hósdagur 17. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 12 - 17. januar 2008
- Tað sær ikki út til,
at andstøðan megn-
ar at levera tann
lúsingin, sum hon
hevur sett nøsina
upp eftir, sigur Sámal
Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur,
um nýggjastu Fynd
kanningina, sum
verður kunngjørd
í Sosialinum í dag.
Smáu flokkarnir gan-
ga fram, meðan stóru
flokkarnir missa nak-
að, nú valstríðið er
farið inn í ta síðstu
fasuna
Veljarakanning
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Sámal Matras Kristiansen
hevur fylgt væl við í teimum
fýra veljarakanningunum,
sum hava verið kunngjørdar
seinastu vikuna, og hann
hevur gjørt sær nakrar met
ingar um viðurskiftini og
samspælið millum andstøðu
og samgongu.
Tað sær ikki út til, Tjóð
veldi megnar at spinna gull
uppá
andstøðuleiklutin,
sum flokkurin hevur havt
seinastu fýra árini. Tað er
okkurt, sum bendir á, at
andstøðan ikki megnar at
bjóða samgonguni av, og eg
meti ikki, at andstøðan hev
ur staðið seg serliga væl.
Tjóðveldi fer møguliga at
varðveita sína umboðan,
hóast hendan kanningin
ikki gevur teimum eitt gott
úrslit, men flokkurin fær
neyvan tað fantastiska úrs
litið, og hann hevur ikki
momentið við sær, metir
Sámal Matras Kristiansen
um teir seinastu dagarnar
av valstríðnum.
Fólkaflokkurin
heintar innaftur
Fólkaflokkurin hevur í fleiri
kanningum staðið til eina
stóra afturgongd, men hend
an gongdin tykist at vera
steðgað, og flokkurin sær
út til at heinta nakað av tí
mista innaftur í endaspurtin
um, eftir at hann hevur ligið
illa í svinginum sambært
kanningum.
Tað at Fólkaflokkurin
eftir øllum at døma hevur
steðgað afturgongdini, kann
hava við sær, at vøksturin
hjá Miðflokkinum og Sjálv
stýrisflokkinum
steðgar,
sigur Sámal Matras Kristi
ansen, sum metir, at Fólka
flokkurin serliga hevur mist
til hesar báðar flokkar.
Sámal Matras Kristiansen
sigur, at Sambandsflokkurin
eftir øllum at døma aftur
fer at staðfesta seg sum
tann størsta flokkin, og
nógv bendir á, at tann inter
na maktbalansan í samgong
uni fer at vera til fyrimuns
fyri Sambandsflokkin.
Spurningurin er so, um
hetta fer at ávirka krøvini
hjá Sambandsflokkinum til
einar komandi samgongu
samráðingar, og um flokk
urin fer at krevja løgmans
sessin frá Javnaðarflokki
num.
Javnaðarflokkurin
fær
sambært hesi kanningini
sjey tinglimir, og Sámal
Matras væntar, at løgmans
flokkurin antin fer at varð
veita sína umboðan ella at
missa ein tinglim, hóast
hann hevur ligið í tungum
sjógvi sambært summum
kanningum.
Sjálvstýrið funnið
sína legu
Sjálvstýrisflokkurin gongur
markant fram í øllum kann
ingum, sum hava verið
kunngjørdar higartil, men
samfelagsfrøðingurin held
ur, at hann nú hevur funnið
eina legu, og at trøini ikki
vaksa inn í himmalin.
Eg rokni við, at Sjálv
stýrisflokkurin hevur funnið
eitt niveau uppá umleið
2000 atkvøður til komandi
løgtingsval, sigur Sámal
Matras, og hann heldur, at
Sjálvstýrisflokkurin liggur
trygt á tveimum tingmonn
um sambært teimum seinas
tu kanningunum.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur rættiliga langt upp til
tann triðja tingmannin og
skal somuleiðis missa nógv
fyri at enda á einum ting
manni.
