Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. januar 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 17. januar 2008 13 Í miðøldini var vanligt, at tey ráðandi avgjørdu, hvør list var vælkomin og hvør ikki. Tann, sum ikki gjørdi list, sum hóvaði teimum ráðandi, máttu tiga, flýggja av landinum ella lata lív. Mentan, átrúnaður og politikkur hevði eitt og sama mál og var stýrt sama stað Miðøldin er ikki ein tíð, vit vanliga gera til fyrimynd fyri okkara samfelag. Vit tosa t.d. um at nakað er sum tann svarta miðøld, um út av lagið illa stendur til. Kortini var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg læs brotið um mentan og list í stevnuskránna hjá Miðflokki­ num, at hetta er at bumba ment­ anarpolitikk okkara aftur í svart­ astu miðøld. Longu í fyrstu paragraffini stendur, at “mentanarpolitikk­ urin eigur at verða rikin sam­ svarandi kristna grund­ støðinum.” Altso: Hvat mentan og list er, skal sambært Miðflokkinum avgerast í Løgtinginum! Óhugnaligu paragraffirnar Vit kunnu gjøgnumganga lógargreinarnar. Næsta greinin sigur, at “Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspegl­ ar og fremur eina sunna lívs­ áskoðan”. Altso: Ein sunn lívs­ áskoðan er javnsett við eina kristiliga áskoðan, og eftirsum tað bara er Miðflokkurin (flokk­ urin hjá kristnum samkomum í Føroyum), sum hevur hetta á stevnuskránni, so er ein sunn lívsáskoðan, altso tann lívs­ áskoðan samkomurnar hava. Eg veit ikki, hvussu hagtølini eru fyri átrúna í Føroyum, men tað er so ikki eitt fleirtal av fólki­ num, sum er limur í samkom­ um. Altso Miðflokkurin vil stuðla sínum egnu!! Grein trý: “Kristnar samkom­ ur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sann­ føring og kunna ráða egnum viðurskiftum.” Jaso? Tær kristnu samkomurnar skulu sleppa at gera akkurát sum tær vilja og helst hava stuðul til hetta. Men hvussu sampakkar hetta við demokrati? Og so hava vit grein fýra. “Samfelagið eigur at verja skrivi­ og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.” Men hvat er so misnýsla av skrivi­ og talufrælsinum? Tað er lætt at lesa hetta sum, at øll nýtsla av skrivi­ og talu­ frælsinum eigur at vera samsvar­ andi kristna grundstøðið. Er tað frælsið? Men tað ringasta er eftir enn, nevniliga grein fimm: ”Niðan­ fyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: “Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður ­ hugsið um hetta!” Altso: Føroysk mentan og list skal vera sonn og sámilig, rætt og rein og elskulig!! Og tað er Miðflokkurin sum avgerð, hvat hetta er. Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámi­ liga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu slopp­ ið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt Skýmingarløtu-mentan Skulu vit trúgva tí, sum Mið­ flokkurin sigur, so eru allir føroyingar rætttrúgvandi kristnir, á teirra hátt at verða kristnir. Tey siga: Hvat fólk finna uppá privat, kann polit­ iski myndugleikin ikki gera so nógv við, men tá vit fara eftir skattaborgarans peningi, skal peningurin sjálvsagt nýtast til virksemi, sum føroyingurin kann taka undir við. Hervið er sagt, at tað einasta, sum fólk her á landi kunnu taka undir við, er slíkt sum er fitt og elskuligt og uppbyggjandi, stutt sagt ein “skýmingarløtu­ mentan”. Her sipi eg til tær elskuligu, uppbyggiligu søgur­ nar í bókunum “Skýmingar­ løtan”, ið helst standa sum tann ultimativa bókmentagóðskan hjá Miðflokkinum. Ímynda tær eitt samfelag, har øll mentan skal snúgva seg um tað fitta og elskuliga, tað sámiliga og tað reina. Hvørja list vildu vit havt? Vit høvdu sloppið at mála einglar, men ikki devlar, sungi í dur, men ikki í mol, skriva um kærleika, men ikki um hatur. Hvørjar søgur, hvønn tónleik og hvørjar myndir høvdu vit tá havt? Bókmentir a la Miðflokkurin Føroyingar vilja ikki lesa J.K. Rowlings, J.R.R.Tolkien, Philip Pullman, (tey skriva um hug­ flogsverðir, sum ikki byggja á kristna siðaarvin) Agathu Christie ella Dorothy Sayers, (har myrða tey fólk fyri eitt gott orð), Henry Miller ella Anais Nin (uha, tey eru so ólátað) og aðrar mætar rithøvundar. Milliardir av fólki í øllum heiminum kunnu altso mistaka seg, um hvat góðska er! Mið­ flokkurin veit best, hvat er góð mentan og hvat føroyingurin vilja hava. 40 bøkur á bókasavninum, høvdu føroyingar kunna lisið á føroyskum, 144 bøkur, høvdu vit tikið onnur mál við (allar skrásettar undir “kristiligar søgur”). Men í hesum reina og sámiliga mentanarlívinum, høvdu 40 bøkur helst eisini verið nóg mikið. Myndlist aux Miðflokk Føroyingar høvdu viljað og sloppið at hugt at myndum hjá t.d. Sigrun Gunnarsdóttur. Har sæst beinanvegin, at tær eru bæði kristiligar og uppbyggj­ andi. Michelangelo og aðrar Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Alt, sum elskuligt er Tíðargreinin týsdagin Sámal Matras Kristiansen um valúrslitið tíðargreinin Rakel Helmsdal, rithøvundur Tíðargreinin Framhald á næstu síðu