hósdagur 17. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 12 - 17. januar 2008
Nýggj veljarakanning
hjá Fynd gevur
ábendingar um tað
sama, sum hinar
kanningarnar hava
gjørt: At Sambands
flokkurin verður
størstur, og at teir
smáu flokkarnir
ganga fram. Tjóðveldi
fer í nýggju kanning
ini aftur á 19 prosent
og seks tingsessir,
meðan Javnaðar
flokkurin og Fólka
flokkurin fáa tjúgu
prosent og hvør sínar
sjey tingsessir
Veljarakanning
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Higartil eru fýra veljara
kanningar gjørdar í sam
band við løgtingsvalið tann
19. januar 2008, tvær hjá
Fynd og tvær hjá Gallup.
Og meðan sveiggini í ávís
um førum eru so stór, at
spurnartekin mugu setast
við úrslitið, so eru greiðir
tendensir at síggja á øðrum
økjum.
Teir smáu fara fram
Ein greið ábending við
støði í øllum fýra kanning
unum higartil er, at teir báð
ir smáu flokkarnir fara fram
samanborið við valúrslitið
á seinasta løgtingsvali. Og í
nýggjastu kanningini, sum
Fynd júst hevur gjørt fyri
Sosialin, ganga Miðflokkur
in og Sjálvstýrisflokkurin
eisini fram.
Miðflokkurin fær heili
9,3 prosent og tríggjar ting
sessir í nýggju veljarakann
ingini, og hetta er næstan
tvífalt so nógv sum tey 5,2
prosentini, sum flokkurin
fekk á løgtingsvalinum í
2004. Sjálvstýrisflokkurin
gongur eisini fram og fær
sjey prosent og tveir ting
sessir, men táttar í tann trið
ja, í nýggju veljarakanning
ini. Hann fekk 4,6 prosent
og ein tinglim á løgtings
valinum í 2004.
Hetta er sami tendensur,
sum hinar veljarakanningar
nar undan hesum valinum
hava víst. Og tí er sannlíkt,
at teir báðir smáu flokkarnir
fáa framgongd.
Sambandið størst
Sambandsflokkurin
varð
veitir sina støðu sum størsti
flokkurin í nýggju veljara
kanningini við 22,5 prosent
um og átta tinglimum. Og
ábendingarnar um eitt gott
val eru sterkar, tí Sambands
flokkurin hevur við millum
22 og 25 prosentum til
samans “vunnið” kanning
arnar higartil.
Tjóðveldi: Óstøðugar
kanningar
Spurningurin
er,
hvønn
flokk framgongdin hjá teim
um smærru rakar. Og sam
bært nýggju veljarakanning
ini er størsti taparin Tjóð
veldi, sum fær 19,4 prosent
og seks tinglimir. Hetta úrs
lit plaserar hann á eitt aftas
ta pláss av fýra teimum
stóru flokkunum. Um hetta
úrslitið heldur sær, so liggur
nær at hugsa sær, at ein
sterkari Sjálvstýrisflokkur
við nýggjum valevnum og
ein Miðflokkur, sum hevur
fingið atkvøðuslúkin Kars
ten Hansen frá Tjóðveldi,
er orsøkin til afturgongdina
hjá Tjóðveldi.
Men tá tað er sagt, so
hava úrslitini hjá Tjóðveldi
verið
sera
svingandi
í
veljarakanningunum, og tí
mugu spurnartekin setast
við statistisku óvissuna,
sum fylgir við slíkum kann
ingum, og sum í hesum føri
er um 2,5 prosent. Tvær
Gallupkanningar seinastu
vikuna hava givið flokkinum
24 og 25 prosent, meðan
Fynd gav honum 21,6 pro
sent fyri einari viku síðani.
So úrslitini hjá Tjóðveldi
hava verið óstøðug.
A og C eru javnir
Tað hava úrslitini eisini
verið hjá Javnaðarflokkin
um, sum fær 20 prosent og
sjey tinglimir í nýggjastu
kanningini. Hann hevur eisi
ni ligið á knøppum 20 pro
sentum í hinum kanningum
uttan tí einu Gallupkann
ingini, har hann einans fekk
16 prosent og fimm tinglim
ir.
Sambært nýggju kanning
ini fær Fólkaflokkurin 20,1
prosent og sjey tinglimir.
Fyri Fólkaflokkin er talan
um eina lítla framgongd í
mun til hinar tríggjar kann
ingarnar, har Fólkaflokkurin
hevur ligið millum 17 og
19 prosent av atkvøðunum.
Miðnámsflokkurin
ikki á ting
Miðnámsflokkurin fær 1,7
prosent av atkvøðunum í
nýggju veljarakanningini.
Fyri einari viku síðani fekk
hann 1,8 frá Fynd, og frá
Gallup hevur hann fingið
1,5 og seinast 0,4 prosent
av
atkvøðunum.
