaldandi og drúgvu ferðini, áðrenn Harald aftur kemur til Oyndarfjarðar. Men longu árið eftir í 1933 kemur Harald aftur soleiðis fyri, at skipið hann var við, søkkur undan honum. Hetta var við Phi­phi, sum varð ásiglt av Nólsoy. Vit fara eisini at hava tey minningarorð, sum Indre Missions Tidende hevði um Harald.