mikudagur 16. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2008
37
Løgtingsvalið 19. januar 2008
3
Takk fyri heilsanina, Ingeborg!
Miðflokkurin er verji
teirra, íð bera brek
Miðflokkurin hevur sett
sær sum mál at verja tey, íð
bera brek í landi okkara.
Tað er syrgiligt at síggja, at
júst hesin parturin av
okkara týdningarmiklu
samfelagsborgarum, er so
illa hagreiddur sum hann
er. Tá ið tað viðvíkur
hesum partinum av kæru
landsmonnum okkara, so
kunnu tit trygt líta á
Miðflokkin. Miðflokkurin
stendur við givin lyfti.
MIÐFLOKKURIN setir sær fyri, at tørvurin á
sambýlum til brekað SKAL nøktast.
MIÐFLOKKURIN vil at tørvurin á vardum íbúðum til
brekað SKAL NØKTAST.
MIÐFLOKKURIN vil at avvarandi at brekaðum
SKULU fáa nógv meiri hjálp.
MIÐFLOKKURIN vil at foreldur at brekaðum SKULU
hava nógv betri sømdir.
MIÐFLOKKURIN vil, at lítli Petur sleppur heim aftur,
og at ONGIN, íð ber brek verður sendur av landinum,
eins og hann bleiv!
Skattatrýstið eigur
at fara niður
Tað er eingin ivi um, at
skattatrýstið ídag er alt ov
høgt – serliga fyri tær
lágu- og miðal lønirnar. Tá
skattavaldið hevur fingið
sítt, pluss onnur lógarásett
gjøld, so er ikki nógv eftir
hjá vanliga føroyinginum.
Hetta haldi eg er skeivt –
og her eigur broyting at
koma í – ongantíð ov
skjótt.
Tað eigur og skal loysa
seg væl og virðiliga at arbeiða. Ídag er skatturin so mikið
høgur, at ofta spyr ein seg sjálvan, um tað loysir seg at
arbeiða – tá tað almenna fer avstað við alt ov nógvum
peningi, av hvørjari vunnari krónu. Hetta eigur ikki at
vera so.
Eg eri av tí fatan, at vit eiga at lata skattatrýstið minka
so líðandi – ár fyri ár – til vit eru komin niður á eitt
hóskandi støði. Passaligt kundi verið, at latið trýstið
minka 1% árliga nøkur ár fram.
So sigur tú kanska, men hvar skulu vit fáa írestandi
peningin frá, ið so kemur at mangla í inntøkum hjá
landinum? Góður spurningur. Eg trúgvi tí, at við at latið
fólkið rátt yvir einum størri parti av sínum hart vunnu
pengum, so hevði tað sæst aftur í dynamikkinum í
samfelagnum – av tí at fólkið hevði meiri pening at keypt
fyri, umvalt fyri o.s.fr. So eg eri ikki bangin fyri, at
peningurin bleiv burtur. Her høvdu fólk kunnað sett
pening til síðis - pluss havt ráð til átrokandi ting...
Hvussu ber tað til, at vit eru so bangin fyri at slaka
uppá skattin? Hvat óttast vit? Tað einasta, ið vit fáa burtur
úr hesum høga skattatrýsti er – at ymsu feløgini krevja
hægri løn – fyri at meira kann verða eftir til einstaka
limin – við tí úrsliti, at lønin fer upp, prísurin á ymsu
vørunum fer upp (sum vit hava sæð síðsta árið) og okkara
kappingarføri við útheimin gerst bara verri og verri. Hetta
er ein ónd ringrás, ið eigur at steðgast. Tað, ið telur fyri
hin einstaka borgaran – er hvat hann/hon hevur eftir –
aftan á skatt. Hetta er tað, tey skulu liva av.
Tað er vorðið sum lorta-
spannir, Ingeborg Vinther
stoytir niður yvir Javnaðar-
flokkin í hesum døgum.
Fyrst eitt skendskt álop á
Helenu Dam á Neystabø
og nú enn eitt av sama slag
á undirritaða, Heðin
Mortensen. Sjálv vendi
hon Javnaðarflokkinum
bakið á sinni, so tí er ilt at
skilja, at hennara hjarta nú
skal banka so hart fyri
flokkinum.
