Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 12 - 17. januar 2008 Teir eru 13, 14 og 16 ára gamlir, men hetta hevur ikki hildið teimum aftur í at gera sín egna skipsportal, sum nú er almennur Kunning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Vit eru tríggir vinmenn og grannar, sum fingu eitt hug- skot, og tá ið vit fáa eitt hug- skot, plaga vit at føra tað út í lívið. Soleiðs er eisini við portalinum skipini.com, sum vit hava gjørt. Vit hava funnið upp á hetta sjálvir, og vit hava skipað portalin sjálvir. Tað siga teir tríggir Kiran Jóanesarson (16), Bárður Michaelsen (14) og Sverri Egholm (13). - Á portalinum hava vit tíðindir, sum vit í fyrsta lagi finna í øðrum fjølmiðlum. Vit skriva burtur úr hesum og uppgeva kelduna. Fólk eru eisini vælkomin at ringja ella meyla tíðindi til okkara, og telefonnumrini og e-postadressur eru at finna á portalinum. Hin einasti av hesum trim- um ungu monnunum, sum hevur beinleiðis tilknýti til sjóvinnuna um pápan, er Kiran, sum er sonur Andras Jóanesarson. - Pápi mín er reiðari, og pápabeiggjar mínir hava bæði farmaskip og línuskip, sigur hann. Onkur í familjuni hjá Bárði er eisini siglandi. Sum skilst, er tað serliga 13 ára gamli Sverri Egholm, sum er teknikarin aftanfyri nýggja portalin. Teir tríggir hava býtt upp- gávurnar upp soleiðis, at onkur hevur ábyrgdina av skivingini, og onkur annar hevur ábyrgdina av ávísum skipabólkum. Teir tríggir bjóða seg eis- ini fram við sølu av mynd- um og lýsingum á port- alinum www.skipini.com Ungir menn hava sín egna skipsportal Teir tríggir, sum eiga og reka nýggja portalin, eru Kiran Jóanesarson, Bárður Michaelsen og Sverri Egholm Mynd: Vilmund Jacobsen Asyl familjur fáa bústað Tær familjur, sum hava fingið avslag til asyl í Danmark, fáa nú møguleika at búgva uttanfyri asylcentrini. Vinstra, Konserva- tive og Dansk Folkeparti gjørdu í gjárkvøldið eina avtaku um, at familjurnar kunnu flyta út úr Asylcentrunum, og vera í Dan- mark í minst trý ár eftir, at tey hava fingið avslag. Aðrir flokkar hava møguleika at stuðla avtaluni, visti Kristeligt Dagblad í morgun. Ole Henriksen útkoyrdur Danski húðserfrøðingurin Ole Henriksen, sum hevur tikið hond um húðina hjá kongshúslimunum, er nú settur út í kuldan. Orsøkin er, at hann hevur úttalað seg alment um húðina hjá krónprinsessu Mary. Tað, hann segði var: “- Mary hevur ongar trupulleikar við húðini. Hon sær altíð perfekt út. Eisini tá hon júst hevði átt og var troytt, hevði hon eina húð, sum tey flestu bert droyma um.” Segði hann við BT. Men kongshúsið heldur um sítt. “- tað er líkamikið hvat hann hevur sagt. Princippið er, at hann hevur úttalað seg til pressuna, um eitt privat mál, og tað kann ikki góðtakast, sigur pressuchefurin hjá kongshúsinum, við Ekstrablaðið. Stjórin í Maru Seafood, sum bæði hevur virkir og skip undir sær, er ikki samdur við fiskaseljara um, at prískappingin um fiskin er í vanda, nú virkir hava keypt sær fleiri skip FisKivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í vikuni segði fiskaseljari, at prískappingin er í vanda, og soleiðis er eisini vandi fyri, at skip og fiskimenn ikki fáa rætta prísin fyri fiskin, serliga fyri upsan. - Tað eru dømir um, at eitt nú partrolarar ikki fáa sama prís fyri somu last – alt eftir, hvar skipini selja fiskin, og onkuntíð eru eini 50 oyru á muni fyri hvørt kilo. Fiskaseljarin segði, at munur kann vera á, tá ið annað skipið landar bein- leiðis til fiskavirkið – og hitt fer á uppboðssølu við fiskinum. - Vit hava eisini fleiri dømir um, at skip, sum hoyra til virkir, fáa ein lægri prís fyri upsan enn skip, sum eru leys av virkjum, segði hann. Men Jóhan Páll Joensen er als ikki samdur. - Vit hava stórar íløgur at forrenta, bæði uppi á landi og á sjónum. Okkara upp- gáva er at fáa virksemið at hanga saman – undir kapp- ingarførum treytum. Lata vit skipunum, sum vit sjálvi eiga, ov lágan fiskaprís, býtir hetta seg sjálvt í halan, tí tá fæst ikki lønandi rakst- ur í virksemið. Hann sigur, at raksturin er tungur í løtuni, bæði í virkseminum á landi og virkseminum á sjónum. Fólkið ikki býtt - Vit hava gott fólk, bæði á landi og sjógvi, og vit undir- meta ongan. Hesi fólk hava øll vit og skil, og vit spyrja javnan, um menn, sum sigla við okkara skipum, eru nøgdir við fiskaprísirnar og viðurskiftini annars. Jóhan Páll heldur, at fiska- seljarar, sum finnast at prís- viðurskiftunum í løtuni, eru fólk, sum royna at sleppa sær uppí part onkustaðni, men kanska hava trupult Jóhan Páll: Fiskimaðurin h - Vit hava gott fólk, bæði á landi og sjógvi, og vit undirmeta ongan. Hesi fólk hava øll vit og skil, og vit spyrja javnan, um menn, sum sigla við okkara skipum, eru nøgdir við fiskaprísirnar og viðurskiftini annars, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood