mikudagur 16. januar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Nr. 11 - 16. januar 2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008
3
Lesandi við børnum
hava ov vánalig kor
Vit hava í Føroyum eina
útbúgvingarskipan, ið
tryggjar øllum atgongd til
at fáa eina útbúgving.
Útbúgvingin er ókeypis og
tann lesandi fær somuleiðis
lestrarstuðul. Hettar er
eisini í tráð við ynski hjá
Miðflokkinum, um at geva
øllum føroyingum eina
útbúgving, so Føroyar kann
gerast eitt vitanarsamfelag.
Tó eru tað ikki øll í
okkara samfelag, sum hava eins góða atgongd til at nema
sær vitan. Tey, ið hava eina skyldu yvirfyri einum barni,
fáa illani lestrarstuðulin at røkka. Og umsorgan av
barninum avmarkar tann lesandi at arbeiða samstundis
við lestnað. Í Miðflokkinum meta vit familjuna verða
hornasteinurin í samfelagnum, og tí vil eg virka fyri at
lesandi við børnum fáa betur kor.
Lesandi fáa í dag góðar 3600 kr. mánaðarliga, umframt
ein barnastuðul á 600 kr. fyri hvørt barn. Eg vil virka fyri
at barnastuðulin verður hækkaður munandi, soleiðis at
lesandi við børnum klára at taka eina útbúgving.
Stuðlurin kundi fari upp á eini 2.000,- fyri hvør barnið.
Eisini eiga lesandi við barni, at fingið koyripengar, á
sama hátt sum onnur, ið arbeiða t.d. í Havn og búgva á
bygd, so at tey hava betri umstøður at koyra og avheinta
barnið á stovni.
Tað er okkara skylda sum samfelag at geva okkara bø
rnum tryggar og góð ar umstøður – serliga tá ið ta ð er
okkara ynski at foreldrini fá a eina útb úgving.
Av egnum royndum veit eg
hvussu tað er at hava við
eldri og óhjálpið fólk at
gera. Hvussu ørkymlandi
tað er at renna frá hurð til
hurð og lítla og onga hjálp
at fáa. Heimahjálpirnar og
heimasjúkrasystrarnar
skulu ikki lastast, tær gera
sítt arbeiðið til lítar.
Øll skulu hava
møguleikan at velja hvar
ein vil búgva tá ein gerst
gamal, men tað skal eisini
vera ein tryggleiki at vera
heima og fáa tað hjálp sum
brúk er fyri. Er hjálpin ikki
har tá brúk er fyri henni
kann øll familjan syndrast.
Tilboði til
heimabúgvandi eldri skal
styrkjast soleiðis, at tað er
ein rættur at fáa heimahjálp
og heimasjúkrasystir.
Møguleiki skal vera hjá
teim eldru at fara til
dagtilhald soleiðis, at tey
avvarðandi ikki hava ampa
av teimum, meðan tey eru
til arbeiðis. Annars er
vandi fyri, at tey gomlu
ganga fyri vág og vind.
Møguleiki skal vera á
dagtilhaldinum at keypa
mat og fáa hvíld eina løtu.
Fleiri eldri og einlig
liggja einsamøll, bangin og
ótrygg um náttina, her
eigur heimahjálpin at koma
á gátt.
Við at hava hesi tilboð til
eldri hava tey møguleikan
at vera heima so leingi tey
vilja. Tá so dagurin er
komin og tað ikki er
gjørligt at vera heima, skal
heimarøktin syrgja fyri, at
pláss er á ellisheimi ella
sambýli. Í dag er tað
mangan, at tey avvarðandi
renna frá einum heimi til
annað uttan at fáa nakað
burturúr.
Seinast, men ikki minst,
skal tað ikki verða
avgerandi, um tey eldru
eru før fyri at skriva undir
umsóknarskjølini. Til
dømis hava minnisveik
ikki førleika til at meta um
sína egnu støðu.
Eldraøkið skal
sameinast og gerast meira
smidligt soleiðis, at hevur
ein brúk fyri heimahjálp,
mat-tænastu, dagtilhald,
umlætting ella
stovnsplássi, skal ein
venda sær til eitt og sama
stað.
