hósdagur 17. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 12 - 17. januar 2008
Skálafjarðatunnilin
verður mett sum
ein hin besta íløgan
samfelagsliga, og
hann fer at merkja
sparing, bæði í tíð
og pengum fyri fólk,
ið ferðast millum
Skálafjørðin og
høvuðsstaðarøkið,
sigur Dávur Reinert
Hansen
SAMFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- At Skálafjarðatunnilin er
ein góð samfelagsíløga tyk-
ist breið semja um. Men tað
hevur samstundis stóran
fíggjarligan
týdning,
at
tunnilin kemur sum skjót-
ast.
Tað sigur Dávur Reinert
Hansen, stjóri í Pf. Skála-
fjarðartunnilin.
Hann vísir á, at tann, sum
koyrir av Skálafjørðinum
ella norðara og eystara part-
inum av Føroyum til Havn-
ar, vil við Skálafjarðatunlin-
um spara 80 kilometrar í
koyring og ein tíma í tíð
hvønn túrin aftur og fram.
Tey, ið koyra millum báðar
armarnar av Skálafjørðin-
um spara eisini kilometrar
og tíð.
Talan er um eina sparing,
sum hevur stóran týdning
fyri dagligu viðurskiftini
hjá teimum, i ferðast hend-
an teinin.
- Hetta merkir eina veru-
liga sparing í krónum og
oyrum, eins og hetta gevur
meira tíð til familjuna, starv-
ið og virksemi annars, sigur
Dávur Reinert Hansen.
At hetta er ein effektivi-
sering av samfelagnum og
hevur týdning fyri kapping-
arførið hjá landinum í síni
heild, tykjast politikarar og
serfrøðingar samdir um.
Samlaða sparingin við
Skálafjarðartunlinum
vil,
fyri tey sum koyra í dag,
vera 130 milliónir krónur
um árið, roknað út frá km-
kostnaði og tímakostnaði.
Tí hevur tað stóran týdn-
ing fyri privatfólk, virkir og
landið sum heild, at Skála-
fjarðartunnilin kemur skjót-
ast til ber.
Klárt at byrja
Partafelagið Skálafjarðar-
tunnilin varð stovnað í feb-
ruar 2006 og fór beinanveg-
in undir at gera forkanningar
til at byggja og reka bein-
leiðis
samband
millum
Skálafjørðin og Tórshavn.
Felagið ásannar bráfeingis
tørvin á hesum sambandi,
og er tí klárt at fara til
verka, so skjótt sum neyð-
uga tilsøgnin kemur frá
landsstýrinum.
- Felagið fegnast um stóra
áhugan, sum er vístur fyri
verkætlanini,
bæði
í
almenninginum og millum
politikarar,
sigur
Dávur
Reinert Hansen.
Ført hevur verið fram, at
samfelagslig atlit koma í
aðru røð, tá eitt privat parta-
felag fær loyvi at gera
tunnilin. Men veruleikin er,
at samfelagslig atlit í sera
stóran mun eru tikin.
- Við at samráðast við pf.
Skálafjarðartunnilin kann
vera farið undir arbeiðið at
gera tunnilin so skjótt sum
gjørligt. Pf. Skálafjarðar-
tunnilin hevur gjørt umfat-
andi tekniskar, trygdarligar
og jarðfrøðisligar kanningar,
og kann so skjótt sum linju-
føringin er fastløgd av løg-
tinginum gera útbjóðingar-
tilfar,
so
arbeiðstakarar
kunnu kappast um at bjóða
upp á arbeiðið, sigur Dávur
Reinert Hansen.
Um arbeiðið í staðin skal
fremjast av almennum ella
øðrum partafelag, skal alt
gerast av nýggjum. Hetta
vil føra við sær, at arbeiðið
verður flutt langt út í fram-
tíðina. Sum fleiri politikarar
hava víst á, fer politiska
skipanin neyvan at raðfesta
hesa íløguna í mong ár
frameftir, tí aðrar stórar
verkætlanir
eru
tiknar
framum.
Landið fær ágóðan
Samráðingarnar
millum
Vinnumálaráðið
og
pf.
Skálafjarðartunnilin
hava
sum endamál at tryggja
kapping og gjøgnumskygni.
Samráðingarnar hava eisini
sum endamál at leggja loft
á, hvat avkast partafelagið
kann fáa av íløguni, soleiðis
at ein vaksandi ferðsla førir
til eitt lækkandi nýtslugjald
til gagns fyri brúkarar og
samfelag.
- Hetta tryggjar, at kostn-
aðurin av at fíggja, byggja,
eiga og reka Skálafjarðar-
tunnilin er grundað á markn-
aðartreytir, útbjóðing og
kapping og verður so lágur
sum gjørligt, sigur Dávur
Reinert Hansen.
Við at samráðast við pf.
Skálafjarðartunnilin
fæst
tað besta av báðum: Skála-
fjarðartunnilin kemur so
skjótt sum til ber, soleiðis
at tey ferðandi kunnu spara
80 km og 1 tíma fyri hvønn
túr.
Samstundis
verður
tryggjað, at allur kostnaður
av tunlinum byggir á markn-
aðartreytir,
kapping
og
útboðsprísir og harvið gerst
so lágur, sum marknaðurin
loyvir.
- Sambært sáttmálanum
við løgtingið letur pf. Skála-
fjarðartunnilin
landinum
tunnilin eftir 25 árum. Tá
fær landið fullan ágóða av
tunlinum uttan at hava
goldið eina krónu fyri hann,
sigur
Dávur
Reinert
Hansen.
Bush dumpar
Bush fær dumpikarakter fyri ferð sína í
Miðeystri. Hóast ætlanin kanska var góð, so eru
úrslitini einki at reypa av, eru amerikonsku
miðlarnir samdir um. Í síðstu tíðini sum
presidentur hevur Bush átikið sær at fáa frið í
miðeystri, og hann tvíhelt uppá, at tað fór at vera
møguligt at fáa frið í miðeystri innan januar
2009. Men miðlarnir døma Bush at vera ov
hálvhjartaðan og alt ov seinan á veg við síni
friðarætlan í miðeystri.
Skrifta á DR 2
Nú verður tað gjørligt at skrifta í sjónvarpinum. 27.
januar sendir DR 2 fyrsta part av eini sendirøð, kallað
»skriftstólurin«, har fólk anonymt sleppa at tosa við
prestin Preben Kok. Hann vil so, út frá kristnu trúnni,
geva teimum vegleiðing at koma úr kreppuni, tey eru í.
Hetta er eitt konsept, sum DR sjálvt hevur gjørt, og sum
ikki finst aðrastaðni í heiminum. – Vit vilja geva fólki
innlit í hvat trúgvin kann gera, sigur eitt umboð frá DR
við Kristeligt Dagblad.
Spara tíð og pengar
Løgreglan hevur heitt
á býráðið um at taka
valplakatir niður,
sum eru til ampa fyri
ferðsluna
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið tók vegadeild-
in hjá Tórshavnar Býráð
fleiri plakatir niður, sum
vóru til ampa fyri ferðslu-
trygdina.
Talan var um plakatir,
sum krógvaðu ferðsluskilti,
serliga í rundkoyringum,
men eisini í miðrabattini
við SMS.
Vakthavandi á politistøð-
ini sigur, at talan bert var
um smávegis trupulleikar,
har plakatir tóku útsýnið
frá ferðsluskiltum, og at
hetta vóru plakatir frá øllum
flokkum.
Av vegadeildini hjá Tórs-
havnar kommunu vátta tey,
at tey – eftir áheitan frá løg-
regluni – tóku fleiri plakatir
niður í gjárkvøldið, og at
tey ikki av sínum eintingum
ganga runt og kanna, um
plakatir eru til ampa fyri
ferðsluna. Men tá tey fáa
áheitan frá løgregluni, taka
tey plakatir niður.
Sum nevnt er hetta serliga
ein trupulleiki í rundkoyr-
ingum, har tær partvís
krógva fyri skiltunum, og
partvís eru til ampa fyri
fótgangarar, verður sagt av
vegadeildini hjá Tórshavnar
kommunu.
Valplakatir til ampa fyri ferðsluna
Dávur Reinert Hansen er stjóri fyri Skálafjarðartunnilin
Tað er serliga í rundkoyringunum, at plakatir
hava krógva fyri pílunum, men sum sæst á
myndini, eru pílaskiltini nú sjónlig
Mynd: Jens Kristian Vang