Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 vinnan Nr. 11 - 16. januar 2008 Løgtingsvalið 19. januar 2008 3 Bara 3 vallyftir frá Tjóðveldinum Ikki gull og grønar skógir - men fólkaræði og greiðar lógir Vit í Tjóðveldinum vilja hava broyting í føroyskan politikk. Tí vilja vit ikki lova valflesk í dýrum lýsingum. Men vit vilja heldur lova 3 lyfti, ið snúgva seg um, hvussu vit vilja arbeiða sum politiskur flokkur, og sum fólk kunnu halda okkum føst uppá. Rættartrygd og opinleiki skulu galda í allari fyrisiting, ábyrgd skal staðfestast og skeivar avgerðir fáa ítøkiligar avleiðingar. Ongin stór samfelagsíløga verður gjørd uttan greiða raðfesting og fígging á langtíðarætlan, ið røkkur minst 10 ár fram. Ongi mál skulu skrumblast ígjøgnum. Allar stórar broytingar og samtyktir skulu hava fólkaræðisliga viðgerð, har fólk veruliga fáa ávirkan á avgerðirnar. Í komandi valskeiðið eigur løgtingi at hugsa um tey eldru fram um dýrar tunlar. Tit skulu minnast til eitt “Tað eru teimum eldru fyri at takka, at tað er so liviligt her á landi”. Bygging av ellis- og røktarheimum hevur ikki verið nøktandi hetta val- skeiðið, tí alt ov lítið av peningi er sett av til endamálið. Tórshavnar býráð setti sær fyri at loysa barnaans- ingina í kommununi síðsta valskeið, og hon bleiv loyst. Orsøkin var vilji og raðfesting. Um komandi løgting ger somu raðfesting og hevur sama vilja, kann tørvurin á ellis- og røktarheimum verða loystur í komandi setu, og tað hava tey eldru uppiborið. Hetta vil eg arbeiða fyri um eg blívi valdur inn á løgting. Hava tygum somu meining sum eg, so er lætt at seta krossin tann 19. januar. Vit mugu viðganga, at mentan og list hava ikki verið høgt raðfest í føroyskum politikki. Orðini og vælvildin hava ikki trotið. Fleiri skilagóð álit eru løgd fram, men síðan er ikki hent tað stóra. Tað sæst í hvussu so er lítið til vælvildina á teimum fíggjarlógum, sum hava verið í gildi hesi seinastu mongu árini. Her má vend koma í. Javnaðarflokkurin fer ikki í nakra samgongu uttan, at henda samgonga hevur ein greiðan mentanarpolitikk við heilt ítøkiligum málum. Hartil skal gerast ein ætlan fyri at røkka málunum, og semja um játtanina fyri komandi valskeið. Stuðul til mentan og list er ikki ein útreiðsla, men eru- eins og útbúgving - ein íløga í framtíðina. Okkara mentan og list eru støðið undir okkara samleika sum tjóð. Hartil er alment viðurkent, at mentanarlig framleiðsla hevur vaksandi búskaparligan týdning. Hetta er eisini staðfest í Visjón 2015. Vit eiga at raðfesta kjarnuøkini, men soleiðis, at pláss er so væl fyri tí breiða sum fyri tí smala virkseminum. Hetta merkir, at Mentanargrunnurin skal kunna nøkta tann tørv, sum er á starvslønum, útgávustuðli og verkætlanarstuðli til luttøku í norðurlendskum verkætlanum innan leiklist og tónlist. Ambitiónirnar við Tjóðpallinum hava verið ússaligar frá politiskari síðu. Tjóðpallur og leiklist skulu sjalvsagt hava ta játtan, ið krevst til tess at lúka lógarinnar krøv. Men setast má út í kortið ein ætlan at byggja tjóðleikhús. Tjóðpallurin hevur fingið innivist nærmast uppá náði frá Tórshavnar býráð í lítla kurpalinum í Tórsgøtu. Tað kundi verið eitt hugskot at bygt í samstarvi við Tórshavnar býráð, sum hevur sýnt leiklistini stóran áhuga og vælvild. Børnum og ungum skulu tryggjast gott loftmiðlatilfar á móðurmálinum, og Miðlaráðið eigur at fara til verka til tess at verja børn og ung ímóti skaðiligum tilfari á neti og frá sjónvarpsstøðum, sum senda líkt og ólíkt. Mentanarpolitikkur má síggjast sum ein heild. Í hesi heildini eru eisini søvnini, sum røkja og halda lív í okkara mentanararvi, so vit ikki missa sambandið við okkara egnu røtur. Her mugu ætlanir gerast fyri, undir hvørjum umstøðum og á hvørjum støði vit vilja hava hesi at virka. Føroysk mentan er sterk og rík. Okkara listafólk gera seg alt meira galdandi á altjóða pallinum. Altjóðagerðin er yvir okkum, og ein fortreytin fyri at taka ímóti hesi avbjóðing, er ein visjonerur mentanarpolitikkur á haldgóðum fíggjarligum støði. Øll fólk vilja búgva heima hjá sær sjálvum. Tað eru ymiskar grundir til, at fólk hava tørv á at koma á stovn at búgva. Og hetta eiga tey at hava lógafest tryggjaðan rætt til. Hetta er kjarnin í vælferðini. Í hesum stubba fari eg at leggja dent á ávíst økið innan psykiatriøkið, sum okkara landsstýrismaður Hans Pauli Strøm saman við Sinnibata og góðum fakfólki hava klárað at sett fokus á í seinasta sam- gongu skeiði Staðfestast kann, at økið fyri Sinnisveik í hesum landsstýrisskeiðum er økt næstan 3-ferðir, úr 7,4 mió. í 2003 til 20,3 mió í uppskotinum til 2008. Undir hesum samgongu- skeiðinum eru 14 fólk, sum hava tørv á stovns- plássi - komin komin inn í eitt heimligt sambýli. Tað eru umleið 40 fólk – møguliga fleiri, sum hava tørv á at skulu út úr Psykiatriska deplinum. Hesi sambýlið eru vorðin veruleiki: Tvey sambýlið í Sandavági: Undir Fobba- kletti og Á Traðarvegi. Og eitt Undir Heyggi í Havn har 3 fólk eru komin inn at búgva, og 3 fara at fáa henda møguleika. Tá økisdepilin í Vági er liðugur – koma 8 búpláss og 2 umlættingarpláss afturat. Arbeitt verður við at gera tað sama í Havn, har pláss skal vera fyri 16 búfólkum. Vit kunnu fegnast um hesa mennig, tí tá slík sambýli verða veruleiki, eru tey við til at skapar positivar ringrásir - fyri allar partar. Tað tekur tíð at byggja karmar um hesa vælferðar- tænstu upp. Sum javnaðarvalevni veit eg, at enn eru mong tøk, sum vit javnaðarafólk mugu stríðast fyri at vinna framá, men hava vit samhaldsfestu grundsjón- ina við okkum er eingin vandi á ferð, tí tá fara vit altíð at vinna sigrar... Spell var tað, at full- veldissamgongan einki pláss megnaði at geva okkara sálarsjúku, og at talið á búplássum minkaði við 4 búplássum, tí Sjálv- ognarstovnurin fyri sinnisveik í Runavík varð fluttur í 2001 til Havnar. Hetta hevði sum so fullveldissamgongan onga skyld í, tí tað var Stýrið fyri sjálvsognarstovnin sum tók hesa avgerð, og sambýlið í Havn, sum tey fluttu inn í var minni og tí mistu vit búpláss. Ja, enn er langt á mál – og á málið koma vit einans við samhaldsføstu hugsjón javnaðarfloksins. Ferðavinnan 522 serfrøðingar í burðardyggari ferðavinnu, hava kosið Føroyar sum vinnara millum 111 oyggjalond í heiminum, fyri at verða landið, sum hevur varðveitt sína upprunaligu mentan og sítt mál. Vit vilja gjarna hava ferðafólk til landið, men hvat kunnu vit bjóða teimum, umframt eina vakra náttúru. Her koma nógv ferðamannaskip um summari, sum bert steðga nakrar tímar. Hesi vilja hava eina uppliving, ella sleppa at brúka pening, men báðir hesir møguleikar eru avmarkaðir í dag. Eg havi hoyrt ferðafólk siga ”Eg vil so fegin sleppa at brúka pening, men her er onki at brúka pening til”. Hetta skuldi givið okkum nakað at hugsa um. Tey flestu av hesum fólkum hava nógvan pening um hendi. Fyri eisini at hjálpa tí vanliga fólkinum enn meira, at vinna pening uppá ferðavinnuna, - uttan at gera ov stórar íløgur, kunnu vit eggjað fólkið til at bjóða seg fram, - í størri mun enn í dag, sum vegleiðarar um fjøllini, fara á seiðaberg við teimun, ella stuttar túrar fram við landið við føroyskum træbátum o.l. Tað er bert hugflogið ið setir mørk, og hesi tingini lýsað millum annað, hvussu føroyingar hava, yvirlivað gjøgnum øldir. Eisini kunnu vit skapa møguleika fyri, at øll tey, sum virka ting av ymiskum slag heima við hús, hava møguleika til at selja hesi í touristsesongini, um tey hava hug til tað. Eisini haldi eg, at vit skuldu havt fleiri skipaði campingpláss, við tí sum hoyrir til, bæði til útlensk ferðafólk og føroyingar. Tó mugu vit skipa soleiðis fyri, at okkara náttúra og umhvørvið ikki verða oyðiløgd. Øllum hesum vil Miðflokkurin virka fyri. Velji lista H Tjóðveldi Høgni Hoydal Val Javnaðarflokkurin Katrin daHl JaKobsen Val Javnaðarflokkurin nita næs Val Valevni sambandsflokksins Høgni MiKKelsen Val Miðflokkurin Álvur KirKe Val Mentanarpolitikkur raðfestast við ítøkiligum málum Tey eldru fram um tunnlar Rætturin hjá fólki at búgva á stovni