Vágar fyrst og síðan
framtíðar flogvøll
Nú skal arbeiðast miðvíst
fram ímóti at finna ein
trygga framtíðarloysn á
okkara flogvallarviður-
skiftum. Hetta er okkara
samband við útheimin.
Sum tað fyrsta, er tað
neyðugt at útbyggja verandi
flogvøll fyri ikki at steðga
upp á hesum økinum. Síðan
leggja vit okkum eftir at
finna fram til og gera
neyðugu teknisku
kanningarnar, soleiðis at vit
kunnu fara undir ein altjóða flogvøll í landinum. Lat
sakkunnleikan tala um altjóða vøllurin fer at liggja í
Nólsoy, Skorhæddini ella í Søltuvík og lat okkum
politikkarar taka okkum av politikki.
Føroyingar eru ævigir
optimistar í ítrótti og stinga
seg manga fram í oddin,
vit eru altíð klár at taka
sangkappingar upp, og
føroyingar manna skipa um
alla verðina.
Kenna útlendingar bara
til føroyskan ítrótt, tónleik
og sjómansskap, so vænta
teir at síggja tann helsta
framúrskarandi vakstar-
búskapin í Føroyum.
Men so er ikki.
Hóast búskapurin gongur
sum ongantíð fyrr og tykist
alsamt meiri fjøltáttaður,
so er bara 'gloom and
doom' at hóma.
Frøðingar og støðingar
skeldast um nær kreppan
kemur, nær eldrrabylgjan
fer at raka, og hvørt lægri
íløgur ella tálmaður rakstur
best fyrireika okkum til at
óumgeingiligu niður-
gongd, naggatódn og
krepputilgongd ið væntast
má hvørja løtu.
Hvat var av at vera við
fyri at læra? Hvat var av, at
føroyingar vinna alla-
staðni? Hví royna vit ikki
nýggjar leiðir uppi á landi
eisini?
Laxafossurin er uppi í
tíðini og hevur hann
uppiborið nógv rós fyri at
siga nøkur borgarlig orð
mótvegis javnaðaroysli
og vinningbýti hjá sp/f
fólkaflokkinum.
Og tó. Hann tykist bara
seta gamlar fordómar í
system. Vælferð og
almennur rakstur eru nakað
ið vit eta, tí skulu vit fyrst
skapa frumvøkstur ið er
blokkur ella toskur. Eta vit
lítið kann nógv setast á
bók - og so kunnu vit eta
rentur tá ið fáu ið ikki flyta
verða so elligomul at ongin
er at arbeiða.
Klandrið
av samgongumonnum
hevur bara sannført meg
um eittans: teir hava allir
skeivt.
Búskapurin er ikki
upphitaður - hann er
bara for lítil, illa skipaður
og óneyðuga niðurbundin.
Føroyski búskapurin er
sum telda í órøkt. Rammini
eru ov fá, dust og virussar
og gomul forrit halda henni
aftur.
Vit hava - vegna
turkatrúnna uppá at vitan
er útreiðsla og skúli og
gransking eru at rokna
uppí tyngjandi skrivstovu-
veldi - valt at útflutt
ugndóm. Sjálvur varð eg
útfluttur í 1993 og havi
samanlagt búð eini 7 ár
uttanlands tó at tvey høvdu
verið ivaleysa leingi.
Góvust vit við hesum,
kundu Føroyar uttan
trupulleika vaksið við 3-
500 fólkum um árið næstu
10 árini, ja enn fleiri løgdu
vit í.
