mikudagur 16. januar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2008
39
Langt er enn á mál at
tryggja øllum føroyingum
betur trygd á arbeiðsplássi
num, í heiminum og í
ferðslukervinum. Óansæð
um talan er um bústað,
arbeiðspláss, skúlar, vega
og tunnilskervi, flogvøllin,
fjøllini, fiskiskip, ferða
fólkskip, boripallar ella
annað, so eigur trygdin at
verða sett ovast á breddan,
so tað er trygt hjá tí
einstaka at búgva, arbeiða
og ferðast í okkara landi og
sjóøki.
Bústaðarpolitikkur
Tá talan er um bústaðar
politikk er tað ongin sum
spyr, um vit gera nokk fyri
at tryggja okkara hús og
íbúðir. Fleiri eldsbrunar
hesi seinni árini hava prógv
að, at bæði nýggj og gomul
hús eru deyðsfellur, tá
eldur kemur í. Nógvar
familjur hava mist ein av
teirra kæru, tí brunatrygdin
ikki varð í lagi. Hetta má
broytast og tað ongantíð ov
skjótt. Krøvini til bústaðar
bygging og ikki minst eftir
litið má herðast. Eftirlit má
havast við, at framleiðsla
og innflutningur av byggi
tilfari lýkur øll nútímans
krøv til brunatrygd og
rýmingarleiðir. Verandi
bústaðar mugu kannast
gjølla. Gamlar bleytar
byggiplátur mugu skiftast
út við nýggjar góðkendar
plátur. Hetta kann t.d.
verða gjørt yvir eitt fimm
ára skeið, har landið letur
studning til tey húski, sum
enn hava bleytar plátur.
Oftani er talan um gomul
hús, sum kanska eisini
skulu bjálvast. Harvið
kunnu fleiri endamál røkk
ast undir einum. Húsini
gerast tryggari og bjálv
ingin ger húsini bíligiari at
hita upp, sum aftur tænur
umhvørvinum og útlátinum
av CO2. Fólkaflokkurin fer
at arbeiða fyri, at trygdin í
egnum bústaði og almenn
um hølum kemur á bredd
an í kommunalum um
sitingunum eins og á
Brunaumsjón landsins.
Arbeiðsumhvørvi
Í Føroyum hava vit eina
lóg um verju av arbeiðs
umhvørvinum. Lógin er
galdandi fyri arbeiðspláss á
landi, serliga arbeiðspláss
við fleiri enn 10 starvs
fólkum, men ikki fyri okk
ara fiskimenn umborð á
skipunum, sum samanlagt
teljast fleiri 100 starvfólk.
Lógin er heldur ikki gald
andi fyri skúlarnar, sum
hava fleiri 1000 næmingar.
Ti seti eg spurnartekin við,
um tíðin ikki er komin at
endurskoða verandi lóg
gávu, so at øll starvsfólk,
allir lærarar og næmingar
fáa somu verju tá talan er
um eitt forsvarligt arbeiðs
umhvørvi? Hví skulu
fiskimenn ikki tryggjast
eina minstu hvíldartíð? Er
verandi fiskidagaskipan
viðvirkandi til, at vit ikki
kunnu geva fiskimanninum
betri arbeiðsumstøður, tá
teir eru úti? Er inniluftin á
øllum arbeiðsplássum og
skúlum so góð, sum ver
andi lóg leggur upp til?
Hetta eru alt viðurskifti,
sum mugu kannast gjøll
iga, so politiska skipanin
kann fáa eitt haldgott
upplysingar og avgerðar
grundarlag, tá bøtast skal
um arbeiðsumstøðurnar.
Hava vit ikki ráð at gera
neyðugar ábøtur, sum
tryggja túsundtals føroying
um betur kor í teirra dag
liga yrki, so eru vit av
sonnum ein fátøk tjóð.
Trygd og tilbúgving
Trygd og tilbúgving á landi
og sjógvi eru átrokandi
aðalmál í einum og hvørj
um framkomnum sam
felagi. Sjúklingar á landi
og sjógvi mugu tryggjast
skjóta og góða læknahjálp,
óansæð um tey búgva á
útoyggj, í útjaðaranum ella
eru umborð á skipum í
føroyskum sjóøki. Neyðugt
er at uppraðfesta sjúkra
flutningin, bæði við bilum
og tyrlum. Nógv umrøddi
tyrlusáttmálin við Atlantic
Airways má og skal endur
skoðast, so sáttmálin kann
nøkta tann tørv, sum sam
felagið hevur á skjótum og
tryggum sjúkraflutningi.
Krøvini til tyrlumanning
og sjúkrabilsmanning
mugu herðast, so sjúkling
urin longu undir flutn
inginum kann fáa eina so
skjóta og góða hjálp sum
gjørligt. Skjót og røtt hjálp
kann verða munur á lív og
deyð.
At liggja í streymloysi í
tíma og dagavís kostar
milliónir í framleiðsuvirði,
tað sama gera avbrot í sam
ferðslukervinum. At
útbyggja vega, tunnils og
sjókervi við tí fyri eyga at
betra um trygdina og til
búgvingina hevur alstóran
týdning fyri flestu føroy
ingar, einstaklingar sum
virki.
Tilbúgvingartænastan
fyri sjófólkið má betrast,
bæði í mun til skaðar,
havarí og ikki minst eld.
Hetta krevur betur útbúgv
ing av øllum tænastu
veitarum innan tilbúgving,
tað verið seg sløkkilið,
bjargingarfeløg, Fiskiveiði
eftirlitið, privat feløg og
onnur, sum so ella so eiga
ein leiklut í tilbúgvingini.
Bjargingartól og útgerð má
útvegast, so vit ikki skulu
bíða í dagar eftir hjálp
uttaneftir. Avleiðingarnar
orsaka av bíðitíð kann
lættliga kosta mannalív.
Samstarv og venjingar
ímillum hjálpandi eind
irnar má raðfesta av øllum,
tí í Føroyum eru at kalla
allar eindir so lítlar, at
ongin hevur nokk í sær
sjálvum tá á stendur. At
seta pening av til regluligar
venjingar, betur útbúgving
og bjargingartól eru neyð
ugar fortreytir fyri at
hækka tænastustøðið í til
búgvingini. Skattaborgarin
hevur longu rindað fyri
hesa sjálvsagdu tænastu
umvegis skatt og mvg.
Fólkaflokkurin er garantur
fyri, at trygd og tilbúgving
verða raðfest ovarlaga á
komandi fíggjarlógum.
www.annikaolsen.net
Trivnaður
Tórshavnar Býráð skal
hava æru og tøkk fyri, sum
tann fyrsta her á landi, at
hava góðkent og lagt av eitt
øki, har ætlanin er at
byggja ein golfvøll.
Hetta fyrsta stig kemur
við vissu at merkja, at vit
kunnu bjóða okkara
borgarum eitt tilboð, har
trivnaðurin altíð er settur í
hásæti.
Eisini kemur, sum Poul
Michelsen plagi at halla Havnina “The green Capital in
the Blue Ocean “, at kunna bjóða sínum gestum eina
uppliving, sum tey sakna í dag.
Hendan sakn merkja vit serliga nógv við tað, at
ferðaskrivstovur og hotell næstan dagliga eru í sambandi
við golffelagið, tí gestir spyrja eftir tí.
Vit hava í alt ov mong ár verið eftirbátar á hesum øki,
so lat okkum nú gera alt, sum gerast kann, og stuðla
bygging av golfvøllum á sama hátt sum øðrum
ítróttargreinum, samstundis, sum vit tryggja, at
góðskustigið verður í hæddini.
Hetta fer at skapa trivnað, bæði fyri borgarar landsins
og gestir tess.
Kross við Fólkaflokkin. Her virka vit!
Les meira á www.folkaflokkurin.fo
Tað hevur alstóran týdning
at fáa fleiri
útbúgvingartilboð til
vaksin!
Ein stutt vitjan á
skúlanum við Áir, sum
veitir útbúgvingartilboð til
vaksin, gav mær eitt sindur
av innliti í trupulleikan hjá
orðblindum, sum eg als
ikki hevði varðhugan av
var so stórur í Føroyum.
Eg má siga, at tað er eitt
fantastikt arbeiði, ið hesin
skúlin við Áir ger, og
hesum eiga vit at stuðla
nógv meira enn longu
verður gjørt. Bæði við at
betra um hølisumstøðurnar
og við at játta meira pening
til skúlan, so hann fær
møguleikan at hjálpa enn
fleiri fólkum við teirra
stóra trupulleika.
Tað var sera áhugavert at
hoyra hesi ungu fólkini
greiða frá, hvussu tey vóru
komin gjøgnum 10 ár í
fólkaskúlanum, har tey av
umverðini vórðu mett at
vera minni begávaði og tey
at enda sjálvi hildu, at tey
kundu onki læra.
Tað er ikki lætt at koma
víðari, tá man hevur eitt so
lágt sjávsvirði, men tey
greiddu frá, at eftir at hava
verið á skúlanum við Áir í
fáar mánaðir kundu tey
vísa á risa framstig, og tey
arbeiða við góðum huga
um at koma út av
skúlanum við góðari
útbúgving, ið kann nýtast
at koma víðari í
útbúgvingarskipanini ella í
vinnulívinum.
Hetta letur seg gera við
einum góðum skúla og ikki
minst við góðum
serlærarum, sum sýna stórt
hegni.
Tað henda broytingar í
fólkaskúlanum, har
trupulleikin við orðblindni
er komin meira í fokus,
men har er neyðugt, at vit
vísa skúlanum meira
stuðul, so hesir
næmingarnir fáa stuðul og
hjálp beinan vegin,
trupulleikin er staðfestur.
Men broytingar í
fólkaskúlanum hjálpa ikki
teimum, ið eru farin úr
honum. Tí mega vit geva
fleiri vaksnum orðblindum
møguleika at koma á
skúlabonk at fáa hjálp fyri
sín trupulleika. Tað kann
gerast bæði við at víðka
tilboðið við Áir við
dagskúla, men eisini við at
veita tilboðið eftir
arbeiðstíð á ymsum
skúladeplum kring landið.
Fái eg nakra ávirkan eftir
valið, fari eg at arbeiða
aktivt við hesum
trupulleika!
Atkvøði tí fyri
Javnaðarflokkinum
leygardagin.
Við C ganga vælferð og
umhvørvi lið um lið
Ríkt ódálkað umhvørvi,
fjøltáttað djóra og
plantulív, skilvís umsiting
av lendinum og nýtsla úr
havinum. Alt avgerandi
fortreytir fyri framhaldandi
menning, vælferð og einum
ríkum lívi.
Javnaðarflokkurin
raðfestir umhvørvið
ovarliga. At bíða er ikki
longur ein møguleiki. Allir
flokkar hava sett
umhvørvið á valskránna, so
tað verður sera torført hjá flokkunum at koma aftur um 4
ár og enn einaferð ikki at kunna vísa á munandi batar og
framstig.
Javnaðarflokkurin vil, at Føroyar skulu vísa altjóða
samhaldsfesti í umhvørvismálum, eitt nú staðfesta okkara
luttøku í altjóða arbeiðinum at skerja koltvísúni útlát.
Sjálvt um Føroyar ikki staðfestu Kyotosáttmálan á hesum
sinni, so skulu vit arbeiða, sum um vit hava staðfest hann;
tað er, at minka útlátið við 8 % í mun til 1990. Ítøkilig
tiltøk mugu setast í verk, sum veruliga tryggja minni
oljunýtslu í skipaflotanum, húsarhaldunum og hjá SEV.
Krøv skulu setast til bjálving og orkunýtslu í bygningum.
Avgjaldspolitikkur og umhvørviskrøv skulu hanga saman.
Miðast skal eftir, at varandi orkukeldur verða settar í
staðin fyri oljuna.
Oljudálking av havnum og firðum er gerandiskostur.
Firðirnir rúma ríkt djóra og plantulív og verða nýttir til
stóra matvøruframleiðslu. Her má vend koma í. Herd
revsing av dálkarum er eitt amboð at nýta í
umhvørvisverndararbeiðinum.
Við Javnaðarflokkinum fær umhvørvið eina rødd.
Løgtingsvalið 19. januar 2008
3
Deyðsfellur á landi og sjógvi
Útbúgvingartilboð til orðblind
Fólkaflokkurin
Óskar
Eiriksson
Val
Javnaðarflokkurin
Óluva
niclasEn
Val
Valevni Fólkafloksins
annika
olsEn
Val
Javnaðarflokkurin
sofus DEbEs
JohannEsEn
Val