Miðflokkurin
svingandi úrslit
Hendan kanningin gevur
Miðflokkinum 9,3 prosent,
og tað er tað besta úrslitið,
sum Miðflokkurin hevur
fingið higartil. Nógv bendir
tí á, at Miðflokkurin aftur
fer at økja sína tingmanning
eins og hann gjørdi á síðsta
vali.
Tó er Sámal Matras Krist
iansen skeptiskur um fram
gongdina hjá Miðflokki
num.
Miðflokkurin
hevur
havt svingandi úrslit í teim
um ymsu kanningunum, og
tí skal flokkurin als ikki
kenna seg tryggan við at
fáa tríggjar tinglimir. Tað
verður ógvuliga spennandi
at eygleiða valkvøldið, um
Miðflokkurin fer at hála
tann triðja tingmannin til
sín hesuferð. Tað veldst eitt
sindur
um
endaspurtin,
sigur Sámal Matras Kristian
sen.
Hann vísir á, at Miðflokk
urin stendur seg munandi
betri í kanningunum hjá
Fynd enn hjá Gallup, og at
hetta er undrunnarvert í sær
sjálvum (yvirlitið yvir fýra
tær seinastu kanningarnar
sæst aðrastaðni á hesum síð
um).
Lítil ivi er tó um, at Mið
flokkurin fer at fáa fram
gongd.
Spurningurin
er
bert, um hetta er nóg mikið
til at fáa triðja tinglimin.
Hinvegin vísir tað seg, at
Tjóðveldi stendur seg mun
andi betri í kanningunum
hjá Gallup enn hjá Fynd.
Tjóðveldi hevur fingið nígg
ju tinglimir í kanningum
hjá Gallup og seks í kann
ingini hjá Fynd og Sosialin
um í dag.
Sámal Matras Kristiansen
roknar við, at Tjóðveldi er
undirumboðað í hesi nýggj
astu kanningini hjá Fynd,
men at flokkurin ikki bein
leiðis kann rokna við einum
kanónvali.
Hesi viðurskifti benda
á, at kanningarnar hava okk
urt slag av bias í útveljingini
av respondentum, sum ger,
at kanningarnar er til fyri
muns fyri ávísar flokkar,
heldur
Sámal
Matras
Kristiansen, sum tó leggur
afturat, at hetta er torført at
meta um, tá hann ikki hevur
beinleiðis innlit í útveljing
ina.
Miðnámsflokkurin
kann gerast jokari
At enda er tað Miðnáms
flokkurin, sum hevur mark
erað seg sum ein protest
flokk burturav. Hann krevur
bara ein nýggjan studenta
skúla, og alt bendir á, at
flokkurin hevur megnað at
fáa hetta málið á dagsskrá.
Eftir at Javnaðarflokkurin
hevur ligið í buktini viðvíkj
andi nýggjum studentaskúla
í Marknagili, hevur løgmað
ur verið úti og boðað frá, at
Javnaðarflokkurin
tekur
undir við at flyta Studenta
skúlan út í skúladepilin í
Marknagili.
Miðnámsflokkurin hev
ur enn ikki verið omanfyri
tinggáttina í nakrari kann
ing, og tí verður tað torført
hjá hesum flokki at gera
seg galdandi. Flokkurin
kann tó fáa ávirkan á valúrs
litið, tí at hann tekur
atkvøður kanska serliga frá
Tjóðveldi,
sigur
Sámal
Matras Kristiansen.
Nýggjasta veljarakanningin:
Samgongan heldur tørn
Hetta er úrslitið av nýggjastu
veljarakanningini hjá Fynd,
sum varð gjørd tann 15. og
16. januar.
Tendensurin í
teimum seinastu
veljarakanningunum,
sum gevur teimum smáu
flokkunum framgongd, heldur
fram.
- Tað sær ikki út til, at
andstøðan megnar at levera
tann lúsingin, sum hon hevur
sett nøsina upp eftir, sigur
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur