Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. januar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 11 - 16. januar 2008 Løgtingsvalið 19. januar 2008 3 Tað er ikki rætt, tá Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldi er vinnuvinarligur flokkur. Tað er skaðiligt fyri politiska trúvirðið, tá eitt og annað verður borið fram, sum gongur ímóti veruleikanum. Føroyska vinnulívið – kanska serliga okkara høvuðsvinna, fiskivinnan – hevur fyri neyðini at nútímansgera seg og tí at konsolidera seg. Eingin vinna verður endurnýggj­ að, uttan at hon leggur pening eftir seg, t.v.s. at eitt avlop er, tá árið er av. Eingin vinna kann menna seg og við tí geva bæði tíma­ og fastløntum fólki bæði lættari, betri og meiri lønsamt arbeiði, uttan at peningur er til at nútímansgera fyri. Fiskivinnan er sera viðbrekin, hevur ongar aðrar staðir at fara eftir peningi uttan frá einum rakstraravlopi. Øðrvísið er hjá almennum stovnum, har lóggevast kann um avgjaldshækkan, ella at ein stovnur kann senda rokning til virkir og skip. Varðveita og viðgera okkara tilfeingi Hvussu ofta hoyra vit ikki, at Tjóðveldi gevur fólki varðhugin av, at okkara vinnu­lívsfólk gera sær dælt av møguleikunum, og at tey hugsa bara um seg sjálvi. Hetta er ikki annað enn fyri at seta vinnulívið í ringt ljós. Nei vinnulívið, og ser­ liga fiskivinnan, er til fyri at fáa sum mest burturúr okkara tilfeingi, at geva okkara fólki arbeiði, at hava ein støðugan útflutn­ ing, at tímalønti eins væl og fastlønti livir væl í hesum landi og fær eitt lættari og støðugari arbeiði. Sig satt Høgni Hoydal Eg fari tí at heita á Tjóðveldi antin at vísa, at flokkurin broytir hugburð, og er vinnuvinarligur, eisini tá avlop finst í eini fyritøku, ella sigur fólki beinleiðis frá, at Tjóðveldi er ein sosialistiskur flokkur. Tjóðveldi hevur ikki verið, og er ikki, vinnu­ vinarligur flokkur, tí er tað ikki rætt, tá Høgni Hoydal, formaður floksins sigur tað. – Sig sum er Høgni! Fólkaflokkurin verjir vinnulívið, útróðurin, tann tímalønta, fiskimannin og fastlønta. Góð kor hjá vinnuni er trygd fyri vælferð í landinum! Haldið uppat við at ”klikkja” niður á fiskivinnuna Tað má viðgangast, at kjakfundurin í Klaksvík sunnukvøldið var heldur tamur. Tó so, tað eyðnaðist aftur hesaferð hjá serliga Tjóðveldinum at hótta við tilfeingisrentu, fiskidagabanka og øðrum, sum kann vera við til at forkoma okkara fiskivinnu. Fólkaflokkurin hevur ta greiðu støðu, at fortreytin fyri skatti er, at vit hava ein staðfestan vinning. Og hetta hava vit tryggjað í m.a. persónsskattalógini og partafelagsskattalógini. Fiskivinnan er okkara grundarsteinur og hevur uppiborið trygg og støðug kor at virka undir. Tað er tí ikki løgið, at tey sum virka í fiskivinnuni kenna seg ótrygg, tá tað frá politiskari síðu alla tíðina verður róð upp undir at broyta grundleggjandi fortreytirnar hjá vinnuni. Og tað sást eisini á veljarafundinum sunnukvøldið í Klaksvík, at fiskimenn ikki kendu seg tryggar; og ikki so løgið heldur, tí sum kunnugt er Klaksvík okkara fiskivinnu miðdepil. So greiðu boðini frá Fólkaflokkinum eru: latið fiskivinnuna hava trygg og støðug kor at virka undir. Tí fiskivinnan er okkara høvðusvinna í dag og allarhelst eisini í morgin. Tað má gerast eitt hjartamál At tosað um vælferð hevur við gerðansdagin hjá einstaklinginum at gera! Fortreytirnar, at arbeiði er til allar vinnuførar hendur og at tað altíð skal loysa seg at arbeiða. Hvussu hevur verkamaðurin tað ? Hvussu hevur barnanafamiljan tað? Er tað rætt og rímiligt, at heili 70% av lønini enda aftur í landskassanum ? Spurningurin um vælferð er eisini ein spurningur um politiska prioritering og at politikarin setur seg inní daglig dagin hjá borgaranum. Eitt samfelag eigur at verða mett eftir hvussu tann veikast hevur tað. Hvat er tað fyri samfelag vit ynskja? Vit í Miðflokkinum ynskja eitt samfelag, har øll hava somu rættartrygd , fyrst og fremst rættartrygd til sjálvt lívið og tey, sum ikki í fult mát orka ella megna –tey og avvarðandi teirra, standa møguleikar í boðið, sum