hósdagur 17. januar 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 12 - 17. januar 2008
Tað var nógv
stuttligari at hyggja
eftir fótbólti í
gomlum døgum. Í
tíðini, tá áskoðarin
ikki var ørkymlaður
av, at liðini spældu
í eins leikbúnum,
brúktu sama taktikk
og leikararnir líktust
hvørjum øðrum
SÍÐULINJAN
Rólant Waag Dam
Fótbóltsdysturin ikki tann
sami longur. Av gomlum
vana eru kortini nógvir
áskoðarar til dystin. Men
nógv er broytt og áskoðarin
undrast. Tí tað var so nógv
lættari at fylgja við fyrr.
Og nógv stuttligari.
Nú stendur áskoðarin við
síðulinjuna og veit ikki
hvat hann skal halda. Hví
ólukkan, spyrja teir seg
sjálvan og hvønn annan,
spæla liðini í somu litum?
Hví brúka liðini neyvt
sama taktikk? Hví líkjast
spælararnir so ólukksáliga
nógv, at tað er so at siga
ógjørligt at siga hvør er
hvør, hvar leikarin spælur
og – ikki minst – hvat lið
hann umboðar?
Liðavrik gav úrslit
Meini so við, heldur
áskoðarin fyri seg sjálvan,
tað var nógv stuttligari at
hyggja eftir fótbólti fyrr.
Tú komst til dyst og tað
var lætt at fáa eitt yvirlit
yvir dystin. Annað liðið
reytt, hitt blátt. Fínt, so var
tað upp á pláss. Og tú helt
annaðhvørt við tí bláa ella
reyða liðnum. Tað var ikki
so torført.
Liðini brúktu eisini hvør
sín taktikk. Annað spældi
kanska framrættað, meðan
hitt hugsaði meiri um
verjupartin. Felags fyri
liðini var tó, at tey vistu, at
besta úrslitið fekst tú við
einum liðavriki. Fungeraði
liðið ikki usm ein heild, so
fekst ikki úrslit. Tað var
grundleggjandi, vistu leik
ararnir.
Og leikararnir vóru
ymiskir. Tað visti tú. Tú
visti eisini hvør dugur var í
teimum, hvat teir stóðu fyri
og hvat tú kundi vænta av
teimum. Teir stóðu saman
sum lið, tá á stóð. Tóku
felagstøk tí teir vistu, at
eingin keta er sterkari enn
veikasti liðurin.
Tá vóru eisini individual
istar. Hesir herligu leik
ararnir, sum gjørdu tað
óvæntaða. Ein frægd fyri
eyga at eygleiða. Teir
kundu enn tá avgera dystir
einsamallir. Tá tað var
neyðugt. Fyri liðið besta.
Áskoðarin saknar sál
Hetta sært tú ikki í dagsins
dysti. Nú tykiskt tað sum
um, at leikararnir spæla
hvør í sínum lagi. Teir hava
gloymt liðið, gloymt hvønn
teir umboða. Tað er keði
ligt og lítið áhugavert at
eygleiða. Og tí úrslitið er
ein ósamanhangandi leikur,
har allir spælararnir royna
somu finturnar allatíðina.
Og spælararnir gera ikki
finturnar fyri at skapa mál
møguleikar, soleiðis at lið
teirra kann vinna dystin.
Nei, teir gera finturnar fyri
at imponera áskoðararnar.
Ja, spælararnir hugsa meiri
um at undirhalda fjøldina,
enn at skaffa liði sínum eitt
gott úrslit. Trupulleikin hjá
spælarunum er bara tann,
at teir hava bara gloymt, at
áskoðarin hevur sæð hesar
finturnar fyrr. Fleiri ferðir.
Bæði á vøllinum og í
sjónvarpinum. Útvarpið og
Rás 2 hava umrøtt tær og
bløðini skrivað um tað. Nú
vil áskoðarin síggja okkurt
annað.
Hann vil síggja fótbólt,
sum hann var í gomlum
døgum. Veruligan fótbólt,
sum var stuttligur at
eygleiða og kjakast um.
Fótbólt har leikararnir
løgdu lív og orku í, so at
liðið fekk tað besta úrslitið
og sigurin kom í hús.
Fótbólt við rúkandi ferð og
intensiviteti. Fótbólt við
glíðandi takklingum og
hørðum nærdystum.
Fótbólt við herligum
driblingum og frekum
avleveringum. Fótbólt har
tað bar til at koma ov seint
til dystin, uttan at missa
tað stóra, tí síðumaðurin
visti altíð at siga tær, hvat
støðan var, hvør hevði
spælt betur og hvat var
hent sum heild. Fótbólt við
sál, har bæði leikarar og
áskoðarar livdu og andaðu
fyri spælinum á vøllinum.