Eftir øllum at døma er
tað ikki lukkuligt at vera
fyri, tá Ingeborg Vinther
ikki fær sín vilja. Nú fáir
dagar eru til løgtingsvalið,
hevur hon sett seg sjálva
sum yvirdómara fyri, hvør
skal kunna stilla upp fyri
Javnaðarflokkin og ikki.
Og synd er at siga, at undir-
ritaði fær ta fagrastu
viðferðina, nú sinnið er
farið við Ingeborg!
Í lesarabrøvum stoytir
hon lortaspannir niður yvir
útvald valevni hjá Javnaðar-
flokkinum. Talan er um
lortaspannir, ið eru so
grovar og skendskar, at tær
kanska ikki áttu nakað
aftursvar uppiborið. Men
Ingeborg fer ov langt – alt
ov langt – so tí kenni eg
meg noyddan at skriva
hesar reglur.
Fyrst sendi hon Helenu
Dam á Neystabø eina
heilsan, ið var so undir alt
lágmark, at tú ikki skuldi
trúð, at hetta var oddafisk-
urin í størsta arbeiðarafelag
her á landi, ið skrivaði. Og
nú eri tað so eg, ið standi
fyri tørni. Hvør veruliga
orsøkin til hesi sniðálop er,
dugi eg ikki at siga, tí
skitnu heilsanir hennara
eru so fullar av mótsagn-
um, at tað ber næstan ikki
til at skilja, hvørji ørindi
hennara eru.
Í fyrra lesarabrævi sínum
spyr hon, um trúvirðið hjá
Javnaðarflokkinum er í
lagi, og í tí seinna spyr
hon, um Javnaðarflokkurin
vil leggja navn til poli-
tikkin hjá Heðini
Mortensen, borgarstjóra.
Báðir spurningarnir kunnu
stutt svarast játtandi, tí tað
liggja floksdemokratiskar
mannagongdir aftanfyri, at
bæði Helena Dam á
Neystabø og Heðin
Mortensen eru uppstillað
fyri Javnaðarflokkin.
Endurtaka ikki feilir
Trupulleikin er bara, at
hetta tykjast ikki vera
veruligu ørindini hjá
Ingeborg Vinther, tí bæði á
reglunum – og millum tær
– sæst ein so ógvuslig
sinnisrørsla, at eg ivist ikki
í, at Ingeborg sjálv hevur
gloymt, at hon á sinni
vendi Javnaðarflokkinum
bakið. Nú hon kemur við
sínum lortaspannum,
minnir hon mest um ein
dampketil, sum hevur ein
ikki-virkandi yvirtrýsts-
ventil.
Ingeborg vil vera við, at
rættartrygdin hjá vanliga
borgaranum er illa vard við
tí politikki, Heðin Morten-
sen stendur fyri. Hetta
grundar hon á, at hon ikki
fær sín vilja, sum er at
Tórshavnar kommuna skal
veita henni og felag
hennara sersømdir at
byggja, sum teimum lystir,
hóast málið er so sera
einfalt: Byggisamtyktin
heimilar ikki tí bygging,
Ingeborg vil fremja, og tað
er so tað!
Í lesarabrævinum vísir
hon á, at Tórshavnar
kommuna hevur givið
byggiloyvi, sum tað ikki
átti, og at kommunan tí var
dømd at rinda endurgjald.
Ætlar hon veruliga, at
kommunan skal endurtaka
eitt slíkt mistak, so
endurgjald skal rindast enn
eina ferð? Nei, sjálvandi
fer Tórshavnar kommuna
ikki at endurtaka ein feil,
sum hon enntá hevur
fingið dóm fyri. Tí fær
Ingeborg heldur ikki sín
vilja!
Gjøgnumholað
lortaspann
At hon so førir fram, at
borgarstjórin skal hava
lovað bæði eitt og annað,
gjøgnumholar hennara
lortaspann beinanvegin, tí
tað er ikki upp til borgar-
stjóran at skriva út byggi-
loyvi. Tí tekur ein faklig
umsiting sær av, og henda
umsiting letur síðani
byggi- og býarskipanar-
nevndini eitt tilmæli at
taka støðu til, og síðani
verður handlað út frá tí. At
vísa á aðrar mannagongdir,
er at tilleggja borgarstjór-
anum meira vald, enn hann
hevur.
