mikudagur 16. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 11 - 16. januar 2008
Flakavirkið
heiman á Sandi
Sandoy og Sandsbygd eru í
einari spentari støðu, hvat
hendur fyri tíðina. Tað
hoyrdist at flakavirkið á
Sandi bleiv lagt stilt eina
tíð, tí marknaður ikki var
fyri saltfiski. Hesa støðu
góðtóku fólk so
nøkunlunda.
Men nú er støðan heilt
ein onnur, stórir bilar byrja
at koyra maskinur út av
virkinum.
Hartil er at siga, um tað ikki loysir seg at flekja heiman
á Sandi so loysir tað seg heldur ikki at flekja í Suðri.
Vælsignaðir tit, sum eiga hesi virkir, geri ikki tað ger,
at tit nú loypa frá hesum virkjum og tøma tey.
Vit í Sandoynni hava verið og eru glað fyri at tit komu
til oynna. Sandoyggin rætti tykkukm bróðurhond tá tit
komu, arbeiðarafeløgini setti pening til og onnur, so gott
tey kundu. Eisini kom landi við sínum báðum milliónum.
Vit vita væl at tit eiga vrikini á leiðaðum lendi.
Vælsignaðir lati hetta ikki enda við tí stríði, sum tók
seg upp ímillum Skopunar Kommunu og Sólaris, tí vit
hava havt sera gott samstarv við Delta.
Men men vit fara ikki bara at hyggja meðan
arbeiðstólini á virkinum verða fragta til aðrar oyggjar,
hetta virkið er livibreyði hjá nógnum í Sandoynni.
Um neyðugt fer Sandoyggin at standa saman og vil eg
heldur enn gjarna vera stavnamaður í hesu søk.
So tit sum stjórna hesum virkjum, lati okkum brúka tað
besta amboði, at tosa saman, tí vit góðtaka ikki at tey tól,
sum vóru stuðla fíggjarliga til Sandoynna nú fara út um
bogan í myrkri og førast í aðra oyggj.
Sandoy, Sandoyingar lati okkum standa saman at náa
tað besta. Vit góðtaka ikki at Sandoyggin fær banahøggi,
við at steingja virki, fyri at menna annað øki við
maskinum, sum vóru stuðlaðar til Sandoynna.
Dimmalætting umrøður í
blaðnum fríggjadagin 11.
januar ein vaksandi trupul
leika, sum politiska skip
anin ikki longur kann
loyva sær einki at gera við.
Hesin er vánaliga ella dal
andi góðskan í sambandi
við lógar og kunngerðar
smíð. Uttan at taka undir
við øllum, so er ein kjarni
av sannleika í tí, sum
verður lýst í Dimmu.
Í 2004 metti umsitingin í
Innlendismálaráðnum, at
vegleiðingarnar, ið vórðu
sendar hinum ráðunum í
sambandi við lógararbeiði
høvdu gagnliga ávirkan á
lógaruppskotini, sum
samsvaraðu alt betri og
betri við tann leist, ið Inn
lendismálaráðið mælti til.
Tíverri er tað ein sann
roynd, at seinasta sam
gonguskeiðið hevur gingið
heldur skjótt afturá við
góðskuni á lógaruppskotu
num. Ein orsøk til hetta er
helst, at størri og størri
partur av lógaruppskotu
num verða evnað til av
øðrum enn løgfrøðingum,
og at politiska skipanin
eftir øllum at døma ikki
sær hetta sum ein trupul
leika. Besta dømið um tað
man støðan í Almanna og
heilsumálaráðnum vera,
har einstakir og heilt niður
til hálvir løgfrøðingar hava
havt ábyrgdina av at gera
lógar og kunngerða
uppskot á hesum størsta
økinum í allari umsitingini.
Men eitt ráð sum
Almanna og heilsumála
ráðið eigur ikki at fáa alla
skuldina. Vit onnur, ið
hava umsitið hini ráðini,
mugu eisini taka okkara
part av ábyrgdini. Eitt nú
kann vera víst á, at Fíggjar
málaráðið hevur eina sera
stirvna praksis, tá ræður
um at flokka almenn størv.
Helst man eitt ráð sum
Almanna og heilsumála
ráðið líða undir hesum, at
stirvnar innanhýsis fyri
sitingarligar reglur og
mannagongdir forða fyri,
at nóg nógv og nóg attrak
tiv størv kunnu verða
stovnað í hesum illa sperda
ráði. Varð trupulleikin
sæddur út frá hesum sjónar
miðnum, vildi stórur partur
av trupulleikanum við
lógargóðskuni í nevnda
ráði kunnað verðið loystur.
Ein onnur orsøk til
trupulleikan við lógar
góðskuni er eisini, at aðal
ráðini í alt minni mun
fylgja teim mannagongd
um og vegleiðingum, ið
eru galdandi á økinum.
Enn ein orsøk er tann
vælkenda støðan, ið er
trupul at sleppa av við, har
politiska leiðslan og fyrisit
ingin leggja so nógv upp
skot sum gjørligt fyri
tingið beint áðrenn,
tingsetan endar, við tí
avleiðing, at uppskot verða
skrumblað í gjøgnum uttan
eftirkanning, og uttan at
freistir verða hildnar.
Eg havi sum landsstýris
maður í lógarmálum ávar
að móti hesi óhepnu gongd
og á landsstýrisfundi fyri
tíð síðan víst á vaksandi
trupulleikan. Kortini mugu
vit ásanna, at støðan tykist
at versna. Stóra talið av
lógaruppskotum, ið varð
lagt fyri løgtingið langt inn
í november mánað, har
nógvu av uppskotunum
vóru so sein ávegis, at tey
ikki náddu til løgfrøðiligt
eftirlit í Innlendismála
ráðnum, ber boð um
støðuna.
Vit kunnu venda
gongdini
Lógir og kunngerðir ávirka
allar borgarar og øll sam
felagsviðurskifti. Tí er
sjálvsagt, at vit støðugt
mugu stremba eftir, at
lóggáva okkara er skyn
som, væl umhugsað og
yvirhøvur hóskandi til
okkara viðurskifti. Um
framt at løgfrøðiligur ser
kunnleiki er ein fyritreyt,
er góð fyrireiking og
umsitingarligir karmar
grundleggjandi fyri at fáa
eitt dygdargott lógarverk.
Hetta mugu politikararnir
vita og virða.
Vit kunnu hava ymiskar
meiningar um, hvørt vit
hava lógir um ov nógv
viðurskifti ella ikki, men at
seta onnur enn løgfrøð
ingar til at gera løgfrøðiligt
arbeiði svarar til at seta
maskinmann til handverks
arbeiði. Hetta vil sum frá
líður fáa størri og størri
avleiðingar fyri lógar
smíðið og kann koma at
kosta borgarum og sam
felagnum dýrt.
Eitt annað stað at seta
inn ímóti dalandi lógar
góðskuni er løglistin, ið er
tengdur at ólavsøkurøðu
løgmans. Hesin listi hevur
yvirlit yvir øll lógarupp
skot, ið landsstýrið ætlar at
leggja fyri tingið komandi
árið. Trupulleikin er tó, at
hesin listi er eitt slag av
avrikslista hjá ymisku
landsstýrisfólkunum, ið
helst vilja hava so nógv
uppskot á listan sum
gjørligt fyri at vísa sítt
arbeiðssemi. Her mugu vit
hava í huga, at dygdargott
lógarsmíð tekur tíð, og at
vit seta okkum sum mál at
gera løglistan so realist
iskan sum gjørligt heldur
enn so langan sum gjørligt.
Eg er sannførdur um, at
hetta kundi bøtt um
støðuna.
Ein styttur løglisti tryggj
ar kortini ikki betri lógir.
Hugburðurin má broytast,
so leiðbeiningarnar um
uppseting av lógum og um
krøv til viðmerkingar til
lógartekstin verða fylgdar.
Fleiri vegleiðingar mugu
eisini fáast til vega, og
verandi vegleiðingar mugu
uppdaterast í neyðugan
mun.