Kemur tú til dagsins dyst
og spyrt hvat støðan er,
yppa øll øksl. Eingin veit
at svara tær. Tí hvat skulu
tey siga. Liðini hava sama
lit, sama taktikk og
leikararnir líkjast hvørjum
øðrum.
Fyrr var hendi tað seg
eisini, at ein hundur viltist
inn á vøllin. Hann órógv
aði ikki dystargongdina,
men leikararnir steðgaðu á
eina løtu og flentu saman
við áskoðarunum at
goyggjandi hundinum, til
hann fann út av, at tað ikki
var á fótbóltsvøllinum
hann hoyrdi heima. Hetta
síggja vit heldur ikki í dag.
Gaman í, ein lítil fuglur
hevur sett seg á vøllin í
dagsins dysti, men hvørki
leikarar, áskoðarar ella
fjølmiðlar tykjast at hava
lagt merki til hansara veiku
pipp. So tað er bara ein
spurningur um tí, áðrenn
hesin verður trumlaður
niður av 22 einslittum
leikarum, sum allir renna
sama veg, við sama
renningarlag og somu ferð.
Í meðan stendur
áskoðarin á síðulinjuni,
ørkymlaður og droymir um
gamlar dagar...
Sosialurin
Samgongumøguleikar
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Fleiri veljarakanningar eru gjørdar seinastu
dagarnar. Tær eru ymiskar, og tí eiga tær eisini
at takast við fyrivarni. Nýggjasta og feskasta
og helst seinasta veljarakanningin til hetta
løgtingsvalið verður kunngjørd í blaðnum í
dag.
Hon kemur so til eitt annað úrslit enn tær
undanfarnu, sum Sosialurin og Dimmalætting
hava latið ávikavist Fynd og Gallup gera.
Stóra broytingin er nú tann, at Tjóðveldi
gongur aftur og missir tvey tingfólk. Sam-
bandsflokkurin fær eitt tingfólk aftrat, sum
ikki er nakað nýtt. Hin stóra broytingin er
tann, at teir smærri flokkarnir fáa enn størri
framgongd enn hinar kanningarnar hava víst.
Miðflokkurin fær eitt tingfólk aftrat og sama
ger Sjálvstýrisflokkurin.
Tað er áhugavert at bíta merki í, at smærri
flokkarnir ota seg fram, og harvið kunnu teir
eisini gerast tungan á vágskálini, tá samgonga
skal setast saman næstu vikurnar.
ABC fær eftir hesi kanningini 22 tingfólk,
eitt fleiri enn nú. BE fær 14 men røkkur
meiriluta við H aftrat. Ein annar møguleiki
er gamla heimastýrissamgongan BCD, ið eftir
hesi seinastu kanningini fær júst magiska
talið 17. Tá hugsað verður um ta ónøgd,
sum hevur verið í Sambandsflokkinum og í
Javnaðarflokkinum við Fólkaflokkin og sum
er komið fram í valstríðnum, so er BCD uttan
iva eitt boð uppá eina komandi samgongu.
Tvs. at Fólkaflokkurin verður skiftur út við
Sjálvstýrisflokkin, sum eitt nú í fiski- og
búskaparmálum er meira í tráð við politikkin
hjá B og C. Aðrir samgongumøguleikar út
frá seinastu veljarakanningini er BCE við 21
tingfólkum. Annar møguleiki er AEDH við 18
tingfólkum. Enn ein møguleiki er ACH við 17
tingfólkum.
Skulu vit gita, hvør av hesum samgongu-
møguleikum er mest sannlíkur út frá verandi
kanning og út frá tí floksformenn hava
úttalað, so er tað, at verandi samgonga heldur
fram. Men her eru tó nógv men, nú ósemja
tykist vera um fleiri stórmál. Fólkaflokkurin
hevur sum einasti flokkur megnað at vera
partur av nærum øllum samgongu seinastu
20 árini. Fer hann at klára tað hesaferð eisini?
Verður ABC av ongum, og eitt nú BED ikki
megnar at fáa meirluta, er kanska mest
sannlíka samgonga eftir valið BCD. Men BCE
spøkir eisini.
Á SÍÐULINJUNI gera
blaðfólk á Sosialinum
viðmerkingar í sam
bandi við løgtingsvalið
2
Valstríðið sum ein
óskiljandi fótbóltsdystur