Vit hava - vegna
vamlisligu ræðsluna og hjá
Brekkmanni og manglandi
uppslýsing hjá
verkafjøldini og serliga
vegna manglandi politiska
fyrireiking - forsømt at
heita á útlenska arbeiðs-
megi um at ríka land
okkara. Á heimagreiðsl-
unum í Íslandi ber til at
velja ímillum íslenskt,
danskt, enskt - og pólskt;
tey bjóða øllum dugna-
fólkum til lands, kunna tey
á teirra egnu málum um
íslenska arbeiðsmarknaðar-
lóg og galdandi sáttmálar,
lata tey brúka síni egnu
mál ella onnur kunnu mál í
samskifti - men krevja
eisini at tey royna at læra
seg íslenskt. Seinast eg var
á Norðlandinum hevði
thailendari keypt sær
snellubát - og fegnaðust
íslendingar um at hesin
maður var komin, hevði
arbeitt dúgliga, lært seg
málið, spart sær til egnan
bát og dámdi væl (tó at
nakað kalt var).
Soleiðis gera okkara
tjóðskaparligu systkina-
børn. Onki glúm og dúm.
Onki við at vóna eftir at
blokkur og toskur og
realavkast av grunni skal
so dánt halda okkum í
holdum á tjóðarinn-
ar gamalsaldri.
Nei skal vendast til ja;
fráflyting til tilflyting; vit
reinsa búskaparliga
motorin, so hann kann orka
meira og ganga bæði
skjótari og heitari!
Vit mugu broyta
føroyska búskapin frá
til ljósan og jaligan vakstar-
búskap. Áræði, førleiki og
umskiftishugur ið so nógv
merkja ítrótt, tónleik og
sjóvinnu mugu flytast yvir
á hægri útbúgving,
almenna tænastu og
vitanarvinnu.
Pengar til hesi endamál
er ikki útreiðsla og rakstur
ið bert kann fíggjast av
tí 'veruliga búskapinum' -
hetta er í sjálvum sær
veruligur frumbúskapur
(hvør er tað ið keypir
føroyska fiskin annað enn
hægri útbúgvin tænastu-
vinnandi fólk í øðrum
londum?)
Men, ikki skal standa á
at finna tølini á fíggjar-
lógini. Milliónir fara
óneyðuga til stuðuls-
skipanir. Milliónir fara
óneyðuga til rentur.
Milliónir fara óneyðuga at
senda ungfólk, sjúk fólk,
almenn starvsfólk og
onnur av landinum at
útbúgva seg, til viðgerðar
ella endurútbúgvingar.
Tá ið vit hava fingið
ungdómin heim, betri
útbúgvingar, betri ment-
unartilboð og harvið bæði
fólka- og búskaparvøkstur,
tá verður vónandi ein
avleiðingin, at vit gevast at
endurliva kreppur alla-
tíðina, uttan heldur syrgja
fyri at gera førleika- og
framleiðslugevandi íløgur
fyrst og fremst og njóta
uppgongdina heldur enn at
frykta niðurgongdina.
Tit 'old timers' sigið í
kór: "Vit
vilja vakstarbúskap!
Bjartskygni betri enn at
bína er!" So fer at ganga...
...stig fyri stig.
Vakstrarbúskap
Eldraøkið skal sameinast og gerast meira smidligt
Miðflokkurin
RagnaR
MouRitsen
Val
valevni fyri Sambandsflokkin
Rósa
saMuelsen
Val
Sjálvstýrisflokkurin
KáRi á
Rógvi
Val
valevni Fólkaflokksins á Lista
A, sjálvandi!
RodMunduR
nielsen
Val
Hmmm, konufólk
Menn í Føroyum vilja hava
konufólk, einki nýtt í tí. Nú
má tó dyrgjast við øllum
listum, tí tær fækkast í tali.
Javnaðarflokkurin vil
sláa tvær flugur við eitt
smekk. Vit taka tveir
flokkar inn á lærara og
pædagog útbúgvingina
komandi árini. Har avtrat
styrkja vit møguleikarnar
fyri fjarlestri og økja
næmingatalið av
sjúkrarøktafrøðingum. Á henda hátt fáa eini 50 fleiri
kvinnur møguleikan at útbúgva seg í Føroyum. Á henda
hátt fáa vit hjálpt sjúkraverki, skúlum og stovnum, sum
skríggja eftir lærdum fólki. Á henda hátt fáa miðalmenn
aftur ein kjans.
Hey, har vóru tríggjar flugur.
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Jónleif
Johannesen
Val