Eingin
kanning hevur givið Mið
námsflokkinum umboð í
løgtingið. Og tí er mest
sannlíkt, at einasta valevni
floksins, Bergur Johanne
sen, ikki vinnur sæti á
tingi.
Vissa og óvissa
Samanumtikið er úrslitið av
hesi nýggjastu veljarakann
ingini hjá Fynd, at Mið
flokkurin og Sjálvstýris
flokkurin ganga fram. Størs
tu
afturgongdina
hevur
Tjóðveldi.
Framgongdin hjá teimum
smáu og sterka positiónin
hjá
Sambandsflokkinum
tykist vera ein reyður tráður
í øllum kanningunum, og tí
tykist tað vera sannlíkt, at
Sjálvstýrisflokkurin fer úr
einum upp í tveir tinglimir
og Miðflokkurin úr tveim
um upp í tríggjar (teir eru
tríggir í dag, men Karsten
Hansen varð jú valdur á
ting fyri Tjóðveldi).
Sambandsflokkurin hev
ur verið støðugt sterkur,
meðan sveiggini hjá Javnað
arflokkinum og Tjóðveldi
hava verið rímiliga stór.
Fólkaflokkurin hevur ligið
á knøppum 20 prosentum.
Samanumtikið hava tær
fýra
veljarakanningarnar
higartil givið bæði støðug
og óstøðug úrslit. Og støð
ugu úrslitini eru, at teir
smáu ganga fram, og at
Sambandið fer at gerast
størsti flokkur leygardagin.
Sambandið størst og
teir smáu fara fram
Niðanfyri er yvirlit yvir allar veljarakanningar
nar, sum eru gjørdar í samband við løgtingsvalið
2008. Tvær frá Fynd, sum hava verið í
Sosialinum, og tvær frá Gallup, sum hava verið í
Dimmalætting. Í Gallupkanningunum eru fleiri
enn 500 spurd. Í fyrru Fyndkanningini eru 2069
spurd og í seinnu eru 768 spurd.
Fynd kanning 15.16. januar
Fólkafl.
20,1%
7 tinglimir
Sambandslf. 22,5%
8
Javnaðarfl.
20,0%
7
Sjálvstýrisfl.
7,0%
2
Tjóðveldi
19,4%
6
Miðfl.
9,3%
3
Miðnámsfl.
1,7%
0
Fynd kanning 9.10. januar
Fólkafl.
17,9%
6 tinglimir
Sambandsfl.
24%
8
Javnaðarfl.
20,1%
7
Sjálvstýrisfl.
5,9%
2
Tjóðveldi
21,6%
7
Miðfl.
8,7%
3
Miðnámsfl.
1,8%
0
Gallup kanning 14. januar
Fólkafl.
19,3%
6 tinglimir
Sambandsfl. 25,3%
9
Javnaðarfl.
16,1%
5
Sjálvstýrisfl.
6,0%
2
Tjóðveldi
25,6%
9
Miðfl.
6,1%
2
Miðnámsfl.
1,5%
0
Gallup kanning 16. januar
Fólkafl.
19,3%
6 tinglimir
Sambandsfl. 23,5%
8
Javnaðarfl.
19,3%
7
Sjálvstýrisfl.
5,8%
2
Tjóðveldi
24,5%
8
Miðfl.
7,2%
2
Miðnámsfl.
0,4%
0
Val jan 04
Kanning
Í mun til
Tingfólk
Tingsessir
Broyting
1516 jan 08
seinasta val
vald 2004
í kanning
í sessatali
Fólkaflokkurin
20,6
20,1
0,5
7
7
0
Sambandsflokkurin
23,7
22,5
1,2
7
8
1
Javnaðarflokkurin
21,8
20,0
1,9
7
7
0
Sjálvstýrisflokkurin
4,6
7,0
2,4
1
2
1
Tjóðveldisflokkurin
21,7
19,4
2,3
8
6
2
Miðflokkurin
5,2
9,3
4,0
2
3
1
Miðnámsflokkurin
0,0
1,7
1,7
0
0
0
Hin stuttligi flokkurin
2,4
0,0
2,4
0
0
0
Tilsamans
100,0
100,0
32
33
768 veljarar svaraðu í kanning, gjørd týskvøld 15. januar og mikukvøld 16. januar
Tá tey vórðu spurd um val av flokki, svaraðu
• at tey ætlaðu at svara blankt
0,3 %
• at tey ikki ætlaðu at velja
0,6 %
• at tey høvdu ikki tikið støðu
8,0 %
Viðmerkingar:
1) Upptalt eftir d'Hondt, tvs. við divisorunum 1,2,3,4,5 osfr.
2) 1/33 ella 3,03 % brúkt sum tinggátt.
3) Óvissan er millum 2 og 3 % upp á prosenttølini hjá flokkunum.