tey kenna seg trygg við. Við tað, at Miðflokkurin raðfestir øðrvísi og tað er honum eitt hjartamál, at stríðast fyri teim menniskjuligu virðinum – t.v.s. dagligdegnum hjá tí einstaka borgaranum, so er Miðflokkurin ein trygd fyri, at tey sum eru við skerdan lut hvat heilsu og førleika viðvíkur – og avvarðandi teirra ­fáa møguleikar hava tilboð av ymiskum slagi og soleiðis koma at merkja, at í hesum kæra fosturlandi okkara , eisini er pláss fyri teimum – á líkafóti við onnur Fyrst tá kunnu vit av sonnum tosa um eitt vælferðarsamfelag. Hvalastøðin við Áir Hvalurin er mín, kallar Helgi Jacobsen bókina um hvalastøðina við Áir. Havi í tinginum víst á at farið átti at varið undir arbeiði at varðveita hvalastøðina við Áir, og at hetta arbeiði hevur bráðskund, hon forferst fyri hvønn dag sum gongur, og søguligur og mentunarligu arvur fer fyri skeyti. Undirvísingarmiðdepil og ferðavinnumál Eisini tankin um at náttúru­ gripasavnið skuldi verið flutt norður til Áir og harvið fingið víðari og betri karmar at virka undir, havi eg ført fram og hevði tað ikki verið meira enn ein sjálvfylgja at Føroyar við so ríkari náttúru kundu gingið á odda og havt eitt savn við nútímans um­ støðum, og sum veruliga fekk møguleika at gerast ein virkin partur av bæði okkara mentan, men eisini okkara undirvísing og gransking í framtíðini. Umframt at gerast ein mentanar og undirvísingar­ miðdepil so kundi eitt náttúrugripasavn á hvala­ støðini við Áir eisini verið eitt veruligt ferðavinnumál, sum vísti hvalaveiði í søguligum høpi. Altjóða universitet Eitt náttúrugripasavn, sum er karmur um undirvísing og gransking og harum­ framt verður ferðavinnu­ mál, verður sjálvandi skip­ aður undir Fróðskaparsetri Føroya. Hetta er ein liður í arbeiðinum at skipa Føroyska útbúgving og gransking á altjóða støði har Fróðskaparsetrið verður ment til eitt altjóða universitet, ið granskar og undirvísir á altjóða støði í tøttum samstarvi við universitet og lærustovnar í grannalondunum og longri úti í heimi. Uppskotið um at umskipa Fróðskaparsetr­ ið skal gjøgnumførast og skulu millum annað løg­ frøðilestur og hægri lestur innan KT setast á stovn alt fyri eitt. X við E Heidi P Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi Sat júst og granskaði lýs­ ingar og lesarabrøv hjá hinum valevnunum. Ein ið er A­partaeigari í Varda Vinnuflokkinum bað fólk hugsa um, at Niels Finsen var føddur í Føroyum. Meira eg hugsi og granski mín knokk, meira haldi eg at Niels Finsen er besta dømið um at rað­ festingin má broytast. Finsen var av íslensk­ ari ætt, vaks upp í Føroyum og virkaði síðani í Dan­ mark. Hann er sostatt multietniskur tilflytari ­ ein teirra ið vit ikki duga nóg væl at taka ímóti. Finsen fór at lesa og granska í Danmark. Hann er sostatt ein tann fyrsti granskarin ið Føroyar ikki dugdu at taka til sín. Finsen hevur fingið uppsetta minnisplátu úr kopari. Hevði hann heldur fing­ ið granskingardepilin ’Finsenstovnin’ upp­ kallaðan ­ so vóru Føroyar ríkari og hann betur mintur. Finsen skapti vinnu og vøkstur burturúr at eygleiða ljós og lekidóm. Hann er prógvaði harvið eisini, at tað altíð er okkurt ið nøkur fá túsund fólk kunnu gera av virði fyri hinar milliardirnar ­ óheft av blokki og toski. Tá ið eg var í ættarlandi Finsens, gekk eg mær viðhvørt framvið tí velduga granskingar­ bygninginum, har tey nú granska ílegur hjá fólki í fjarskotnum avbyrgdum oyggjalandi. Slíkt átti Finsenstovnurin í Føroyum at gjørt ­ var hann til. Longur heima móti býnum er Hófsvalla­ kirkjugarður. Har liggur langabbi mín grivin; fiskimaður ið fekk sín deyð undir Íslandi. Eisini fiskimenn granska ­ at finna mið, finna ílegur ella finna skilagóðar lógarorðingar ­ alt ið leggur afturat vitan og fatan okkara er at granska. Men sleppa vit at granska? ­ Kanska. Sjálvstýrisflokkurin Kári á rógvi Val Fólkaflokkurin – listi A Kjartan joensen Val Fólkaflokkurin Kitty May ellefsen Val Miðflokkurin, listi H tordur j. niclasen Val Tjóðveldi Heidi Petersen Val Tjóðveldi er ikki vinnuvinarligur flokkur HVALURIN er mín Kanska Granska