Undirvísing í løgfrøði má
skipast beinanvegin
Sum víst á í viðmerking
nýliga, eigur løgfrøðiundir
vísing at verða skipað á
Fróðskaparsetrinum. Slík
undirvísing og útbúgving
verður helst minni
eindarkend enn kenda
danska útbúgvingin, og vil
løgfrøðiligur førleiki tí
lættliga kunna koma enn
fleiri persónum (eisini í
fyrisitingini) til góðar enn
nú. Avleiðingin verður
helst, at løgfrøðiligur
førleiki verður mentur
millum føroyingar, og
sannlíka avleiðingin verður
eisini betri lógarsmíð.
Hetta umframt tann
sjálvsagda fyrimunin, at
gróðrarbotnur verður
skaptur fyri gransking
innan serføroysk lógarøki.
Ein almennur lógar
politikkur má vera
Ein lógarpolitikkur eigur
eisini at verða orðaður, har
m.a. endamál og ítøkilig
tiltøk eiga at verða lýst.
Lógarpolitikkurin eigur
natúrliga at taka støðu til
tvørgangandi spurningar
um lógarsmíð, so sum krøv
til fyrireiking, innihald,
revsireglur, málburð og
uppseting.
Samanumtikið má lógar
politikkur, lógargóðska og
akademisk menning innan
løgfrøði sigast at hoyra til
nøkur av høvuðsmálunum,
ið komandi Løgting og
samgonga eiga at raðfesta.
Fleiri pengar til heilsuverkið,
men hvat er innihaldi?
Krónuupphæddin økt
Ávísur flokkur setir seg
fram sum garant fyri at
borgarin fær tað tænastu frá
heilsuverkinum sum honum
tørvar, tí teir hava nýtt fleiri
pengar enn undanfarin ár
uppá heilsuverkið. Men her
verður ikki eitt orð sagt um
innihaldi í tænastuni til
borgaran. Øll vita at
krónuupphæddin á
botnlinjuni ongan grøðir og
at allir politiskir flokkar arbeiða fram ímóti at gera eitt
dygdargott heilsuverk, men hvat er innihaldið?
Dygdargóða sjúkrahúsviðgerð.
Innihaldi í heilsuverkinum eigur at byggja á at seta
góðskumettar mannagongdir á stovn,har dygdin í við
gerðini allatíðina mennist og sum tryggjar sjúklinginum
røttu viðgerðina, innihaldi í heilsuverkinum er ein skipan
har sjúklingurin allatíðina verður settur í sentrum og út
frá tørvinum hjá tí einstaka fer viðgerðin fram.
Eftirútbúgving og trivnaður á dagsskrá.
Heilsurøktarfólkið í sjúkrahúsverkinum fær tíð til at
útinna ta røkt sum sjúklingurin hevur tørv á og
møguleikar allatíðina at menna seg innan sítt fakøki.
Eftirútbúgving og trivnaður á arbeiðsplássinum eru
treytin fyri at fáa heilsutænastuna til borgaran so trygga
og góða sum til ber.
Hetta er í øllum førum tað heilsuverk eg vil berjast fyri
skal gerast veruleiki í Føroyum, og við slíkum tænastum,
har borgarin er í sentrum, veruliga seta Føroyar á
heimskortið.
X við E
Heidi P
Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi
Løgtingsvalið 19. januar 2008
løgtingsmaður,
Javnaðarflokkurin
Gerhard
LoGnberG
Val
Fólkaflokkurin
Jacob
VesterGaard
Val
Tjóðveldi
heidi
Petersen
Val
Vánaligt lógarsmíð og vantandi lógarpolitikkur
Tað er av størsta týdningi
at samskipa og at gera eitt
stað har tú kanst avgreiða
øll tíni viðurskiftir so at tú
kemur skjótt og lætt í
gongd sum sjálvstøðugur
vinnurekandi. Skipanin í
dag við at renna frá Peri til
Pól er ikki sera hugagóð
hjá nýggjum eldsálum.
Tað átti at borið til á
einum stað í landinum at
fingið avgreitt øll viður
skiftir, tá íð farið verður
undir eina nýggja vinnu.
Her hugsi eg um skráseting
av nýggjum felagi, mvg
viðurskiftir, handilsloyvi,
vtal og so víðari.
Kveikjara íverksetarar
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
rodmundur
nieLsen
Val
3