Orsøkin til, at Føroya
Arbeiðarafelag ikki er
sloppið at byggja út, sum
tað kundi hugsað sær, er
heilt einfalt, tí fakliga
umsitingin hjá Tórshavnar
kommunu hevur mælt frá,
og tí byggi- og býar-
skipanarnevndin hevur
tikið tað til eftirtektar. Her
er við øðrum orðum gingið
eftir bókini, so her er einki
hjá Ingeborg at koma eftir.
Slett einki!
Ikki er nóg mikið hjá
Ingeborg Vinther, at Heðin
Mortensen skal standa fyri
skotum, tí hon rør eisini
framundir, at formaðurin í
byggi- og býarskipanar-
nevndini, Jógvan Arge,
skal vera ógegniður, tí
hann er granni hjá Føroya
Arbeiðarafelag… Hon
nevnir tó einki um, at hon
enntá hevur kært hetta til
landsstýrið fyri trimum
árum síðani, men fekk ikki
viðhald!
Øvundar okkara eldru
Av øðrum, ið sær út til at
vera farið við yvirtrýsti-
num í dampketlinum hjá
Ingeborg Vinther, er
hennara stóri skelkur av, at
í grannalagnum hjá Føroya
Arbeiðarafelag hevur
Tórshavnar kommuna bygt
út gomlu marinustøðina, so
24 búpláss fingust til
nøkur av okkara eldru, ið
høvdu tørv á at koma á
ellis- og røktarheim.
Ófatiligt, at Ingeborg
Vinther skal fáa so ilt av, at
kommunan hevur gjørt
nakað fyri at betra um
korini hjá okkara eldru
borgarum! Hetta átti ikki at
fingið øði í eina gamla
javnaðarsál, sum Ingeborg
letst at vera, tí júst frami á
eldraøkinum er nakað, ið
stendur Javnaðarflokkinum
sera nær. Hevði ikki trúð,
at Ingeborg skuldi sett
spurnartekin við hetta – av
øllum!
Men soleiðis er tað bara,
tá tú letur sinnið fara við
tær og ikki hevur tamar-
hald á tær sjálvum. At
útbreiða sína øvund inn á
okkara eldru á henda hátt,
er besta prógvið fyri, at
Ingeborg Vinther missir
stýringina, tá hon ikki fær
sín vilja og tá hon ikki fær
sínar sersømdir – fram um
onnur.
Góða Ingeborg! Eg takki
fyri heilsanina, men
harmist um, at tú skuldi
søkka so lágt!
Javnaðarflokkurin hevur
gingið á odda og hevur
tryggjað, at vit hava fingið
eina savnandi og berandi
loysn í ríkisrættarligu
viðurskiftunum. Tí eiga vit
nú, við einum sterkum
Javnaðarflokki á odda, at
nýta alla samfelagsorkuna
til at menna fólksins
vælferð.
Javnaðarflokkurin hevur
sett sær ítøkilig mál fyri
tey komandi 4 árini. Mál,
ið snúgva seg um at betra
um korini hjá teimum
eldru, familjuni, teimum
við skerdum møguleikum,
ungdóminum,
heilsuverkinum,
skúlaverkinum og
verkafólki. Vit vilja
framhaldandi skapa karmar
fyri fjølbroytni og
dynamikki í vinnilívinum.
Vit taka ongi óráð fyri,
men vilja menna tjóðina
við støði í okkara hugsjón.
Okkara solidariski
politikkur tryggjar okkum
øllum og komandi
ættarligum framtíðina.
Miðflokkurin
Charlotta á Váli
olsen
Val
Miðflokkurin – X við lista H
Fríðtór
Debes
Val
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu og valevni
Javnaðarfloksins
heðin Mortensen
Val
Løgtingsmaður og valevni
Kristian
Magnussen
Val
Vit eru ikki til smartar loysnir